Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 1996síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr 203 — 22. OKTOBER 1996 ítróttar 5 57 ett 15 At meistaraliðið úr Gøtu hevur stórri breidd og at teir eru í nógv betri venjingarstødu enn tvøråmenn kom alt meiri til sjóndar, sum tað leið út í 2. hálvleiki 1. deild menn: TB-GI 0-3 (0-1) GI er føroyameistari í fót bólti 1996. Teir hava verið fremstir alt kappingarárið men í drúgva tíð hava klaks víkingar anda í nakkan á teimum. Á Sevmyn stað festi fyrafalda meistaraliðið at teir høvdu evnini og dygdirnar, sum vóru neyð ugar fyri at vinna kravda sigurin og harvið at tryggja sær fjórða FM heitið upp í slag TB ROYNDI Tvøråmenn høvdu greiðan setning. Teir skuldu vinna fyri framvegis at hava møguleikan at halda liv i dreyminum at spæla i I deild komandi år. Teir løgdu bragdliga fyri, Tórur Holm stýrdi miðvellinum, og teir vóru ágangandi fyrrapartin av fyrra umfarinum Teirra møguleiki var nær tengdur at, at teir fingu fyrsta málið og harvið fingu stíva sjálvsálitið av og fingu eyka orkuna, sum var neyð- ug móti væl tnimmadu gøtu- monnunum, men ynskið gjørdist ikki veruleiki Onkra ferðina var nær við. Heimaliðið var næst leiðslumáli, tå GI miðvall arin Sámal Joensen í trongdan støðu stýrdi bólt inum á tvertræið aftanfyri Jens Martin Knudsen Onkrar langskotsroyndir vóru, og onkuntíð var tætt við, at innlegg úr síðunum vórðu stýrd móti málinum NERVARNIR SPÆLDU EITT LÍTIÐ PUSS Gøtumenn vóru ikki heilt stinnir fyrstu løtuna. Teir tóktust eitt sindur stirvnir og tyngdir av nervum, nú FM heitið var komið so tætt uppundir land. Sendingar nar vóru ikki heilt so neyv- ar, sum tær plaga at vera, og spælararnir fluttu seg ikki nóg nógv Men so var tað, at John Petersen fekk hol á, og tá loysnaði rættiliga. Teir á heimaliðnum fóru eitt vet niður við høvdinum, og GI var omaná. Jóan Petur Ol sen, Paui Jarnskor og Sámal Joensen fingu tak á midvøll- inum og saman við vong- spælarunum báðum, Rúna Justinussen og Henningi Jarnskor, stýrdu teir álops- spælinum, Heini Heinason og John Petersen arbeiddu væl á toppinum, og í mið- verjuni vóru Símun Petur Justinussen, Janus Rasmus sen og Pól Ennigarð nær lagdir og avgjørdir BUNDU UM HEILAN FINGUR Hóast leiðslan var tepur, tå tað var hálvleikt, var lítil ivi STÓRUR MUNUR MILLUM TOPPIN OG BOTNIN um, at sigurin var vísur Toppliðið hevur yvir ein kamb góðar spælarar, sum allir sum ein eru í so góðari venjing, at teir í síðsta enda altíð vera omaná móti líði sum ikki hevur somu breidd í fótbóltsevnum og sum als skki er í somu venjingar stóðu, sum teir hjá GI eru í Og tað gekk akkurát so leiðis seinna umfarið. Gøtu menn vóru sterkari, skjótari og raskari, teir skutu tvey mál afturat, og um teir høvdu lagt í, so kundu teir ivaleyst fingið bæði tvey og trý mál afturat Tað gjørdu teir ikki, m.a sást hetta í, at teir, sum tað leið, løgdu stórri dent á ver) upartin. Erland Tvørfoss kom inn å midvøllin fyri ålopsspælaran Heina Hein ason, tå hålvur tími var eftir og toppskjútun John Peter sen vikti fyri skiftisspælar anum Tummasi Magnussen og Agnar Højgaard, sum var komin fyri seg eftir skadan, hann fekk suður! í Vági, kom eisini inn, meðan tey ikki heilt fáu GI viðhalds fólkini, sum komin vóru suður, alt meiri og meiri góvu til kennar, at teirra lið var FM vinnari 1996 MÁLINI 25 minuttir vóru farnir, tá John Petersen við sínum 14 máli í landskappingini 1996 fekk hol á TB verjan noyðist at taka sin part av åbyrgdini fyri at miðframherjin slapp at skora. Í besta Peter Schmei- chel stíli sendi Jens Martin Knudsen útspark langt inn á TB helvtina. Bólturin støkk tvær ferðir í vøllin áðrenn John Petersen, sum var komin í brotsteigin smekkaði til, og tað sang í meskunum aftanfyri Rolf Christiansen Tað gjørdist 2-0 tiggju minuttir inn í seinna um farið, og aftur hesa ferð var ikki heilt vatntætt í verju partinum hjá heimaliðnum Verjan tóktist hava tak á, tá frísparksinnlegg kom í brotsteigin mitt fyri, John Petersen royndi seg við høvdinum, men bólturin kom út frá aftur, og tá var Magni Petersen áhalsin og misti eitt fet, og so var Henning Jarnskor fyrstur á og sendi klokkureint og flatt inn við stólpanum Løtu seinni gjørdist 3-0 og aftur åtti Henning Jarn skor sín stóra part í máli um. Ogvuliga átókt stødun: móti fuglfirðingum næst seinasta sunnudag varð brotsspark gjørt móti lands liðsmanninum, tá hann snúðin og skjótur royndi at draga dygst framvið mót stødumanni = uttarlaga í brotsteignum í vinstru. Sím un Petur Justinussen sendi brotssparkið í málið, stað- festi sigurin og sætta FM heitið hjá Gøtu Ítróttarfelag, sum vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við (jh) Myndir av Tvøroyri: Rógvi Johansen TB' og GÍ spælarar í herðum dvsti um bóltin h Julian Johnsson og hinir landsliðsspælararnir høvdu trupulleikar vid at sleppa úr Vágum. Ferdalagid var nógv seinkað, og farid var íkki á flog fyrr enn kl. 4 í gjáranáttina ILLVEÐRIÐ VANN LANDS- LIÐNUM NEISIR Ferðalagið, sum skuldi fara til Wien sunnudagin, var 10 tímar seinkað, tí tað vóru ikki floglíkindi í Vágum Tað gekk ikki, sum æti- anin heyði verið, tá ið landsliðið skuldi fara til Bratislava umvegin Bil- lund og Wien. Fyri tad fyrsta breyt ein av stuð- ulsspælarunum síðani Allan Simonsen gjørdist venjari, Jens Kristian Hansen, armin leygardag- in, og fyri tað næsta, so var veðrið so vánaligt seinnapartin sunnudagin, at flogfarið hjá Atlants- flog, noyddist at venda aftur til Noregs. Landsliðið helt til á Vallaraheiminum á Gilja- nesi, meðan Allan Simon- sen, Jálup Mikkelsen, Jan Allan Miiller og Todi Jónssón bíðaðu í Billund Flogfarið lendi í Vágum um trý tíðina mánamorg- unum, og ein tíma seinni lætti landsliðshópurin og nógvu ferðafólkini, sum ætlaðu sær úl Wien, úr Vágum. Klokkan níggju í gjáramorgunin lendu tey í Wien, og um ellivu tíð ma var landsliðið komið til Bratislava NEYÐUGT AT VENJA Ætlanin hevði verið at venja tvær ferðir í dag Hóast hvíldin ikki hevði verið tann sum ætlanin hevði verið, so fóru lands- liðsspælararnir beinan Og at tað er neyðugt at venja og finna fram til hvussu liðið skal síggja it, í uppaftur stórri mun, enn tað áður hevur verið neyðugt, er einki at ivast Tá hópurin var almanna- kungjørdur, høvdu vit á orði, at tað var tunnligt í miðverjuni, og eftir av- boðið frå Jens Kristiani Hansen er tað uppaftur meiri tunnligt Pål Ennigarð og Bartal Eliasen eru komnir aft- urat, men kenna vit landsliðsvenjaran rætt, so verður hann varin at brúka so nýggjar menn Hann plagar at vilja hava teir í hópinum at búnast, áðrenn stórar uppgávur verða lagdar á ungu menninar. BROYTINGIN Tað verður ikki fyrrenn seinni í dag, at venjarin fer at gera upp við seg sjálvan, hvussu liðið skal síggja út í morgin Spurningurin vidvikj- andi miðverjuni um- hugsar hann ivaleyst væl Ein møguleiki er at flyta Óla Johannesen fram at verða eftiransara saman við Andreasi F. Hansen og so at flyta Jan Dam aftur á aftasta mann Tá landsliðið var í San Marino fyri einum ári síðani,spældi liðformað urin á tí plássinum, tí Oli Johannesen var skaddur Um Allan Simonsen velur hesa lovsnina, so er neyðugt at broyta á midvøllinun sini royndirnar at hon um dámar einki serligt at gera nógvar broytingar jh