Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 185 - 1. oktober 2003 Nr. 185 - 1. oktober 2003 9 Skal gera oynna kenda Uppgávan hjá eini kunningarstovu er at gera økið, hon um- boðar, kent. Við teim- um betraðu umstøð- unum, Kunningar- stovan í Vágum nú hevur fingið, væntar leiðarin nýggjar tíðir KUNNING Orð/myndir Edvard Joensen edvards@sosialurin.fo Miðvági: Kunningarstovan í Vágum Ssal gerast meira sjónlig og menna ferðavinnuna í oynni munandi, sigur kunningar- leiðarin, Terji Nielsen. Betr- aðu hølisviðurskiftini fara at leggja lunnar undir hesa mennigina, metir hann. Frá at húsast í einum rúmi á kommunuskrivstov- uni í Miðvági er Kunning- arstovan nú flutt í væl størri høli hjá Godtfred Joensen yvir av Sparikassanum í Miðvági. Stórir sýnisglugg- ar og skelti á húsinum gera beinanveg Kunningarstov- una sjónligari, og tað skuldi so verið við til at leitt fleiri fólk inn á gólvið, heldur leiðarin. Tað hevur verið heldur smátt við tí, sigur hann, og metir, at enn ikki øll vága- fólk vistu, hvar Kunningar- stovan helt til. Umframt høvuðsskriv- stovuna í Miðvági rekur Kunningarstovan hjá Fel- agnum Vágum eisini kunn- ingardiskin á flogvøllinum. Tey eru trý fólk, sum starv- ast hjá Felagnum Vágum í dag. Eitt er tó hálva tíð. Í samband við at Kunn- ingarstovan mánadagin flutti í nýggju hølini í Mið- vági, var samkoma, har al- menningurin og innboðin vóru til staðar. Tiltakið byrjaði við, at bussur úr Vágum fór til Havnar eftir fólki frá ferða- vinnuni, sum boðin vóru vestur í Vágar í samband við tiltakið. Farið varð fyrst til Sanda- vágs, har fróðarmaðurin Sigurd Petersen, fyrrver- andi skúlastjóri, fór gongu- túr oman við Stórá, eftir Steigini og oman í kirkjuna. Sigurd Petersen segði á túrinum frá um løgmans- tíðina, umhvørvið við Løg- mansgarðin og frá kirkjum í Sandavági og serliga hesi, ið nú er. Á Kunningarstovuni í Miðvági var móttøka í sam- band við flytingina. Starvs- felagarnir frá Kunningar- stovunum norðanfjørðs vóru komnir at heilsa upp á manningina í Vágum og bera fram góðynski. Um- framt vóru eisini fólk frá Ferðaráðnum og ymsum ferðaskrivstovum, sum vóru komin inn á gólvið. Vágafólk vóru eisini mill- um gestirnar. Kommunal- politikarar, vinnufólk og handilsfólk. Ein teirra, sum hevði orð- ið á samkomuni Miðvági, var stjórin á Ferðaráði Før- oya, Heri Niclasen. Hann ásannaði, at Kunn- ingarsovan í Vágum hevur verið í so anonym, og metti hann hetta vera orsakað av teirri ógvuliga sparnu pen- ingajáttan, arbeitt hevur verið við hesi árini, Kunn- ingarstovan hevur verið til. Men sum skilst eru vinnufól og komunur í Vágum nú vorðin greið yvir, at skal oyggin markn- aðarførast, eigur tað at ger- ast við eini Kunningar- stovu, og tað krevur pengar. Hann fegnasðist eisini um, at Kunningarstovan hevur yvirtikið kunningar- diskin á flogvøllinum og vónaði og væntaði gott samstarv millum Feðra- ráðið og Kunningarstovuna í Vágum í framtíðini. Tað er Felagið Vágar, sum rekur Kunningarstov- una. Felagið Vágar er sam- tak av vinnufeløgum og ferðavinnuni í Vágum. Eis- ini eru kommunurnar við í samtakinum. Fleiri teirra, sum starvast á øðrum kunningarstovum kring landið, høvdu eisini orðið og ynsku starvsfeløg- unum i Vágum góða eydnu og lovaðu gott samstarv. Havt varð millum annað á orði, at tey fegnaðust um at kunna ásanna, at Kunning- arstovurnar nú vóru vorðn- ar ein verdugur samstarvs- felagi hjá Ferðaráðnum. At gera Kunningarstov- una í Miðvági rættiliga sjónska skal nýggja bú- merkið, sum avdúkað varð hendan dagin, vera við til. Skrivað varð út kapping um búmerki, og ikki færri enn 81 uppskot komu inn. Fyrstu viðrisløn fekk Jógv- an Høgnesen í Leirvík fyri búmerkið, sum nú hongur yvir inngongdini til Kunn- ingarstovuna í Miðvági. Tey trý starvsfólkini á Kunningarstovuni í Vágum undir nýggja búmerkinum. Terji Nielsen, Anna Sofía Nordendal og Astrid Berglíð Hesar báðar tosa ivaleyst um gongutúrar í Føroyum Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunnignarstovuni í Havn ynskir kunningarleiðaranum í Vágum góða eydnu Gravørurin Czeslaw Slania er kendur um allan heim fyri hansara listarligu verk og tað ótrúliga ágrýtni. Hann hevur graverað meiri enn 1000 frímerki - og er hetta eitt heimsmet, sum helst ongin kemur nær. Czeslaw Slania er føddur 22. oktober, 1921 í lítla polska býnum Czelad. Longu sum smádrongur vísti hann evnir til at ar- beiða við smáum sniðum, tá hann nýtti pengaseðlar sum fyrimynd fyri tekning- ar hansara. Hann teknaði eisini pinkumyndir av floksfelagum og av hestum. Hann var útlærdur á Lista- háskúlanum í Krakow, sum er ein av mest viðurkendu skúlunum fyri grafiska list. Meðan hann las, fekk hann arbeiði hjá polsku ríkis- prentsmiðjuni, har hann ar- beiddi í 6 ár. Í 1956 flutti 35 ára gamli Slania til Svøríki, har hann fór at arbeiða fyri svenska postverkið. Hann hevur graverað frímerki fyri svenska postverkið í meira enn 40 ár. Síðan hann byrjaði at gravera fyri svenska postverkið, eru fleiri onnur lond vorðin fastir kundar hjá honum. Hann er síðan heiðraður sum kongligur gravørur í Svøríki, Danmark og Mo- naco, og hevur vunnið mangar virðislønir fyri tær snøggu og neyvu grav- ururnar. Umframt frímerki, hevur hann eisini graverað pengaseðlar, og fleiri privat verk, sum hann hevur gjørt "til stuttleika". Her kann nevnast ein røð av kendum kvinnuligum filmleikarum, og ein røð við heimsmeist- arum í boksing frá 1889 til 1964. Slania er ein fjølbroyttur listamaður. Tað sæst á teim- um mongu evnunum hann arbeiðir við, sum fevna um alt frá kongaligum andlits- myndum, og plantu- og djóraríkinum til film- stjørnur. Hann hevur enntá tíð og pláss til at seta sítt persónliga eyðkenni á tey evarska lítlu listaverkini m.a. eina keipumynd av honum sjálvum ella nøvn á vinum. "Tað er ein fragt at mynd- evnini eru so fjøltáttað", sigur Slania. "Hetta ger tað meiri áhugavert at arbeiða sum gravørur. Mær dámar best at arbeiða, tá fleiri ymiskir smálutir eru í ein- um myndevni, so sum hest- ar, skýggj, ber húð ella kanska ein brosja….. Hetta ger arbeiði deiliga fløkt, akkurát sum á mínum frí- merki nummar 1000." Czeslaw Slania graveraði tey fyrstu frímerkini, sum Postverk Føroya gav út í 1976, og hevur síðan hann í alt graverað hundrað før- oysk frímerki. Kelda: Postverk Føroya, Frímerkjadeildin NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin Oktober Í gamla rómverska ka- lendaranum byrjaði ár- ið við marsmánaði, og oktober var so áttandi mánaðurin, octo merk- ir júst átta. Hjá okkum er hann tann tíggjundi. 1. oktober. Remigius, deyður í 533. Galliskur aðalsmaður, sum longu 22 ára gamal varð valdur til biskup í Reims. Kristnaði Chlodovech kong, sum var langabbi Karla- magnus. Remigius doyði 96 ára gamal. Erland Ludvig 50 29. september fylti Erland Ludvig lærari í Havn 50 ár. Erland er vestmenningur, sonur Tullu, f. Christoffer- sen, úr Vestmanna, og Jar- mund Ludvig, ættaður úr Vági. Erland tók prógv sum frítíðarpedagogur í 1978 og læraraprógv á Før- oya Læraraskúla í 1982. Hann var eitt tíðarskeið lærari á Syðradali og á Argjum frá 1982-84. Síðan 1984 hevur hann verið lærari á Venjingarskúlan- um. Hann er giftur við Beintu Nattestad úr Havn, dóttir Ninnu, f. Jensen, úr Por- keri, og Asbjørn Nattestad, úr Hvalba, sum var fanga- vørður í Havn. Beinta og Erland eiga tvær døtur: Elin, 28 ár, og Malan, 22 ár, sum báðar eru búsitandi í Danmark. Czeslaw Slania: Graverað 100 føroysk frímerki Svend Thulesen 75 ár Leygardagin 27. september fylti Svend Thulesen, fyrr- verandi stjóri í P/F J.F. Kjølbro, búsitandi í Keyp- mannahavn, 75 ár. Svend Thulesen er fødd- ur í Keypmannahavn, sonur Marthu og Erik Thulesen. Foreldrini vóru donsk, og pápin var eina tíð sóknar- prestur í Vági. Svend fekk realprógv í Vági í 1943 og students- prógv í Keypmannahavn í 1947. Í 1954 fekk hann prógv sum siviløkonom á handilsháskúlanum í Keyp- mannahavn. Hann arbeiddi sum rokn- skaparmaður hjá Colgate- Palmolive í Keypmanna- havn frá 1955-60. Hann var stjóri og sat í stýrinum fyri Nordafar í Føroyingahavn- ini frá 1960-65 og stjóri í P/F J.F.Kjølbro í Klaksvík í 30 ár, frá 1966-96. Svend Thulesen hevði nógv álitisstørv í føroyska samfelagnum, t.d. sat hann í nevndini fyri Føroya Fiskasølu frá 1974-96, har hann í nógv ár var nevnd- arformaður. Hann sat í nevndini fyri Føroya Ar- beiðsgevarafelag frá 1975- 82. Hann var formaður í stýrinum fyri Ráfiska- nevndina frá 1967-77, í Føroya Reiðarafelag frá 1969-80 og Føroya Ídnað- argrunni frá 1971-75. Hann var nevndarlimur í Føroya Banka frá 1970-91 og í Realkredittinum frá 1970- 97 og í Tryggingarsam- bandinum Føroyar frá 1979-83. Eisini var hann býráðslimur í Klaksvík frá 1981-84 og sum eykamað- ur frá 1985-88. Svend giftist í 1951 við Astu, f. Gaard, fødd í 1930, dóttir Ellu f, Mohr, og Martin Gaard. Asta og Svend búðu í Klaksvík øll árini, meðan Svend var stjóri hjá J.F. Kjølbro. Tey fingu eina dóttir, Randi, sum er gift við Hans Paula Johannesen úr Klaksvík, tey búgva í Keypmanna- havn og eiga synirnar Bjarka og Hjalta. Síðst í 90-unum fluttu Asta og Svend til Dan- markar at búgva og bú- settust í Keypmannahavn. Asta doyði í 1999. Regin Abrahamsen 60 Í dag, 1. oktober, fyllir Regin Abrahamsen í Nak- skov 60 ár. Hann er føddur í Oyndarfirði, sonur Janu Eldevig úr Elduvík og Hans J. Abrahamsen úr Oyndarfirði. Regin tók læraraprógv á Haslev Seminarium í 1969. Hann var lærari í Nyker á Bornholm til 1971, síðani í Stormarnskolen í Nakskov til 1981, í Fuglafirði til 1983 og síðani tað aftur í Nakskov. Hann hevur verið á fleiri ársskeiðum og øðrum skeiðum, serliga í alisfrøði, elektronikki, EDV, fotolæru og sjónbandaupptøku. Um kvøldarnar hevur hann undirvíst á ungdómsskúl- anum í Nakskov. Hann ger nógv við at telva og hevur verið formaður í talvfelag- num í Nakskov. Veðrahøvd, sum Czeslaw Slania hevur graverað fyri Postverk Føroya C M Y K 9 8