hósdagur 25. september 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 25. september 2003
23
Føroya Triathlon
Felag skipaði sunnu-
dagin 21. sept kl.
13.00 fyri FM í sprint
triathlon, sum eisini
var næstseinasta
kappingin hjá felag-
num
TRIATHLON
Tíðindaskriv
Kappingin var í Havn, og
kappast var soleiðis, at
svomnir vórðu 750 metrar.
20 km skuldu súkklast, og
at enda skuldu 5 km renn-
ast.
Fyrst
var
svomið
í
Svimjihøllini í Gundadali.
Liðugur at svimja, rann
íðkarin út á súkkluna, og
var súkklað frá Svimjihøll-
ini til rundkoyringina við
Skansan og aftur til rund-
koyringina R.C. Effersøes-
gøta/Norðari Ringvegur 3
ferðir, og so oman til Skóg-
røkt Landsins.
Her var skift til renning,
og runnið frá Skógrøkt
Landsins niðan eftir Hvíta-
nesvegnum til høgru eftir
Skraddaragøtu, inn á gøt-
una kring Skógrøktina og
aftur til málið við Skógrøkt
Landsins.
Runnið var 6 ferðir runt.
Nógvur vindur var, og tí
vóru tað bara 4 mans ið
hættaðu sær undir kapp-
ingina.
Vann við súkkluni
Svimjingini var tað Eli sum
kom best frá, men honum á
baki var Gunnar. Men með-
an hesir báðir stríddust við
at lata seg í súkkluklæðini
fór Evald framvið og fór
fyrstur út á súkkluteinin.
Men stokkut var gleðin, tí
fyrst kom Gunnar sum ein
tornado framum, og stutt
aftaná eisini Eli. Hesir
báðið hildu støðuna líka á
mál, hóást Gunnar alla
tíðina økti um munin. Eli
svam og skifti skjótast, men
Gunnar hevði munin í
súkklingini og renningini.
Kári, sum var seinastur
úr hylinum, tók nakað inn á
Evald í súkklingina, men
munurin fór ikki rættiliga at
minka fyrr enn teir fóru at
renna.
Aftur hesaferð, sum so
mangan fyrr, komu skiftini
Evaldi til góðar. Evald
svam og skifti skjótari enn
Kári, sum so afturfyri
súkklaði og rann væl skjót-
ari, og skal hetta ikki end-
urtaka seg, so má Kári
venja skiftini meira.
Ein kapping eftir
Sunnudagin 5. okt kl 13:00
verúr so seinasta kappingin
hjá felagnum í ár, og er tað
FM í 1/4 triathlon. Her eru
teinarnir 1.500 m svimjing,
40 km súkkling og 10 km
renning.
Fyrst
verður
svomið
1500 m í Svimjihøllini, síð-
ani súkklað 40 km. eftir
Ringvegnum, Hvítanesveg-
num og Kaldbaksvegnum
til Kaldbaks, Kaldbaks-
botn, Kaldbaks, og so aftur
til Havnar, til Skógrøkt
Landsins, har skift verður
til renning.
Runnið verður síðani
tvær ferðir eftir vegnum
Fram við Strond til Føroya
Sparikassa, og aftur til
Skógrøkt Landsins, har
málið er.
Nr. 181 • hósdagur • 25. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Úrslit, sprint triathlon:
Svimjing. Skift 1. Súkkling. Skift 2. Renning. Samlað tíð
1.Gunnar Dahl Olsen
11:21
2:49
32:17
0:44
25:46
1:12:57
2.Eli Christiansen
11:17
2:55
36:04
0:20
26:47
1:17:33
3.Evald Rasmussen
12:24
1:30
43:56
0:02
30:45
1:28:17
4.Kári Simonsen
14:12
2:49
43:41
0:40
28:49
1:30:11
Kenny Arthur var so
at siga arbeiðsleysur,
men Partick Thistle
tapti og er framvegis
uttan sigur og er nú
niðast
SKOTLAND
Jóannes Hansen
Tað
gongst
ikki
væl.
Hvørki hjá Partick Thistle
ella hjá Jákupi Mikkelsen.
Eftir at tað ikki hevði
eydnast at fingið fult í
nakrari av teimum fyrstu
fimm royndunum, hevði
venjarin hjá Partick Thistle,
Gerry Collins, valt at gera
onkrar broytingar undan
heimadystinum ímóti Dun-
dee United, sum heldur ikki
hevði vunnið í fimm teim-
um fyrstu umførunum.
Ein av broytingunum var,
at gamli málverjin, Kenny
Arthur, sum var skaddur, tá
ið Jákup Mikkelsen varð
keyptur til felagið, men
sum langt síðani er komin
fyri seg, aftur fekk høvi at
royna seg. Venjarin hevur
seinastu vikurnar sagt, at
um Jákup ikki hvørja ferð
spælir upp til sítt besta, so
fer gamli málverjin at fáa
møguleikan. Jákup hevur
ikki hildið seg alla tíðina at
hava spælt so væl, sum
hann eigur at megna, og
hóast hann í øllum dystun-
um hevur havt nógvar góð-
ar bjargingar, so hevur
dómurin
hjá
summum
bløðum í Skotlandi verið
eirindarleysur
yvir
út-
lendska málverjan.
Ímóti Dundee United
hevði Partick Thistle ser-
liga í 1. hálvleiki greiða
yvirvág, og teir komu til
nógvar møguleikar í ikki
serliga væl spældari upp-
gerð. Men Dundee mál-
verjin var stinnur og bjarg-
aði fleiri ferðir heilt væl, og
í øðrum støðum vóru
heimamenninir ikki nóg
avgjørdir og neyvir, tá ið
teir royndu seg.
Partick Thistle málverjin
var mest sum arbeiðsleysur,
Mótstøðumenninir
vóru
ikki so ofta frammanfyri
málinum hjá Kenny Arthur.
Teimum eydnaðist kortini
at fáa tvey mál, men
skotsku miðlarnir geva ikki
málverjanum skuldina fyri
málini.
Fyrra málið fingu teir, tá
ið tað restaðu fimm minutt-
ir av fyrra umfarinum. Eftir
horna og stútroynd ímóti
málinum var talan um eitt
sindur av afturi og fram,
áðrenn
Charlie
Miller
smekkaði bóltin í málið.
Í 62. minutti var talan um
sama málskjúttan. Eftir
uppspæl í høgru og innlegg
smekkaði hann til úr tólv
metrum, og bólturin sang í
netmeskunum uppi í horn-
inum. Partick Thistle hevði
roynt at koma afturíaftur,
og teir høvdu fleiri góðar
støður í sambandi við frí-
spørk og hornaspørk, men
teir megnaðu ikki at gera
mál. Tá ið gestirnir høvdu
lagt seg framum við tveim-
um málum, kendist tað sum
um, at luftin fór úr heima-
liðnum. Partick Thistle er
aftast, og teir 4.711 áskoð-
ararnir vóru ikki væl
nøgdir. Tað gongur ofta
ikki long tíð í útlandinum,
áðrenn tað hevur avleið-
ingar fyri venjaran, um eitt
felag ikki vinnur og harvið
søkkur ímóti niðurflyting-
ini. Men enn hevur einki
verið at hoyrt um, at Gerry
Collins fer at fáa sekkin í
Partick Thistle.
Henda greinin varð skrivað
til blaðið týsdagin, men
orsaka av einum kiksara er
hon ikki komin í blaðið
fyrrenn nú.
Jákup var ikki í málinum
FM-Sprinttriathlon 2003
Hjá Kára Simonsen vóru tað serliga skiftini, sum kostaðu tíð
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3389,
Sp/f Tváttá, 100 Tórshavn
Viðtøkur broyttar:
17.09.2003.
Kapitalur:
Hækking við kr. 117.000,00
til kr. 374.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 117.000,00 til
kurs 300.
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Jóannes Martin Hansen,
Viðargøta 15, 160 Argir
(formaður), Torfinn Johansen
Jørindargøta 25, 188 Hoyvík
og Ingi Højgaard, Yviri við
Strond 106, 100 Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
av allari nevndini saman.
Skráseting Føroya tann 23.
september 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3654
Navn: Sp/f 2S
Adressa: Niðaragøta 21,188
Hoyvík.
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 18.09.2003
Viðtøkudato: 18.09.2003
Kapitalur: Kr. 81.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 81.000,00 til
kurs 100.
Stovnarar: Regin Jóannes
Johannesen,
Marknagilsvegur 78, 100
Tórshavn, Bárður
Johannesen, Niðaragøta 21,
188 Hoyvík og Erlendur
Johannesen, Søre Titlestad
43, N-5243 Fana, Norge.
Stjórn: Regin Jóannes
Johannesen,
Marknagilsvegur 78, 100
Tórshavn og Bárður
Johannesen, Niðaragøta 21,
188 Hoyvík.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra.
Grannskoðari:
Grannskoðaravirkið
Hermund Jacobsen, J.
Paturssonargøta 18, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
18.09.2003 - 31.12.2004
Endamál: Endamál
felagsins er at fáast við
virksemi innan ráðgeving,
handverk og annað starv í
hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 23.
september 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi partafelag:
Skrásetingar-nr. P/F 3655
Navn: P/F 09.09.2003.
Adressa: 410 Kollafjørður.
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 09.09.2003
Viðtøkudato: 09.09.2003
Kapitalur: Kr. 800.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 800.000,00 til
kurs 100.
Stovnari: Eivind Sofus
Thomsen, 410 Kollafjørður.
Nevnd: Terji Thomsen, 460
Norðskála (formaður), Eivind
Sofus Thomsen, 410
Kollafjørður og Makonny
Dickson, 410 Kollafjørður.
Stjórn: Eivind Sofus
Thomsen, 410 Kollafjørður.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóranum
ella av allari nevndini í felag.
Grannskoðari:
Grannskoðaravirkið
Hermund Jacobsen, J.
Paturssonargøta 18, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
09.09.2003 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er at eiga, umsita og leiga
fastogn, umframt at reka
handil, umboðan og annað
starv í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 23.
september 2003
Kristin Balle
________________________
Teldufrøðingur til
Fiskimálaráðið
Í Fiskimálaráðnum verður starvið sum teldufrøðingur hervið lýst leyst til setan
skjótast gjørligt. Talan er um eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum
uppgávum.
Arbeiðið fevnir millum annað um
Design, konfiguratión, uppsetan og ráðgeving í datasamskiftisloysnum hjá
Fiskimálaráðnum. Harumframt fevnir arbeiðið um at samskipa eitt felags edv-
stev fyri Fiskimálaráðið, og at ráðgeva í tvørgangandi málum á Fiskimálaráð-
num og til landsstýrismannin.
Tú ert ein strategiskur persónur, ið er vanur at taka avgerðir á hesum støði.Tú
kemur at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi, og kemur eisini at hava
beinleiðis samskifti við uttanhýsis edv-veitarar.
Førleikakrøv
Tú hevur eina viðkomandi útbúgving so sum datalog, datamatikari, DØK,
dataverkfrøðingur ella líknandi.
Royndir innan økið, og kunnleiki í design, konfiguratión, uppsetan og
ráðgeving í datasamskiftisloysnum er ein fyrimunur.Talan er um eitt tvørfakligt
umhvørvi,og tí er tað týdningarmikið,at viðkomandi er fleksibul,tekur initiativ,
er samstarvsfúsur og arbeiðir sjálvstøðugt.
Setanartreytir:
Løn- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí,
umframt hini aðalráðini og Løgmannsskrivstovuna.Tænastustaðurin er í løtuni
Aðalskrivstovan.
Tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til aðalstjóran. Tann, ið settur
verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til
eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera
Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. oktober 2003 kl. 15.30.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið, Postsmoga 347, 110 Tórshavn
Upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Fiskimálaráðið á tlf.
353030 og tosa við Jørmann Petersen, deildarleiðara.
FISKIMÁLARÁÐIÐ
AÐALSKRIVSTOVAN
Porkeris kvøldskúli
Treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning myndugleikanna,
verða hesi skeið í Porkeris kvøldskúla 2003/2004
Lærugrein:
Tíð:
Lærari:
Telefon:
_________________________________________________________________
Hondarbeiði
Tórsdag 19.00 - 22.30
Sonja Frederiksen 373 740
_________________________________________________________________
Postalínsmáling Eftir avtalu
Irena Remmer
373 587 / 373 185
_________________________________________________________________
Seyming
Eftir avtalu
Anna A. Poulsen
373 829
_________________________________________________________________
Modellsmíð
Ónsdag 19.00 - 22.30
Bent Albinus
374 033
_________________________________________________________________
Træsmíð
Tórsdag 19.00 - 22.30
Mannbjørn Olsen 373 864
_________________________________________________________________
Luttøkugjaldið verður goldið fyrsta kvøldið, og tað er 300,- kr.fyri hvørt skeiðið.
Luttekur onkur á fleiri skeiðum, verður goldið 150 kr fyri hvørt eftirfylgjandi.
Tilmelding hjá lærarunum sum skjótast.
Porkeris kvøldskúli
Tlf. 373 185
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
C
M
Y
K
23
22