Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-08-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 1996síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 20. AUGUST 1996 tíðindablaðið + > || 17 Hvussu fáa vit okkara arbeidstøku fyribils virkin Handverkaraeftirútbúgving - landi og fólki at gagni? Grundað á tey stóru og álvarsligu buskaparligu rembingunum, sum vit hava verið fyri hesi sein- astu 10 árini, hava vit í Feroyum fingið eitt stórt yvirskot av arbeiðsmegi Hetta yvirskotið av arbeiðsmegi fer fyri stærsta partin beinleiðis út í niðurbrótandi arbeiðs- loysið frásæð teimum, sum leita sær uttanlands Tíbetur fáa tey arbeiðs leysu í fyrstu atløgu 70% av eini åvisari lønarupp hædd, men tey fåa ikki loyvi at virka fyri hesa upphæddina, og henda upphæddin verdur ti av mongum fatad sum ol- mussa Miðaltalið av skrásett- um arbeidstøkum føroy- ingum var fyri 1995 væl yvir 2.000, og tey fingu frå arbeidsloysisskipanini, ALS, i 1995 utgoldid 169 mió. kr. Tað er tibetur nakað minkað í ár, men er tíanverri framvegis ræð- andi høgt Sum øllum kunnugt er tad fiskivinnan, sum hev- ur lagt og framhaldandi leggur lunnar undir okkara nútíðarsamfelag Kanska fáa vit oljuvinnu seinni, men uttan mun til, hvat ið fer at henda, so eiga vit til eina og hverja tíð á hóskandi hátt at gagnnýta allar náttúru- givnar og tekniskar grunnar sum hjálp til sjálvhjálp. Ein av hesum teknisku grunninum er ALS. ALS ræður, vid sínum yvir 2.000 arbeidstøku og ein- um lenarútgjaldið fyri 70% av vanligari arbeiðs- løn, yvir Føroya størsta arbeiðspotentiali. Sum nú er, verður hetta potenti- alið mestsum ikki brúkt, og tær árligu 169 mió krónurnar fara sum eitt passivt útgjald uttan at verða gagnnýttar av nøkr- um sum helst. Við eitt sindur av umhugsni kann hetta broytast til eitt akt- ivt útgjald sellum at gagni Minnist meg rætt, so var tað fyrrverandi ídnað- arráðgevin, Tormóður Dahl, sum segði, at føroy- ingurin var »eitt finn- uppå-menniskja«, og ti gevi eg honum rætt i, sjålvt um tað til tíðir kann taka sína tíð Vit kunnu tó ikki loyva okkum at lata arbeidsført fólk vera í framhaldandi arbeiðsloysi, og so als ikki ungdómin. Um fólk einki arbeiði hava í longri tíð ella kanska ongantíð hava fingið hevi til at arbeiða, er tað mest á pappírinum tey eru arbeiðstek. tí fólk, sum í longri tíð ikki sleppa út á arbeiðsmarknaðin, verða fremmandagjerd fyri arbeiðsmarknaðinum Skaldið Mikkjal á Ryggi sá vandan í, at serliga ungdómurin ikki sleppur framat, tí, sum hann tekur til“ í Brestiskvæðnum „Eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða-, tí »Hann, ið alist við øsku inni, lítið í leikum dugir'« Eisini í Halgubók verður ávarað ímóti at lata fólk grava sína »talent« niður! Sæð við hesum eygum er ALS ein stórur »talent- kirkjugarður“, men hesar »talentir« eiga at sleppa at rísa upp av nýggjum Hvussu sleppa vit und- an hesi óhepnu stødu, har túsundtals arbeiðs- potential standa skrásett sum óvirknar »talentir«? Eingin ynskir sjálvvaldur at enda soleiðis, men hvat gera vit? Mítt uppskot er, at øll, sum lat aseg upp- skriva sum arbeiðstek, skulu innan tvær vikur fáa ávíst eitt fyribils arbeiði í 70% av arbeiðs- tíðini ella svarandi til stuðulin Hetta arbeiðið skal ikki vera kappingaravlagandi ella sum minst kapping- aravlagandi og kundi ver- ið alt frá skeiðvirkseini til at grava upp haga, um- væla bygdargøtur, rudda upp úti í náttúruni, binda, træskurðararbeiði, sam- felagsgagnligt arbeiði í breiðari merking, og ann- ars alt, sum hugsast kann. Bert hugflogið setur mark. Hóskandi kundu vit byrjað við eini hugskots- kapping. Hvat við at lata arbeiðstek runt um landið skráseta alt, sum hugsast kann at vera av arbeiði og arbeiðsítrivi! Her á landi eru mong øki, sum liggja á láni, tí tað er óhugsandi at fáa lønandi vinnu burturúr beinanvegin, og onnur øki, sum ongantíð verða len- andi, men kortini gevandi minni mun. Hesi øki kundu fingið tíðarav- markaðan »treknings- rætt« upp á ókeypis irbeidsorku, sum er skrá sett arbeidstøk Her verdur hugsad um bædi nyggjar og gamlar vinnugreinar, sum á henda hátt kundu fingið ein neyðugan byrjanar stuðul ella ávegis hjálpi stuðul. Okkara primer- vinna er arbeiðskrevjandi, og serliga innan fyri land- búnaðin hevði ein slík skipan komið væl við uttan at verið kappingar- avlagandi. (Sum er finst ein 3 mánaða tímastuð- ulsskipan undir ALS, men hon hevur ikki broytt stór- vegis upp á støduna.) Ein slík skipan við fyri- bilsarbeiði skal ikki vera nøkur mánarakett, men lett at brúka og umsita. Við okkara framkomnu teldutøkni verður tað heldur ikki nakar trupv'- leiki. Tá ein skrásetir seg sum arbeidstøkan, skal skråsetingarblad vera til taks, so viðkomandi kann velja sær eitt fyribils arbeiði við raðfesting, og tann arbeiðsteki skal inn- an tvær vikur fáa ávíst eitt arbeiði ella eitt fyri- bils arbeiði. Skipan skal aktivt marknadarførast og vera einføld at brúka, so virkir, feløg og einstaklingar, sum ynskja at trekkja upp å hesa tidaravmarkadu ókeypis arbeidsorku, hava lætt vid at útfylla hósk- andi umsóknarblað. Um- sóknarbleðini verða síðan at senda til tað lokala bygda- ella býráðið, har tað verður ummælt eftir nærri reglum og verður síðan sent ALS saman við ummælinum Ein slík skipan fer sjálv- andi at hava skeivleikar við sær, men teir vera smáir í mun til bert at sita hendur í favn og bíða eftir, »at appilsinin rullar niður í turbanina, ella at møgu- lig olja sprikir.« Fyrimunir av omanfyri standandi eru nógvir. Fyrst og fremst fáa fólk lívsneistan og virkisfýsnið aftur. Fólk verða betur nøgd og livfør við at sleppa at virka aftur og fáa tað harvið betri bæði fysiskt og psykiskt. Feroyar fáa gagnnýtt tøku arbeiðs megina, og arbeiðsloysis- gjaldið verður aktiverad »Svarta arbeiðið< minkar Talið á > arbeidstøkum minkar smbr. royndum uttanlands. Hugflog til alternativa vinnu verður lættari kveikt, tí arbeiðs tek sleppa nú sjálv við raðfesting at avgera sítt arbeiði ella fyribilsarbeiði Okkara motto skal vera: Arbeiði ella fyribils- arbeiði til allar vinnuførar hendur, og tað skal bæði vera ein rættur og ein skylda at kunna arbeiða við onkrum fyribils, inntil okkurt annað meiri hósk- andi er at fáa. Góða eydnu, tit fólka- valdu, sum fáa len fyri at stýra landi og fólki at gagni »Proletariatets diktatur« er farið í søguna, initiativið og ábyrgdin er tykkara. Regin Eikhólm PS. Um vit samanbera núverandi passivu stød- una hjå teimum arbeids- tøku i ALS vid støduna hjå hermonnum i fridartid, so véru allir hermenninir uttan venjing, og hvør dugur hevdi tå verid i teimum, um boð vóru eftir teimum. Skulu fólk kall- ast tok, mugu tey vera í arbeiðsvenjing, so væl fys- iskt sum psykiskt, og tað uttan mun til, um tú ert í ALS ella hermaður. fyri EL-INNLEGGJARAR og onnur Treytað av nóg stórari undirtoku, verða hesi skeið hildin: TRYGDARKROVINI: L-AUS 30. september 1996 (8 tímar) og Dagforing av STERKSTREYMSREGLUGERÐINI (SB) fyri 1995 1.-3. oktober 1996 (24 tímar) Av tí at tann gamla >sterkstreymsreglu- gerðin frá 1962 < fór úr gildi 1. april 1994, verða hesi skeið hildin í >Stærkstroms- bekendtgorelse, elektriske installatio- ner 1993< (SB). Luttakaragjald: L-AUS, Sterkstreymsreglugerå Tilmelding: áðrenn 6. sept. 1996 Luttakarar, ið hava goldið i eftirutbugv- ingargrunnin > VITAN<, kunnu søkja um stuðul haðani. Fráboðan um luttøku og nærri frågreid- ing (eisini um innivist v.m.), fæst við at venda sær til skúlan á tlf. 11957. (mána- dag-friggjadag, kl. 8-12 8 13—16). Tekniski Skúlin í Tórshavn Marknagilsvegur 75 - P. O. Box 239 FR-110 Tórshavn Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaði maður, faðir, abbi og langabbi okkara, JENS GUTTESEN Tórshavn varð heimkallaður leygarkveldið, 80 ára gamal Bønarhald verður í Kapellinum á Lands- sjúkrahúsinum í dag kl. 20.00. Jarðarferðin verður úr Ebenezer, mikudagin 21. august kl. 14.00 Familjunnar vegna Tey. ið vilja minnast Jens kunnu lata gåvv til Zarepta Pavla