leygardagur 21. september 1996síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A —TFF——
———
Nr. 182 — 21. SEPTEMBER 1996
tíðindablaðið
Ferðin avlýst
Ætlanin var, at danski utt-
anríkisráðharrin, Niels
Helveg Petersen skuldi
koma til Føroya at vitja 3.-
5. oktober.
Men vitjanin verður av
ongum á hesum sinni
Danska uttanríkismála-
ráðið hevur boðað frá, at
orsakað av fyrireikingu-
num til stjórnarráðstevnu
í ES 5. oktober er ferðin
ti Føroya avlýst.
tørvar framtakshugað starvsfólk á trygg-
ingardeildina í Tórshavn, er hetta nakað
fyri teg
Arbeiðsoki
I tøttum samstarvi við starvsliðið á trygging-
ardeildini verður arbeiði títt at luttaka í og
samskipa arbeiðsuppgávur, ið fevna um
út- og eftirrokningar
at regulera tryggingar, fremja broytingar,
dagføring, kunning til tryggingartakarar
ráðgeving í tryggingartekniskum spurn-
ingum innanhysis til sølu- & marknaðar-
liðið, figgjar- og roknskapardeildina og
avgreiðslur
at leggja til rættis tryggingarsåttmålar við
feløg/stovnar/virkir og dagføra trygging-
aravtalur við atliti til tryggingartøkniligu
gongdina
fáa til vega tilfar, ið leiðsla, aktuarur og
grannskoðarar stovnsins torva.
Útbúgving og forleiki
Vit hugsa okkum, at umsøkjarin hevur á-
stoðiliga útbúgving, t.d. HA ella stoddfroð-
isliga HF-/studentsútbúgving við ástoðilig-
um yvirbygningi og hevur nomið sær starvs-
royndir. Kunnleiki til teld, harundir tekstvið-
gerð og rokniark er ein fyrimunur.
Vit bjóða tryggingarútbúgving og fram-
tíðarstarv við eftirlonarskipan
Tann, ið sett/ur verður í starvið, skal um-
framt umfatandi innanhýsis upplæring taka
tryggingarútbúgving á »Forsikringshøjskol-
en« í Danmark
Tað tekur tíð at læra mannagongdina innan
tryggingarheimin, og fyri rætta fólkið kann
roknast við framtíðarstarvi
Stovnurin húsast í Quillinsgarði í hugna-
ligum umhvørvi, hevur vælskipað starvs-
viðurskifti og góða eftirlonarskipan
Lon sambært sáttmála millum Foroya Lívs-
trygging og Starvsmannafelagið
Soleiðis søkir tu
Upplýsingar um starvið fåast við at venda
sær til Tummas Eliasen, fíggjarstjóra, ella
Gunnver Dam Jensen, skrivstovuleiðara
telefon 12919
Skrivlig umsókn við pråvtøkuskjølum v.m
skulu vera okkum í hendi 15. oktober og
sendast
FØROYA LIVSTRYGGING
Starvsfólkadeildin
Postboks 329
110 Tórshavn
Á Foroya Lívstrygging starvast í dag 17 fólk,
harav 5 fólk eru á tryggingardeildini
Landssj
= »
krahúsið
endar í leiðsluloysi
- Tað er sum at tosa fyri deyvum oyrum at tosa við landsstýrismannin í
heilsumálum, sigur Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelag Før oya
RANDI JACOBSEN
Enn eru eingi tekin um
loysn í málinum um sam-
starvstrupulleikar og bygn-
aðarbroytingarnar á Lands-
sjúkrahúsinum
Axel. H. Nolgse, lands-
stýrsmaður í almenna- og
heilsumálum, hevur gjørt
greitt, at hann ikki er sinn-
aður at broyta landsstýris-
samtyktina um at fylgja
tilráðingini í DIOS-kann-
ingini, um íkki at seta ein
sjúkrasystrastjóra. Tað er
eitt av krøvunum hjá sjúkra
systrunum
Landsstýrissamtyktin
merkir m.a., at landsins
størsta arbeidsplåss, Lands-
sjúkrahúsið, 1. januar onga
leislu hevur, sigur Joan
Ziskason, forkvinna í
Sjúkrasystrafelag Føroya
Hon vísir her á, at sam-
bært tilmælinum, sum
landsstýrið góðtók, skal
bara vera ein ovasta leiðsla
yvir sjukrahusverkinum
Fyristóðukvinnustarvið
dettur burtur, og so er eingin
leiðsla á sjálvum sjúkra
húsinum
- Um vit sammeta okkum
við fiskivinnuna, so úttalar
tann landsstýrismaðurin seg
um henda og handa fiski
vinnuspurningin. Lands
stýrismaðurin í heilsu- og
almannamálum sigur einki,
sigur Joan
Hon heldur tað vera ov
galið, at hann ikki svarar
upp á spurningar, tær hava
sett honum
- Vit hava roynt at tosa
við hann, men hann skilir
einki. Tað er sum at tosa fyri
deyvum oyrum, sigur Joan
Nevndin í Sjúkrasystra
felagnum hevur fundast
nógv seinastu tíðina, og alt
hetta vikuskiftid fer eisini
til fundir. Hvat nú fer at
henda, torir Joan ikki at
siga, men tær boyggja seg
ikki í kravinum um sjúkra
systrastjóra, sigur hon
Hans Jørgensen, sjønvarpsnevndarlimur:
Alt skal verda
å føroyskum
- Tað er ikki neyðugt at hava Sjónvarp Føroya sum
endursendistød hjá danska sjónvarpinum. Sjónvarpið
eigur at hava ráð at gera nógv fleiri sendingar
RANDI JACOBSEN
Á seinasta sjónvarpsneynd-
arfundi legði Hans Jørg
ensen fram uppskot um, at
nýggja sjonvarpslógin skal
tryggja, at allar sendingar
nar í føroyska sjónvarpinum
antin skulu hava føroyska
talu ella føroyskan tekst
- Longu nú ber til í Før
oyum at síggja norskar og
danskar sjovarpsstødir, og
um stutta tíð kunnu vit taka
niður allar tær norður
lendsku sjónvarpsræsirnar
Tí er eingin meining í, at
Sjónvarp Føroya skal vera
ein endusendistød hjá
danska sjónvarpinum, sigur
Hans
Skulu allar sendingar í
føroyska sjónvarpinum vera
føroyskar ella føroysk tala
ella tekstur settur til, so
krevur tað, at sjónvarpið fær
nógv meira pening
Tað mest upplagda heldur
Hans vera, at sjónvarpið fær
játtan á fíggjarlógini
Eydnuspæl gevur ikki nóg
mikið
Tað krevur eisini, at sjón
varpið fær eitt vala lið av
umsetarum
- Mítt uppskot er í sam
svari við endamálsorðing-
ina í verandi lóg, at fjálga
um føroyska mentan og før-
oyskt mål
Sjónvarp Føroya ger sínar
sendingar nógv bililgari enn
sjónvarpini í hinum lond
unum, sum eisini lata sjón
varpið fáa nógv meira pen
ing í mun til fólkatalið
Vit noyðast at lata alt
prát um monopol ella ikk
styrkja sjónvarpið at tað
kann hava føroyskar send
ingar. Avirkanin uttaneftir
er ju øgilig
Vit hoyrdu, hvussu stør
an dent islendingar leggja å
at hava islendskar barna
sendingar. Vit áttu at gjørt
tað sama. Mín hugsan er, a
minst fjórðingurin av øllum
sum sjónvarpið sendir, átti
at verð føroskt framleiddar
sendingar
Uppskotið hjá Hans Jørg
ensen um, at allar sendingar
í sjónvarpinum antin skulu
hava føroyska tekst ella
talu, verður tikið upp aftur
á næsta sjónvarpsfundi, og
Hann vónar, at nevndin fer
at taka undir við tí
| Bundin vælapløgg sum hesi...?
TOBUDIN í: |
826 Trongisvågur - Tlf. 72001 - Fax 72002 |
A —————— ene
$
Togv á uppskrift -< |
—
HESPUNI
Torshavn
BUNANUM
Klaksvik
TÓBÚÐINI
Trongisvági
GRANNANUM
Leirvík
ELLEN DAHL
Vági
ELNU POULSEN
Sumba
2
set?