mikudagur 21. august 1996síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 159 — 21. AUGUST 1996
Til minnis um Jens Guttesen
Í dag verður Jens Guttesen
borin til gravar. Hann var
80 ára gamal, nú hann legði
árarnar inn
Ein byarmynd er farin, og
Havnin hevurt mist ein av
sínum góðu og truføstu syn
um, eru tað fleiri, sum hava
tikið til, síðani tað frættist,
at Jens var slóknaður. Alt
hansara liv og hansara máti
at vera uppá lýstu av musik-
aliteti og hetta setti dám á
alla staðni, har hann var. Vit
minnast hann lættan upp á
sporið bríkslandi ella syngj-
andi, vit minnast hann
spæla og syngja heima við
hús og har hann vitjaði, og
ikki minst minnast vit hann
á metum og í ødrum sam-
komum, tá hann sang av
hjarta og ofta leiddi felags-
sangin
Tað er komið fyri meiri
enn einaferð, at sanglærarar
hava biðið næmingarnar
eygleitt Jens Guttesen fyri
at síggja og fata, hvussu
týdningarmikið tað er fyri
sangin, at bæði sål og likam
verður lagt í, tá songurin
verður framborin!
Jens var havnarmaður,
sonur Jens Christian, Kisan
róptur, og Jóhonnu Gutte-
sen. Tey búðu í lítlu hús-
unum við Tinghúsvegin, og
Jens visti einki annað um at
siga, enn at:tað var nógv
fólk kring hann. Hann var
eistur av ellivu systkjum,
tvey onnur børn vóru undir
lonini í long skiftir, nógv
fólk vitjaðu inn á gólvið, cg
tað var so mangan, at onkur
lá nátt, kanska serliga
næstrafólk hjá mammuni,
sum var ættað úr Skálavík
jens kendi tað sum fram-
ihjårætt, at hann fekk høvi
at ganga i realskúlanum
Tíðin har setti síni spor, m.a
við at hann hevði stóran
tokka til og áhuga fyri móð
urmálinum, sum hann heyði
lært hjá Rikardi Long
Eftir skúlagongdina var
hann á dómarakontórinum
Seinni fór hann í starv hjá
Christiani Holm, sum í tíð-
ini millum teir báðar heims-
bardagarnar taldist millum
størstu vinnulívsmenninar í
landinum og sum millum so
mangt annað eisini hevði
við oljuna at gera. Tá stóra
samfelagskreppan var fyrst
í fimti árunum broyttist so
mangt. Oljuvirksemið hjá
Shell gjørdist sjålvstødugt
felag, Jens fylgdi vid í
nýggja felagið, og arbeiðið
á Vidarnesi røkti hann til í
1976, tá hann fór frá fyri
aldur
Í 1944 gingu Pavla — dótt-
ir Jóhonnu Katrinu (ættað
úr Innistovu í Klaksvík) og
Jens Christian Dam í Havn
— og Jens saman í hjúnarlag.
Tey bygdu úti í Grænlandi,
har hugnaliga heimið hevur
verið karmur um eitt ríkt
familjulív. Tey eiga fýra
børn: Jóna, Gunrid og Jens
Christian búgva í Havnini,
og Katrin býr á Eiði.
Samkoman
Jens var andaliga sannførd-
ur á ungum aldri. Hann tann
sitt andaliga heim í Ebenez-
er, har hann slóðaði fyri øll-
um systkjunum. Jens og
hansara hava verið trúlgst í
samkomuni. Hann hevði
sunnudagsskúla á yngri ár-
um, og av og á hevur hann
saman við ødrum ferðast
kring oyggjarnar og vitjað
samkomur á bygd
Serliga ekið hjá honum
var sangur og tónleikur
tíðindablaðið + = |"
Hann var framúr gávuríkur,
tá tað kom til at gera løg
Vidhvørt gjørdi hann løg til
yrkingar, og vidhvørt vóru
tað aðrir, sum gjørdu
yrkingar til løgini hjá Jensi
I 1988 kom stór bók út —
Ljómur og lag — við flestu
løgunum, sum Jens Gutte-
sen hevur gjørt og sett út.
Har sæst, at tað var tíðliga í
tíðini, at samstarvið kveikt-
ist millum hann og Petur
Háberg. Samstarvið vardi til
máttur og megi hjá Peturi
fóru at ganga undan, og tað
sást eisini í bókini, at sam-
starvið millum Jens og
Zacharias Zachariassen í
mong ár hevur verið gott og
inniligt og til gleði fyri so
mong
Sangkórinum í Ebenezer
kendi Jens stóra ábyrgd fyri
Í fleiri ættarlið var hann
uppii, og í drúgvt tíðarskeið
var hann leiðari. Í sambandi
við hesa uppgávuna komb-
ineraði og setti hann út fyri
blandað kór, manskór,
kvinnukór og smærri bólk-
ar. Undir leiðslu av Jensi
hava tey sungið nógv, bæði
inni og úti, í bý og á bygd,
og onkumíð vitjaðu tey
uttanfyri landoddarnar, eitt
nú í Skotlandi, Onglandi,
Íslandi og Noregi
Fjøltåttadur í tónleiki
Jens fekst eisini við at gera
klassiskan tónleik, og ser-
ligan tokka hevði hann til
horntónleikin, sum so at
siga var komin inn við
móðirmjólkini. Í nógvum
av ti, hann hevur gjørt, er
hornið uppií, og tað hevur
ikki minst Havnar Horn-
orkestur havt gleði av. Jens
Guttesen var fastur fúsur á
konsertum og fyri góðum
trimum vikum síðani stóð
hann, sum á hvørjari Olav
søku, og lýddi á, tå orkestrið
spældi undir tinghúsinum
Hann fevndi so víða á ti
musikalska økinum, og
hóast hann onkuntíð mundi
kenna, at ikki øll skiltu og
dugdu at gleðast í tí, sum
myndaðist í honum, og sum
hann sá stórt í, so lat hann
seg ikki kúga. Hann grund-
aði á Skriftirnar og helt seg
síggja, hvønn tydning tær
leggja í sangin og tónleikin
og tað var við tí ljósinum,
sum hann hevði fingið, at
hann brúkti fjøltåttadu evn
ini, sum hann var sannførd-
ur um, at Skaparin heyði
givid honum, og sum hann
hevði eina brennandi trådan
at æra og lyfta hin Hægsta
upp við.
Hann gjørði løg til børn-
ini at syngja f sunnudags-
skúla og á legu, hann gjørdi
løg til møtisangir, til gleði-
løtur sum t.d. brúdleyp, og
tå sorgin vitjaði.
Ætt og kenningar.
At vitja fólk dámdi Jensi
væl, og hann kendi tað
eisini sum sína uppgávu.
Familjan er stór, og tá Pavía
og Jens umframt familjuna
hava umgingist so nógv
onnur, sigur tað seg sjúlvt.
at tey bæði so ofta vóru á
ferð at vitja skyldtólk og
vinfólk, bæði yngri og eldri
At Jens var æukærur, og
sum elstur í systkinaflokk-
inum kendi sína ábyrgð í tí
sambandinum, sást m.a. í,
at hann so ofta var á verð
kring landið, um tað so var
til fødingardagar ella jarðar-
ferðir, og at tey áttu nógvar
vinir varð ikki minst undir-
stríkað, tá tey bæði 9. des-
ember í 1994 hildu gull
brúdleyp í Ebenczer og eini
seks hundrað fólk vóru
komin saman at heiðra
Pavlu og honum og gleðast
saman við teimum
Pavla og hann vóru oftast
saman, og leygardagin
seinnapartin vóru tey í sein-
asta brúdleypinum her á
fold. A veg til hús hugdu
tey inn á gólvið hjá einari
dóttir fyri at heilsa upp á
eitt av barnabørnunum, sum
var komið av flatlondum
Jens var væl upplagdur, og
eingin hevði varðhugan av,
at hetta var seinasti dagurin
í hansara jarðariívi. Men
áðrenn niðurfaringartíð var
hann burtur. Jens kendi ikki
deyðan sum fígginda. Hann
hevði kletta fasta trúgv á,
at frelsuverk Kristusar, sum
hann so tíðliga setti sítt álit
á, eisini fór at bera, tá boð
vóru eftir honum, og í hes-
um livdi og hvíldi hann
Lívshugurin
til tað seinasta
Hóast tað var eyðsýnt, at
kreftirnar so við og við
gingu undan, so var lívs-
hugurin tann sami. Nú ork-
aðu hverki Pavla ella Jens
at ganga ella smárenna
longu teinarnar, sum til ikki
fyri so langari tid sidan
voru roknaðir sum einki
men tað helt temmumum ikk
aftur, tí yngra ættarliðið var
rundanum tey bæði og
hjálpti termum at ferðast
Ein seðil hongur í køk-
inum hjá okkum á Toftum.
Tað er ein heilsa, dagfest 15.
juli ella tveir dagar eftir, at
vit vóru komin aftur á klett-
arnar eftir næstan eitt ár í
útlegd. Vit vóru farin í hag-
an ein túr, tá Jens og Pavia
dóttirin á Eiði saman við
einum syni, og sonurin san
an við familjuni komu
dyrnar. Einki serligt
) tey ynsktu bara
við hil
Havnini og norður til Eiðis
at vitja dóttrina, so til Fugla
firðar at heilsa uppá elsta
langommu- og langabba
barnið og so eitt lítið rend
út á Toftir. Vit vóru ikki
inni, men á seðlinum ynskja
tey okkum vælaftur kom-
num og halda fyri, at tey
eiga vitjanina til góðar
Hugurin til sang og tón-
leik var eisini hin sami,
hóast megin var minkað.
Mikudagin í síðstu viku
stóð Jens fremstur millum
sangararnar úti í kirkju-
garðinum, tá ein annar av
kendu havnarmonnunum
var borin til gravar, og fyri
stuttum hevði hann inn-
rættað sær tónleikarúm í
kjallaranum. Hann plagdi at
taka til, at í honum bylgdist
so mangt, sum hann so at
siga kendi seg noyddan at
festa á blað. Okkurt, sum
ikki var liðugt, liggur á
borðinum, men vit kunnu
gleðast um so nógv, sum
Jens í sínum drúgva og virk-
na lívi gav okkum. Hann
gjørdi tað fyrt at æra og
lyfta Harra og Frelsara sin
upp, og at tad var dygd í í
hann avrikaði. fara tørov-
Ingar al legnast um Ss
leingi, sum nakar byr her á
klettunum!
Ærað verið minni um
Jens Guttesen
Jóannes Hansen