Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 2003síða 24

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 183 - 27. september 2003 Nr. 183 - 27. september 2003 47 Útbjóðing Runavíkar býráð bjóðar hervið út arbeiði at gera eina rundkoyring á Gerðisvegi í Saltangará. Arbeiðið fevnir um avgrevstur, uppfylling við gróti, betongstuðlamúrar, planering, kloakkir, kantsteinar, tvørrenur, gongubreytir, gøtuljós og skráar v.m. Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Runa- víkar býráð,Teknisku deild, frá týsdegnum 3. okt. við at gjalda kr. 2.000,00 í veð á konto 1120362 í Føroya Banka í seinasta lagi 1. okt. 2003 og við at venda sær til Runavíkar býráð við váttan um at peningurin er goldin. Licitatiónin verður fríggjadagin 24. oktober 2003 kl. 14.00 á Býráðsskrivstovuni. Boðini verða tá latin upp og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum inn- komnu boðini ella havna øllum. Runavíkar býráð Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag Útsetti limafundurin verður sunnudagin 28. september 2003 kl. 16.30 á Hotel Tvøroyri. Formaður floksins luttekur Nevndin Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 662, Sp/f Skótabúðin, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 28.03.2003. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóra ella nevndarformanni saman við einum nevndarlimi ella allari nevndini í felag. Endamál: Endamál felagsins er at reka handil við skóta- og frítíðarútgerð og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 25. september 2003 Kristin Balle ________________________ C M Y K 47 46