mikudagur 25. september 1996síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 — 25. SEPTEMBER 1996
liðið
úttikið
FOTBOLTUR: UI8 lands
liðið í fótbólti skal 6. okt
ober ul Sveríkis at spæla
tríggjar EM-dysur. og
mánadagin tók Johan Niel
sen teir 16 spælararnar út,
sum skulu við liðnum
Teir eru: Niclas Niclasen
og Rogvi Jacobsen úr Kl.
Bárður á Lakjuni úr IF, Kári
Sigvardsen, og Kristian
Høgni Jacobsen úr NSI,
Mannbjørn Neså úr B68,
Magnus Poulsen, Fróði
Clementsen, Jákup á Borg,
Tórálvur Poulsen, Svenning
Hansen og René Tórgarð úr
B36. og Eyðun Højgaard,
Andrew av Fløtum, Ragnar
Magnussen og Kristian
Andersen ur HB
Av hesum eru tveir spæl-
arar staddir i Danmark. Tað
eru Rógvi Jacobsen og
Kristian Høgni Jacobsen,
sum báðir eru á ítróttarskúla
í Danmark
Í dag og næsta mikudag
venur liðið á Svangaskarði,
og sunnudagin 6. oktober
sama dag, sum A-landsliðið
spælir móti Jugoslavia á
Svangaskarði — fer ferða-
lagið til Sveríkis
Liðið skal spæla tríggjar
dystir, og teir vera móti Lat-
via, Sveríki og Fraklandi
Fyrsti dysturin verður 7
oktober og seinasti 11
12. oktober kemur ferða
lagið heimaftur
Bogi,
Bogi
og lan
vunnu
TRIATHLON: Leygar
dagin skipaðu Tórshavnar
Súkklufelag og Havnar
Svimjifelag fyri 1/4 triath-
lon fyri lið
16 lið vóru vid í kapp-
ingini, og bert eitt teirra
náddi ikki á málið
Vinnari var liðið við Boga
Kristiansen, Boga Lenvig
og lan Skylv Hansen. Teir
høvdu tíðina 2. 04,30, og
bert hålvan minutt aftanfyri
teir var liðið við Gunnar
Dahl-Olsen, Jákup Zach-
ariasen og Hjalta Gunnar-
stein. Á 3. plássið komu
Rógvi Johansen, Martin
Knudsen og Selvi R
Hansen. Teir høvdu tíðina
2.06,53
Hjá kvinnum vóru tvey
lið við, og tað betra av teim-
um var liðið við Rannvu
Dahl, Súsonnu Skylv
Hansen og Ingu Torkilshøj
Ætlanin er at skipa fyri
slíkari kapping aftur næsta
ár ek
ek
Nógvar søgur eru í donsku pressuni
um felagið hjá Toda Jónsson og fleiri
av lidfeløgunum hjá føroyska
landsliðsspælaranum
Todi Jónson og liðfelagarnir
vóru í gjárkveldið á vøll-
inum í Parkini í Keyp
mannahavn. Uppgåvan var
at senda Club Brugge ur
UEFA Cup kappingini, og
um tað eydnaðist (dysturin
varð spældur eftir at blaðið
fór til prentingar, vit venda
aftur ul úrslitið í morgin),
so hevði felagið bjóðað
spælarunum 10.000 kr.
part. Tað ljóðar kanska at
vera nógv, men sambært
danskar fjølmiðlar, er hetta
lítið afturímóti tí, sum spæl-
ararnir í Silkeborg fingu,
um tað í somu kapping eyd-
naðist teimum at senda
Spartak Moskva úr kapp-
ingini. Spælararnir hjá
Preben Elkjær skuldu fáa
tredivu túsund í part.
Lyngby er illa fyri fíggj-
arliga. Í fyrradagin vistu
blødini at siga, at tríggir av
lidfeløgunum hjá Toda
skuldu seljast til PSV Eind-
hoven í Hollandi, har Frank
Arnesen er stjóri.
Lyngby segðist skula gera
hetta av berari neyð. Teir so
at siga pissa í buksurnar fyri
at halda hitanum, ella sagt
við ødrum orðum, teir selja
góðar spælarar fyri at fáa
pening ul rakstrarútreiðslur
Og í gjár setu Ekstrablað
ið trumfin á. Teir vístu at
siga, at FC Keypmanna-
havn, sum eru grannar hjá
Lyngby, ætla at keypa
Tað sær svart
it hjá Lyngby
Lyngby FC alt sum tað er
Todi veit einki -.
Tå vit royndu at fåa fatur å
Toda i gjår, var hann å veg
til gisungarhúsið, har Lyng
by hópurin skuldi savnast
at fyrireika seg til stóru upp
gávuna í Europa Cup í gjár-
kveldið. Men føroyski spæl
arin visti einki annað um
søgurnar, sum eru frammi í
Danmark, enn tað, sum hev-
ur staðið í bløðunum
Hóast Todi hevur spælt
væl síðstu vikurnar — leyg-
ardagin fekk hann sera góða
umrødu í fleiri av morgun
bløðunum — so er hann ikki
millum spælararnar, sum
blødini siga eru á veg til
Hollands
Anders Nielsen, sum hev
ur verið skaddur í eina tíð,
er millum teirra, og eisini
Niclas Jensen, sum hevur
verið upp á tal til landsliðið
Tidindini um hesar báðar
eru ivaleyst ikki so lítið røtt,
meðan tað sigst, at onnur
Sambært Ekstrablaðnum skal
FC Keypmannahavn keypa
Lynbgy FC, sum er illa fyri
fíggjarliga. Todi Jónsson sigur
seg einki meira vita um
søgurnar, enn tað sum stendur
at lesa í bløðunum
Mynd: Jan Miller
navn eru meiri tíkin úr leys-
ari luft
Todi er sáttmálabundin
vid Lyngby FC fram til juni
1997, og eftir tað kann hann
gera sum hann vil
Hvussu er og ikki. so
kunnu vit ikk: annað enn
staðfesta, at tað ikki júst
vóru bestu umstødur at fyri
reika seg undir ul Europa
Cup uppgávuna hjá Toda
Jónsson og hansara lidfel
øgum
jh
Fara at spæla badminton aftur
Kappingarnevndin hjå BSF hevur lagt skrånna fyri komandi kappingarår
BADMINTON:
ingarneyndin hjá Badmin-
ton-sambandinum hevur
lagt skránna fyri komandi
kappingarár, og heitir í tíð-
indaskrivi á áhugað um at
leita sær kettjaran fram og
fara undir venjingina.
Fyrst á skránni eru tvær
venjingarlegur fyri børn
og ung, sum vera viku-
skiftini 5.-6. oktober og
19.-20. oktober í Havn.
Á legunum fáa luttakar-
arnir holla vegleiðing frá
útbúnum venjarum, og
skipað verður fyri badmin-
5 Á hja Á AC? sátt 8 4 4
tonspølum, tekniskari/tak-
tiskari venjing, kappingum
og ødrum. Hetta var roynt
fyrstu ferð í fjør, og eyd-
naðist væl.
„ Tórshavn
steypakapping fyri allar
aldursbólkar, har øll hava
møguleika at luttaka, verð-
ur vikuskiftid 9. og 10.
november. Vinnararnir í
teimum yngru deildunum
fáa steyp til ognar, meðan
tey vaksnu dystast um
ferðasteyp. Vinnur spælari
steypið tríggjar ferðir á rað
ella fimm ferðir tilsamans,
Open, id er
vinnur hann tað til ognar.
Grand Prix og FM
Kappingarnar, har spælar-
amir fåa stig fyri hvørja
kapping, vera 7 i tal. Byrj-
að verður vikuskiftið 26.-
27 oktober, og hildið verð-
ur fram til 15. mars 1997.
Kappingarnar fara fram í
høllunum á Skála, í Vest-
manna, á Giljanesi og í
Havn.
Børnini kappast í ein-
mansleiki, meðan tey
vaksnu kappast í einmans-
leiki, tvimansleiki og
blandaðum tvímansleiki.
Í endakappingini verða
endaligu vinnararnir funn-
ir, og fáa teir steyp til ogn-
ar.
Arið endar við FM-
kappingini, sum byrjar
vikuskiftid 22. mars “97,
tå børnini spæla, og endar
vikuskiftid 27. april, tå
meistarabólkurin spælir.
Hesar kappingar verða all-
ar í Havn, tó undantikid
kappingin hjá A-bólkin-
um, sum verður á Gilja-
nesi.
í ek
A