mikudagur 1. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 185 - 1. oktober 2003
Nr. 185 - 1. oktober 2003
13
TÍÐINDASKRIV
Miðfyrisitingin er seinnu
árini vaksin uttan mið og
mál. Alneyðugt er at um-
skipa fyristingina, so hon
hóskar til føroysk viður-
skifti og er fyri fólkið.
Umstøður og viðurskifti
hjá fólki skulu í miðdepilin,
soleiðis at borgarin kennir,
at endamálið er at tæna
honum.
Skipanir
og
mannagongdir hjá almenn-
um stovnum skulu vera
greiðari og dygdarbetri, so-
leiðis at fólk fáa ta tænastu,
sum tey hava rætt til.
Tænastan skal verða til fyri
borgaran, og ikki umvent.
Skipanin við teimum
níggju aðalráðunum, har
hvørt ráðið ber seg at sum
eitt sjálvstøðugt landsstýri,
skal broytast, soleiðis at vit
fáa eina miðfyrisiting, sum
virkar sum ein samanskip-
að eind.
Kunningar- og sam-
skiftisdiskur: hurðarnar
upp í miðfyrisitingini
Fyri at tryggja øllum borg-
arum rætta og eins góða
viðferð, eigur ein felags
avgreiðsla at verða sett á
stovn. Hesin kunningar-
diskur skal kunna taka sær
av fyrsta samskiftinum við
borgaran.
Sum er renna vit frá Peri
til Pól og hava trupult at
finna tann stovn ella per-
són, sum kann geva okkum
svar.
Tað skal verða møguligt
hjá einstaka borgaranum at
venda sær til eitt stað við
øllum málum og fyrispurn-
ingum. Samskiftistænastan
skal síðan beina málið víð-
ari til rætta ráð ella stovn og
skal eisini kunna hjálpa
borgaranum,
tá
hesin
kanska skal í samband við
embætisfólk
Soleiðis nýtist borgaran-
um bert at kenna eina
adressu og eitt telefon-
nummar fyri at koma á tal
við einhvønn myndugleika.
Á sama hátt skal sam-
skiftistænastan
vegleiða
borgaran um hvørjir kæru-
møguleikar eru, um hesin
kennir seg órættvíst við-
farnan.
Nýggjur bygnaður
Javnaðarflokkurin mælir
til, at aðalráðini verða
fækkað niður í 6. Tá Nor-
mann -Ch-Christensen kom
við sínum uppskoti, um
endurskipan av miðfyri-
sitingini, tók Javnaðar-
flokkurin ikki undir við
nýskipanini, men vístu á
vandan var fyri at miðfyri-
sitingin fór at vaksa óskip-
að uttan at man fekk meira
burturúr henni. Her hevur
gingið sjón fyri søgn.
Sjálvt um bert 6 ár eru
liðin síðani umskipanina, er
miðfyrisitingin vaksin til 9
aðalráð, uttan at miðfyri-
sitingin í síni heild er blivin
betri ella meira effektiv.
Hvørt ráð hevur bygt upp
sítt egna landsstýri, við
teirri avleiðing, at kostnað-
urin av sjálvari miðfyri-
sitingini eftir 5 árum er
vaksin úr 58 mió kr. uppí
139 mió kr. um árið.
Vit skjóta tí upp at mið-
fyriskipanin verður skipað
við 6 aðalstýrum, soleiðis
at vit fáa eina fyrisiting, har
málsøki, sum natúrliga
hoyra saman, eisini verða
fyrisitin av sama ráði.. Har
samskipanin verður betri
og lættari. At fyrisitingin
verður meira effektiv. At
arbeiðsviðurskiftini
hjá
starvsfólkunum verða betri
og teirra evni og førleiki
verða betri gagnnýtt.
1. Løgmannsfyrisitingin
– samskipar landsstýris-
arbeiðið og umsitur
uttanlandsmál.
Við hesum verða uttan-
landsmál aftur málsøki
hjá løgmanni
2. Fíggjarmálaráð
– umsitur vanlig fíggj-
ar- og peningamál um-
framt starvsfólkamál
3. Innlendismálaráð
– hevur ábyrgd av
kommunumálum, lóg-
armálum, landsstovnum
so sum strandferðslu og
bygdarleiðum,
post-
verki, samskifti og um-
hvørvi.
Undir innlendismála-
ráðið verða sostatt lagd-
ir almennir stovnar, sum
higartil hava verið um-
sitnir av vinnumálaráð-
num, eins og umhvørv-
ismál, ið hevur verið
málsøki í oljumálaráð-
num. Vaktar- og bjarg-
ingartænasta
verður
somuleiðis ábyrgdarøki
í Innlendismálaráðnum.
4. Vinnumálaráð
– umsitur alla kom-
mersiella vinnu á sjógvi
og landi, alivinnu, olju-
vinnu, handverk og
ídnað, landbúnað, orku
o.s.fr.
Higartil hevur vinnan á
sjógvi – uttan alingin –
verið umsitin í Fiski-
málaráðnum,
meðan
vinnan á landið er um-
sitin í Vinnumálaráð-
num. Javnaðarflokkurin
vil gera hesi bæði ráð til
eitt, sum umsitir øll
vinnumál.
5. Almanna- og
heilsumálaráð
-umsitur almannalóg-
gávuna, almannastov-
una, primeru heilsutæn-
astuna,
serforsorg,
heimarøkt, sjúkrahús-
verkið, apoteksverkið.
Sostatt verða Almanna-
málaráðið og Heilsu-
málaráðið aftur løgd
saman í eitt ráð.
6. Mentamálaráð
– umsitur kirkju, út-
búgving, gransking og
mentamál annars
Verður miðfyrisitingin løgd
fast á hesi 6 ráð, so má tann
politiska kabalin við skipan
av landsstýri ganga upp á
aðrar mátar, t.d. við býti av
nevndarsessum og nevndar-
formonnum í teimum ym-
isku nevndunum.
Ein samanhangandi eind
Men tað er ikki nóg mikið
bert at minka ráðini í tali.
Tað er eins umráðandi at
tryggja, at ráðini samstarva
og at arbeiði verður sam-
skipað, so høgra hond altíð
veit, hvat vinstra ger. Tí
skulu mannagongdir gerast,
so samstarv verður – bæði
tvørfakligt
og
millum
ráðini – í gerandisdegnum
TÍÐINDASKRIV
Við tí góða, kenda heit-
inum "Fólkið fyrst" er
Javnaðarflokkurin farin
undir eitt átak fyri at
útgreina og ítøkiliggera
floksins politikk. Við
støði í virkisskránni,
sum á mangan hátt er
rættiliga leyst orðað,
verður nú farið meira
ítøkiliga til verka. Ar-
beiðið byrjaði í vár og
verður
hildið
áfram
allan vetur, har limafe-
løgini í tøttum samstarvi
við
tingmanning
og
starvsnevnd viðgera ym-
iskar politiskar høvuðs-
tættir í okkara samfelag.
Hvørja ferð ein táttur
er endaliga viðgjørdur,
verður niðurstøðan fest í
eitt politiskt skjal og síð-
ani verður hetta al-
mannakunngjørt.
Tað
fyrsta av hesum polit-
isku skjølum ber heitið
"Miðfyrisitingin
skal
umskipast og tænastan
til borgaran betrast". Tað
snýr seg um miðfyrisit-
ingina, sum er vaksin
nógv seinastu árini, um
broytingar í bygnaðinum
og um hvussu vit kunna
fáa eina meira tænastu-
vinarliga og bíligari
miðfyrisiting. Tey næstu
tvey skjølini, sum eru
ávegis, eru um "Ein
greiðan og rættvísan
fiskivinnupolitikk" og
um
"Tjóðskaparliga
semju í sjálvstýrismálin-
um".
Umframt at gera poli-
tikkin meira ítøkiligan
og viðkomandi fyri velj-
aranum, so er hetta sam-
stundis eisini eitt útspæl,
har hinir politisku flokk-
arnir verða kunnaðir
um, hvørjar loysnir vit
halda eru tær røttu.
Tórshavn 25. sept. 2003
Føroya
Javnaðarflokkur
Fólkið fyrst
Føroya Javnaðarflokkur:
Miðfyrisitingin skal umskipast og tænastan til borgaran betrast
vóru lagdir undir áðrenn
kríggið, skuldu rættast.
Undan krígnum høvdu
nógvir loysingarmenn poli-
tiskt livað av at skuldsett
Danmark fyri ikki at hava
brúkt nóg mikið av peningi í
Føroyum. Arup vendi bytt-
uni heilt við, og hann kom
føroyskum krøvum á møti
við at skjóta upp ymiskar
skipanir, sum kundu verða
Føroyum til skjótan og
effektivan bata. Hevði hann
ikki gjørt tað, vita vit væl,
hvussu loysingarliðið tá
hevði ýlt og brølað um van-
røkt av Føroyum. Nógvar
av genialu loysnunum hjá
Arupi, sum eru merktar av
konstruktivari vælvild móti
føroyskum sjónarmiðum,
vórðu beinleiðis inspirer-
aðar av práti hansara við
Petur Mohr Dam og aðrar
føroyskar javnaðarmenn.
Nú vóru góð ráð dýr hjá
fullveldismonnum, tí teir
ynsktu onga semju – teir
vildu tá sum nú hava
konfrontatión, og valdu at
skuldseta danir generelt og
Arup specielt fyri at vilja
keypa føroyingar. Argu-
mentið undir krígnum um,
at Danmark sum »koloni-
makt« skuldi vanrøkja Før-
oyar, var nú ikki brúkiligt
meira; tí kom kúvendingin
hjá chauvinistunum, og síð-
ani hevur fullveldispípan
fingið tað stupida ljoðið,
hon hevur enn, at danskir
embætismenn við Arupi á
odda vildu køva og kvala
føroyingar við ov stórum
peningaveitingum.
Og
sjáldsama skjótt so vendu
allir veður-hanarnir tann
vegin og góðkendu hetta
perversa argumentið, og tað
hava teir stórt sæð gjørt til
henda dag! Tí tað bagir
altíð illa barnið okkurt!
Óansæð hvat danir gera, so
skal tað fyri hesar menn
vera ónt, óreint og skeivt!
Primitiva
mantraið
er:
Danin er fanin! Loysingar-
menn eru soleiðis altíð
heilgarderaðir í síni perma-
nentu paranoia!
Men skal Arup lastast,
skulu javnaðarflokkurin og
Gamli Sjálvstýrisflokkurin
lastast, tí Arup gjørdi stutt
sagt ikki annað enn tað,
sum javnaðarmenn og mo-
deratir
sjálvstýrismenn
ynsktu, nevniliga at slóða
fyri einari politiskari loysn
millum Føroyar og Dan-
mark, eini skipan, sum
kundi halda, stutt sagt
heimastýrislógini.
Arup var ikki nakað
ómenni! Pápi mín kendi
væl Arup og lat altíð væl at
honum sum einum fyri-
komandi, samvitskufullum
og sera dugnaligum em-
bætismanni, og harafturat
var hann ein sannur Før-
oyavinur! Tað er ómansligt,
at SS og aðrir av hansara
tjóðveldislíkum
alsamt
spilla henda mannin út, bert
tí hann við sínum effek-
tiviteti gjørdi tað turrgeldu
loysingarrørsluna arbeiðs-
leysa eina tíð, so menn
aftaná ørvitisárini sluppu
uppaftur úr sandkassanum
kundu fara til arbeiðis og
fáast við rættiligan politikk
til gagns fyri allar landsins
íbúgvar.
Ein lítil uppbyggilig søga
Fyri at upplýsa tann keldu-
fegna Skaale eitt sindur
um, hvussu forpestað lagið
var millum manna, og
hvussu helsligin nógv fólk
vóru síðst í tretivunum og
fyrst í fjørutunum, tá ið
fullveldisrópini vóru hvøll-
ari og harðari enn nú, skal
eg siga SS frá einari sannari
søgu úr eini lítlari bygd í
Føroyum. Bygdin hevur
færri enn 300 fólk – er hon
nevnd, so er hon kend.
Í hesi bygd vóru íbúgv-
ararnir stórt sæð greiðir
yvir, hvør hoyrdi til hvønn
politiska partin, og tí skuldi
verið nøkurlunda greitt,
hvussu nógvar atkvøður,
hvør flokkur skuldi hava,
men tað svitaðist ikki, at
við hvørt valið sá tað út,
sum um loysingarmenn
fingu eina atkvøðu ov lítið,
og javnaðarflokkurin fekk
eina atkvøðu ov nógv. Hetta
var leingi ein gáta, men so
hendi tað, at ein av teimum
valtilnevndu álitisfólkunum
úr javnaðarflokkinum av
misgáum kom at síggja
atkvøðuseðilin hjá einum
kvinnuligum
veljara
í
bygdini. Álitisfólkið sá tey
bønandi eygu hjá hesi
kvinnu, sum øll hildu vera
av allarítastu loysingar-
fólkum, – eyguni bóðu um,
at tað aldri varð avdúkað, at
hon valdi javnaðarflokkin,
sjálvt um øll í hennara um-
hvørvi vórðu intimideraði
til at vera loysingarfólk.
So sterkt var trýstið og
kúgingin,
at
gerandis-
dagurin kundi ikki greiðast,
um hon hevði spælt við
opnum kortum sum javn-
aðarfólk. Hon mátti ýla við
úlvunum fyri at fáa frið!
Hon ræddist, sum so mang-
ur fyri repressalium! Tað
var ógvuliga vanligt tá!!!
Hetta var eisini dømi um
psykiskan yvirgang, harra
Skaale, og eitt skal SS vita,
og tað er, at nógv fólk í
Føroyum hava tað soleiðis í
dag, at tey ikki hætta sær at
vísa, hvat tey halda, fyrr
enn tey eru í atkvøðu-
boksini.
Heimildarfólkið til henda
tilburð er farið undir grønu
torvu, men vit eru nógv,
sum hava hoyrt søguna
fortalda.
Hví vendir Skaale ikki
byrsuni?
Men hví skjýtur SS bara ein
veg, nú hann er farin at
reinsa og rudda upp í før-
oyskum fjølmiðlum, sum
hann ikki heldur vera nóg
álítandi? Hevur hann veru-
liga
ongantíð
varnast,
hvussu egni gurumaður
hansara í Tinganesi mani-
pulerar við keldutilfari,
bæði skrivliga og munn-
liga? Hvussu nógvar óhyr-
ligheitir og vitleys postulat
eru ikki komin frá hesum
politiska dilettanti? Hvussu
ofta hava løgtingsmenn ikki
til fánýtis roynt at fingið
Tinganesdrongin at hildið
seg til sannleikan? Hví
skipar tann keldumoralski,
sannleikasøkjandi og doce-
randi SS ikki fyri, at kom-
petentir menn lata feðg-
arnar Hoydal og aðrar
tjóðveldisdemagogar taka
ein lygnadetektor? Ja, tað
hevði verið nossligt, ha?
Nei, Skaale, skalt tú tøma
køstin í føroyska fjølmiðla-
heiminum, mást tú avgjørt
leggja fyri í tínum egna
flokki – har er allarmesta
og fúlasta spillan. Vilt tú
skjóta, mást tú kúvenda
byrsumúlanum og so mást
tú við tínum avmarkaða
politiska handalagi ansa
væl eftir, at tú ikki skjýtur
teg sjálvan í fótin.
Framhald av síðu 11
Framhald á síðu 21
Nýggi leiðarin í
Margarinfabrikkini,
Bogi Andreasen, ætlar
í vetur at skipa fyri
eini røð av fyrilestr-
um fyri ung og onnur
áhugaði. Fyrsti fyri-
lesturin var mána-
kvøldið um evnið,
sjálvsvirðing. Næsti
fyrilesturin verður
um ein mánað, og tá
verður evnið, happing
MARGARIN-
FABRIKKIN
Myndir: Jens K. Vang
Orð:Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tað var Jóhanna Andrea-
sen, ið helt fyrilestur í
Margarinfabrikkini mána-
kvøldið. Aftrat útbúgving-
ini sum sjúkrarøktarfrøð-
ingur, hevur hon eisini út-
búgvið seg innan sálarvið-
gerð.
Fyrilesturin
var
tann
fyrsti í ein røð, sum ætlanin
er at halda í Margarin-
fabrikkini í vetur.
Við sínum róliga og
greiða máta at lýsa evnið,
eydnaðis Jóhonnu at fanga
áhugan fult og heilt hjá
sjálvt teimum yngstu á-
hoyrarunum.
Hon vísti teimum á,
hvussu sjálvsvirðingin er
bundin at hugsanum okk-
arar um okkum sjálvi.
Eisini greiddi hon frá,
hvussu tú kanst venda
hugsanum um teg sjálvan,
soleiðis at sjálvsvirðingin
gerst betur.
Jóhanna sigur, at sjálvs-
virðingin er av sera stóra
týdningi fyri lívið hjá tí
einstaka.
- Er sjálvsvirðingin lítil,
sæst tað aftur á øllum
økjum í lívinum, sigur hon.
Margarinfabrikkin
fyri øll
Um 50 fólk, í øllum ald-
ursbólkum, vóru og lurtaðu
eftir Jóhonnu mánakvøldið.
Nýggi leiðarin í Marga-
rinfabrikkini, Bogi Andrea-
sen, sigur við Sosialin, at
hann ætlar at seta ung-
dómin í fokus á ein posi-
tivan hátt.
Eitt av tiltøkunum, sum
Margarinfabrikkin fer at
bjóða
vetrarmánaðarnar,
verður fyrilestrar um ymisk
sera viðkomandi evni.
Um ein mánaða ella so,
verður happing á skránni í
Margarinfabrikkini.
Hvør fer at halda tann
fyrilesturin, er ikki heilt
greitt enn. Men Angela
Petersen, sum flestu kenna
frá barnaarbeiði hennara,
fer at greiða frá, hvussu tað
kenst at verða happað.
Leygardagin klokkan
16.00 hevur Havnar
Sjónleikarfelag frum-
sýning av leikinum,
Álvaleikir, hjá Hans
Andriasi Djurhuus.
Við hesum leiki
brýtur sjónleikar-
felagið á ein hátt
burtur úr nýggjum, tí
fyri fyrstu ferð fara
tey at spæla við
tveimum manningum
SJÓNLEIKUR
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tað eru 28 leikarar knýttir
at leikinum, Álvaleikir,
sum
hevur
frumsýning
leygardagin. Men tey verða
ikki, sum vanligt hevur
verið, bundin at leikinum
alla tíðina, tí tey spæla
nevniliga
við
tveimum
manningum.
Hetta er ein spennandi
roynd hjá teimum, og tað er
bæði stuttligt og mennandi
fyri leikararnar, at spælt
verður á henda hátt.
Hesin mátin at spæla
sjónleik gevur eisini leikar-
unum ein ávísan fleksibili-
tet, tí nú verða tey ikki so
bundin at leikinum, sum
vanligt er, meðan ein leikur
gongur.
Ikki so fittur kortini
Tað er Hedvig Westerlund,
leiðarin av Barnasjónleika-
skúlanum, sum her leik-
stjórnar bæði ungum, vaks-
num og eldri í einum leiki,
sum avgjørt er fyri vaksin,
men sum eisini kann gleða
tey, sum eru eitt sindur
yngri.
- Her hitta vit okkara
kæra milda barnaskald,
Hans Andrias, í einum
meira
speiskum,
sam-
felagsviðmerkjandi
lagi.
Vit síggja hann í einum
leiki, har tey fægstu eru fitt,
og sjálvt tey fittu ikki halda
sær aftur í at arga og spotta
tey, ið eru verri fyri enn tey
sjálvi, siga tey á heima-
síðuni hjá sjónleikarfelag-
num, www.hsjonleik.fo
Til frumsýningina verða
atgongumerki seld, tó fyri
ein eitt sindur hægri prís,
enn tann vanliga, sum er
100 krónur fyri vaksin og
50 fyri børn.
Tey, ið kundu hugsað sær
at verið við til frumsýn-
ingina, mugu skunda sær at
keypa atgongumerki, tí bert
fá pláss eru eftir, siga tey í
Sjónleikarhúsinum.
Álvaleikur varð fyrstu
ferð prentaður í Varðanum í
1930, og sama ár varð hann
leiktur í Sjónleikarhúsin-
um.
Síðani hevur hann verið
leiktur ymsastaðni í landin-
um, seinast í Vágunum í
1998.
Álvaleikir frumsýning leygardagin
Leygardagin frumsýnir
Havnar Sjónleikarfelag,
Álvaleikir, hjá Hans Andriasi
Djurhuus. Í hesum leikinum
eru tey fægstu fitt, og sjálvt
tey fittu halda sær ikki aftur
at arga og spotta tey, ið eru
verri fyri enn tey sjálvi
Ungdómurin í fokus
Tann 1. august tók Bogi
Andreasen við sum nýggjur
leiðari í Margarinfabrikkini.
Hann er útbúgvin pedagokur
og hevur frammanundan
verið leiðari á sambýlum fyri
fólk við autismu.
Bogi ynskir í nýggja starvi
sínum at seta ungdómin í
fokus á ein positivan hátt
Við sínum róliga og greiða máta at lýsa evnið, eydnaðist Jóhonnu at fanga áhugan fult
og heilt hjá sjálvt teimum yngstu áhoyrarunum
C
M
Y
K
13
12