Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Úrslitini benda á, at tilgongdin úr yngru deildunum fer at vera stór til bestu deildir- nar tey næstu nógvu árini HB FM HEITI Í YNGRU DEILDUNUM Jóannes Hansen Sunnudagin vann HB FM heitið í 1. deild hjá monn- um. Hetta var fimta FM heitið hjá felagnum í ár. Talan er ikki um met í felagnum, men eingin ivi er um, at HB er mest vinnandi felagið av øllum í hesum kappingarárinum. Tað hava teir so ofta verið, og einki er at ivast í, at felagið fer at seta øll segl fyri at næsta ár skal gerast so sermerkt, sum tað á nakran hátt skal bera til. HB verður hundrað ár 17. oktober í 2004, og tað ætla teir at hátíðarhalda á so ymiskan hátt. Sjálv- andi hevði tað verið dreymakrúnan á verkinum, um felagið næsta ár hevði vunnið fleiri FM heiti – bæði í eldru og yngru deildunum. At HB eigur bjarta fram- tíð hava úrslitini í yngru deildunum í ár verið stað- festing av. Umframt í 1. deild hjá monnum hevur felagið vunnið FM í ung- lingadeildini, piltadeildini, smápiltadeildini og í gentu- deildini. Í teimum deildun- um, har felagið ikki hevur vunnið FM, hava liðini verið heilt tætt undir gullin- um. Dømi um hetta eru dreingjadeildini, smá- dreingjadeildin og smá- gentudeildin. Fleiri av unglingaspælar- unum hava í ár verið ímillum spælararnar, sum besta liðið hevur verið valt ímillum. Her verður hugsað um Rók Jespersen, Bjarna Jørgensen, Rana D. Christiansen, Páll M. Joen- sen, málverjan Poul Næss Joensen, liðformannin Eli Thorsteinsson og Emil Nolsøe Leifsson. Merkis- vert er tað, at Rasmus Nolsøe, sum býr á Tvøroyri og spælir við TB í 2. deild, hevur spælt við unglinga- liðnum hjá HB. TB hevur ikki havt unglingalið við í kappingini í ár. Allir teir omanfyri hava longu víst, at teir eru á gáttini til at gerast 1. liðs spælarar, og onkur teirra hevur longu spælt fleiri Nr. 186 • hósdagur • 2. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo HB eigur bestu úrslitini í ungdómsdeildunum Framhald á næstu síðu HB gentur. FM vinnarar og steypavinnarar 2003. Standandi: Sigmundur P. Mikkelsen, venjari, Súsan Thomsen, Katrin Clementsen, Ása úr Dímun, Unn Kragesteen, Kristina D. Simonsen, Valborg Heinesen, Malan á Dunga, Rannvá Poulsen, Nanna Gade, Andras K. Thomassen, venjari. Húkandi: Bjørg Syderbø, Ella Joensen, Barbara á Dunga, Randi Wardum, Linda Weihe og Bára á Dunga HBa smápiltar. FM vinnarar 2003. Standandi frá vinstru: Páll Mohr Joensen, venjari, Frank Askhildsen, Tróndur Jensen, Rene Joensen, Rókur F. Jespersen, venjari. Húkandi frá vinstru: Høgni Klein Olsen, Alexandur Larsen Black, Ivan Hofgaard, Sverri Mohr Mortensen og Allan Hansen. 21 20 Nr. 186 - 2. oktober 2003 C M Y K 20