Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • mikudagur • 1.oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo 2nd Klaksvík International Um eina viku sleppa fimm føroyingar at royna seg í Klaksvík móti stórmeistara og altjóða meistarum kring grannalond okkara. Telvað verður í døgunum 7-11. oktobur TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Tvær IM-kappingar í norð- oyggjum innan eitt ár. Óhugsandi fyri fáum árum síðani. Altjóða telving hev- ur góðar dagar norðanfyri Hórisgøtu, og tað eigur nú fráfarandi formaðurin (Rani legði frá sær leygar- dagin á ársaðalfundinum hjá TSF) í Talvsambandi Føroyar Rani Nolsøe heið- urin fyri. Hann hevur nevn- liga verið høvuðsskipari av kappingunum báðum, har tann fyrra varð telvað á Viðareiði í oktobur í fjør. Í ár verður telvað í mentanar- húsinum Skálanum sunn- anfyri fótbóltsvøllin. Størsta einstaka hending- in hesi fýra ár við Rana sum formanni, var sjálvsagt Kasparov vitjanin í juni 2001. GM-kappingin í ár 2000 í Norðurlandahúsin- um, eins og IM-kappingar- nar í fjør og tann nú kom- andi kappingin í Klaksvík hava sanniliga eisini sett síni positivu spor í føroysk- ari telving. Barnatelvingin er somuleiðis í blóma og vælskipað kring landið, samstundis sum fíggjarliga støðan er vorðin væl sunn- ari. Spennandi avbjóðingar Føroysku telvararnir eru fimm í tali, eins og útlend- ingarnir eru. Niðanfyri er luttakaralistin, við altjóða ratingtølunum nevnd. Luttakararnir: IM Kim Pilgaard, Danmark 2459 IM Klaus Berg, Danmark 2434 IM Johan Erikson, Svøríki 2414 GM Colin McNab, Skotland 2379 Flóvin Tór Næs Føroyar 2337 IM Sævar Bjarnason Ísland 2284 Heini Olsen Føroyar 2264 Ólavur Simonsen Føroyar 2261 Martin Poulsen Føroyar 2252 Hans Kristian Simonsen Føroyar 2240 Danin Kim Pilgaard vann á Viðareiði í fjør, og er eisini ratingfavorittur í ár. Skotski stórmeistarin McNab hevur seinastu árini mist hópin av ratingstigum, men ein stór- meistari kann altíð finna eyka kunnleika fram tá neyðugt er, og telist hann sjálvsagt eisini millum fav- orittarnar. Klaus Berg er ein sterkur og støðugur al- tjóða meistari við eitt nú nógvum royndum í danska landsliðsbólkinum. Føroyingarnir hava góðir vónir. Flóvin hevur helst nú lagt óhepnu NM-kapping- ina herfyri aftur um bak, og kemur við nógvum altjóða royndum til Klaksvíkar. Heini Olsen er á heimavølli og tá kann alt henda. Ólav- ur varð besti føroyingur á Viðareiði í fjør, og ung- lingarnir báðir Martin og Hans Kristian eru okkara bestu talentir og kunna saktans yvirraska rætta vegin. Føroya besta kort, John Arni Nilssen mátti tíverri geva avboð, hóast hugurin var góðir. Honum vantar bert ein IM-norm afturat sínum tveimum fyri at kalla seg altjóða meistara. Kravið hjá føroyingunum til ein IM-norm er seks stig av níggju møguligum. Telv- að verður dupultumfar í fýra dagar, uttan seinasta dagin, 11. oktober, tá níggj- unda umfar verður leikt. www.faroechess.com. Fylgið við á føroysku talv- heimasíðuni, har øll talvini verða víst beinleiðis. Á heimasíðuni verða eisini frásagnir, myndir o.a at síggja og lesa. Dómari verður danin Mogens Niel- sen, sum nú er vælkendur í føroyskari telving. Talvið hesa vikuna Kasparov telvar í løtuni í evropeiska meistaraskap- inum fyri lið, sum verður leikt á oyggjuni Kreta. Fleiri superstórmeistarar luttaka somuleiðis, so sum Shirov, Grischuk, Svidler, Adams, Ivanchuk og Bareev. 72 ára gamli Korchnoi luttekur eisini, og leikti hann eitt nú javnt móti føroyavininum So- kolov, sum nú hevur heili 2693 í rating, í øðrum umfari. EM fyri lið fevnir um sjey umfør, har tvey um- før í skrivandi løtu eru telvað. Kasparov valdi ikki at vera á russiska liði sínum Ladya Kazan í øðrum umfari mánadagin, tá írski mótstøðumaðurin "bert" hevði 2128 rating- stig. Men á fyrsta leikdegi vann hann sannførandi á GM Chuchelov (2608). Kasparov,G (2830) - Chuchelov,V (2608) EM fyri lið (1), 28.09.2003 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 4.Fc2 c5 5.dxc5 0— 0 6.a3 Bxc5 7.Rif3 b6 8.Bf4 Rih5 9.Bg5 Be7 10.h4 (Longu nú sæst at Kasparov er í álopshýri) 10...Bb7 11.0—0—0 Ric6 12.e4 Rif6 13.e5 Rig4 14.Bf4 Rc8 15.Kb1 f5 16.exf6 Rixf6 17.Rig5 Fe8 18.Rib5 e5 19.Bd3! (Ótrúliga frekt og djarvt telvað av heimsins besta telvara! 19...e4 (Um svartur tekur bispin: 19...exf4 20.Bxh7+ Kh8 21.Rhe1 og hvítur hevur í roynd og veru fyrimun hóast bisp minni. Svartur stendur kroystur og einki útlit eru fyri betring. Tí valdi svartur ikki at taka ímóti offrinum) 20.Be2 h6 21.Rid6! Kasparov er ikki til at steðga) 21...Bxd6 22.Bxd6 hxg5 23.hxg5 Rih7 Støðan eftir 23...Rh7 24.Rxh7! Djúpt offur. Svarið og úrslitið av offrinum kemur tríggir leikir seinni 24...Kxh7 25.Bxf8 Fxf8 26.Fxe4+ Kg8 27.Fd5+ Tað verður mát um kongurin fer á h7 ella h8. Ff7 er tí einasta svar, men so leikar Kasparov 28.Fxf7 Kxf7 29.Rxd7+ og síðani Rxb7 og Kasparov hevur tríggjar finnur meir. Svartur gavst tí 1—0 Ólavur Simonsen er ein av teimum fimm føroyingunum, sum taka lut í 2nd Klaksvík International 15 14 Nr. 185 - 1. oktober 2003 Nýggjar avgreiðslutíðir Mánadag til hósdag kl. 15.30 - 19.00 Telefon 31 77 55 Kvoldskulin@torshavn.fo Skúlin byrjar 20. oktober, um ikki onnur dagfesting er tilskilað. Treytað av nóg stórari undirtøku og myndugleikanna góðkenning, bjóðar Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli og Tórshavnar Listaskúli undirvísing í hesum lærugreinum skúlaárið 2003/2004 : ROYNDARFYRIREIKANDI UNDIRVÍSING 9. - 10. FLOKKUR Floksnr. 500 Føroyskt, danskt, enskt, týskt, rokning/støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði. Undirvíst verður í Kommunuskúlanum Kostnaður kr. 350,- fyri hvørja lærugrein. DUGNASKAPARROYND Í SIGLING Floksnr. 505 Mánakvøldið 6. okt. 2003 kl. 19.00 byrjar dugnaskaparskeið í sigling á Føroya Sjómansskúla. Undirvíst verður mánakvøld og mikukvøld kl. 19.00 - 22.30. Skeiðið endar við próvtøku í apríl 2004. Prógvið gevur tær rætt til at føra skip upp til 99 bruttotons í heimasjógvi, um annars treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi. Umframt kravdu lærugreinirnar siglingarlæra, skipstøkni, sjóreglur og støddfrøði verður eisini undirvíst í týðan av veðurkortum. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS. Kostnaður kr. 650,- DUGNASKAPARROYND Í MOTORLÆRU Floksnr. 510 Maskinlæra, ravmagnslæra, kølitøkni, eldsløkking og tænastukunnleiki. Dugnaskaparprógvið veitir rættindi at passa motorar við framtøkumegi upp til 678 HK í heimasigling, t.e. innan fyri 200 fjórðingar. Undirvísingin verður á Maskinmeistaraskúlanum hóskvøld kl. 19.00 - 22.30 Byrjað verður 23. okt. 2003. Tilmelding á tlf. 31 77 55 Kostnaður kr. 650,00 VEVING, TILSKERING, SEYMING OG YMISKT HANDARBEIÐI Floksnr. Gjald PLANTULITING/ SPINNING 1001 kr. 680,- Týskvøld 19.00 - 22.30 Margit Glerfoss og 1002 kr. 680,- Hóskvøld 19.00 - 22.30 Herbjørg Dalsgaard Um høli fæst til vega VEVING - skaft-, mynda- og rammuveving 1003 kr. 1.140,- Týskvøld 18.00 - 21.30 Poulina Jensen Gamla Reinsaríið 1004 kr. 1.140,- Hóskvøld 18.00 - 21.30 - - 1023 kr. 760,- Fríggjadag 13.30 - 17.00 Poulina Jensen Kollafjørður TILEVNING - tekning, máling, leir, og silkimáling 1505 kr. 680,- Týskvøld 18.00 - 21.30 Arngerð Joensen Eysturskúlin, inngongd í Dj. í Geilgøtu Akvarel og fríhondstekning Vikuskiftisskeið 1506 kr. 650,- 3 vikuskifti fyri jól Arngerð Joensen Listaskúlin Kongagøta 7 5 vikuskifti eftir jól LEIRARBEIÐI / KERAMIKK 1511 kr. 680,- Hóskvøld 18.00 - 21.30 Guðrið Poulsen Kommunuskúlin 1512 kr. 590,- Hóskvøld 19.00 - 21.35 Ása í Jákupsstovu Læraraskúlin POSTALÍNSMÁLING 1508 kr. 680,- Mánadag 17.00 - 20.30 Rakul Dam og Kommunuskúli teknistovan Judith Árnastein 1515 kr. 680,- Mikudag 17.00 - 20.30 Rakul Dam og Kommunuskúlin Judith Árnastein teknistovan ARBEIÐI VIÐ TRÆ Floksnr. Gjald LÆRIÐ AT DREYA 2000 kr. 680,- Mánakvøld 19.00 - 22.30 Sigmund Sørensen Eysturskúlin, inngongd í Dj. í Geilgøtu 2002 kr. 680,- Hóskvøld 19.00 - 22.30 Verner Hansen Eysturskúlin inngongd í Dj. í Geilgøtu TRÆSMÍÐ 2009 kr. 680,- Týskvøld 19.00 - 22.30 Búi Brattaberg Eysturskúlin, inngongd í Dj. í Geilgøtu LÆRIÐ AT SKERA Í TRÆ, skefta knívar og gera slíðrar 2003 kr. 680,- Mikukvøld 19.00 - 22.30 Nigro Arnoarson Eysturskúlin, inngongd í Dj. í Geilgøtu SMÍÐ - MODELLBÁTAR OG -SKIP 2005 kr. 680,- Mánakvøld 19.00 - 22.30 Alfred Gullbein Kommunuskúlin 2006 kr. 680,- Mikukvøld 19.00 - 22.30 - LÆRIÐ AT UMVÆLA OG POLSTRA GAMLAR MØBLAR Ikki ov stórar møblar 2007 kr. 680,- Mánakvøld 19.00 - 22.30 Mortan Blåsvær Rasmusargøta 4 2008 kr. 680,- Týskvøld 19.00 - 22.30 - - HANDVERK OG HANDALIGT ARBEIÐI Floksnr. Gjald BÓKBINDING 2500 kr. 680,- Mánakvøld 18.45 - 22.15 Dagmar Jacobsen Brúni Skúli 2501 kr. 680,- Týsdag 14.45 - 18.15 Dagmar Jacobsen Brúni Skúli 2502 kr. 680,- Mikukvøld 18.45 - 22.15 Dagmar Jacobsen Brúni Skúli 2504 kr. 680,- Hósdag 14.45 - 18.15 Dagmar Jacobsen Brúni Skúli og Sonja Dalsgaard - BEIN- OG HORNARBEIÐI 2506 kr. 680,- Mánakvøld 19.00 - 22.30 Tórur Petersen Listaskúlin Kongagøta 7 STEINSLÍPING / SILVURARBEIÐI 2507 kr. 680,- Týskvøld 19.00 - 22.30 Tórur Petersen Listaskúlin Kongagøta 7 2508 kr. 680,- Mikukvøld 19.00 - 22.30 - - 2509 kr. 680,- Hóskvøld 19.00 - 22.30 - - FOTO OG VIDEO Floksnr. Gjald VIDEOLÆRA / UPPTØKA-byrjanarskeið Byrjar 1 feb. 2004 KREATIV SKRIVING Floksnr. Gjald KREATIV byrjar 9. okt. 4010 kr. 680,- Hóskvøld 19.30 - 22.05 Rakel Helmsdal Sankta Frans Skúli Og 5 leygardagar á 5 tímar www.rakelhelmsdal.com DANSUR Floksnr. Gjald YMISKIR DANSIR (enskur dansur) Byrjanarflokkar 8. okt. - 17. des. 2003 4015 kr. 480,- Mikukvøld 19.00 - 20.30 Mia Cameron, ArnfríðaKommunuskúlin ovara høll 4016 kr. 480,- - 20.30 - 22.00 og Jørgen Rubeksen - SKEIÐ Í ”ALEXANDERTEKNIKKI” Lær at brúka kroppin rætt 4009 kr. 900,- Ídøgunum 8. - 12. oktober Carsten Møller KROPPUR OG RØDD KROPPUR OG RØDD 4008 kr. 680,- Mikukvøld 19.00 - 22.30 Sanne Storm SJÓNLEIKUR DRAMA - Ungdómsbólkur 14 til 22 ár 4028 kr. 480,- eftir nærri avtalu Hedvig Vesterlund Sjónleikarahúsið TELDUSKEIÐ Floksnr. Gjald TEKSTVIÐGERÐ - WINDOWS Flokkur 1byrjar 29 okt. 2003 520 kr. 480,- Mánakvøld og hóskvøld 18.30 - 20.00 Páll Poulsen Kommunuskúlin Flokkur 2 byrjar 12. jan. 2004 Mánakvøld og hóskvøld 521 kr. 480,- 18.30 - 20.00 Páll Poulsen Kommunuskúlin TILBOÐ TIL TUNGHOYRD OG DEYV Floksnr. Gjald ÍTRÓTTUR FYRI DEYV Tilmelding tlf. 31 75 97 8079 kr. 300,- Hóskvøld 19.30 - 21.10 Maria Ellefsen Læraraskúlin FØROYSKT, FREMMANT MÁL O.A. Floksnr. Gjald LESING OG SKRIVING FYRI LESIVEIK/ORÐBLIND Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli og Tórshavnar Listaskúli 2003/2004 C M Y K 14