Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 185 - 1. oktober 2003 Nr. 185 - 1. oktober 2003 3 Pallborðsfundur um viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum: Tað eru ov nógv fakfeløg Ein av høvuðsgrund- unum til allar ósemj- urnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum er, at tað eru ov nógv feløg. Tað segði Tummas Magnussen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðn- um, á pallborðsfundi um viðurskiftini á føroyska arbeiðs- marknaðinum, sum varð hildin mána- kvøldið ARBEIÐSMARKNAÐUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Lagt var upp til tað heilt stóra, tá ið Javnaðarflokk- urin mánakvøldið skipaði fyri pallborðsfundi um støðuna á føroyska arbeiðs- marknaðinum. Við spurn- inginum, hvat kann gerast fyri at fáa betri lag á før- oyska arbeiðsmarknaðin- um, bjóðaði Javnaðarflokk- urin pørtunum á privata og almenna arbeiðsmarknað- inum, Advokatfelagnum, Búskaparráðnum, og teim- um fýra størstu politisku flokkunum at greiða frá sínum sjónarmiðum um heita evnið Hóast stórar rembingar hava verið um málið alt summar, so var undirtøkan ikki serliga stór. Tað er undrunarvert, at ikki fleiri enn 50 fólk høvdu leitað sær í útvarpshøllina mána- kvøldið, tá hugsað verður um, hvussu nógv fólk við- urskiftini á arbeiðsmarkn- aðinum raka. Umboð fyri einstøk fak- feløg møttu, men tað var merkisvert, at langt frá øll fakfeløgini vóru umboðað í salinum. Ov stutt tíð Stór øsing hevur verið um viðurskiftini á føroyska ar- beiðsmarknaðinum í summar, tí eitt lógarupp- skot um loysn á trætum á føroyska arbeiðsmarknað- inum frá Vinnumálaráðnum hevur verið í umbúna. Seinast í juni mánað boðaði Bjarni Djurholm frá, at hann ynskti at lóg- geva fyri víðkaðum heim- ildum til Semingstovnin og einum føstum gerðarrætti, men hesum ynski vístu umboð fyri arbeiðstakarnar staðiliga aftur. Stríð tók seg eisini upp í samgonguni um uppskotið hjá Vinnumálaráðnum, og úrslitið var, at uppskotið varð tikið aftur, og Bjarni Djurholm hevur nú sett ein sjeymanna nevnd við løg- frøðinginum, Kára á Rógvi, sum formanni og umboðum frá báðum pørtum á ar- b e i ð s m a r k n a ð i n u m . Nevndin skal arbeiða við at finna eina semju partanna millum, hvussu trætur á føroyska arbeiðsmarknað- inum skulu loysast í fram- tíðini. Umboðini fyri Starvs- mannafelagið og Føroya Arbeiðarafelag hava í fjøl- miðlunum víst á, at tey ikki eru so fegin um nevndina. Grundgevingin hevur verið, at tað skal ikki verða við boðum frá Vinnumálaráðn- um, at partarnir finna fram til eina semju. Eisini er ónøgd um tíðarskeiðið, ið setta av til nevndararbeiðið, tí tað er alt ov stutt, heldur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Viljin til semju Á pallborðsfundinum mánakvøldið kom framm, at umboðini fyri almennu og privatu arbeiðsgevarar- nar og arbeiðstakararnar eru samd í, at broytingar skulu fremjast, og ein semja skal finnast á økin- um. Nevndin, ið er sett ar- beiða við málinum, hevur fingið freist til 31. januar 2004 at viðgera málið, men fleiri hava víst á, at tað er ov stutt skoðbráð til ein so týdningarmiklan spurning. Umboðini fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum vórðu spurd um føroyingar kunnu vænta, at ein semja verður funnin millum part- arnar innan næsta árið, og øll umboðini svaraðu, at tey høvdu viljan til at finna eina semju. Hetta er eitt ný- brot, tí sum tónalagið hevur verið millum partarnar seinastu árini, hevur verið lítil vón fyri eini semju um loysn á trætum á arbeiðs- marknaðinum. Óhomogenur arbeiðsmarknaður Á pallborðsfundinum kom eisini framm, at føroyingar hava ein rættiliga óhomo- genan arbeiðsmarknað sammett við onnur lond. Tummas Magnussen, ið umboðaði Fíggjarmálaráði segði í sínum innleggi, at ein av grundunum til allar ósemjurnar á føroyska ar- beiðsmarknaðinum er, at føroyski arbeiðsmarknað- urin er so óhomogenur. Hann vísti á, at í eitt nú Danmark eru høvuðsfeløg, bæði á arbeiðstakara- og arbeiðsgevarasíðuni, og tað hevði eina smidligari skip- an við sær. Tummas Magn- ussen helt, at tað eru alt ov nógv smá fakfeløg, ið hava heimild at skapa ósemjur. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum, Gunn- leivur Dalsgarð, tók undir við, at tað eru ov nógv fel- øg á føroyska arbeiðs- marknaðinum. Hann helt, at feløgini eru ov ójøvn í stødd, og tískil detta nøkur feløg niðurímillum, serliga tá lønarsamráðingar standa á. Hann hevði kortini ikki nakra loysn á, hvussu støð- an kundi betrast. Gunnleivur legði dent, á fakfeløgini ikki ynskja, at tað skal verða ov langt frá formanninum í teimum ymisku feløgunum og niður til limirnar, og verður eitt høvuðsfelag sett á stovn fyri arbeiðstakararnar, so er stórur vandi fyri ov stórum bureaukrati, sum hann mál- bar seg, og tað kundi ein seta spurnartekin við. Tummas Magnussen greiddi frá, at tað altíð er størsta felagið undir lønar- samráðingunum, sum legg- ur linjuna fyri hini feløgini á almenna arbeiðsmarknað- inum. Hann vísti á, at støð- an við so nógvum smáum feløgum ger tað ógjørligt hjá Fíggjarmálaráðnum at hava neyðugu tíðina til øll feløgini, og tískil mugu tey smærru feløgini ofta taka til takkarvið teimum lønar- treytum, tey størru fakfel- øgini undan teimum hava tikið undir við. Samskipan Fólk í salinum spurdu Gunnleiv Dalsgarð og Ingeborg Vinther, hví ar- beiðstakararnir ikki sam- skipaði seg betur, sum eitt nú arbeiðsgevararnir í Føroyum hav gjørt við at seta eitt Vinnuhús á stovn. Formaðurin í Føroya Ar- beiðarafelag, Ingeboerg Vinther, svaraði, at feløgini á privata arbeiðsmarknað- inum vóru farin at sam- starva nógv meri, enn und- anfarin ár, og komandi árini fór samstarvið at fevna um enn fleiri øki. Seinni í vik- uni verður møguleiki hjá lesarum okkara at lesa meir um pallborðsfundin mána- kvøldið. Vit fara millum annað at gera meira burtur- úr, hvat tey ymisku umboð- ini greiddu frá á fundinum. Bjarni Djurholm og Hans Pauli Strøm vóru við á pallborðsfundinum um arbeiðsmarknaðin Mynd: Jens Kristian Vang Álit er liðugt Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum setti 29. juni 2003 ein arbeiðsbólk at orða eitt álit um viðgerðarviður- skiftini hjá sjúklingum við typu 2 diabetes. Álitið er nú liðugt, og hósdagin fer bólkurin at handa landsstýrismannin- um í familju- og heilsu- málum álitið og at hava eina stutta framløgu í Familju- og Heilsumála- ráðnum. Arbeiðssetningurin hjá bólkinum hevur verið at lýsa viðgerðartørvin hjá sjúklingum við typu 2 diabetes, lýsa núverandi viðgerðarmøguleikar hjá sjúklingum við typu 2 diabetes, koma við upp- skotum um, hvussu við- gerðarviðurskiftini hjá hesum sjúklingum kunnu betrast og skipast, lýsa fyrimunir og vansar við uppskotunum til loysn á viðgerðarviðurskiftunum og at gera kostnaðarmet- ingar av uppskotunum til loysn á viðgerðarviður- skiftunum. Í sambandi við at tað var altjóða Deyva- dagur mánadagin, hevði Deyvafelagið í Føroyum eitt tiltak fyri børnunum í Deyvahúsinum. Ætlanin var, at ein fyrilestur skuldi verða seinni um kvøldið, men hann var av- lýstur, tí ongin tulkur var at fáa DEYVADAGUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Børnini í Deyvahúsinum stuttleikaðu sær óført hendan dagin, tá Angela kom á vitjan. Hon hevði ymsar framførslur fyri teimum við eitt nú ballón- um. Hon gjørdi ballóndjór og eisini gandaði hon. Hon stakk ein pinn gjøgnum eina ballón, uttan at hendan brast. Men tað var eftir, at ein roynd var miseydnað. Stuttligt var at síggja og hoyra børnini, hvussu spent tey vóru, tá hon stakk pinn- in ígjøgnum ballónina. Summi hildu fyri oyrini, og onnur hvinu av spenningi. Eftir at Angela var liðug við sína framførslu, fingu børnini at eta. Pizza, chips og sodavatn. Tað dámdi teimum sera væl, og hetta tiltakið má sigast at hava verið væleydnað. Ásvør Ellefsen, umsit- ingarleiðari í Deyvahúsin- um sigur, at hetta tey eru avbera fegin um, at hetta tiltakið eydnaðist so væl, og at børnini hugnaðu sær. Fyrilestur avlýstur Eftir ætlan skuldi ein fyri- estur verða seinni um kvøldið, men hesin var av- lýstur, tí at ongin tulkur var at fáa. Hetta harmast Ásvør stórliga um, tí at lagt varð upp til ein góðan og áhuga- verdan fyrilestur. – Vit hava roynt og roynt at fingið tulk, men tað lat seg ikki gera, so vit gjørdu av at avlýsa fyrilesturin, sigur Ásvør hørm á málin- um. Hon greiðir frá, at tað vóru tveir tulkar, og hesir megnaðu so dánt at nøkta allan tørvin. Men so segði annar upp, og hin fór í barnsburðarfarloyvi, og so hava tey dúvað upp á sokallaðar »free-lancarar« síðani. – Tað hevur sum so ikki verið nakar trupulleiki at fáa tulk, tá ið ástendur, men hesuferð lat tað seg simpulten ikki gera, og tað er so onki at gera við tað, sigur hon. Angela hevði tó tulk til børnini. Tað var ein mamma, sum traðkaði til. Men Ásvør heldur, at tað hevði kunnað gingið uttan tulk, um illa vildi til har eisini, tí Angela hevur so góðan mimikk. Bjørt framtíð Hóast ongin tulkur er til deyv, sum nú er. Og tað gekk so illa at fáa ein til hetta tiltakið í sambandi við Deyvadagin, so er Ásvør ikki so svørtskygd, tá tað kemur til framtíðina hjá deyvum og tulkum. – Sum nú er, eru fimm tulkar undir útbúgving, men tað tekur hálvt fjórða ár, so um eina tíð, fer tað helst at síggja bjartari út. Í øllum førum hjá teimum, sum eru børn og ung í dag, heldur Ásvør Ellefsen, um- sitingarleiðari í Deyvahús- inum. Altjóða Deyvadagur: Tiltak fyri børn í Deyvahúsinum Børnini sótu sera spent og lurtaðu og hugdu eftir Angelu, meðan hon hevði sína framførslu Mynd: Jens K. Vang Angela hugtók børnini við sínari framførslu. Hon royndi at ganda við at trýsta ein pinn í gjøgnum eina ballón uttan at hon brast. Men tann fyrsta royndin miseydnaðist Mynd: Jens K. Vang C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Prísur fyri hvønn úr kr. 600,-