Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 185 - 1. oktober 2003 Nr. 185 - 1. oktober 2003 11 Í hesum døgum verður sannur skotskur dámur yvir Havnina. Skotsk vika er og fólk umboðandi ymsar tættir av skotska sam- felagnum, her fyrst og fremst Aberdeen, fara at vera partur av býarmyndini komandi dagarnar. Tað veri so umboð fyri handil og vinnulív, fyri mentan og útbúgving og mong onnur við. At aberdeenbúgvar leggja stóran dent á til- takið verður eisini staðfest við tí sannroynd, at sjálvur borgarstjórin, Lord Provost, er við á ferðini. Hetta er fyrsta vitjan hansara í Føroyum nakrantíð. Sjálvur er hann gamal í garði í lokalpolitikki har og var m.a. býráðslimur, tá Smyril á sinni sigldi til Aberedeen. Nú hevur hann so tikið við ovastu leiðsluni í stórbýnum og er eitt av hansara málum komandi at menna sam- vinnuna millum vinabýirnar báðar, Havn- ina og Aberdeen. Tað veri seg á øllum hugsandi økjum, frá vanligum samhandli til mentanarligt samstarv innan list, tónleik, handverk oa. Tað, sum í dag fyrst og fremst knýtir pláss- ini saman, er fasta rutan hjá Atlantsflog. Hetta er ein týðandi fortreyt fyri at menna samvinnuna og samstarvið millum Fø.royar og Aberdeen. Tí mugu vit bara vóna, at føroyska flogfelagið heldur fram við at røkja hesa rutu. Tað eru so helst mong, sum eisini sóu, at sjóvegis samband var millum plássini. Men tað er so nakað, sum vit enn bara kunnu hava í okkara ynskiverð, tí soleiðis sum siglingin hjá eitt nú Norrønu er, vendist neyvan aftur til gomlu rutuna hjá Smyrli á sinni. Vit mugu so kortini royna at troyta allar hugsandi møguleikar fyri at knýta tættari bond. Hetta er ikki minst týdningarmikið komandi árini, tá vit helst fara at síggja økt virksemi á oljuøkinum. Við sínum nærum 30 ára royndum hava skotar og ikki minst aberdeenbúgvar nógv gott at geva okkum. Skotsku dagarnir verða ein stóran part av vikuni. Vit vilja við hesum bjóða okkara grannum og frændum úr Aberedeen hjarta- liga vælkomnum. DAGSINS MEINING Sosialurin Verið vælkomnir skotar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bill Justinussen Seinastu dagarnar hava fleiri viðmerkingar verið í fjølmiðlunum um tað so- nevnda heilsuavgjaldið. Tey flestu skíra avgjaldið at vera eina inntøkukeldu til komandi fíggjarlóg og so- statt ikki grundað á fyri- byrging. Sum landsstýris- maður í heilsumálum havi eg verið við til at skotið upp hetta avgjald, ikki fyri at fáa meiri pening í lands- kassan, men við heilsuni hjá serliga børnunum og ungdóminum fyri eyga. Vælferðarsjúkur økjast Tað er tíverri ein sann- roynd, at tær sokallaðu væl- ferðarsjúkurnar økjast. Til- burðir av sjúkum, sum kunnu vera orsakaðar av eitt nú ov nógvum góðgæti, sodavatni, feitum kosti og ov lítlari rørslu eykast støð- ugt. Ávaringarnar og var- skóini frá læknum, heilsu- frøðingum, skúlaleiðarum, dagrøktarum o.ø. kunnu ikki misfatast, og kann myndugleikin ikki bara stilla seg við liðina á øðrum áskoðarum og øtast. Nógv er skrivað um sjúkuvandarnar við ósunn- um matvanum saman við ov lítlari rørslu. Tað eru serliga sjúkur sum diabetes typa 2 og hjarta- og æðra- sjúkur, ið økjast í hesum sambandi. Professarin og yvirlæknin Sten Madsbad skrivar í grein um fyri- byrging av diabetes typu 2, at ein kanning av 84.941 kvinnum staðfestir, at 5 høvuðsorsøkir eru til heili 91% av øllum typu 2 dia- betes. Hesar eru: • yvirvekt • vantandi rørsla (minst 30 min. um dagin) • kostur (lítið fipuríhav og ómettað fitievni og nógv mettað fitiíhav) • royking • alkohol Hann sigur víðari, at sum heild eru hesi 5 økini eisini høvuðsorsøkir til flestu hjarta- og æðrasjúkur. Tennirnar Eisini tannlæknarnir vísa á skeivu gongdina. Føroya Tannlæknafelag hevur latið gjørt eina frágreiðing um tannheilsuna hjá føroyskum børnum og ungum í aldrin- um 0-16 ár í tíðarskeiðnum 1991-2001. Her eru nøkur brot úr frágreiðingini: Í tíðarskeiðnum 1991- 1996 fór størsta broytingin til tað betra innan tann- heilsuna fram. Hesi árini var kreppa í føroyska sam- felagnum og umstøðurnar hjá barnafamiljum gjørdust peningaliga trongar. Hugsast kann, at vána- liga keypiorkan gjørdi, at ovurnýtslan av góðgæti minkaði samsvarandi. Nú tíðirnar aftur eru góð- ar í Føroyum, er stígur komin í og tannheilsan batnar ikki eins skjótt og í kreppuáriunum. Skal úrslitið gerast enn betur, krevst ein hugburðs- broyting, bæði samfelags- liga og politiskt til kost og heilsu sum heild Heilsufremjandi tiltøk Tað er lættast og laðaligast at lata eyguni aftur fyri hesum veruleikum og lata heilsuna rekast fyri váð og vind í líkasælari frøi inntil tað er ov seint. Men sum heilsumyndugleiki er tað mín uppgáva at seta tiltøk í verk, sum kunnu vera við til at betra um heilsustøð- una hjá øllum borgarum í hesum landi, ikki minst hjá børnunum og ungdómin- um. Heilsuavgjaldið kann vera ein vegur at ganga, men einsamalt hevur tað helst avmarkaða ávirkan. Sjálvandi eiga heilsufremj- andi tiltøk samstundis at setast í verk, og er tað júst hetta, familju- og heilsu- málaráðið hevur nýtt nógva orku til. Tiltøkini verða framd í tøttum samráði við fyribyrgingarráðið, og í hesum døgum verða bólkar settir undir fyribyrgingar- ráðnum til at gera kanning- ar og koma við uppskotum um heilsufremjandi tiltøk. Eitt samstarv er sett í gongd við mentamálaráðið um støðuna í skúlunum kring landið, og vænti eg mær nógv av hesum sam- starvi. Eisini hava fundir verið við bryggjaríini um, hvørjir møguleikar eru fyri at framleiða aðrar heilsu- betri drykkir, vónandi kann okkurt spyrjast burturúr tí arbeiðinum. Umframt om- anfyrinevndu tiltøk eru onnur í umbúna. Stýring av privatnýtslu Fremsti búskaparfrøðingur landsins hevur víst á, at tað er óheppið at stýra við slíkum avgjøldum. Hesum eri eg ikki samdur við hon- um í. Tað er júst uppgávan hjá landsstýrinum at stýra, og eitt amboð er avgjøld. Ein grundgeving er, at vit ikki eiga at leggja okkum út í, hvussu fólk brúkar sín pening. Tað gera vit heldur ikki, tí tað verður framvegis loyvt at keypa sodavatn og góðgæti, um nakar skuldi ivast. At hesar vørur gerast eitt sindur dýrari, merkir ikki, at tær ikki kunnu keypast, men júst avgjald á hesar vørur kann ikki vera nøkur vanlukka, tí hetta er ikki neyðsynjarvørur. Ong- in fer illa av ikki at drekka sodavatn ella eta góðgæti. Hinvegin kann tað fáa nøkur at hugsa seg eitt sindur betri um og møgu- liga leiða tey til at keypa aðrar vørur, sum eru betri fyri heilsuna. Framtíðin Tey allarflestu eru samd um, at nakað má gerast við støðuna. Nýtslan av góð- gæti og sodavatni er økt sera nógv seinastu árini, og vit kenna als ikki enn til fulnar veruligu avleiðing- arnar av hesum. Men tá vit um nøkur ár standa við heilsuligu avleiðingunum, sum fakfólkini ávara um, er longu ov seint at broyta gongdina. Eg meti ikki, at eitt einasta foreldur í landi okkara ynskir barni sínum eina framtíð við heilsu- trupulleikum orsakað av skeivum matvanum í barnaárunum. Tíverri hava vit vaksnu lyndi at gerast líkasæl og halda, at júst okkara børn ikki verður rakt av tílíkari sjúku. Og tá so trupulleikin brádliga er vorðin veruleiki, kann vera ov seint at broyta vanarnar. Tí er heilsuavgjaldið ein liður í einum størri átaki til frama fyri fólkaheilsuna. Heilsuavgjaldið einsamalt ger ikki allan munin, men saman við miðvísum heilsufremjandi átøkum og eini fólkaheilsuætlan fyri Føroyar er vónin, at fólka- heilsan støðugt batnar. Heilsuavgjaldið Virgar T. Dalsgaard Ringsted Á mikkjalsmessu 2003 Pedantisk blaðrevsing Sum sjálvbjargin loysingar- maður hevur Sjúrður, blað- skrivari, Skaale funnið sær eina sonevnda nichu í Keypmannahavn – ein lýggjan danskan skáa aftur- undir Christiansborg, har hann hevur fingið tjansin sum vællønað factotum hjá harra Tórbirni Jacobsen, fólkatingsmanni og loys- ingarprofeti. Fullveldis-Skaale hevur fyri danskan pening inn- rættað sær eitt tjóðveldis- laboratorium við øllum hugsandi hentleikum í sjálvum tí danska Fólka- tinginum – sig so, at danir ikki eru tolerantir og fittir menn. Arbeiðið fyri norðurat- lantisku loysingarmeinig- heitina er valla serliga tíð- arkrevjandi, so vit mugu halda, at harra Skaale keðir seg eitt sindur í arbeiðs- tíðini. Men treyðugt so, Danmark hevur nógv at bjóða einum ovurføroysk- um loysingarmanni, og av- lopstíðin í Keypmannahavn kann brúkast til hvørt av sínum, eitt nú smettusøgur, propagandafyrilestrar og republikansk lesarabrøv. Tað hevur ikki vakt sørt av áhuga millum blaðlesandi føroyingar at síggja sein- astu politisku glepsini frá tjóðveldis-verkstaðnum á Christiansborg, skrivað av júst SS, sum harra Skaale so rámandi sjálvur plagar at kalla seg í bløðunum. Fyri at vísa, at hann er sína donsku fólkatings- skrivaraløn ríkiliga verdur, er hesin SS-blaðmaður sum ein annar Erasmus Mon- tanus við fremstafingri á lofti farin at belæra sjálv- stýrismannin, Lassa Klein um blaðskriving, og í somu syftu fer hann ráðisliga eftir Dimmalættingarmonnum á Skáanum. SS hevur leingi í febrilskum, nærmast neurotiskum greinum herj- að á Sosialin, tí hann kennir eitt kall sum journalistiskur smakksdómari. Og nú er SS tungt skelk- aður og forargaður vegna danska pressu – tessvegna sær hann seg noyddan til at »revsa« og manuducera føroyskar blaðmenn við- víkjandi kelduupplýsingum spesielt og journalistiska kynstrinum generelt. Feia fyri egnari gátt, Skaale! SS hevur grúiliga ilt av, at føroyskir blaðmenn ikki altíð geva upp keldur og bókmentaávísanir, tá ið teir skriva. Hann hevur eisini hjálpt donskum blaðmonn- um í Keypmannahavn við síni skriving, so teir fingu ilt fyri hjartað. Sjálvandi mugu vit geva SSi rætt í, at kelduávísingar kunnu vera eitt rímiligt krav – bæði í bløðum og fyrilestrum – serliga tá ið tað snýr seg um kontro- versielt tilfar ella beinleiðis avskrift (plagiat), men tað kunnu roknast upp nógv dømi, har blaðmaðurin sjálvur við sínum autoriteti og vitan heftir fyri inni- haldinum, og har verður ilt at kanna hjørtu og nýru, og tað er heilt burturvið at krevja, at vanligar blað- greinir um triviel evni skulu hava kelduávísan hvørja ferð. Hetta er hvørki juridiskt- ella moralskt krav, og tað hevði gjørt journalistiska arbeiðið ómøguligt. Tað er jú ikki vísindaligt tilfar, menn fáast við. Og hvussu er nú við keld- um og kelduviðferð hjá SSi sjálvum. Er hann ikki sjálv- ur ein av søgufalsarunum? Hann var t.d. í Føroyahús- inum á Vestarubrúgv fyri tveimum vikum síðani og helt ein sonevndan fyri- lestur um føroysk politisk viðurskifti fyri eini sak- leysari danskari fjøld, ein deild av Norrøna felagnum. Evnið var sera kontro- versielt, og Skaale kom við nógvum postulatum og frelstum leysasøgum, sum vóru uttan dokumentatión. Hví borðreiðir hesin sam- vitskufulli moralistur við hálvum- og heilum ósann- indum? Er slíkt ikki mani- pulatión? Hvussu ber tað til, at hesin erkvisni »keldumaður« er so líka- sælur við keldukritikki og litteraturi, tá ið hann sjálvur skal handfara tilfar, har kontekstin hevur alt at siga. Præmissur, sum hava al- stóran týdning í sjálvari fatanini av kontekstini, leypir SS bara um! – Slíkt er at fuska við keldutilfari – tað er stutt sagt propa- ganda! Fyri at taka okkurt dømi úr rúgvuni. Jú, SS royndi at billa dønum inn, at skúlin ikki gjørdist føroyskur fyrr enn í 1938 av donskum ávum. Hetta skelkaði áhoyrararnar, men hetta er heldur ikki veruleikin. Verða premissurnar tiknar við, og tað skulu tær hjá keldukritiskum manni, so er veruleikin nógv meira kompleksur, nevniliga tann, at tað vóru føroyingar sjálvir, sum á Løgtingi í 1912 við hini herostratisku grein 7 kravdu, at undir- vísingarmálið skuldi vera danskt. Tað hevði verið sera trupult fyri eina og hvørja danska stjórn at andøvt ímóti tí, sum ein føroyskur meiriluti kravdi. Líka frá tí javnaðarmenn komu á ting í 1928 ar- beiddu teir miðvíst saman við tí moderata partinum av sjálvstýrisflokkinum fyri at fáa grein 7 um undirvís- ingarmálið tiknað burtur, og tað eydnaðist 10 ár seinni, tá ið danski undir- vísingarmálaráðharrin J. Jørgensen strikaði grein 7. Hetta hevði verið ein meira sonn og keldurættari frá- greiðing um undirvís- ingarmálið í Føroyum, men annars vóru tað fáir før- oyskir lærarar, sum ikki meginpartin av tíðini, hóast grein 7, undirvístu á før- oyskum, so hon hevði næst- an bara formellan týdning. Hetta eigur eisini at koma við hjá samvitskufullum keldumanni. Keldu-falsan av politisku forfylgingini SS visti eisini at siga døn- um frá, at tað hevði aldri verið yvirgangur ella harð- skapur (t.e. vold) í føroysk- um politikki frá nationalari síðu. Hetta er eitt groft postulat og beinleiðis lygn. Hevði SS verið keldurætt manuduceraður av sínum umhvørvi, hevði hann vit- að, at í tíðini líka frá 1936 og til 1950, tá ið knappliga fólkaflokkurin forlovaði seg við sambandsflokkin- um og gav seg undir Kristian Djurhuus sum løgmann, var javnliga yvir- gangur og harðskapur móti teimum »annarleiðis hugsandi«, sum sambands-, sjálvstýris- og javnaðarfólk vórðu kallaði av nógvum loysingarmonnum. Tað vóru ikki bara van- ligir ótangar, sum tóku lut í politisku forfylgingini. Ein politiskur oddamaður, sum seinni gjørdist løgmaður, eggjaði til forfylgjan av »annarleiðis hugsandi«. Parola hansara var, so seint sum stutt fyri valið í 1950: »Endamál okkara er at reka allar sambands- menn úr øllum álitisstørv- um her á landi«. Og tað er greitt, at tá ið politiska klimaið var so betendað, gav tað nógvum fanatik- arum næstan carte blanche til at taka seg sjálvan til rættis, og dømini eru av- bera nógv um grovan, bæði psykiskan- og fysiskan yvirgang, sjálvt um bert ein evarskalítil partur varð umrøddur í bløðunum. Men eg kann nevna okkurt, sum SS átti at kent til, og ger hann tað ikki, er hann púra ókvalificeraður at skriva um politiska søgu. Hans Jacob Jacobsen (Heðin Brú) landbúnaðar- ráðgevi og Hákun Hansen, sýslumaður vórðu við hørðum riknir úr sínum lógliga virksemi av feðg- unum Patursson og øðrum loysingarhetjum norðuri í Klaksvík undir sonevnda bóndastríðnum stutt fyri kríggið. Tað var grovur yvirgangur, og fullveldis- bøndurnir vórðu eisini stevndir av fútanum fyri tilburðin og máttu ynkiliga biðja donsku stjórnina um fyrigeving seinni fyri at sleppa undan fongsulsrevs- ing. Stemingurin á veljara- fundum kring landið var so óhugnaligur, at Sosialurin brúkti orðið terror um politiska atburðin hjá full- veldismonnunum. Menn brúktu nevarættin. Í summ- um plássum var ómøguligt hjá sambandsmonnum at fáa talufrið fyri ýlandi og brølandi fanatikarum úr loysingarliðinum. Undir krígnum, tá ið politiskur fundur var í Havn, sat eitt fast lið av yngri fullveldisfanatikarum og ýldu á teimum fremstu sessunum í Sjónleikarhús- inum. Teir leikaðu so ógvisliga í viðhvørt, at sambandsmenn ikki hætt- aðu sær á røðarapallin, og tí skyld ikki sluppu at brúka sín demokratiska talurætt. Har var bara talufrælsi fyri chauvinistarnar. Og so vágaðu slíkir menn at taka orðið frælsi í sín munn. Tað var vold, harra Skaale. Fleiri danir vórðu í Havn stutt aftaná kríggið brutalt álopnir bert tí, at teir vóru danir. Men onkuntíð gekst loysingarmonnum illa – ein dani, sum varð álopin niðri við Tórsgøtu, var vanur at berjast, og hann vardi seg so væl, at tann reysti sjálv- bjargnismaðurin lá eftirá. Alt hetta kann doku- menterast við nøvnum, harra Skaale, men tú fært ikki keldurnar frá hesum í hesum umfari. Tú mást finna tær sjálvur, og tú skalt vera sera klossutur, um tú ikki við eitt sindur av kanning og fyrispurningum kann finna fram til til- burðirnar – nógv fólk minn- ast væl enn, bara tey vilja – sjálvt um tað ikki hevur staðið í bløðunum. Sjálvur minnist eg ein veljarafund í Havn, har ein gløggur og djarvur sam- bandsmaður við makt varð tikin av røðarapallinum, tí hann vágaði sær at kritisera ta arrogantu juntaina av heimvendum asfalts- loysingarmonnum. (Hetta kann alt kelduprógvast, harra Skaale, men tú mást sjálvur gera rannsóknar- arbeiðið). Fleiri dømi um harðskap Harafturat vita vit vitnis- fast, at Petur Mohr Dam hevur minst tríggjar ferðir verið fyri attentatroynd. Hvat við bumbuni undir Løgtingshúsunum 18. sep- tember 1945? Var tað ikki yvirgangur og harðskapur, harra Skaale? Ein javnaðartingmaður var stutt aftaná kríggið beinleiðis burturførdur í bili og læstur inni í fleiri samdøgur, fyri at atkvøðu- greiðslan í einum tingmáli skuldi standa á jøvnum, so at málið fall. Var tað ikki yvirgangur, harra Skaale? Louis Zachariassen og familja fingu hús síni so dálkaði og yvirmeiggjað við skarni, skemdarorðum og skuldsetingum, at politi- menn vóru skelkaðir og karaktiseraðu tað sum ómenniskjansligan terror. Viðhvørt fingu tey ikki náttarfrið fyri brutalum fullveldispøbli. Harum- framt fekk Louis eisini nógvar álvarsamar telefon- iskar hóttanir frá loysing- arliðinum. Dimmalætting var ofta plágað av ótangum, og Dimmalættingar menn hættaðu sær sjáldan einsa- mallir gjøgnum býin eftir ljósatendring. Martin Joensen, blað- stjóri á Sosialinum var fyri grovum álopi í Havn stutt eftir, at heimastýrislógin varð viðtikin. Javnaðarting- maðurin Ingvard Jacobsen, sum var dugnaligur skrivari í Fiskimannafelagnum varð koyrdur frá av loysingar- monnum, sum so settu sín egna mann, harra Jákup í Jákupsstovu í staðin fyri. Har varð eingin saklig grund, bert tann, at man ikki vildi hava ein javn- aðarmann í hesum álitis- starvi! Slíkt berufsverbot er eisini vold – andilig vold, harra Skaale. Tað er vold móti fakfelagsfrælsi, móti tankafrælsi, móti politisk- um frælsi! Kristian Djurhuus, løg- maður varð fyri attentat- roynd í fimti-árunum. Og hvussu harðliga leikaðu tjóðveldismenn ikki í ímóti Peturi Mohr Dam, løg- manni, tá ið hann kom heim frá samráðingum við danir í 1959. Ein av tjóð- veldisfloksins kvøldsetu- piltum sló eftir løgmanni, og bert tí ótangin varð yvir- mannaður av hjástandandi fólki, var P. M. Dam bjarg- aður. Hvussu varð ikki lærarafelagsformaðurin Poul Petersen viðfarin stutt eftir av somu tjóðveldis- hvølpum í gamla komm- unuskúlagarðinum, tá ið hann tók orðið móti vill- skapinum hjá chauvinist- unum. Teir feiku odda- menninir í tjóðveldisflok- sins leiðslu krupu og lusk- aðu nærhendis, men tordu ikki rættiliga at vísa seg millum tann brølandi pøbil- in. Var tað ikki yvirgangur, harra Skaale? Nei, harra Skaale, lat vera at sminka og bagatelli- sera skemdargerðinar hjá loysingarrørsluni í Føroy- um. Hon er eitt svart og sera ótespuligt kapittul í føroyskari søgu, og so leingi vit hava danska grundlóg, fer tað ikki at eydnast tær og tínum líkum at skriva søguna um aftur ella revidera hana (sum gjørt varð í Sovjetsamveld- inum) so hon passar betri til nútíðar-image. Fullveldis- rørslan hevur verið merkt av ræðuliga ódemokrat- iskum atburði og nógvum harðskapi. Her eru bert tiknir við nakrir av ræðu- leikunum. Hetta er einfalt faktum fyri keldusannan søguskrivara, um hann dugir ella hirðir at leita sær upp keldutilfar. Tað er paradoksalt, at ein so braneggjaður og kritisk- ur blaðrevsari sum SS dumpar í elementerari før- oyskari søgu. ARUP-syndromið Fullveldis-Skaale hevur eins og aðrir kyklopar úr loysingarliðinum kastað hatur at Niels Arup, skriv- ara í statsministeriinum beint eftir kríggið. SS ill- gitir og roynir at gera henda heiðursmannin til ein ráðan og eirindaleysan imperial- ist, sum av sínum einting- um ella saman við táver- andi amtmanni skal hava pønsað uppá at manipulera føroyingar aftaná kríggið. Hesum evangeliinum undirhelt SS eisini við í Føroyahúsinum og danir vórðu sjálvsagt illa við. Men er tað nú keldurætt, at Arup var eitt slíkt skrímsl, sum SS roynir at gera hann til við hjálp av leysum citatum, sum eru tikin burtur úr tí rúgvus- miklu kontekstini? Hvør manipulerar? Hvussu nógv er nú um »imperialismuna« hjá Niels Arup? Ja, hann og Petur Mohr Dam vóru vinmenn, og Arup tosaði ofta við menn í Havn aftaná krígg- ið, og hann gjørdi sær tann ómak at lurta eftir sjónar- miðunum hjá serliga javn- aðar- og sjálvstýrismonn- um, sum jú hvørki vóru loysingar- ella sambands- menn. Hann setti sær fyri, at tey mistøk, sum danir VIÐMERKINGAR Ambivalentur moralistur Framhald á næstu síðu C M Y K 11 10