mikudagur 23. oktober 1996síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 204 — 23: OKT
R 1996
tíðindablaðið
Hevur higartil kostað skattgjaldarunum 100 milliónir:
Kostar yvir 100 milli-
ónir at fáa brúkiliga
havn inni á Sundi
AK! BERTHOLDSEN
Tað fer at kosta einar 100
milliónir afturat at fáa eina
fullgóða havn inni á Sundi
Hetta upplýsti Leivur
Hansen býráðslimur á bý
rådsfundi i Havn hóskveld
ið
A fundinum tosaðu by
ráðslimir nógv um tær
deyðu fløgurnar í komm
ununi
Tvys, um arbeiðið, sum ik
ki var gjørt liðugt og tí einki
kastaði av sær
Mestu umrødu fekk havn
in inni á Sundi
Hon kostaði SO milliónir
at gera. Við teimum rentum,
og ødrum útreiðslum, sum
vóru komnar afturat, kostar
hon einar 100 milltónir í
dag, varð upplýst á býráðs
fundinum
Hetta hildu býráðslimir
var nógvir peningur ål
leggja í eina fløgu, sum ikki
hevði kastað eitt reytt oyra
av sær enn
Brúkilg, men óbrúkilig
Torfinn Smith, formaður
í Havnanevndini hjá by
ráðnum, sigur, at neyndin
var varug við trupulleikan
inni á Sundi og hon hevði
eisini sett sær fyri at kanna,
hvussu havnin kundi gerast
nýtilig
Sjálvandi kann havnin á
Sundi brúkast nógvar dagar
um árið, segði Torfinn
Smith
Kortini helt hann, at
havnin var óbrúkilig, tí
styrkin hjá eini havn er nett
upp, at hon kann brúkast í
at kalla øllum veðri
Tann stóri trupulleikin
inni á Sundi er súðurin í
sjónum
Havnanevndin hevur
hagtøl yvir, hvussu nógvar
dagar um árið, havnin kann
brúkast, men formaðurin
vildi ikki nevna tølini, tí tey
verða so ógvuliga svingandi
frá ári til ár, alt eftir, hvussu
veðrið er
Skal havnin inni á
Sundi gerast so frægt
nýtilig, at hon verður eitt
álit, skal grótkast gerast út
á fjørdin
Hetta hevur havnanevnd
in eisini kannað leyðsliga
Og tíverri má eg siga
at Leivur Hansen skeyt ov
lágt við sínum 100 milli
ónum, tað kostar omanfyri
tað, segði Torfinn Smith
Eins og aðrir býráðslimir
helt hann, at Sund var ein
skeiv fløga, tí umstødurnar
vóru ikki nóg væl kannaði
Tað, eg fýlist mest á,
var, at býráðið leyp á leist-
um og bygdi eina havn inni
á Sundi, bara ti ein borgari
í kommununi hevði borið
uppá mål, hann hann hevði
brúk fyri eini ket
Eisini Leivur Hansen
fanst at, at býráðið heyði
ikki rådført seg við nakran
tá ið havnin varð gjørd
Sund var ein skilaleys í
laga, segði hann
Torfinn Smith sigur, at
sum tíðirnar eru, verður tað
ikki við tað fyrsta, at farið
verður undir eitt grótkast á
Sundi fyri yvir 100 milli
Ónir
Yvihøvur verður einki
gjørt á Sundi fyrrenn meir
itøkiligar ætlanir eru um,
hvat havnin skal brúkast til
segði hann
Var rætt
Arnstein Niclasen, sum sat
í býráðnum fyri Jan Christ
iansen, royndi at verja íleg
una á Sundi
Hann segði, at sum tíð
irnar vóru tá, var tað rætt at
byggja inni á Sundi
Tað hevði verið ein
maður inni á býráðnum við
stórum vistónum og býráðið
vildi geva honum møgu
leikan
At landsstýrið so setti fót
fyri mannin, kundi býráðið
ikki gera við
Hann vísti eisini afturat
einki varð kannað
Tverturímóti høvdu nakr
ir av fremstu monnum á Ø
kinum í Danmark verið
uppí ætlanini
Og at kreppan sidan kom
yvir okkum og setti fót fyri
øllum ødrum ætlanum,
kundi býráðið heldur ikki
gera við
Torfinn Smith svaraði aft
ur,at hann visti einki um teir
útlendsku kapasitetir, sum
høvdu lagt býráðnum ráð
um havnina á Sundi. I
hvussu so er vórðu eingir
føroyskir kapasitetir spurdir
til råds
Fyra år vid
ongum svari
Tíðliga næsta hevur Torshavnar
kommuna eitt legið jubeleum,
sum onkur málbar seg
Tá eru tað fýra ár síðani, at
kommunan søkti landsstýrið um
loyvi at skipa eina frihavn í
Havn
Torfinn Smith, íormaður í
havnanevndini sigur, at komm
unan søkti um henda meguleik-
an fyri at útvega Tórshavnar
Havn fleiri inntøkur
Men enn var ikki so mikið
sum eitt svar komið, hóast ótelj
andi áminningar og hann helt,
at slik niðurgerðing og háðan
av landsins hevuðsstaði, skuldi
man leita leingi eftir
ss
I rúkandi
menning
AK! BERTHOLDSEN
Forshavnar Havn er i rúkandi menning. Fleiri og fle
ferðafólk koma um brygguna i Havn í ri og meir
farmur verður skipaður upp á bryggjur
Hetta er eisini í fullum samsvari við ein miðvísan
politikk hjá havnaenvndini hjá býráðnum um at ge
Tørshavnar havn til ein miðdepil í Norduratlantshavi
Torfinn Smith, formaður i Havnanevndini, sigur at
í
býráðið hevur gjørt nógv fyri at geva Torshavnar Havn
nøguleika at mennast og I
M.a. er ein stór bingjuhavn gjørd á Eystarubr
Hetta sæst eisini aftur i farmanøgdini og
flutninginum
Tað er serliga sum umskipingart
hevur sligið fgjøgnun
whavr fyrrenn I Í 394 I iv rðu ? I T dv farm
ton
Og mennir jur fran k > É
at umn lá år rða 60.000 TI KM is U kipað
við býráðnum
Higartil hava tað fyri tað mesta verið íslendingar
sum hava skipað upp í Havn
Men nú hava eisini norsk flutningsfelgg fingið eyg
uni upp fyri møguleikunum her, og eru farnir at skipa
farm upp her, sum skal víðari til Norðuramerika
Eisini talið í ferðamannaskipun micgeg 1 at her
er vaksið nógv
at í Havn hvert summar. Men í summar el Í
|
so i
Sæst i inntøkunum Í
Torfinn Smith sigur, at hetta sæst eisini aftur
le
inntøkunum hjá Tórshavnar Havr
Í 1995 var inntøkan hjá Tórshavnar Havn 18,9
milliónir og næsta ár verða tær einar 25,2 milliónir
Utreidslurnar verða 22 milliónir
Stóri vøksturin er í vørugjaldinum, sum var 8,2
milliónir í 1995, næsta ár verður tað 12,5 milliónir
Selja Havnina
Torfinn Smith sigur, at hesin vøkstur í virkseminum
hjá Tórshavnar Havn er eitt úrslit av tí miðvísa ar
beiðnum hjá býráðnum at lokka virksemið til Havnina
Nýggjasta tiltakið hjá havnanevndini er at hon hevur
gjørt ein litfagran bókling upp á 60 síður á enskum
um Tórshavnar Havn
Vit gera stórt arbeiðið fyri at selja Havnina og
bóklingurin skal latast útlendingum, sum kanska fáa
áhuga í at brúka Tórshavnar Havn
Í bóklinginum eru alskyns upplýsingar um Tórs-
havnar Havn og um Havnar bý og um teir møguleikar
og teir hentleikar, sum her eru
Hevur næstan ikki kostað kommununi eitt oyra av
tí at hann er fíggjaður við viðkomandi vinnulívslýsing-
um
Tað var eitt enskt lýsingafelag, sum bjóðaði býráðn-
um eina heildarloysn. Tað einasta, Tórshavnar komm-
una skuldi gera, var at útvega tekstin um sjálva Havn-
ina
17 milliónir næsta ár
Eisini næsta ár er ætlanin at gera fleiri fløgur í
Tórshavnar Havn.
- Endamálið er fáa nyttu burturúr teimum fløgum
sum eru gjørdar.
Serliga tvær stórar fløgur eru á skránni, sigur formad-
urin í havnanevndini.
Onnur fløgan er å Vestarubryggju, vid oljukeiina
Ætlanin er fyrst og fremst at gera aldukanningar og
útbyggingin annars veldst so um úrslitið av teimum
Býráðið vil alla tíðina verða eitt fet frammanfyri
menningina og kunna taka ímóti teimum avbjóðingum.
sum koma. Eingin aktivititetur skal verða forðaðir av
ti at eingir møguleikar ikki. Vit vilja verða so tilbúnir,
sum møguligt, sigur Torfinn Smith. Tilsamans er
ætalnin at brúka 12 milliónir á Vestarubryggju
Hann sigur, at hitt stóra málið hjá býráðnum er at
beta um pakkhúsini, bæði gera nýggj pakkhús og gera
tey, sum eru, í stand. M.a. er ætlanin at gera nakað við
saltsøluna. Saltsølan kostaði 1,5 millión, men leiguinn-
tøkan er 800.000 um árið