Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-09-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 1996síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 14. SEPTEMBER 1996 Møguleikar verða nú fyri at seta seg meiri inn í Bíbliuna, og tað, hon sigur um lívið hjá ti kristna á kveldskúlum í vetur Nýtt tilboð i kvøldskulanum: Størri kunnleika um Bibliuna Undirvíst verður í Havn og í Gøtu Ert tú ein teirra, ið kundi hugsað tær at vita meiri um Bíbliuna? Og meiri um tað, hon lærir um ym- isk evnir, sum hava við kristna livid at gera? Og sum ikki rættiliga veit, hvar tú skalt fáa henda kunnleikan, tí tú kanska ikki heldur teg til beinleid- is at fara á meti Er hetta tín støda, so ert tú sanniliga heppin. Tí undir kveldskúlanum í vetur verður hevi hjá einum og hverjum at fáa undirvísing í og kunnleika um ymiskt av tí, ið Bíblian hevur at siga Henda undirvísingin verð ur givin í Getu og í Havn, og verður byrjað í fyrru helvt av oktober Undirvíst verður eitt kveld um vikuna í saman lagt 25 vikur, og verða tað prestar, trúboðarar og leik fólk. ið undirvísa. Miðað verður efur at gera undirvís ngina so fjølbroytta sum gjørligt. við m.a. at taka upp tvey ymisk evnir hvert kveld Hetta kveldskúlatilboðið vendir sær til øll, óansæð aldur og andaligan kunn leika, - ja, er fyri tey, ið ynskja at vita, hvat Bíblian veruliga lærir um kristnu trúnna Undirvísingin í Havn I undirvísingini I Havn verða 6 ymisk evni tikin fran Sverr Steimhólm prestur ler at undirvisat trú wlæru g Jákup Kass re im Ísrael. Bergur D læmisk evni tik fram Sverri Steinhólm, prestur og Jákup Kass, prestur um Israel. Bergur D. Joensen, ungdómsráðgevi skal undirvísa í tveimum evn- um, bíbliunnar sjálvsfatan og um ymiskar trúarrerslur, ið frammi eru í tíðini Haraftrat undirvísa Jóannes Jóhannesen, ytri- missionerur um missión og Amund Berthelsen, lærari um tey 10 bodini Undirvisingin fer fram i stovu 108 í Kommunuskúl anum hvert týskveld mill- um kl. 19 og 21 byrjað verð ur 1. oktober Undirvísingin í Getu Í undirvísingini í Gøtu verða somu evni tikin fram, tó við onkrum ødrum lær ara. Her fer Thomas Dam buskaparfrødingur at und irvisa í trúarlæru, og As bjørn Jacobsen, blákross skrivari í bíbliunnar sjålvs fatan, Jógvan Fríðriksson prestur undirvísir í ymisk um tråarrørslum og Jóhan Henriksen, lærari um Ísrael Annars fara Amund Bert helsen, lærari og Jóannes Johannesen at hava somu evnir, sum við kveldskúlan í Havn Undirvísingin fer fram í skúlanum við Getugjógv hvert månakvøld millum kl 19 og 21. Enn er fyrsta undirvísingarkveldið ikki ásett, men verður eitt av fyrstu mánakveldunum í ktober Innihald Um sjålvaundirvisingina er at siga, at hugsanin ikki er at nava na »breida« gjøgn umgongd av Bíbliuni. mer 4 heldur seta seg inn í ávís evni, sum hava við lív hins kristna at gera Í trúarlæru verður undir- víst út frá bókini >Jeg ved pá hvem jeg tror< hjá Carl Fr. Wisløff, sum er ein bíb- ilsk gjøgnumgongd av hvat og hvønn, kristna trúgv okkara byggir å. I evninum mission verður komið inn á heimsmissión og ytrimissi- én, meðan ein í gjøgnum- gongdini av 10 boðunum verður nortið við boðunum og forboðunum, og teimum livireglum, Gud hevur sett fyri mannalívinum og sam felagslívinum Eitt annað evni er bibli unnar sjálvsfatan, ið er um tann vitnisburð, Bíblian ber sær sjálvari sum Guds orð. Í evninum ymiskar trúar rørslur verður komið inn á tað, sum eyðkennir karis matisku rørsluna, fram burdarteologrina og hvat toronto-rørslan er. Og seinasta evninum Israel verður nomið vid jødarnar sum Guds utvalda folk, og um søguna og um landið Sum nevnt vendir hetta tilboðið sær úl ung sum eldn.Og ongum nýtist at setast aftur, tí hetta ljóðar sum eitt ovurdýrt undirvís ingartilboð. Goldin verður sami takstur sum fyri onnur tilboð í teiti annars fjøl broyttu kvøldskulaskrånni Í blødunum hava lýsing- arnar fyri kveldskúlan staðið. Og kann ein tekna seg á skrivstovuni hjá Heimamissiónini í Nesvík (tlf. 22533) og eftir ar- beiðstíð hjá Tom Skaale, aðalskrivara ( 18797). INNANEFTIRLITSSKEIÐ FØROYA HANDILSSKÚLA Í TÓRSHAVN Modul 1: HACCP Endamálið er at geva luttakarunum innlit í HACCP- skipan- ina, herundir teoretiskt og praktiskt innlit í vandamålsgreining (hazard analysis), gerð av ritmyndum fyri framleiðslugongdir, áseting av viðbrekum, stýringarliðum (critical control points) og gerð av starvsskipanum fyri viðbreknar stýringarliðir 0.a.m Tid: 3 dagar á gistingarhusi í Torshavn månadag 23. sept. 09.35 - 16.35 tysdag 24. sept. 09.00 - 16.00 mikudag 25. sept. 09.00 - 16.00 Frå Heislufrødiligu Starvsstovunt, Dánjal K. Chnstansen og Asmundur Guðjónsson 1.000,- kr. fyri hvønn, íroknað frálæru, skeiðtilfar og mat innan 17. september 1996 -— Endamálið er at geva luttakarunum innlit i mikrobiologi og framleiðslureinfori, sum hava tydning fyri innaneftilitsskip- anina. At geva luttakarunum teoretiskt og praktiskt innlit í gerð av heilsufroðiligum starvsskipanum 2 dagar á gistingarhúsi í Tórshavn. månadag 07. okt. 09.35 - 16.35 tysdag 08. okt 09.00- 16.00 Guðrið Andórsdóttir, Fo. Fiskavirking Janet Johannesen, Faroe Fish Consult 1.000,- kr. fyri hvønn, íroknað frálæru, skeiðtilfar og mat innan 17. september 1996 Endamálið er at geva luttakarunum vitan um uppbygging av eini góðskuhondbók og forleika til at seta í verk eina innaneftirlitsskipan og halda hana við líka Tíð: 3 dagar á gistingarhúsi í Torshavn. månadag 21. okt. 09.35 - 16.35 tysdag 22 okt 09.00-16.00 mikudag 23. okt. 09.00 - 16.00 Karin Toftegaard, Farve Fish Consult Suni Poulsen, Menningarstovan og Guðrnið Andórsdóttir, Fo. Fiskavirking. 1.000,- kr. fyri hvønn, íroknað frálæru, skeiðtilfar og mat innan 01. oktober 1996 Øll skeiðini verða hildin á Foroya Handilsskúla í Tórshavn, treytað av at nóg nógvir luttakarar tekna seg. Nágreiniligir upplýsingar um skeiðinnihald og tilmeldingar- blað fáast við at venda sær til SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKULANS STH+ Eftir- og víðariútbúgving á Foroya Handilsskúla Postsmoga 177, Marknagilsvegur 77, 110 Tórshavn, Tlf, 17177, Fax 13374