hósdagur 25. september 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 181 - 25. september 2003
Nr. 181 - 25. september 2003
19
25 ár við
ABS
Longu í 1936 fekk
týska Bosch fyritøkan
patent uppá eina skip-
an við blokerings-
fríum bremsum, men
ikki fyrr enn í 1978
komu fyrstu ABS blo-
keringsfríu bremsur-
nar. Frá miðskeiðis í
2004 skulu allir bilar,
sum verða seldir í
Evropa hava ABS
bremsuskipan
sum
standard
Kelda: Motor Magasinet
Touareg í
Danmark
Frá donsku fyritøkuni
Semler-Gruppen, sum
m.a.
innflyta VW
bilar, verður sagt, at
teir hava millum 250-
300 VW Touareg í
ordra, men verksmiðj-
an klárar ikki stóra
eftirspurningin.
Kelda: Motor Magasinet
Selur bilar
á netinum
Stóra týska vøruhús-
ketan Quelle, við sín-
um
umleið
5000
handlum, selur nú bil-
ar bæði í príslistanum
og á internetinum.
Fyrstu vikuna vórðu
seldir
meira
enn
hundrað bilar
Kelda: Motor Magasinet
Volvo Car Corpora-
tion almannakunn-
gera nú myndir av
einum heilt nýggjum
Volvo S40 sedan.
Bilurin, sum líkist
báðum teimum
størru Volvo S60 og
S80, varð frumsýndur
á bilaframsýningini í
Frankfurt
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Núverandi Volvo S40, ið
hevur verið á marknaðinum
síðan 1995, verður nú av-
loystur av einum heilt
nýggjum S40. At síggja til
er nýggi S40 ein eyðkendur
Volvo. Tað er eisini ætlanin,
at bilurin skal verða ein
víðari menning av teimum
Volvo, sum eru á markn-
aðinum. Málsetningurin hjá
Volvo er sum altíð, at bil-
urin skal verða tann trygg-
asti í sínum klassa og verða
líka tryggur sum teir størru
Volvo. Fýra ymisk sløg av
hátrýststáli verða brúkt í
berandi konstruktiónini av
bilinum sum í einum há-
teknologiskum samanspæli
geva
bilføraranum
og
teimum ferðandi maksi-
mala trygd. Eisini í kabin-
uni er nógv gjørt burtur úr
designi og trygdini.
Í fyrstu atløgu kemur S40
við 5 syl bensinmotorum,
har T5 við 220 hk er tann
størsti og einum fýra syl.
turbo dieselmotori við 136
hk. T5 kann eisini leverast
sum 4x4 við elektroniskt
stýrdum fýrahjólstrekki.
Nýggi S40 verður gjørd-
ur á Volvo bilverksmiðjuni
í Gent í Belgien. Verk-
smiðjan er nýliga umbygd
og nútímansgjørd til enda-
málið.
Framleiðslan
er
byrjað, og fyrstu bilarnir
koma einans til Svøríkis.
Aðrir marknaðir fáa bilin
fyrst í 2004. Ein annar
nýggjur Volvo er ávegis,
talan er um V50 stationcar
sum kemur á marknaðin
fyrra hálvár í 2004.
Nýggi S40 varð frum-
sýndur á bilaframsýningini
í Frankfurt fyrr í hesum
mánaðinum.
Nýggjur Volvo S40 sedan
Nýggi Volvo S40 sedan líkist nógv teimum størru Volvo S60 og S80. Bilurin verður gjørdur á Volvo bilverksmiðjuni í Gent í Belgien
Eyðkent og smart Volvo design. Í fyrstu atløgu kemur S40 við 5. syl bensinmotorum har T5 við 220 hk er tann størsti og einum 4 syl. turbodiesel við 136 hk
Í kabinuni er nógv gjørt burtur úr designi og trygdini
- Skipið hevur havt
óvanliga góðan fiski-
skap á Føroya Banka,
síðan teir fóru út á
Bankan at royna eftir
ólavsøku, sigur reið-
arin, Torleif Sigurðs-
son
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipið, Pison í Klaks-
vík, hevur gjørt fýra roktúr-
ar á Føroya Banka síðan
eftir ólavsøku. Samlaða
veiðinøgdin hesar túrarnar
er 647.000 pund, sum eru
seld fyri umleið 5,6 milj.
krónur. Miðalprísurin hev-
ur ligið millum 18 og 19 kr.
fyri kilo. Hetta gevur ein
manningarpart, sum liggur
um 170.000 krónur.
Torleif Sigurðsson, reið-
ari, sigur, at fiskiskapurin
hevur verið óvanliga góður.
- Hesar fýra túrarnar hev-
ur skipið fiskað í tilsamans
32 dagar. Tað merkir, at
miðalveiðan hevur ligið
omanfyri 20.000 pund um
dagin – og tað man næstan
vera óhoyrt.
Pison fer útaftur á Føroya
Banka at royna, har skipið
eigur stívliga 20 fiskidagar
eftir.
Ætlandi loystu teir aftur í
gjár.
Nógvur toskur
Torleif Sigurðsson sigur, at
eini 80% av veiðini hjá
Pison hevur verið toskur,
og av hesum 80% hava eini
95% verið toskur 1 og
toskur 2.
Av øðrum fiskasløgum
hava teir fingið nakað av
hýsu og havtasku, umframt
brosmu og longu.
Tann fyrsta túrin hevði
Pison 136.000 pund, tann
næsta
192.000,
triðja
193.000 og tann fjórða
126.000 pund.
- Tann næsti túrurin var
hin besti; tá fiskaðu teir
bara í sjey dagar og høvdu
eina miðalveiði, sum var
27.000 pund um dagin. Á
triðja túrinum, sum var eitt
sindur størri í nøgd, fiskaðu
teir ein dag meira.
Torleif sigur, at hetta eru
alt óvanliga góðir túrar, og
tað eru nógv ár síðan, at
nakað skip hevur havt so
góðan fiskiskap á Føroya
Banka.
- Ein stórur partur av
veiðini hjá Pison í heyst er
løgd upp á Kósini, og
reiðarin er væl nøgdur við
prísin, teir hava fingið.
Ein partur av veiðini er tó
seld á Fiskamarknaðinum.
Egna við sild
Torleif ivast ikki í, at ein
orsøkin til góða fiskiskapin
á Bankanum er agnið.
- Størri helmingurin av
agninum hevur verið sild,
sum Norðborg hevur fiskað
og fryst. Hetta hevur víst
seg at roynst ógvuliga væl.
Hin helmingurin er høggu-
slokkur.
Reiðarin sigur, at tey
skip, sum ikki hava egnt
sild, hava ikki havt so góð-
an fiskiskap á Bankanum
sum Pison.
- Sildin er ódrúgvari,
men hon er eisini bíligari.
Vit keypa høgguslokk fyri
11 kr. fyri kilo og sildina
fyri 6 kr. fyri kilo, sigur
Torleif Sigurðsson at enda.
Fyri góðum ári síðan
kom Pison aftur úr Hirts-
hals, har skipið hevði verið
til umbyggingar fyri 9 milj.
krónur.
Alt afturskipið er gjørt av
nýggjum, og øll manningin
húsast nú har afturi.
Á øðrum túrinum á Føroya
Banka eftir ólavsøku fekk
Pison 192.000 pund í sjey
dagar. Hetta gevur 27.000
pund um dagin!
Hendan túrin seldu teir fyri
slakar 1,7 milj. krónur
Manningin á Pison
tjenti 170.000 kr.
í tveir mánaðir
C
M
Y
K
19
18