mikudagur 25. september 1996síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
Kinesiskur blaðmaður á kunnungarferð Føroyum:
Vil knýta tættari
samband millum
Kina og Føroyar
-Vit eru fólkaríkasta tjóð í heiminum - tit er u kanska minst tjóð í heiminum -
men hetta eigur ikki at verða nøkur forðing fyri einum samstarvi - kanska júst
henda sannroynd kann vera eggjandi og mennandi fyri einum samstar vi land-
anna millum. Hetta sigur kinesiski blaðmaðurin, Sang Hong Chen, sum sein-
astu 11 árini hevur dekkað Norðurlond fyri stóra kinverska blaðið „Guang-
ming Daily“. Tíðindablaðið Sosialurin hevur hitt hann.
Jan MULLER
Tað er ikki hvønn dag, at
tíðindamenn úr Kina vitja í
Føroyum. Men í hesum
døgum er ein kinverji her,
og ørindi hansara eru at
kunna seg um Føroyar
Hann skrivar fyri stóra
kinesiska blaðið Guang-
ming Daily, sum kemur út í
1,2 mill. eintøkum í sjálvum
hevuðsstaðnum Bejing
Sang Hong Chen hevur
búð í Finlandi seinastu 1!
árini men er fæddur og
uppvaksin i Bejing, hadani
hann varð sendur til Norð-
urlond at skriva til blaðið
Hann hevur verið kring
øll londini, eitt nú í Grøn-
landi og Íslandi, og nú vóru
so bert Føroyar eftir á lista-
num.
-Eg havi hoyrt so nógv
um land tykkara, at eg havi
sæð fram til hesa vitjan
sigur kinverjin, sum heldur
seg hava fingið nógv burtur
úr ferðini, har hann hevur
hitt umboð fyri myndug-
leikar, vinnulív, mentan-
arlívið og pressuna
Vit hittu hann í Kirkjubø
leygardagin, tá hann for-
vitnaðist har. Hetta var fyri
hann ein rættiliga hug-
vekjandi vitjan, tí í einum
av húsunum gjørdist hann
varugur við eini húsgøgn,
sum stavaði frá Kina. Hann
kendi seg ikki sért ernan
bráddliga at kenna seg í
heimligum umhvørvi og
kundi beinanvegin stað-
festa, úr hverjum dynastii í
Kina hesin luturin stavaði
Samvinna
Sang Chen sigur eina av
sínum uppgávum at vera
fremja samstarv millum
Føroyar og Kina tað veri
seg á tí vinnuliga og á tí
mentanarliga økinum. Hann
er heilt ovfarin av, at Før-
oyar eru so nútímans í
mangar mátar, og heldur
hann tað vera ótrúligt, at
fólk skulu vera so væl
útbúgvin her
Hann vísir á, at tað eru
fleiri ftøkilig ski, har Kina
og Føroyar kunnu hava
samvinnu, her hugsar hann
um fiskiveidi, fiskireids-
skap, know how og mangt
annað. Hann sigur seg eisini
vera hugtiknan av, hvussu
nógv skapandi listafólk eru
í landinum og heldur hann
Norðurlandahúsið vera ein
framúr góðan karm um
mentanarligt samstarv mill-
um lond og vónar, at onk-
untid verður eisini høvi at
geva kinesiska mentan inni-
vist í húsinum
Hann sigur seg eisini vera
rættiliga hugtiknan av før-
oysku heimastýrislógini.
Hvat støduni í Føroyum
viðvíkur, so mælir hann
føroyingum til ikki at missa
vónina í krepputidin. Vónin
er tað, sum tryggjar, at tað
framhaldandi verður liviligt
á hesum klettum, og hevur
tú vónina, so skal tú nokk
eisini klára teg
Sang Chen heldur út-
viklingin á oljuøkinum vera
ómetaliga spennandi, og
hann ivast onga løtu i, at
Nr. 184 — 25. SEPTEMBER 1996
verður olja funnin við
Førovar, so fer hon at:fáa
alstóran positivan týdning
fyri hetta samfelagið. Hann
heldur hon kann vera ett
sera gott íkast, nú tá landið
hara hevur fiskivinnuna á át
líta, og nú tað ikki gongur
so gott við fiskivinnuni, so
hevði verið sera kærkomið
at kunna litið á eina aðra
vinnugrein eisini
Hann dugi
síggja vandarnar við, at ein
slík vinna kann hava óhepn
ar avleiðingar, men heldur
at hetta fara Ísroymga at
megna at stýra
Tit eiga so nógv skúlað
fólk. so hetta er nakað til
megna at loysa
eisini al
Mannarættindi í Kina
Men eitt er hvat ein kinverji
fær at vita undir eini vitjan
í Føroyum. Ein spurningur,
g:52a
Missid ikki vónina og lit
skulu nokk klára tað
Mynd jan
sum hevur stóran áhuga fyri
faroyingar, nú tá ein kin
esari vitjar, er ma. um
mannarættindini í Kina
-Eg visti tit fóru at koma
vid hasum spurninginum
Hertil er at síga, at nógv av
tí, sum kemur fram í vest
urlendskari pressunni um
brot á mannarættindini í
Kina er ikki heilt beint. Tað
er líka sum, at fólk í
Vesturheiminum halda, at
tað sum er gott og best fyr!
fólk her. er eisini best fyri
skkum í Kina. Eg ætli mær
í kt tv tHlur Øun
it
Kina
34! ) hí
UN t
Sá ( i
fólkatalið » mikið stort
Kina r nd ro
ut mnennå sc øllumm skjun
verður um, hvussu tú kanst
leggja utviklingin soleiðis
til rættis, at tu klárar at
metta allar hesar mongu
munnar
Fyri okkum kemur
maturin til allar íbúgvar
sum nummar eitt. Síðani
kemur spurningurin um
demokrati
Annars nevnir Sang Chen
Hong Kong og sigur, at tað
verður ein stórur dagur fyri
Kina, tá bretar handa hetta
hjálandið aftur. Hann leggur
tó demt á. ætlanin er ikki á
kollvelta samfelagið, men at
varðveita tað í tess verand
líki. Tvs. at tað koma åt v
ymiskar logir og reglu
galdandi fyri Kina og s
Hong Kong, eins og tað er í
dag
Tit eru sera rík
Eg haldi annars, at tit før
oyingar eru eitt sera gott
fólk. Tit eiga eitt vakurt land
og tit hava eisini atgongd
til nógvar resursir og her
hugsi eg bæði um fisk og
olju. Latið nú ikki kreppuna
taka tykkum av fótum men
setið vónina í hásæti og
virkið út frá henni
%
Matstovan er opin aftur sum vanligt.
Meguleiki verður at bleggja borð
frá hósdegnum kl. 13.
Í víkuskiftinum bjóða vit
frítt salatborð.
Rio Bravo - Tlf. 19767