Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. oktober 1996síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 11. OKTOBER 1996 tíðindablaðið 19 KÍ kann sjálvt avgera Seinasta umfar í 1. deild hjá kvinnum verður spælt sunnudagin. KÍ og B36 stríðast um gullmerkini, men klaksvíkskvinnur hava stóran fyrimun undan seinasta dystinum Tvey stig á odda og ein dystur er eftir at spæla Ongantíð áður hava kvinnurnar hjá KÍ verið so nær við at tryggja sær FM- heitið í kvinnudeildini Sunnudagin verður sein- asta umfari í kvinnu deildini spælt, og tå skal tað vísa seg, um klaksvíkskvinnur eru nóg kaldar til at tryggja sær FM-heitið Seinasti dysturin hjá KÍ er á Skála, har liðið, sum leingi lá á odda í deildini, men nú er snávað, tekur ímóti Skála hevur í ár havt betri lið enn í fleiri ár, og tað hevur eisini verið til at sæð aftur í úrslitunum Hildu tørn moti EM Leingi lá Skála á odda í landskappingini, og tá bert fáir dystir vóru eftir at spæla, vóru tær besta boðið uppá gullkrónurnar, men nú fáa tær valla heiðursmerki Orsøkin er einfald: Tær hava tapt avgerandi dystir móti endanum, og er farnar av 1. plássið og niður á 4. pláss Hjá KI hevur hinvegin gingið væl móti endanum, tí efuúr at tær taptu avgerandi oddadystin móti Skála í Klaksvík, vóru tað tey flestu sum hildu, at nú vóru tær lidnar í gullstríðnum. Men tær fótaðu sær, og hava tikið seg stødugt frma móti odd- inum. Nú ein dystur er eftir at spæla, kunnu tær sjálv- ar avgera hvar gullkrón- urnar skulu endað Urslitini hjá KI á Skála eru ikki tey bestu, men tær vinna javnan har. Í 1992 vann Skála 4-0, í 1993 2- 0, meðan Kl vann í 1994, úrslitið var tá 2-1. Í fjør spældu kvinnurnar dubultkapping, og tá vann KÍ annan dystin (3-0) og tapti hin (4-2) Herman Jacobsen verður dómari í dystinum sunnudagin, og hann hevur linjuverjar úr B68 B36 kann bert vóna Eftir javnleikin í Lorvík seinasta sunnudag, er av- gerðin um FM-heitið ikki longur í hondunum á B36 Við sigri á LÍF kundu tær verið komnar åjavnt við KI í stigum undan seinasta umfari. B36 hevur nógv betri målmun enn Kl, og ti høvdu tær staðið væl áðrenn seinasta dystin vinnarunum í Føroyingarnir í EM undankappingini í Svóríki eru stak væl nógdir við avrikið og úrslitið móti Fraklandi I kveld klokkan 18 spælir føroyska U-I8 landsliðið fyri seinastu ferð í U-18 undankappingini, sum hesa vikuna er í økinum kring Kalmar í Svøriki. Mót stødulandid hesa ferð er Letland, og spælt verður um at sleppa undan aftasta plássinum í bólkinum. Bæði letlendingar og føroyingar hava tapt fyri Svøriki og Fraklandi, sum í kveld fara Hagtølini U-18 EM undan- kapping | Feroyar-Frakland 0-2 (0-0) I Tingbyskans, Smedby nærindis Kalmar í Svøriki, mikudagin 9 | | oktober 1996, kl. 16.00 0-1: 60. min, 0-2: 75 | min Føroyar: René Tórgarð, B36 — Jákup á Borg, B36, Fróði Clementsen, B36, | Niklas Niclasen, KÍ, Kári | | Sigvardsen, NSÍ, Bárður á Lakjuni, ÍF — Kristian Høgni Jacobsen, NSÍ, Mannbjørn Neså, B68 | (Svenning W. Hansen, B36, 81.), Rógvi Jacob sen, Kl, Andrew av Fløt- | um, HB - Eydun Høj- | gaard, HB at spæla um, hvør skal vinna bólkin og harvið halda fram í kappingini, sum endar komandi summar Letland tapti 5-0 móti Fraklandi og 1-0 móti Svøriki, sum í síðstu løtu skoraði sigursmálið. Sum vit hoyrdu í gjár, so taptu okkara 5-0 móti Svøriki. Í fyrrakveldið spældu teir móti europameistarunum úr Fraklandi, og tað gekk nógv betri, enn roknað var við Vandin fyri stórtapi lúrdi í huganum, men okkara taptu 2-0, og í ein tíma hildu teir málið reint hjá René Tor- garð, sum hevði avloyst Magnus Poulsen í málinum Venjarin hjá føroyska lið- num, Johan Nielsen, var greiður yvir, at måtstødu liðið var ikki hver sum helst, og tí var útgangs stødan sera verjukend. Jåk up á Borg var tikin úr álop- inum og aftur á vongverjan, og Eyðun Højgaard var einsamallur á toppinum, men hann hevði eisini verjuuppgávur Koyrdu á alla tíðina Føroyingarnir kendu einki til fraklendingarnar, sum vóru akkurát so bólttryggir, skjótir og vandamiklir, sum roknast kundi við. Fimm teirra spæla dagliga í fremstu deildini í Fraklandi, td. er miðframherjin á lið num hjá Paris SG, og tað sígur ikki so lítið. Hesir fimm komu ikki til Svørikis fyrrenn mánadagin, tí teir spældu í landskappingini heima um vikuskiftid Fransmenninir vóru ágangandi alla tíðina. Teir royndu at yvirspæla í síð unum og við eitt tvey sam anspæli at taga føroyska verjugarðin sundur, men tað var lættari sagt enn gjørt Teir royndu ikki serliga nógv við langskotum, og René Torgarð vardi stak væl, tá teir royndu, og í høv uðspælinum inni fyri mál inum vóru okkara målverji og verjuspælararnir á hædd við motstødumenninar Ofta hevur tað víst seg ikki minst hjá a-landslið num at mótsteðuliðið trýstir nógv fólk fram og tekur verjupartin í so mikið lítlum álvara, at okkara fáa møguleikar í snarálopum Soleiðis var ikki móti frans- monnum. Teir hildu høvdid kalt alla tíðina, verjuspæl- ararnir røktu sínar uppgåv ur, og teir hildu á at spæla og sparkaðu ikki, og tá ein tími var farin, fingu teir hol á. Fyrra málið fingu teir eft- ir eitt av óteljandi horna- spørkunum, og seinna mål- ið, sum kom eitt korter seinni, fingu teir eftir gjøg numbrot í vinstru Stak væl Johan Nielsen, venjari, sig ur úr Kalmar, at hann er stak væl nøgdur við avrikið hjá B36 hevur seinastu árini staðið seg serliga væl í steypakappingini, meðan onnur lið eru farin við FM heitinum, hóast tær svertu og hvítu hava verið við í oddastríðnum Seinast B36 var føroyameistari var f 1987 I år kom B36 ikki i steypafinaluna, ti tær taptu báðar semifinalurnar móti grannunum í HB, sum seinni vunnu á Kl í final- uni, og tí settu tær alla ork- una í at vinna FM-heitið, sum tær framvegis hava møguleika at vinna B36 má fyrst og fremst gera sítt arbeiði til fulnar við at vinna á EB í Gundadali, og so mugu tær vóna, at Skála kann fáa javnleik ella vinna á KÍ Hendir tað, eru tær føroyameistarar LÍF situr á bronsuni Lorvikskvinnur, sum sein- asta sunnudag fingu javn- leik móti B36, høvdu undan tí dystinum lítlan teoretiskan møguleika at vinna FM-heitið, men tann møguleikin er nú rokin Eisini í stríðnum um silvuri verður LÍF ov stutt, tí tær hava ov vánaligan málmun, skuldi tað hent at B36 tapir móti EB samstundis sum tær vinna á Sumba Lorvíkskvinnur sita í løtuni á bronsukrónunum, og vinna tær dystin sunnu- dagin, hava tær ogna sær heiðursmerkini framman fyri Skála Sannlíkið er stórt fyri, a LÍF fær heidursmerki, t skal Skála ístaðin fáa bronsuna, so skal Skála fyrst vinna á KI og so dúva uppá at Sumba fær javnt ella vinnur í Lorvík, og ið hvussu er tað seinna úrslitið er lítið sannlíkt Eingi onnur lið enn hesi eru við í stríðnum um heiðursmerki. Eftir góðu dystirnar rundanum summarfrítíðina, tá liðið ein tima sínum monnum Teir vóru raskir og nær lagdir, teir hildu høvdid kalt, og teir hildu allar av- talur, sum vit høvdu gjørt til punkt og prikkar. Vit kendu fyritreytirnar, og vit spældu Ogvuliga verjukent Við sovornar spælarar skulu vit ikki renna kapp og kapp ast við i boltførleika, men í staðin var avtalan, at vit skuldu halda stødurnar skerma av í síðunum og bakka hvønn annan upp, og tað eydnaðist. Verjuspælar arnir runnu ikki so nógv, tí vit vóru so kroystir, men miðvallararnir og einsa malli álopsmaðurin tóku nógvar túrar, sum vóru bæði langir og strevnir Føroyski venjarin sigur eisini, at vøllurin i litlu bygdini, Smedeby, var ikki i serliga g6dum standi, og tað darvaði fransmonnum i teirra småspæli, tí tað var torført at rokna út, hvussu bólturin fór at ferðast Lettar spæla harðliga Aftur og aftur hevur verið at hoyrt, at føroyingarnir fara niður við nakkanum, tá tað líður út í slíkari kapping, men Johan Nielsen heldur ikki, at nøkur tekin vóru til hetta, tá teir fyrireikaðu seg til uppgávuna í kveld Í gjár segði hann Vit fara at venja eina ferð í dag. og tá fáa vit at síggja, men eg haldi ikki, at dysturin móti Fraklandi boðaði frá, at spælararnir eru útkoyrdir. Teir orkaðu væl og tað hevur eisini við sær, at sinniliga yvirskotið er nóg stórt. Hvat hasum viðvíkur stúri eg ikki so nógv fyri Letlandi. Men eg fregnaðist hjá svenska venj- aranum um, hvussu lettarnir spæla, og hann segði, at teir eru sterkir og brúka krops- megina nógv og spæla harð- liga. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at taka seg upp, men eingin ivi er um, + umframt til fótbóltseynini verða krøvini til likamligu evnini í kveld stór Mannbjørn Nesá úr B68 noyddist at fara av vøllin- um, tí hann hevði fingið ein snudd, tá teir spældu móti Fraklandi, men teir roknaðu við, at hann verður klárur seinnapartin í dag. Allir spælararnir hava tað gott, og teir læta heilsa heima Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroya ímorgin jh var væl mannað, hevur HB einki fingið burtur úr móti endanum av kappingini, og liggur 12 stig aftanfyri nummar 1. At tað er óvanligt siga hagtølini seinnu árini: HB vann FM- heitið trý ár á rað frá 1993 til 1995 EB hevur savnað sær 10 stig gjøgnum árið, og var dystur um niðurflyting, so vóru tað ikki tær, men sumbingar sum fóru niður. Sumba hevur havt trupult við at manna liðið seinnu dystirnar, tí nógvir spælarar hava ikki fingið spælt, og so nógv fólk er ikki at taka av har suðuri Tað er tó at vóna at sum- bingar ikki gevast á hond- um, tí tað er gott fyri geo- grafisku javnvágina í kappingini, at eitt suður- oyarlið er við. Í 2. deild hjá kvinnum hevur eitt annað suðuroyarlið, VB framvegis møguleikar at vinna sær uppflyting í 1 deild ek SÚKKLUR * allar steddir * nógv sløg & bert tær JOHN W. THOMSEN Box 10 - 700 Klaksvik Tlf. 55858 - Fax 57878 Ikki eftirpurd Lærararáð Argja skúla mót- mælir býráðssamtyktini frá 26. september viðvíkjandi 10. fl. í Tórshanar Komm- unu - Tað er átaluvert, at ar- beitt verður við slíkum broytingum, uttan at lærara- ráð, næmingar og foreldur eru eftirspurd, sigur lærara- ráðið svarar alt sam Eyðkvæmislinjan døgrid á tif. 18820. Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persónlig ráð- geving og serligir spurningar verða svaraðir.