hósdagur 12. september 1996síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Pilatus og noglan
Oddagrein
Ráðharrin við ábyrgd av sjóvinnumálum í
Foroyum eitur Sámal Petur í Grund. Og
tað skurrar, Sámal Petur í Grund!
NÚ vit hava fingið ráðharrar við ábyrgd
og tískil sovorðnar, ið kunnu ábyrgdast -
nú sigur hesin ráðharri seg harmast um,
at nýggja/gamla verjuskipið hevur siglt um
heimsins harðastu hov - Biscayavíkina og
Norðuratlantshav, sum ein vaggandi Molo-
tovcoctail'ur, uttan nakra trygd fyri, at ikki
allir fóru upp í loga og at skútan fór til
botns.
HVOR skal siga, eg havi ábyrgd av ollum,
ið hevur við sjóvinnu og skip at gera, men
eg havi ikki ábyrgd av, hvort skip kunnu
sigla - brenna - sokka ella flóta, tað rakar
meg eina fjøður! - Tað er ikki mítt borð! -
Í princippinum er tað so við ábyrgdini hjá
hesum ráðharra fyri skipum og SJÓVINNU,
at hann kann flota bátin, men um noglan
er í. ella ikki er ísett, tað hava hann og
hansara ráðharrastova onga ábyrgd av!
ÆRLIGA talað, hvat er hetta fyri nakað? -
At ovastin fyri okkara bjargingartænastu
tulkar eitt tjóðskapar- og skrásetingarskjal
sum eitt siglingarloyvi, týðir uppá, at okkurt
er ravruskandi galið, kanska við manna-
gongdunum nettup á ráðharrastovun! hjá
Sámal Peturi í Grund
Í EINUM máli, har mannaliv - mest sann-
líkt eftir boðum frá hægri stað - eru sett í
våda, er tað ikki nóg mikið at harmast! -
AT ráðharrin við ábyrgd av sjóvinnumálum
í Føroyum, nú hann sær, at tað ikki hevur
verið nóg mikið við einum tjóðskaparbrævi
til tess at sigla — í Dimmalætting sigur
seg vera samdan við Sjóferðslustýrið -
og í blaðnum verður endurgivin fyri at Siga,
at hann er av somu áskoðan sum Sjó-
ferslustýrið viðvíkjandi siglingarloyvinum
hjá NÓLSOYAR PÁLL, er ábyrgdarleys,
bílig og sera ómannslig eftirrationaliser-
ing!
Í EVSTU letu vaskar hesin Pilatus sínar
møguliga dálkaðu hendur. Allir hinir — bert
ikki Eg!
AT trygdin á foroyskum skipum bert er
eitt mål at harmast um og sostatt ikki
hevur nakran áhuga hjá tí foroyska ráð-
harra. ið varðar av sjóvinnu, er so á-
byrgdarleyst, at hesin ráðharri eigur at
fara úr sínum sessi, í somu lotu hann
hevur gjørt sína skyldu og hevur syrgt fyri
at henda óbótagerð fær tær avleiðingar,
hon av rottum eigur at fáa
MEN Sámal Petur í Grund, ið sambært
honum sjálvum hevur heilt serstakt sam-
band til hægri maktir, stendur kanska
slettis ikki sínum jørdisku veljarum til
svars? - Hann harmast! 3 ;
Søsialurin
Lesarabrøv
———————"W"
Nú virkar endursendarin
á Stoðlafjalli aftur
Ja, yvirskriftin kundi helst
týtt á, at:tað fanst ein send-
ari á Stødlafjalli, sum end
ursendir tað, vit hoyra í út
varpinum
Nei. tað eg vil við hesum
er. at:tað nú aftur í UF er
byrjað at »jabba« upp í sam
an, tá tidindasendingar
verða sendar. Á ongan hátt
er tað vorðið áhugavert at
leypa upp at lurta eftir tíð
indum kl. 7. 15, tí nú verður
alt. sum verður sagt kl. 7.15
endurtikid kl. 7.30 og kl
X 00, har kemur einki nytt
afturat. ja, her »riggar end-
ursendarin«
Koma vit til kl. 9.00, so
er tad fyri okkum, sum um
tíðindafólkið bert roynir at
fáa minuttin frá hondini við
at lesa okkurt upp, sum
kann halda lív í einum heil-
um minutti, tíðindi er einki
í tí
Um l0-tíðina er tann
frægasta sendingin. tí har
hendir okkurt. antin tað er
eitt vaktarskifti, ella tað at
fólkið er vaknað og lív
komið í tað
Tað hevur altíð verið so í
okkara húsi, at radio" ið hev
ur staðið í tåmnum, tå ar
beitt hevur verið í túninum
ella burtur frá húsi. men
hetta er so langt frá í dag, ti
tað verður bert send endur-
sendingar, tá tíðindi verða
send, og hetta tímir fólk ikki
longur
Ég fari tí her at senda
tykkum í UF eina åheitan,
um at fáa tíðindasendingar-
nar meira áhugaverdar og
halda tykkum frá at endur-
senda alt, fyrr enn kl. 20.00
á kveldi, tí tá er tað áhuga-
vert at samla upp, hetta ti
fólk hava møguliga ikki
hoyrt tíðindi í dagsins tíð-
indasendingum
lurtari
——————"""
——<—
Skráseting Foroya
hevur í dag skrásett niðanfyr
standandi fráboðan
Skrásetingar-nr
P/ 1209,
P/t Herman Winther,
240 Skopun.
Vidtøkur broyttar:
15.02.1996
Tekningarreglur:
Felagið verður teknað
av stjóra, ella av allar
neyndin
Skráseting Foroya
tann 9. september 1996
Kristin Balle
—
Skráseting Foroya
hevur í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan
Skrásetingar-nr
P/ 2267,
PM Frá 11. mai 1993,
100 Tórshavn.
Vidtøkur broyttar:
18.07.1996
Stjórn:
Farin frá sum stjóri
Finnbjørn Karbech Mou-
ritsen, Skákið 1, 100
Tórshavn
Innkomin sum stjór!
Jóannes K. Mouritsen,
100 Tórshavn
Tekningarreglur:
Felagið verður bundið
við undirskrift av stjóra
saman við formann-
inum ella saman við
tveimum neyndarimum
Endamál: Endamål tel-
agsins er at reka handil
umsita ognir og aðra
Vinnu í hesum sam
band
Skráseting Foroya
tann 9. september 19%
Kristin Balle
———a
ætlanum
reglum
Skúlastjórastarv
í Føroya Maskinmeistaraskúla
Starvið sum skúlastjóri í Foroya Maskinmeistaraskúla verður
við hesum lýst leyst at sokja til setanar frá 1. januar 1997.
Foroya Maskinmeistaraskúli hevur til endamåls at útbúgva
motorpassarar, el-innleggjarar, maskinistar og maskinmeist-
arar til virksemi á sjógvi og landi. Umframt hetta skipar skúlin
fyri ymsum eftirútbúgvingarskeiðum fyri sjófólki. Saman við
kvøldskulanum skipar skúlin eisini fyri fyrireikingarskeiði til
maritimar útbúgvingar í Føroyum.
Sekt verður eftir skúlastjóra, sum
— kann skipa undirvísingina sambært galdandi lesi-
— framhaldandi megnar at laga virksemi skúlans til
útbúgvingarligar broytingar
— er førur fyri at fremja broytingar sambært galdandi
Tað er umráðandi, at skúlastjórin
— hevur hollan fakligan kunnleika
— hevur góð samstarvsevni
— er framburðarfúsur og framskygdur
— hevur hug og hegni at átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
— hevur sum hjartamál at skapa virðing fyri skúlanum
Umsøkjari skal hava útbúgving sum maskinmeistari, verkfroð-
ingur ella aðra viðkomandi útbúgving. Tað er fyrimunur, um
umsøkjari hevur royndir í leiðslu og fyrisiting. Starvið verður
lent eftir avtalu við viðkomandi yrkisfelag
Í Føroya Maskinmeistaraskúla starvast í løtuni 12 lærarar
umframt stjóran. Av teimum eru 8 sáttmálasettir, og 4 eru
tímalærarar. Næmingatalið er umleið 100. Virksemi skúlans
er nýliga flutt í nýggj stásilig holi við Oyggjarvegin í Tórshavn.
Umsóknir skulu stílast til Foroya Landsstýri og verða Lands-
skúlafyrisitingini, Falkavegi 6, Postrúm 3279, 110 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. oktober 1996
10. september 1996
LANDSSKÚLAFYRISITINGIN