Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 1996síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar Nr. 188 — 1. OKTOBER 1996 HØGT UNDIRHALDSVIRÐI OG STORUR DRAMATIKKUR KLAKSVIK M4 Heðin á Lakjuni hevur lagt Kl fram um 1-0, og fagnadurin mundi ongan enda fingið. Hetta málið skuldi vísa seg at vera avgerandi og tryggja KÍ øll stígini i toppdystinum. Mynd: Símun á Høvdanum FYRITREYTIRNAR BROYTTAR JENS MARTIN HEVUR GIVIÐ MÆR SJÁLVSÁLIT Framúr GÍ málverjin hevði ikki blundað á nåttini, ti hann kendi á sær, at okkurt fór at henda við landsliðs- álverjanum KLAKSVÍK: Burtursæð frá Kurt Mørkøre og Jens Martini Knudsen var tað Rúni Joensen, målverjin, sum GI setti inn, tå lands- liðsmálverjin varð vístur av vellinum, ið gjørdist mest umrøddi spælarin í Klaksvík og tað av réttum, tí Rúni Joensen, sum leyg ardagin hevði 22 ára fød- ingardag, og sum fyri fyrstu ferð vardi GI málið í I. deild, spældi sum ein brandur Tað kom sum eitt skot, at eg skuldi inn, og eg má viðganga, at eg var fullur við nervum. Men bæði Páll Guðlaugsson og spælar- arnir søgdu við meg, at nú hevði eg møguleikan at vísa, hvat eg standi fyri, og at eg beinanvegin fekk meguleikan við beininum at bjarga til horna, styrkti um sjálvsálitið Ber tað til at vera fyri- reikadur, tå tú ferð eftir ferð situr á beinkinum og fylgir besta málverjanum í landinum ? - Sum oftast ella altíð spælir Jens Martin alla tíð- ina. Eg spældi í innleiðandi umfarinum um løgmans- steypið í Vági móti VB, og tá segdu blødini, at tað gekst mær væl At tað eisini gekk væl í dag er úrslit av miðvísari venjing í fýra ár. Í ár havi eg vant meiri enn Jens Martin, og hann hevur verið ein góður lærumeistari. Sjálvsálitið er alt avgerandi, og um- framt at læra meg at vera málverji, hevur hann potað inn í meg, at eingin kann verja málið betri enn eg, og tað hevdi tydning í dag Tá tú fórt til Klaksvíkar heyði tú ikki annað at vænta enn at spæla í 3. deild, tað kann ikki vera við til at seta mann, sum venur so nógv, upp til stórt avrik? - Eg hevði eina undarliga kenslu av, at okkurt fór at henda, so Jens Martin ikki kundi spæla alla tíðina Leygarkvøldid var eg í veitslu í prentarafelagnum, eg smakki ikki rúsdrekka, og í veitsluni var eg sera umhugsin í tí, eg át. Men tá eg kom til hús gekk illa at sovna, tí tað mól í mær, at okkurt óvæntað fór at koma fyri í Klaksvík. Hvussu við framtíðini? — Eg havi sagt við teir í GÍ og vid Jens Martin, at tað er ikki nøktandi fyri meg at venja meiri enn landsliðsmálverjin og bara verja málið í 3. deild. Eg eri klárur at royna meg á hægri stæði, og nú vóni eg, at okkurt annað felag fekk '4 4 meg, fl cz Má EIS ur ikki beinanvegin, at eg troðki Jens Martin av í GÍ måainum Brotssparkið? Ég havi fleiri ferðir áð ur roynt at flyta meg annan vegin fyrst og so tveita meg hinvegin, og at tað eydnaðist aftur í dag var frálíkt. Tú hevdi so nógvar stór- ar bjargingar, hví bjargaði tú ikki, tá teir fingu mál? - Skotið var gott, men eg skal viðganga at eg iðri meg. tí eg hevði hondina á honum, men trupulleikin var, at eg sá hann ov seint Tað var tjúkt fyri, og royndin kom úr 10 met- rum, bólturin hevði nógva ferð og var nógv nærri enn so, tå eg så hann, og tí fekk eg ikki vart fyri, tíverri, sigur maðurin, sum í handavending gjørdist kendur sunnudagin. — jh KI fekk flein møgulerkar burturúr, og tað var super spælinum hjá Rúna Joensen og óneyvum KÍ royndum fyri at takka, at heimaliðið ikki skoraði trý ella fýra mál og harvið eisini, hvat mál muninum viðvíkur, fekk fatur á gestunum Rúni Joensen bjargaði brotssparksroynd frá Jan Dam, eftir at Símun Petur Justinussen hevði felt Heðin á Lakjuni, tá hann dygst undir málinum var á veg fram við triðja verjuspælar inum, og hann bjargaði eisim frågera væl til horna tá Heðin á Lakjuni royndi úr tiggju metrum Málið kom tá seinna um farið var knappliga hálv