týsdagur 24. september 1996síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 183 — 24. SEPTEMBER 1996
Viðmerking
tíðindablaðið
19
YVIRLÝSING
Heilsu- og sjúkra-
røktin sjålvstødug
Setur landsstýrið seg inn í málið, so kunnu teir ikki annað enn ásanna, at heilsu- og
sjukrarøktin er sjålvstødugt virkisøki
Skal heilsuverkið íkki
sindrast og sjúklingurin
verða fyri vanbýti er tað
sera umráðandi at sjúkra-
systrar og læknar sam-
starva innan karmar, har
fortreytir, ábyrgd og av-
gerðarrættur ganga hond í
hond.
Taðer ikki ein spurning-
ur um at >ráða<, men ein
spurningur um at part-
arnir við teim neyðugu
ymisku fortreytunum
hver á sínum ski í neyvum
samstarvi hver vid annan
fáa tað frægasta burturúr
- brúkaranum at gagni.
Henda neyðuga karmin
er ábyrgd landsstýrisins
at skapa - og kann hetta
ikki gerast uttan at tann
politiski myndugleikin á-
sannar sjúkrarsktina
sum sjålvstødugt virkis-
eki, sum í leiðsluni av
heilsuverkinum fær
semdir á líkafóti við tað
læknaliga.
Nú spurningurin um
sjúkrasystrastjóra = hevur
ukið seg upp, tykist tað
sum, at hverki løgmaður ið
umsitur starvsfólkamál ei
heldur landsstýrismaðurin í
heilsumálum hava sett seg
inn í málið, men heldur
hava valt at fylgja blint eini
tilråding frá »Dios«.
froynd og veru sigur hetta
nakað um manglandi innlit
teirra í tað stóra virkisøki
innan heilsuverkið sum
eitur »heilsu- og sjúkrarekt-
in«. Tað skal vera teim fyri-
givið, at teir reint fakliga
ikki hava innlit, men áttu
teir í hvussu so er at verið so
mikið at sær komnir og havt
slept hugburðinum um, at
tey ið útinna heilsu- og
sjukrarøkt »bert« eru »for-
longdi armur læknans«
Eitt sjålvstødugt virkisøki
Heilsu- og sjukrarøktin er
eitt tydandi, sjålvstødugt
virkisøki, har sjúkrasystur-
in hevur bestu fortreytirnar
innan sítt øki
Læknin hevur aðrar for-
treytir - til tað diagnostiska
og viðgerðarliga
Har virðing hver fyri ødr-
um er til staðar átti sam-
starvið at virkað!
Uttan at seta hesar partar
upp móti hverjum ødrum -
tí tað eigur ikki at vera gjørt
- so átti politiski myndug-
leikin og ráðgevarar tess, at
skilt, eisini út frå einum log-
iskum sjónarmiði, hyggj-
andi at t.d. tólum og krón-
um, at, er tað neyðugt við
einum læknastjóra -
tað, tað sanniliga eisini við
einum sjúkrasystrastjóra
so er
Fortreytirnar neydugar
Sambært frágreiðingina hjá
Ríkisumboðsmanninum
fyri 1996 er talið av lækn
um og sjúkrasystrum á
Landssjúkrahúsinum á
vikavist 53 og 291
Verða hesi tel so ílæun
krónur og oyru, so átti í
hvussu so er tann politiski
myndugleikin at: tikid
spurningin um leiðslu-
bygnaðin upp til endur-
skoðan. Bæði hvat sjúkra-
systrastjóranum og leiðsl-
uni á teimum ymisku depl-
unum viðvíkur
Fyri at halda okkum til
logikkin, so er tað Gskilj-
andi, at nakar við »ikki
heilsu- og sjúkrargktarfor-
treytum« skal bjóða sær til
at átaka sær leidsluuppgås
ur innan heilsu- og sjúkra
røktarøki. Tað at vera lækni
ella administrator skapar
ikki tær neyðugu fortreyt
rnar!
Verður skipanin sett í
verk, uttan at hædd er tíkin
fyri at styrkja leiðsluna av tí
virkisøki, sum bæði í fólki,
tímum og krónum er tað
nógv stórsta, so kann hetta
ikki annað enn koma aftur
um brekku
Ikki bert hvat samstarvi
partanna millum vidvikur,
men so sanniliga eisini í
krónum og oyrum, grundað
á, at neyðugar fortreytir fyri
skilabestu rådgeving/av
gerðum í leiðsluni tá ikki
vóru tilstaðar í umsitingini
av heilsu- og sjukrarøktini
Rætta mistakið
Oli kunnu vit mistaka okk
um, men tey flestu fáa
møguleikan fyri at rætta
mistøk
Henda møguleika hevur
landsstýrið
Mín áheitan á landsstýrið
skal tí vera, rætt hetta mis-
takið - ásannið at heilsu- og
sjúkrargkun er eitt sjálv
stødugt = virkisski innan
sjúkrahús- og heilsuverkið
og skal bygnaðurin so
broytast, broyti hann so
samsvarandi
Tað vil gagna sjúkrahús-
og heilsuverkinum og ikki
minst skapa neyðugan
trivna aftur innan sjúkra
húsgátt til gagns fyri starvs-
fólkið, sjúklingar og av
varðandi
Eiði 21.09.1996
Tordur J. Niclasen
Tær heilagu skriftirnar - 11
Kristus í skriftunum
Seinast sóu vit hvussu klett-
urin varð sligin og gav vatn,
og soleiðis sløkti tostan hjá
ísraælsfólki. Ein undurfull
mynd av Jesusi, sum varð
sligin fyri okkum, og so-
leiðis nú gevur okkum liv-
andi vatn at drekka. Í 2.
Mósebók 33. kapitli hava
vit eina aðra søgu, um ein
klett, sum eisini er ein góð
mynd av Jesusi. Vit lesa har
at Móses vildi sleppa at
síggja dýrd Guds, og at
Harrin svaraði honum og
segði, at hann skuldi lata alt
rikidømi sítt ganga fram við
honum, og rópa út navnið
Harrin framman fyri honum
osfr., men andlit mítt kanst
tú ikki síggja; einki menn-
iskja kann síggja meg og
liva, segði Harrin. Hetta
vísir okkum, hvussu øgilig-
ur Gud er. Hetta síggja vit
eisini í nýggja testamenti.
1. Timoteusarbræv 6. kap.
sigur okkum, at Gud býr í
ljósi, sum eingin kann koma
til. Vit halda kanska við-
hvert, at tað er so sjálv-
fylgjuligt, at vit skulu koma
til Himmals, tá ið lívið her
er liðugt, men so er ikki.
Gud er heilugur og eingin
kann koma í nærveru hans-
ara, uttan syndin er fingin
burtur, og tað er bert við
trúgv á Harran Jesus. Og tað
er tað, sum vit aftur síggja
eina so góða mynd av her,
fyri at koma aftur til 2
Mósebók 33. Harrin segði
við Móses:
Her tætt hjá Mær er stau-
ur — statt har á klettinum!
Tá ið so dýrd Mín fer
framvið, skal eg lata teg
standa har í kluftini í
klettinum, og Ég skal
halda hond Mína fyri teg,
meðan Eg fari framvið.
Ein góð mynd. Tann sum
trýr á Kristus, er fjaldur í
honum, hann er í kluftini,
og stormarnir, sum einaferð
koma andaliga talað raka
ikki, tí kletturin lívir, hann
tekur stoytur. Kristus tók
stoytin á Golgata. Sum
skøldin: siga so vakurt
Eg ei negldur varð í lógvar,
eg ei tornakrýndur varð,
eg ei spjótið fekk í síðu,
Jesus alt í mín stað bar;
Hann á krossin upp varð
negldur,
eg fekk frid i mini sål,
hann hitt beiska steypið
tømdi,
eg, eg fekk ta søtu skål.
Klettur klovin fyri meg,
fjaldur i tær eri eg,
blóðið, tað sum frá tær
Fann,
lív og rættvísi mær vann,
lyfti mína byrði av,
hjartafrið og hvíld mær gav
Richard Danielsen
Norðurlendsku Barnabatafelagsskapirnir í Noregi,
Svøriki, Íslandi, Føroyum og Danmark hava á norð-
urlendskum fundi í Keypmannahavn 14.-15. sept
umrøtt Heimsrådstevnuna um handilsliga at útnytta
børn seksuelt og heitir á tær norðurlendsku stjórn
irnar um at
Hver norðurlendsk stjórn skal prioritera og av
seta ríkiligt av peningi til tess at lýsa og styðja
ætlanir í hvørjum landi sær
Hvor norðurlendsk stjórn tekur ábyrgd fyri, at
landsins egnu lógir er í tráð við S.T. Sáttmálan
um Rættindi Barnanna
Tær norðurlendsku stjórnirnar taka upp spurningin
í heyst í Norðurlandaráðnum, um eitt sameint
norðurlendskt tiltak viðvíkjandi handilsliga at út
nytta børn seksuelt
Tær nordurlendsku stjórnirnar verða bidnar um
aktivt at virka fyri, at eisini lógir hjá ødrum lond-
um og framferðarháttur teirra verður samsvarandi
Barnarættindum
Tær norðurlendsku stjórnirnar taka ábyrgd fyri,
at løgd verður ein ætlan fyri at hava eina ráð-
stevnu um hetta evnid seinast á heysti 1998
Finn Børre Stokholm, styreleder
Redd Barna, Norge
Lotte Wenstrup, formand
Red Barnet, Danmark
Gørel Thurdin, ordførende
Rådda Barnen, Sverige
Marna Olsen, formadur
Barnabati, Føroyar
Einar Gylfi Jonsson, formadur
Barnaheill, Island
e - :
Hugleidingar!
Vit hoyra um stinnar og klåkar menn,
sum vist kundu yrkja og skriva
Teir eins væl kundu umfara fólk sum penn
Teir dugdu sítt lív væl at liva
————————
Teir yrktu sum knassar og karlar fleir
um kongar og farnar tíðir.
Men aldrig fóru úr huganum teir
sum gingu um skorðar. dalar og líðir
Ein vøkur kvinna, hon fekk sítt rós
eins og skútan mót havinum stevnir
Tær báðar hava megi og kós |
og maðurin tær kerliga fevnir. i
Teir yrktu um Føroyar og Danamørk vid
um tindarnar høgar sum lågar. Í
Tí um tær ei gingu lið um lið,
tær vóru nokk báðar eins knåar.
Teir yrktu um Merkið og tess fagra lit,
sum frá mundu menniskjum boða.
Tað segði um vilja, mót og vit
og at her munnu føroyingar ráða
Teir yrktu vakurt um sítt móðurland
og mangt teir mundu um tað skriva.
Frá fjallatindi á hvítan sand
í orðinum skal minni teirra liva!
ALFA!
Timburarbeiði
Eg átaki mær alt timburarbeiði runt
landið. Alt hevur áhuga.
Ring 71 712, eftir kl. 18