mikudagur 1. oktober 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 1. oktober 2003
17
16
Nr. 185 - 1. oktober 2003
Frank Skytte kundi
sunnudagin fyri
fyrstu ferð rópa seg
føroyameistara í
fyrstudeildarfótbólti.
Eitt heiti, sum hann
tóktist sera fegin um,
men hann leggur
eisini dent á, at hetta
so sanniliga ikki er
komið av sær sjálvum
GULLVENJARI
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ein heldur óvanliga
avkláraður Frank Skytte,
sum Sosialurin hitti sunnu-
dagin, tá menn hansara
annað árið á rað høvdu
tryggjað sær meistaraheitið
í føroysku fótbóltslands-
kappingini. Ella kanska var
tað bara gleðin um gullið,
sum hevði fingið okkurt
slag av friðsælu at fella yvir
venjaran.
Eyðkenda pípan er skift
út við sigarettina, sum hann
av – skuldi man sagt –
gomlum vana bummar frá
málmansvenjaranum, Sám-
al Hansen, eftir hvønn dyst,
og meðan restin av liðnum
reypandi sat í skiftirúmin-
um og tosaði um sigurin, og
ynsktu hvørjum øðrum til-
lukku, bað venjarain okk-
um bara koma við í »the
boot room«. Eitt heiti, sum
HB hevur stolið úr Liver-
pool, har væl kendar venj-
aralegendur hava verið
fløskaðar upp, men sum í
HB tó ikki er stórt annað
enn tað, sum navnið sigur.
Nevnliga
eitt
rúm
til
fótbóltsskógvarnar.
Stillaði venjingina
eftir kappingini
Eftir at hava fingið fest í
sigarettina er venjarin til
reiðar at práta um árið, sum
hesa løtuna náddi sínum
klimaks. Skytte hevur ofta
havt orð fyri at siga tingini
á sín egna hátt. Hann kallar
ein spaka fyri ein spaka, og
tá prátið byrjar við mytuni
um, hvussu trupult tað er at
endurvinna eitt meistara-
heiti, er hann eisini skjótur
at svara, at tað hevur hann
heldur ikki.
- Tað var tað, sum øll alla
tíðina gingu og meylaðu
um, tá eg kom. Men tað var
ikki eg, sum var meistara-
venjari. Tað var ikki eg,
sum gjørdist meistari, so
tað kundi eg ikki brúka til
nakað.
- Eg kom her við mínum
hugsanum um fótbólt, og
onkrir nýggir leikarar vóru
eisini komnir afturat hópin-
um, so at sita og tosa um
árið í fjør kundu vit ikki
brúka til nakað sum helst.
Fyri okkum byrjaðu vit frá
null.
Tá árið byrjaði, vóru tað
kanska ikki so nógv, sum
roknaðu við, at HB skuldi
gerast meistari aftur í ár. Í
steypakappingini
gekst
heldur ikki eftir vild, og
sum nakað heilt óvanligt
varð liðið longu í fjórðings-
finaluni sligið úr steypa-
kappingini.
Venjarin sigur eisini, at
tað longu tá vóru fleiri, sum
høvdu at honum. Liðið var
ikki nóg væl fyri, og hetta
ásannar venjarin eisini,
men hann leggur afturat, at
tað sum so heldur ikki var
ætlanin.
- Sjálvandi høvdu vit
gjarna vilja verið við allan
vegin í steypakappingini.
Men talan er um eitt langt
kappingarár, og tað var
venjingin eisini løgd til
rættis eftir. Tað er snøgt
sagt ógjørligt at vera í topp-
formi so tíðliga og árinum,
og so samstundis halda
hesum støði allan vegin til
oktober mánað. Eitt nú
vandu vit bara tríggjar
ferðir um vikuna, tá steypa-
kappingin koyrdi, og tað
fekk fleiri av teimum so-
nevndu ekspertunum at
siga, at venjingin var skeiv
og soleiðis.
- Eg skal ikki siga, at júst
hetta var orsøkin, men í
øllum førum hevur tað so
víst seg, at vit hava megnað
at hildið eitt hampuliga
javnt, høgt støði ígjøgnum
alla kappingina, so okkurt
av tí, sum vit hava gjørt, má
hava verið rætt. Annars
sótu vit ikki her sum meist-
arar í dag.
- Í so máta er tað kanska
eyka stuttligt at sita her
sum meistari í dag. Enntá
sum tvífaldur meistari, tí í
vikuni vunnu unglingarnir
jú eisini gull, so fyri meg
persónliga er talan um eina
veruliga stóra uppliving. M
Men samstundis má eg
spyrja meg sjálvan, um tað
ikki er okkurt galið við
mátanum, sum føroyingar
sjálvir
síggja
fótbóltin
uppá. Nú skal eg ikki sita
her og vera eftirklókur, men
tað eru hóast alt sjey ár
síðani, at nakar hevur
meistari tvey ár á rað, og
kanska er júst hetta við
venjingini ein partur av
orsøkini til tað. Við at taka
tað eitt sindur róligt fyrstu
mánaðirnar syrgdu vit í
øllum førum fyri, at vit ikki
vórðu útbrendir longu í
summar. Tað hevur so ikki
gingið heilt galið, og í so
máta haldi eg, at vit í ár
hava prógvað nakað, sum
eg vóni at felagið kann fáa
nyttu av framyvir, sigur
venjarin.
Hann sigur tað ikki bein-
leiðis, men í hesum liggur
eisini ein sannføring um, at
tað allar helst ikki verður
Frank Skytte, sum verður
við stýrisvølin hjá HB
komandi ár. Onnur nøvn
hava eisini longu verið sett
í samband við venjarasess-
in í felagnum, men enn er
so einki konkret komið á
borðið í so máta.
Rætti vinnarin
Tá tosað verður um sjálv
úrslitini hetta árið, og
kanska einamest dystin,
sum júst er liðugur, nú vit
sita og práta, so tykist
venjarin leggja stóran dent
á, at tað ikki akkurát var
hesin dysturin, sum tryggj-
aði gullið, men at talan var
um eitt gott avrik sæð yvir
Gullið krevur miðvíst arbeiði
- Tað er snøgt sagt ógjørligt at vera í toppformi so tíðliga og árinum, og so samstundis halda hesum støði allan vegin til oktober
mánað, sigur venjarin um tapið í steypakappingini. Eitt tap, sum hann mundi leggja minni í enn so nógv onnur í felagnum
Mynd: Álvur Haraldsen
- Í mínari verð eru tað bara hesi bæði liðini, sum høvdu meistaraheitið uppiborið, og tí eri eg glaður um, at alt skuldi enda í einum slíkum dysti, sigur venjarin
um grannauppgerðina, sum gjørdist til Brakið í Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen
alt kappingarárið.
- Í dag høvdu vit kanska
heldur ikki uppiborið at
vunnið. B36 vóru í øllum
førum teir, sum spældi
betri. Eg veit ikki akkurát
hví, men onkursvegna tókt-
ust teir vera betri fyri til
eina slíka uppgávu. Kanska
vóru okkara eitt sindur
skerdir av trýstinum, sum
nú lá á teimum, men vit
høvdu so tíbetur neyðuga
hepnið, sum skal til fyri at
avgera ein slíkan dyst.
Vanliga hava vit jú verið
eitt lið, sum dámar at
arbeiða fram eftir vøllinum,
men í dag verða vit trýstir
aftur. Tað má B36 so hava
æruna fyri, men tíbetur
megnaðu vit at standa ímóti
hesum trýstinum.
- Men sæð yvir 17 dystir,
so haldi eg meg kunna siga,
at vit – saman við B36 –
hava havt nógv tað besta
liðið. Í mínari verð eru tað
bara hesi bæði liðini, sum
høvdu meistaraheitið uppi-
borið, og tí eri eg glaður
um, at alt skuldi enda í ein-
um slíkum dysti.
Sæð uttanífrá, so var
bjargingin hjá HB hendan
sunnudagin, at liðið er so
væl skipað. Eitt eyðkenni,
sum eisini hevur fylgt
liðnum alt árið, og sum
hevur verið kraftiga við-
virkandi til, at liðið ongan
dyst hevur havt, sum hevur
verið út av lagi vánaligur.
Leikararnir hava verið
ótrúligir
Hesum tykist Frank Skytte
á ongan hátt ósamdur í,
men leggur tvørtur ímóti
dent á, at tað so avgjørt er
nakað, sum hann og leikar-
arnir hava arbeitt nógv við í
árinum.
- Nú skal eg ikki sita her
og reypa, men sjálvur haldi
eg, at vit í ár hava átt tað
best skipaða liðið. Men tað
kemur so heldur ikki uttan
hart arbeiði. Vit hava at
kalla alt árið nýtt hós- og
fríggjakvøld til at menna og
venja taktiska partin av
spælinum.
- Og hetta hevur eisini
givið úrslit. Vit hava í ár
verið liðið, sum hevur skot-
ið flest mál, og vit hava
verið millum teirra, sum
fægst mál eru farin ígjøgn-
um hjá.
- Hetta hevur so eisini
nakað at gera við, at vit alla
tíðina hava arbeitt miðvíst
við at eleminera tey mistøk,
sum eru gjørd í dystum.
Millum annað eftir at vit
seinast leiktu móti B36. Tá
spæla vit kanska okkara
besta dyst á árinum, men
tað er samstundis einasta
tapið, sum hava havt í
landskappingini. Tá gera
vit vit nøkur mistøk, sum
teir revsaðu, og tað hava vit
so roynt at bøtt um í
venjingini. Og her má eg so
eisini rósa leikarunum. Teir
hava verið ótrúliga sterkir
og sjálvdisciplineraðir í
hesum, og tað er kanska
fremsta orsøkin til, at vit nú
eru meistarar, sigur Frank
Skytte at enda.
C
M
Y
K
16