Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 1996síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 10. OKTOBER 1996 tíðindablaðið #21 a. Búskaparfróðingur ræðist stóðuna hjá Fiskavirking: Nú hava vit fingið oyruni i maskinuna Vit eru komin i i ta ræduligu stødu, at alt vald yvir fiskivinnuni i Fóroyum liggur hjá útlendskum kreditorum. Vit hava milt sagt AK! BERTHOLDSEN Endamálið við Føroya Fiskavirking var ongantíð at fáa gongd á aftur fiskivinn una í Feroyum Endamálið var rætt og slætt at bjarga kreditorunum so nógv aftur av lånunum í føroysku flakavirkjunum sum gjørligt Og í dag mugu vit bara ásanna, at danir hava snýtt okkum, aftur hesuferð Buskaparfrødingurin Gordon Ejdesgaard ræðist gongdina. Hann ræðist av leiðingarnar av tí, sum er hent og hann ræðist tað sum fer at henda Hann sigur, at veruliga endamálið við Fiskavirking er skorið út í papp, nú kred torarnir nokta at selja burt urav Fiskavirking, men tví halda um, at tad skal vid gerðast sum ein heild Við hesum vísa teir, at teir gera tað, sum gagnar teimum best og ungum eðr um Gordon Ejdesgaard sigur at tað bar til at stovna Fisk avirking varð til, tí at kredit orarnir stóu saman um loysnina Teir biltu okkum inn, at hetta var tann fræagasta loysnin. Og vit trúðu teim um Hvussu blóðskeivir vit vóru, gongur sjón fyri søgn í dag, sigur hann Ræðandi útlit Hann heldur, at:úthtni fyri føroysku fiskivinnuni eru ræðandi Veruleikin er tann, at politiska valdið í Føroyum hevur mist alla ávirkan á gongdina Istadin er alt vald lagt i hendurnar á kreditorunum sum fyri tað mesta eru í keypmannahavn Tad hendi, táið Fiska virking varð stovnað Gordon Ejdesgaard sigur at øll vita, hvussu stórt vald kreitorar hava á eini fyritøk u, sum er so illa fyri, sum Fiskavirking Og vid at:leggja alla fiskivinnuna á landi í eitt felag, fingu kreditorarnir eitt óhoyrt stórt vald yvir fiskivinnun! i Føroyum,- og harvið eisini eitt óhóyrt stórt vald á føroyska samfelagn um Hann sigur, at tað er 6 hugsandi, at tað kundi latið seg gjørt í Danmark, at pol itiski myndugleikin læt alt valdið yvir landsins fram leiðsluorku frá sær uppí hendurnar á nøkrum kredit orum og læt teir fáa so fast hvørkratak á danska samfel agnum, sum teir hava fingið á føroyska samfelagnum Men hetta læt seg gera í Føroyum, tí kreditorarnir stóðu saman um loysnina og tvíhildu um, at hetta var frægasta loysnin Teir siga sjálvandi tað sum er neyðugt, fyri at fáa okkum at góðtaka teirra loysn Høvdu teir sagt, at teir fingu teir buktina og bådar endarnar, varð Fiskavirking sjålvandi kolldømt Og føroyski, politisku myndugleikin trúði teimum og dugdi ikki at gjøgnum skoða avleiðingarnar Og nú standa vit eina ferð enn við skegginum í postkassanum Hetta er sama søgan umaftur: Danir fáa okkum at hoppa uppá teirra loysn inr. Hetta er vanliga mynstr ið í samskiftinum ímillum Danmark og Føroyar Vit fåa upplysingar, men teir lumpa okkum hverja ferð Gordon Ejdesgaard vísir á, at fremsta endamál er sjálvandi at avmarka tapini so nógv sum gjørligt Og tað fara teir sjálvandi at gera. So leggja teir minni í, hverjar avleið ingar tað fær fyri føroyska samfelagið Og at teir eru sinnaðir at brúka sína makt er komið týðiliga til sjóndar, tí sam bært nevndarformannin í Fiskavirking, Sven bak Jensen, hava teir klårt og týðiliga boðað frå, at teir meta fiskavirking sum eina fyritøku og góðtaka ikki, at hon verður liðað sundur Tað er sjálvandi ti, at hóttanin fyri samfelagið er nógv stórri við at varðveita Fiskavirking undir einum Gordon Ejdesgaard held ur, at kreditorarnir hava fingið so stórt vald á før oyska samfelagnum, at teir skulu nokk fáa tað, teir vilja Men hverjir eru so møgu leikarnir? Tað er ikki gott at siga, men tað er vert at leggja sær í geyma, at vilja teir, kunnu teir koyra Fiskavirking á heysin og so liggur førøyska samfelagið lamið í fleir mánaðir Teir hava maktina til at kollrenna alt føroyska sam felagið við at forða fyri, at nakað sum helst hendir. Teir kunnu steingja øll virkini við teirri avleiðing, at alt samfelagið verður lagt lam ið Og tað er tað syrgilig asta av øllum, at vit hava latið alt vald upp í hend urnar á figgingarstovnunum at gera av, um føroyska samfelagið skal fara á heys in aftur Gordon Ejdesgaard torir illa at husa sær til avleið ingarnar av, at Fiskavirking fer á húsagang Men avleiðingarnar verða ein ólukka, sum fer at raka hvønn krók í sam felagnum, tí tað eru hóast alt nógv fólk, sum vinna til dagligt breyð hjá Fiskavirk ing. Steðgar Fiskavirking fingið oyruni í maskinuna, tí kreditorarnir hava nú møguleika at koyra alt samfelagið á heysin, makka vit ikki rætt. steðgar = samfelagið upp aftur og tað verður tætt við at Føroya Banki fer av knór anum einaferð afturat. Tí hann yvirlivir neyvan so stóra kreppu í samfelagnum við eingin aktivitet í vinnu lívinum og við so stórum partur av fólkinum, sum ikki fær ráð at betala rentur og avdráttir Eingin av okkum torir at hugsa tann tankan, at Fisk avirking fer á heysin og liggur stilt fleiri mánaðir Tað loysnina kann eing- in politikari liva við Tað er heldur eingin møguleik: fyri, at Fiskavirk ing verður bjargað vid eðr um, privatum, váðafúsum kapitali, enn kapitali úr Framtaksgrunninum Sostatt heldur Gordon Ejdesgaard, at bólturin nú liggur hjá landsstýrinum Tad er eingin ivi, at kreditorarnir ætla sær at sleppa so snikkaleysir sum gjørligt Hann dugir ti væl at hugsa sær, at endin verður at landsksssin noyðist at spjaða nógvar pengar til, fyri at bjarga Fiskavirking og harvið samfelagnum Tad skal ikki undra meg, um tað endar við at landsstýrið noyðist at keypa Fiskavirking fyri eina upp hædd, sum kreditorarnir á seta Tað kann væl verða, at tað er hetta, kreditorarnir vilja, hóast teir ikki torað at siga tað beinleiðis Men tað fer at kosta meiri enn 45-50 milliónir Við hóttanini um at koyra samfelagið á húsa- gang, kunnu teir kroysta mangt slíkt burturúr lands stýrinum Sostatt stendur landsstýr ið við knívinum á barkan um. Tað er ikki stuttligt at verða politikari, tí líka mik ið, hverja loysn teir velja, Vit mugu bara staðfesta, at vit eru blivin snýtt - einaferð afturat, sigur búskaparfréðingurin, Gordon Eidesgaard er tað í grefligari andsøgn til tann setta, politiska mál- setningin: Antin kúvenda teir 180 stig og góðtaka at enda loysnina, sum er stungin út í kortið. Ella teir vrakað loysnina og góðtaka at keypa Fiskavirking og so kunnu teir sjálvandi gera við tað, sum teimum lystir Men tað fer sjálvandi at kosta pengar Politikararnir eru tiknir gíslar í einum spæli, teir næstan eru dómdir at tapa og tað er ikki sutttligt Eitt og eitt. Gordon Ejdesgaard er ikki samdur við teimum sum siga, at Fiskavirking var 1 einasta loysnin Tað var skeivt at seta Fiskavirking á stovn í 1993 - Vit skuldu ístaðin havt tvíhildið um, at hvert virkið er ein fyritøka fyri seg Kreditorarnir høvdu uttan iva mist nógv meiri pengar, men virkini høvdu kunnað latið uppaftur eitt og eitt Gordon Ejdesgaard held ur, at hetta hevði verið rætt- ara loysnin Saneringin hevði tikið longri tíð, men hon hevði verið nógv bíligari og ogn- arrætturin hevði blivið spjaddur um alt landið Folk søkist at koyra i Vågarnar 2-3 dagar um vik- una. Ur Havn kl. 14—15 og aftur sama dag. Umsøkjarar skulu hava havt koyrikort i minsta lagi tvey år. Safari Transport Tlf. 12222