Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 185 - 1. oktober 2003 Nr. 185 - 1. oktober 2003 23 Búseting hóttir demokratiið Ein týðandi amerikanskur diplomatur ávarar nú um, at jødisku búsetingarnar á Vestara Áarbakka kunnu gerast ein hóttan fyri Ísrael sum eit demokratiskt sam- felag. William Burns, sum er aðalskrivari í amerikanska uttanríkisráðnum, segði á einari ráðstevnu mána- dagin, at tann áhaldandi jødiska búsetingin í teimum arabisku økjunum og serliga á Vestara Áarbakka ger, at tað er torført at síggja, hvussu tað skal bera til at skipa eitt palestinskt ríki við síðuna av tí ísraelska. - Tað er ein sannroynd, at alt fleiri og fleiri fólk seta seg niður í teimum palestinsku økjunum. Tey fáa dyggan stuðul frá ísraelsku stjórnini, sjálvt um búsetingin er ein álvarssom byrða fyri landsins bú- skap. Hinvegin er tað ein sannroynd, at tey landafrøðiligu viðurskiftini sum frá líður kunnu gerast ein hóttan fyri Ísraels framtíð sum eitt demo- kratiskt jødiskt ríki, segði William Burns á ráð- stevnuni, sum var í Detroit, og sum snúði seg um handil og samstarv millum USA og tey arabisku lond- ini. Keypa sprutt í Danmark Í dag fellur prísurin á rúsdrekka í Danmark, og longu nú er greitt, at sviar í stórum tali fara at leita sær til Danmarkar at keypa sær sterkan løg, tí hann er væl dýrari hinumegin Oyrasund. Ferjurnar, sum sigla millum Helsingborg og Helsingør, hava havt úr at gera seinastu dagarnar at selja ferðaseðlar til sviar, sum vilja sleppa vestur um sundið at keypa sær rúsdrekka. Samstundis siga handlarnir í Helsingør og aðrastaðni á Sælandi, at sjáldsama fáir sviar hava verið har í seinastuni, og hildið verður, at teir heldur velja at bíða, til teir kunnu fáa bíligari rúsdrekka. Tey, sum selja rúsdrekka, rokna tí við munandi størri sølu teir næstu dagarnar, tí í dag kostar ein fløska av vanligum rúsdrekka upp í 50 krónur minni enn í gjár. Ja, summir handlar vænta at tvífalda søluna, skrivar Jyllandsposturin. Ætla at leggja saman Alt bendir nú á, at franska flogfelagið Air France og tað niðurlendska KLM verða løgd saman í eitt felag. Mánakvøldið samtykti nevndin í Air France at góð- kenna samanleggingina, og sum skilst skal endalig støða takast til málið um fjúrtan dagar. Eftir tí, sum nú liggur á borðinum, skulu partaeigararnir í Air France i80 prosent av tí samanlagda felagnum. Fakfeløgini hjá teimum, sum arbeiða hjá Air France, eru ikki serliga fegin um ætlanina, tí tey bera ótta fyri, at samanleggingin fer at kosta fleiri arbeiðspláss, skrivar NTB. Verður samanleggingin veruleiki, verður tað nýggja flogfelagið tað triðstørsta í heiminum aftan á Ameri- can Airlines og Delta. Italska flogfelagið Alitalia er sinnað at gerast partur av nýggja felagnum, men fyribils havs fransmenn og niðurlendingar víst italska tilboðnum frá sær. Tað er tó ikki óhugsandi, at Al Italia kann gerast partur av nýggja felagnum seinni. Blitzið útvegaði hjálp Tveir bretskir fjallaklatrarar, sum vóru vilstir í Dolomit-fjøllunum har norðuri í Italia, vórðu bjargaðir mánadagin. Teir báðir menninir viltust í einari líð oman fyri býin Cortina D'ampezzo, tá myrkur kom á teir. Við einari fartelefon eydnaðist teimum at siga skyld- fólkunum frá, at teir vóru vilstir, men tá teir skuldu greiða bjargingarmonnunum frá, hvar teir vóru staddir, var battaríið í fartelefonini tómt. Nú vóru góð ráð dýr, men teir báðir bretarnir funnu upp á ráð. Annar teirra hevði eitt myndatól, og við blitzinum eydnaðist tað teimum at vísa bjarg- ingarmonnunum, hvar teir vóru staddir, skrivat norska tíðindastovan. UTTAN ÚR HEIMI Mijailo Mijailovic skal hava sagt mammu síni, at hann fekk eyga á uttan- ríkisráðharran inn í NK-handlinum LINDH-MORÐIðÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað vóru skyldfólk hjá tí 24 ára gamla Mijailo Mijailo- vic, sum søgdu svensku løgregluni, at tað var hann, sum leyp á og stakk Onnu Lindh, uttanríkisráðharra í NK-handlinum í Stock- holm tann 10. september. Sambært blaðnum Ex- pressen skal maðurin hava sagt mammu síni, at hann hevði myrt ráðharran. Tað var nakrar fáar dagar aftan á morðið, og skyldfólk teirra gjørdu av at boða løg- regluni frá. Expressen veit eisini at siga, at tann 24 ára gamli hevði greitt mammuni frá, hvussu hann var rýmdur av morðstaðnum, og at hann hevði leigað ein hýruvogn úr miðbýnum í Stockholm. Sambært Expressen kendi mamman sonin aftur á myndunum úr NK-handl- inum, tá tær komu í bløðini og sjónvarpið. Tá sonurin so gjørdi av at raka alt hárið av høvdinum, skilti hon, at hon, at hann mundi hava sagt satt. Hon greiddi nøkr- um skyldfólkum frá tí, sum sonurin hevði sagt, og tey boðaðu løgregluni frá, skrivar Expressen. Tann 24 ára gamli mað- urin hevur noktað seg sekan undir avhoyringum, men sambært keldum í Stockholm heldur løgregl- an seg hava so góð prógv ímóti manninum, at hann verður dømdur sekur kort- ini. Norðurkoreanska stýrið sigur seg hava sett í verk tiltøk, sum skulu styrkja landsins evni at hótta við kjarnorkuvápnum. KJARNORKUVÁPN Árni Joensen fartekst@mail.dk Norðurkorea ger nú aftur vart við seg. Hesaferð boðar stýrið í Pyongyang frá, at tað hevur sett í verk tiltøk, sum eru ætlað at styrkja landsins evni at hótta við kjarn- orkuvápnum. Útlendskir eygleiðarar tulka hetta sum eina ávaring til USA um ikki at seta eitt sokallað fyribyrgjandi álop á Norð- urkorea í verk. Samstundis ger stýrið greitt, at tað hevur ongan áhuga í at halda fram við samráðingunum við USA, Russland, Kina, Japan og Suðurkorea um landsins kjarnorkuvápn. Londini samráddust í Beijing her- fyri, at Norðurkorea sigur, at samráðingarnar vóru nyttuleysar, og at eingin orsøk er til at taka tær upp- aftur. Sambært norðurkore- ansku tíðindastovuni KCNA hevur USA eittans endamál við samráðingun- um, og tað er at avvápna Norðurkorea. Norðurkorea hóttir aftur Skal hava viðgingið morðið á Onnu Lindh Halifax í undantaksstøðu Myndugleikarnir í Kanada settu mánadagin býin Halifax á eysturstrondini í undantaksstøðu, eftir at ódnin Juan hevði herjað býin. Ódnin gjørdi rættiliga stóran skaða, og umleið 80.000 fólk mistu streymin Mynd: Reuters Skrivstovufólk Søkt verður eftir einum fólki til kommunuskriv- stovuna. Starvið fevnir m.a. um at svara telefonini, røkja arkiv, arbeiða við bókhaldi og annars øllum van- ligum skrivstovuarbeiði. Tann, ið settur verður, má hava góð samstarvs- evnir og skal eisini kunna arbeiða sjálvstøðugt. Løn sambært galdandi sáttmála. Umsóknir skulu vera kommununi í hendi innan 15. oktober 2003. Umsóknir v.m. skulu sendast til: Tvøroyrar kommunu Postboks 80 800 Tvøroyri T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Reingerðarfólk til Føroya Læraraskúla Lýst verður eftir reingerðarfólki til Føroya Lærara- skúla. Arbeiðstíðin er allar skúladagar frá kl. 14.30 til 18.00. Starvið verður sett frá 1. nov. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið. Tey, ið vilja hava meira at vita, kunnu seta seg í samband við skúlatænaran Jóna Johannesen, á telefon 313508 ella 213508. Teldupostur til skúlatænaran kann sendast til joni-johannesen@hotmail.com Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi innan 20. oktober 2003. Tórshavn,26.sept.2003 Føroya Læraraskúli Postrúm 348 110 Tórshavn Lærlingur søkist til handilin hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali at seta skjótast gjørligt. Vit kunnu bjóða tær: • Eitt gott arbeiðspláss, har tú í einum spenn- andi starvi fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt • Fjølbroyttar uppgávur, sum gera at tú fert at læra nógv og skjótt Tú kemur at taka tær av at: • Taka ímóti og avgreiða viðskiftafólk, sum kemur í handilin ella gjøgnum telefon • Samskifta við og bíleggja vørur frá veitarum okkara uttanlands • Taka móti innkomnari vøru frá veitarum okkara og halda skil á eykalutagoymslu Vit vænta okkum av tær, at: • Tú ert ágrýtin, fryntlig/ur og fyrikomandi • Tú ert álítandi og før/ur at átaka tær ábyrgd Førleika- og útbúgvingarkrav: • FHS ella onnur miðnámsútbúgving Umsókn verður at senda til: P/F Esmar Simonsen, Att. Jonni Isaksen, Kambsdalur, 530-Fuglafjørður. ________________________________________ P/F Esmar Simonsen er ein handils- og tænastufyritøka, sum hevur sølu- og verkstaðsvirksemi innan bilar og trukkar. Vit umboða merkini Daewoo, Still, Caterpillar og nógv onnur merki. Harumframt hava vit ein handil, har m.a. bil-eykalutir og dekk verða seld. Í fyritøkuni starvast 13 fólk. Útbjóðing Í sambandi við útbygging av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík verður hervið alment boðið út: Betongarbeiðstøkan. Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Teknistovuna í Gøtu innan 6. oktober við at gjalda kr. 5.000,- í veðhaldi á konto 6460-165 7404 í Føroya Banka. Lisitatiónin verður mikudagin 22. oktober 2003 kl. 15.00 á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi. sp/f Teknistovan v. Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen ráðg. byggifrøðingar FO-510 Gøta tlf. 442105 · fax 44210 e-mail: klement@post.olivant.fo Motorsúkkla Lítið brúkt CZ 180 cc motorsúkkla, árg. 1996, bíliga til sølu. Tlf. 373666 eftir kl. 18.00 C M Y K 23 22