leygardagur 14. september 1996síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 177 — 14. SEPTEMBER 1996
tíðindablaðið |
oyskan manning. Føroying
urin upplivir so gott sum
onga konkreta danska fyr
sitingarliga åvirkan i ger
andisdegnum
Draga vit saman um, so
kunnu vit siga, at
3 norðurlendska hug-
myndin viknar álvars-
liga millum danir
Mm
danskir politikkarar
hava mist stóran part
av sínum valdi til em-
bætisverkið
og hetta hevur við
sær, at danir ikki kenna
á sær eina moralska
politiska skyldu at geva
Føroyum eina serstødu,
og slíkar loysnir eru
uppaftur meiri óhugs
andi við øktu valdsstød-
uni hjá embætismonn-
unum innan politisku
skipanina
M
føroyingar vilja alt
meiri verða roknaðir
sum modernaðir
Mm
donsk fyrisiting er so
gott sum horvin sein-
astu árini og yvirtikin
av føroyingum
og hetta hevur vid sær, at
føroyska sjålvskenslan
veksur og føroyingar kenna
seg alt meiri sum harrar í
egnum húsi og ikki vilja
sáttast við hugsanina um, at
nakar skal leggja okkum lag
á
Upp á tjólð)legg …
Samstundis sum danir við
urkendu okkum sum tjóð
fingu vit partvís ræði á egn
um vidurskiftum og vit
fingu skipað kredittvidur-
skifti v.m., og saman við
føstum og nøkrum hissini
kontantum veitingum av og
á, fór tað smátt um smátt at
ganga framá búskaparliga
og síðani við rúkandi ferð
So leingi vit hava kunnað
passað okkum sjálvi og
danir ikki hava lagt seg út í
konkret mál, so hava vit
vidurkent og kunna liva við,
at myndugleikar í Keyp
mannahavn eisini vóru
okkara myndugleikar. Teir
skuldu bara punga út og
annars halda lágan profil
Í 6. oktober 1996 vaknaðu
vit við kaldan dreym. Bú-
skapurin stóð á leirfótum og
danir kundu seta treytirnar
fult og heilt Danska
reaktionin er konsekvent
teir tykta okkum og siga, at
vit kunnu vera so modernað
og so sjålvstødug sum vit
vera vilja, men enn hava vit
nógv at læra, skulu vit vera
tikin fyri fult ... Og nú liggja
vit so her, harrar í egnum
húsi, spillblottað og hvít og
blá og reyð av eyðmýkjandi
politiskari spanking
Hetta hevur sum vera man
havt við sær eina rannsakan
av, hvørji tey veruligu við
urskiftini millum Føroyar
og Danmark eru. Hvat er
ein statur? Ein fleirliðaður
stovnur (lóggáva, fyrisiting
og dómsvald), sum hevur
ræði innan eitt avmarkað
landaøki og sum hevur rætt
tl at gera lógir og fyri
skipanir fyri hetta øki, og
rætt og makt til at síggja til,
at hesar lógir og fyriskip
anir verða settar í verk og
yvirhildnar. A hendan hátt
er Heimastyrið ein partur av
danska staunum
Staturin er staturin hjá øll
um borgarum, t.v.s. heyjað
ur upp um seráhugamál hjá
einstøkum borgarum. Tað
ber ikk: ul at hugsa sær at
staturin er "partiskur”. Vit
kunnu siga, at hugmyndin
um uppi/niðri er broytt í
mun til vidurskiftini undir
einaveldinum og framman-
undan, tá ið tann, sum var
høgt uppá strá kundi brúka
statin til egið gagn, meðan
GRAVSTEINAR
& KANTSTEINAR
GRAVSTEINAR
LL LETTE
Vit senda prislista við litmyndum
Síggið framsýning okkara í Runavík
og í R. C. Efferscesgotu 19 í Havn.
Ringið og avtalið tíð
DANSTEIN
Runavík -
Tórshavn
Tlf. 47512 - 18323 - 88050 - 34512
Svarar eisini eftir arbeiðstíð +:
Jørgen Hattemager og Mar
en í Kæret máttu lata sær
lynda tað, sum kom burtur
úr telvingini hjá teimum
stóru. Hvat er tað vit hava
upplivað í bankamálinum?
At danski staturin og Den
Danske Bank hava kastað
saman ímóti føroyingum
Den Danske Bank er í prin
sippinum einki annað enn
ein danskur borgari, og her
upplivað vit so, at staturin
kastar saman við einum
borgara ímóti eini ávísari
fjøld av ødrum borgarum
Hetta er so grundleggjandi
í stríð við hugmyndina um
statin, at álitið er ålvarsliga
brod millum føroyingar
Uppivið framkomuni av
modernaða statinum hongur
eisini hugmyndin um
fólkaræði. T.v.s., at fólksins
valdu umboð (og nú eisini
almenningurin sjálvur) hev
ur rætt til innlit í, hvat stats
liga fyristingin hevst at. Vit
kunnu siga, at hugmyndin
um aftanfyri/frammanfyri
er broytt í mun til viður
skiftini undir einaveldinum
og frammanundan, tá ið
summi høvdu atgongd til
vitanina um, hvat fyrifórst
handan tjøld og summi ikki
Og hvat fáa vit so at vita frá
okkara egna stati um, hvat
fram er farið í bankamálin
um. Einki! So galið er tað
at sohvørt sum blød, útvarp
og sjónvarp fáa hendur á
ymisk skjal í málinum, so
liggja okkara egnu politik
arar á knøum fyrr at fáa eitt
eintak
Vit og hini
Modernaði staturin kemur
fram sum sokallaður
national-statur, tv.s. at
danski staturin er ein statur
fyri danir, norski staturin
sum ein statur fyri norð-
menn o.s.frv. Uppivid fram
komuni av modernaða stat
inum hongur sostatt eisini
hugmyndin um vit/hini.
“Vit, danir, og so hini," “vit,
norðmenn, og so hini,"
o.s.frv. Men hugmyndin um
national-statin passaði ikki
altíð so væl í pløging við
tjóðskaparliga veruleikan;
fólk í Jútlandi, t.d., kendu
seg ikki partå sum danir
fyrst í farnu øld, - teir ivad
ust í, um teir skuldu vera
danir ella tyskarar! Tí máttu
teir sannførast um, at teir
vóru danir, - Keypmanna
havn mátti gera teir til danir
Tað sama við føroying
um: “De skal have den vilje
at være danske,” segði
danski = ríkisdagslimurin
D.G. Monrad sum kunnugt
100 ár gingu, áðrenn tað
politiska Danmark boygdi
seg og viðurkendi, at
føroyingar ikki vilja roknast
sum danir. Nú er tað einki
eindømi, at ein statur viður
kennir tjóðskapin hjá ein
um minniluta innanfyri
rikismark (fransmadur er
Ld. hann, sum byr innanfyri
franskt ríkismark og er
ríkisborgari í Fraklandi; so
kann hver sum vil ment
annarliga etc. vera tyskar
ella talienari sum hann vera
vil). Men munur er á, - ikki
á tjóðskapinum sum so
men á stødunum hjá minni
lutanum innan ríkiskarmin
Meðan tyski minnilutin við
fronskum ríkisborgararætti
byr í sjálvum høvudsland-
inum, so liggja Føroyar
handan hav uttan fyri
danska jørd og vidurskift-
ini her eru heilt ólík teim-
um donsku.
Hetta hevur við sær eina
margháttliga stats-konstruk
tion, tå ið hugsað verður
um, at staturin fyri at hava
undirtøku millum ríkisins
borgarar skal vera staturin
hjá øllum borgarum: Hóast
føroyingar og danir eru
borgarar í sama ríki, so
kenna føroyingar seg á ong
an hátt sum partur av einum
donskum “vit"; kortini hava
vit viðurkent myndugleik-
arnar í Keypmannahavn
sum “okkara" myndugleik
ar
Tvær fortreytir hava verið
fyri, at heimastyrisskipanin
hevur kunnað sloppið und
an mótstøðu
ð at danskir embætis-
menn her og í Dan-
mark ikki traðka okk-
ara tjóðskap á tærnar,
herundir at teir hava
verið noyddir at seta
seg inn í tey serligu før-
oysku viðurskiftini og
innrættað sína em-
bætisførslu hareftir
at danir og féroyingar
ikki hava mótstríðandi
áhugaðmál í stórum
spurningum, sum
nema við fólksins dag-
liga lív.
Bankamålid og øll gongdin
síðani hevur avdúkað, at
hesar fortreytir ikki longur
eru til staðar, og at vit tiskil
eru komin til eitt vegamót í
vidurskiftunum Føroyar og
Danmarkar ímillum. At tað
hevur drigið sundur millum
føroyingar og danir, sum eg
áður havi verið inni á, hevur
ikki bert sett spor í fólk-
ahugsanini í Danmark og
Føroyum. Við heimastýris-
skipanin (ella rættari: longu
í 1940) setti Føroyar sjøtil
á ein utvikling, sum í stórri
mun enn áður bygdi á egnar
fortreytir; og hetta hevur
náttúrliga havt við sær, at
føroyingar og danir hava
hildið hvert sína leið og alt
meiri hava mótstríðandi á
hugamál, sum ikki kunnu
sameinast ES-málið
grindamálið, fiskivinnumál,
olju- og undirgrundarmál
bankamålid etc
Tað má støkka
Sama hvussu vit venda og
snara spurninginum, so
skerst tað ikki burtur, at
myndugleikarnir í Keyp-
mannahavn ikki longur
kunnu vera okkara mynd-
ugleikar. Utviklingurin
hevur undir øllum umstød-
um førkad Føroyar og Dan
mark so langt frå hvørjum
ødrum, at tad ikki ber til at
fyrisita ella at hava eftirlit
vid føroyskum vidurskift
um år Keypmannahavn. Og
hartil kemur, at danir i
mongum førum koma at
fyrisita og hava eftirlit við
målsøkjum. har danir hava
áhugamál, ið ganga ímóti
teimum føroysku. Tá ið tað
sansaði at strategiskum
donskum áhugamálum
máttu teir reagera, og so
kundi háfloygd tjóðskapar-
DANNY TRANSPORT
— tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
lig viðurkenning vera tað
hon vera vildi. Og hvat um
tað? Skulu vit siga danir
ringar fyri at teir brúka sína
makt, tá ið á stendur, til at
verja teirra egnu áhugamál
)
Bankamålid hevur sostatt
ikki í sær sjålvum broytt
viðurskiftini millum Fer-
oyar og Danmark. Banka-
málið er ein staðfesting av,
at heimastyrisskipanin ikki
longur er ein nytiligur
karmur fyri lívi føroyinga,
- hvørki politiskt ella bú
skaparliga. Skal tað vera
liviligt, so kunnu vit ikki
longur bert taka politiskar
og fyrisitingarligar avgerðir
á summum økjum; vi. mugu
hava fulla heimild og fulla
ábyrgd á øllum økjum
Framhaldandi heimastyri er
at likna vid - a óbeinleiðis
politiska samtykt frå før
oyskari síðu, ið kann orðast
nakað soleiðis: Í teimum
førum, har donsk og før
oysk áhugamál eru so mót
stríðandi og so stór, at annar
parturin má dvína, har skulu
føroysku áhugamálini
dvína!
| dag fara vit øll å 14 sep
tember-hald. Kanska fara
vit aftur um 50 år, men tå
verður tað sum føroyskir
ríkisborgarar. Ødrvisi fær
tað ikki veri. Antin tað verð
ur í einum púra óheftum
ríki, í eini ríkja-samgongu
ella eini personal-unión fer
tíðin at vísa. Nú er tann
stundin komin, at vit skulu
skifta orð um, hvussu vit
skulu innrætta okkum og
hvussu vit skulu liva í egn-
um landi. Vit sleppa ikki
undan
Olavur Waag Høgnesen
Posar, bustir og slangur
til flest allar duStsúgvarar
Á
DULAMENN
Dr Jakobsensgøta 18. 100 Tórshæm. Tlf. 19496
Tlf. 19192
TELDU-
DREYMAR?
OLIVETTI
PCS 5130
-PENTIUM 100Mhz
-850Mb Harðdisk
-14" litskerm
-Mús og
knappaborð
-Wind. 95 og
Works 4.0
-CorelDraw
-Fax-modem
-Ljóðkort
D rom
Við 8Mb RAM
LVL NVAOLSDDNJYHD
OLIVETTI
PCS 5140
-PENTIUM 133Mhz
-1,2 Gb Harðdisk
-14" litskerm
-Mús og
"Wind. 95 sh
Works 4.0
-CoreiDraw
LT) COM-DATA Þí
TORSHAVN, Tif 16173
KLAKSVIK. TW 56173
GLYVRAR. Tlf 49840