fríggjadagur 25. oktober 1996síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 206 — 25. OKTOBER 1996
Sofus Joensen, sálarlækni:
-Vit kunnu ikki
tíðindablaðið
-Tað ber ikki til at psyk. deild á Landssjúkrahúsinum skal virka sum eitt røkt-
arheim. Høvdu vit fingið hesi fólkini út í heimarøktina ella á røktar heim,
kundu vit spart tíð, pengar og ikki minst veitt eina betri service til tey fólkini,
sum veruliga hava brúk fyri at sleppa inn á psyk. deild, sigur Sofus Joensen,
sálarlækni
MAGNUS DAM
Sofus Joensen er sálarlækni
á psyk. deild á Landssjúk-
rahúsinum
A deildunum 3 og 5, sum
er ein partur av psyk. deild,
liggja í løtuni ellivu gomul
fólk. Nøkur av teimum hava
ligið har leingi, og tey hava
øll tað til felags, at tey eru
senil dement, tað vil siga
eru yvir 65 ár, í barndømi
og klára ikki seg sjálvi. Men
sambært Sofusi Joensen, so
kunnu deildirnar 3 og 5 ikki
gera meira fyri hesi fólkini
Tað var millum annað
hetta, Sofus Joensen bar
fram á rådstevnuni Gamal
eldri - elstur, sum var í
Norðurlandahúsinum sein
asta vikuskiftid
Vit hava havt hesi fólkini
inni til kanningar og við
gerðar, og vit hava gjørt tað
vit kunnu gera fyri tey. Sum
nú er, virka vit bara sum eitt
røktarheim fyri hesi fólkini,
tí viðgerð fáa tey onga av
Spill av kreftum
Men trupulleikin er, at vit
ikki kunnu fáa tey útaftur
frá okkum, tí tey sleppa ikki
inn á nakað røktarheim ella
aðrastaðni, og tí hanga vit
uppá tey. Og vælútbúgvið
starvsfólk, sum er útbúgvið
til at viðgera fólki við eitt
nú senil demensi ella ødrum
sjúkum, skal tí taka sær av
røktaruppgåvum
Tað er tað, sum er so
skeivt, tí tað eigur ikki at
vera okkara funktion at vera
røktarheim. Vit skulu við-
gera senil dement fólk, sum
ikki klára seg sjálvi og hava
ein tørv á at blíva vidgjørd,
og tá tey eru liðugt vidgjørd,
skulu fólkini út aftur til har,
tey komu frá ella helst á
røktarheim.
Sofus Joensen heldur, at
tað eru nøkur fólk, sum heilt
hava misskilt hvørja funkt
ion psyk. deild og røktar
heimini skulu hava
Er ikki so strævid
-Nógvir læknar og starvs
fólk á røktarheimum halda,
at bara tí eitt fólk er senil
dement, so hoyra tey fyrst
og fremst heima á psyk
deild, millum annað tí tey
eru so tørfør og strævin at
hava við at gera
Men mínar royndir siga
harafturímóti nakað heilt
annað. Nevniliga at fólk, ið
læknar og starsfólk halda
eru senil dement, als ikki
eru tað. Tey hava ofta
okkurt annað sálarligt brek
sum vit sálarlæknar lættliga
kunu loysa ella lætta um
upp á stutta tíð. Og tá er tað
ein takksom og ofta løtt
uppgáva at hava við tey
gomlu at gera
300 eru illa fyri
Kanningar vísa, at tað eru
umleið 300 fólk yvir 65 år í
Føroyum, ið eru heilt illa
fyri av senil demensi. Tað
vil síga, at tey eru heilt og
aldeilis hjálparleys og vita
kanska ikki, hverji tey eru,
ella hvussu tey sjålvi eita
Sofus Joensen heldur, tað
er skeivt at halda, at psyk
deild kann viðgera ella
hjálpa øllum hesum fólk-
unum, tí tey flestu hava bara
tørv á røkt
Eina nýgjgja deild
-Men tað vit hinvegin
kundu gjørt, um vit fingu
loyvi og møguleika til tess,
var at gjørt eina deild á
psyk. deild við 3-5 songum,
ið bara hevði til uppgåvu at
kannað og um møguligt
viðgera gomul fólk
Hendan deildin skal bara
hava hesa einu uppgávuna,
og ikki samstundis virka
sum røktarheim. Tá ið vit
eru liðug við okkara kann
ingar og møguligu viðgerð
skulu fólkini útskrivast aftur
og latast upp í hendurnar á
heimarøktini ella røktar
heimini vid rådgeving frå
okkum um, hvussu tey fåa
bestu røkt og viðgerð
Sofus Joensen er sann
førdur um, at hetta heyði
lætt sera någv um og sam
stundis høvdu hesar 3-5
sengurnar verið nog mikið
til, at deildin hevdi kunnað
vidgjørt fólki, ið hava akutt
an tørv
Eitt nýtt team
-Hetta hevði frígivið nakr
ar kreftur hjá okkum, sum
kundu farið í holt við eina
aðra uppgávu. Nevniliga at
gera eitt „team“, ið kann
fara út kring landið og veita
ráðgeving og viðgerð
Fæst eisini við 100 HK diesel motori.
Koyrir upp til 22 km/l v/ diesel
Galvaniseraður, 8 ára rusttrygd.
Kann roynast hjá BILFRIDKAN, tlf. 17300
Bilfridkan 17300
Nytt frå FIAT
Marea
sedan og station
beinleidis i samstarvi vid
kommunulæknar og starvs-
fólk á røktarheimum og i
heimargktini um, hvussu
tey senil dementu fáa bestu
hjálpina
Sofus Joensen sigur, at
tað er avgerandi neyðugt, at
vit byrja at hugsa av
nýggjum viðvíkjandi tí at
hjálpa teimum senil
dementu í okkara samfelag
Fleiri gomul
Tey gerast alsamt fleiri,
sum árini ganga, og tað er
skeivt, at døtur, svigardøtur
og onnur skulu passa og
geva teimum røkt heima hjá
sær sjálvum, bert tí tey ikki
sleppa inn á røktarheim
Lat okkum í staðin fáa
pláss fyri teimum inni á
røktarheimunum, sum hava
brúk fyri tí, men sum ikki
eru før fyri at siga frá ti
sjålvi, sigur hann
Tað eru einans 260
røktarheimsplåss í landin
um i dag, men tørvur er á
nógv fleiri, um nakrar av
teimum familjunum sum
Sofus Joensen, sálarlækni, heldur at vit eru noydd til at
hugsa av nýggjum um, hvussu vit best hjálpa teimum
senil dementu í samfelagnum
Mynd: Jens Kristian Wang
passa gomul fólk heima
skulu avlastast. Men lítið
røkist fyri, at tað verða fleiri
pláss í nærmasti framtíð utt
an kanska nøkur fá á Sand
oynni. Tí haldi eg, vit eiga
at broyta prioriteringina fyri
hver sleppur inn
-Men vit mugu eisini fáa
døgnrøktina at virka sum
skjótast, soleiðis at fólk, ið
ikki eru illa fyri, kunnu vera
sum longst í egnum heimi
Lítla tiltrúgv
Tað er tó lítil tiltrúgv í huga
heiminum hjá Sofusi Joen-
sen um, at nakað verður
broytt
Tann politiski myndug
leikin hevur einans sparing
ar í tonkunum, tað hava vit
sæð seinastu árini, og tað
nýttar lítið at leggja nøkur
uppskot um broytingar
framman fyri teir, so leingi
stødan er, sum hon er
Tosað vit um at umleggja
nakað, so tosað teir bein
anvegin um at niðurleggja
tí her kann sparast. Og so
standa vit aftur við skegg
inum í postkassanum, sigur
Sofus Joensen at enda
Stor bilstevna
i Klaksvík
Sjálvt um bilaframsýningar
hava verið á hverjari sølu
stevnu, sum hevur verið í
Klaksvík tey seinastu árini
so er tað langt ímillum, at
skipað verður fyri bilstevn
um burturav í Klaksvík
Men hetta vikuskifti verður
tað. Tí í dag kl. 17.00 letur
stærsta bilstevna nakrantíð
upp í Klaksvíkar Itrottar-
hell. Heilir 30—35 spildur
nýggir bilar verða fram
sýndir á hesari stevnu. Við
verða Reymi-Service, Auto
Service, Norðbil og D.B
bilar
Ikki kann annað sigast
enn at her er talan um
góðsku á høgum stigi. Í dag
er kostnaður fyri vitjandi 20
kr., og letur stevnan aftur
kl. 22.00
Leygardagin letur stevn
an upp kl. 14.00. Kl. 19.00
verður stór mótasýning á
pallinum. Her ber til hjá
vitjandi at síggja tann allar
nýggjasta vetrarmótan. Og
nógv verður at síggja
mannfólkaklæði konu
fólkaklæði barnaklæði
hårsetan og undirklæði til
konufólk. Teir luttakandi
handlarnir eru Hvíthús
Cheap, Lunell, Maskulin,
Baby og barnaútgerð, Feðg
ar og Sama-Móti. Eisini lut-
taka Salong Duett, Salong
Marjun, Frisørsalongin i
Gerdinum, New Hair Fasi-
on, Malan Davidsen og
Rannvør Petersen. Fyrireik-
ararnir siga í tíðindaskrivi,
at hetta er størsta og fjøl-
broyttasta mótasýning, sum
nakrantíð hevur verið í
Klaksvík
Leygarkvøldid letur
stevnan aftur kl. 22.00
Kostnadurin fyri vitjandi
leygarkvøldid er 40 kr
Bådar dagarnar skipar
loftsbólkurin hjá KI fyri
café á loftinum í Kl-hellini
Heimaskiparaskeið
Enn eru nøkur pláss eftir til heimaskip-
araskeiðið í januar 1997. Nærri upplýs-
ingar og umsóknarbloð fáast við at venda
sær til skúlan, telefon 11749. Áhugað
verða biðin um at boða frá skjótast tilber.
Feroya
Sjómansskúli