hósdagur 2. oktober 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 186 - 2. oktober 2003
Nr. 186 - 2. oktober 2003
27
Á landsfundinum hjá
Labour bað Tony
Blair, forsætisráð-
harri, floksfelagarnar
um stuðul til at røkka
einum stjórnarskeiði
afturat. Tað eydnað-
ist, men spurningurin
er, hvat veljararnir
siga
BRETLAND
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
At Tony Blair er ein fram-
úrskarandi røðari, hevur
hann langt síðani prógvað,
og hann nýtti eisini øll síni
evni, tá hann royndi at
sannføra landsfundin hjá
Labour um, at hansara
politikkur er tann rætti, og
at flokkurin kann røkka
einum stjórnarskeiði aftur-
at, fær hann, altso Blair
sjálvur, ta neyðugu undir-
tøkuna.
Í seinastuni hava altsamt
fleiri bretar funnist at for-
sætisráðharranum og poli-
tikki hansara. Hann verður
lagdur undir at hava logið
fyri fólkinum í sambandi
við kríggið í Irak, og mong
halda, at hann er ikki tann
maðurin, sum tey valdu at
stýra landinum. Júst hesi
fingu nøkur orð í røðu
hansara á landsfundinum.
- Eg veit, at eg eri tann
sami, sum eg altíð havi
verið. Eldri, sterkari og við
fleiri royndum, men innast
inni tað sama menniskjað
við teirri somu trúnni sum
fyrr. Og hetta er tann ein-
asta leiðslan, sum eg kann
bjóða tykkum, segði Blair í
røðuni, sum í fleiri brotum
var sera persónlig.
Lógvabrestirnir í fundar-
hølinum í Bournemouth
vístu, at floksfelagarnir
trúgva honum. Spurningur-
in er so, um veljararnir eis-
ini gera tað. Fyrradagin
vísti ein kanning, at 60
prosent av bretunum hava
mist álitið á honum.
UTTAN ÚR HEIMI
DNA á knívinum
Fyribilskanningar, sum rannsóknarstovan Forensic
Science Service í Birmingham í Onglandi hevur
gjørt, hava staðfest DNA frá tí 24 ára gamla varð-
haldsfongslaða manninum uppi á knívinum, sum
svenski uttanríkisráðharrin,Anna Lindh, varð myrd
við.
Tað skrivar svenska blaðið Expressen. Blaðið sigur
seg hava fingið at vita frá vælvitandi keldum, at
enska fyribilsúrslitið gevur eina greiða ábending um,
at tann 24 ára gamli maðurin, Mijailo Mijailovic,
hevur havt knívin í hondini. Knívurin, sum Anna
Lindh varð stungin við, varð funnin við eina
rullitrappu í handilshúsinum NK.
Tann 24 ára gamli maðurin noktar seg sekan.
Fyrradagin var hann til eina sálarliga kanning.
SAS næstu ferð
Avgerðin hjá franska Air France og niðurlendska
KLM at leggja saman kann vera byrjanin til, at fleiri
flogfeløg í Evropa verða løgd saman í nøkur fá stór
feløg.
Svenski íløguserfrøðingurin Ragnhild Wiborg
væntar, at um stutta tíð verða trý stór flogfeløg í
Evropa. Nú Air France og KLM hava gjørt av at
leggja saman, væntar hon, at tað týska Lufthansa og
tað norðurlendska SAS fara at leggja saman í eitt
felag, og tað triðja stóra flogfelagið verður so Biritsh
Airways, sigur Ragnhild Wiborg.
Keldur í SAS ivast í spádóminum hjá svenska
íløguserfrøðinginum. Tær siga, at samanleggingin hjá
Air France og KLM fær lítla og onga ávirkan á viður-
skiftini hjá SAS. Norðurlendska felagið hevur eina
samstarvsavtalu við Lufthansa, og hon virkar so
mikið væl, at tað er eingin grund til at leggja feløgini
saman, siga keldurnar. Men Ragnhild Wiborg er ikki
samd við teimum. Ein samstarvsavtala er ikki nóg
mikið í framtíðini, sigur hon, og tí verða Lufthansa og
SAS løgd saman fyrri ella seinni, sigur Ragnhild
Wiborg við Dagens Industri.
Gentur ætlaðu yvirgang
Myndugleikarnir í Marokko vilja vera við, at tríggjar
14 ára gamlar gentur høvdu lagt ætlan um eina yvir-
gangsatsókn inni í einum stórhandli í býnum Rabat.
Ein av gentunum skuldi spreingja seg í luftina við
einari sjálvmorðsbumbu, siga myndugleikarnir. Tvær
av gentunum eru tvíburðar.
Tær tríggjar genturnar skulu eisini hava havt
ætlanir um at søkja at Mohammed, kongi og øðrum í
marokkanska kongshúsinum, men ætlanin varð
avdúkað, tá tann triðja gentan valdi at greiða frá, hvat
tær ætlaðu at gera. Síðani er komið fram, at genturnar
høvdu spurt seg fyri hjá einum muslimskum presti,
um sjálvmorðsatsóknir eru í samsvari við muslimsku
trúnna, men at presturin hevði sagt, at so er ikki.
Sambært løgregluni vórðu tær tríggjar genturnar
tiknar bert fáar dagar, áðrenn tær ætlaðu at søkja at
einum vínhandli í Rabat. Tvíburðasystrarnar skulu
hava játtað seg sekar, men tann triðja gentan sigur seg
vera óseka, skrivar AFP.
Fáa ikki meiri sjálvræði
Baskararnir har norðuri í Spania vilja hava uppaftur
størri sjálvræði, enn teir hava, men myndugleikarnir í
Madrid ætla sær ikki at gera eftir kravinum.
Formaðurin í baskisku stjórnini, Juan José
Ibaretxe, kunnaði fyri nøkrum døgum síðani tað
baskiska tingið um eina ætlan, sum ber í sær, at
Baskaralandið skal fáa eina støðu, sum meiri ella
minni loysir landspartin frá hinum partinum av
Spania. Eftir ætlanini skulu baskararnir sjálvir gera
av, hvat samband teir vilja hava við myndugleikarnar
í Madrid.
Men hetta verður av ongum, sigur spanski forsætis-
ráðharrin, Jose Maria Aznar. Hann hevur svarað
baskiska stjórnarformanninum, at tað kemur ikki upp
á tal at góðtaka baskisku ætlanina.
Nakrir vinnulívs-
menn, sum eru
vinmenn hjá George
W. Bush, forseta og
medarbeiðarum
hansara, hava stovnað
eitt felag, sum skal
veita góð ráð í Irak
USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
New Bridge Strategies skal
millum annað ráðgeva fel-
øgunum, sum royna at
sleppa upp í part, nú Irak
skal endurreisast, skrivar
New York Times.
Stjóri í felagnum er Joe
M. Allbaugh, sum stóð á
odda fyri valstríðnum hjá
George W. Bush upp undir
forsetavalið í 2000. Í leiðsl-
uni eru eisini Edward M.
Rogers og Lanny Griffith,
sum arbeiddu sum ráðgevar
hjá George Bush eldra, tá
hann var forseti.
Sambært
New
York
Times hevur felagið eina
heimasíðu, og har verður
dentur lagdur á, at felagið
hevur gott samband við for-
setan, umsiting hansara og
skyldfólk hansara.
Fyrr hava amerikonsku
myndugleikarnir
kannað
sambandið millum Dick
Cheney, varaforseta og fel-
agið Halliburton, sum hev-
ur fingið fleiri sáttmálar
um arbeiði í Irak. Cheney
var stjóri í Halliburton, til
hann hjørdist varaforseti.
Kanningin vísti, at varafor-
setin
hevur
framvegis
áhugamál í felagnum, og at
hann fekk 1,4 millión krón-
ur frá felagnum í 2001 og
1,1 millión krónur í fjør.
Við mær á odda
Vinmenn hjá Bush fáa
væl burtur úr krígnum
-Eg eri tann sami, sum eg altíð havi verið, segði Tony Blair hjá landsfundinum hjá Labour
Teldufrøðingur til
Fiskimálaráðið
Í Fiskimálaráðnum verður starvið sum teldufrøðingur hervið lýst leyst til setan
skjótast gjørligt. Talan er um eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum
uppgávum.
Arbeiðið fevnir millum annað um
Design, konfiguratión, uppsetan og ráðgeving í datasamskiftisloysnum hjá
Fiskimálaráðnum. Harumframt fevnir arbeiðið um at samskipa eitt felags edv-
stev fyri Fiskimálaráðið, og at ráðgeva í tvørgangandi málum á Fiskimálaráð-
num og til landsstýrismannin.
Tú ert ein strategiskur persónur, ið er vanur at taka avgerðir á hesum støði.Tú
kemur at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi, og kemur eisini at hava
beinleiðis samskifti við uttanhýsis edv-veitarar.
Førleikakrøv
Tú hevur eina viðkomandi útbúgving so sum datalog, datamatikari, DØK,
dataverkfrøðingur ella líknandi.
Royndir innan økið, og kunnleiki í design, konfiguratión, uppsetan og
ráðgeving í datasamskiftisloysnum er ein fyrimunur.Talan er um eitt tvørfakligt
umhvørvi,og tí er tað týdningarmikið,at viðkomandi er fleksibul,tekur initiativ,
er samstarvsfúsur og arbeiðir sjálvstøðugt.
Setanartreytir:
Løn- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí,
umframt hini aðalráðini og Løgmannsskrivstovuna.Tænastustaðurin er í løtuni
Aðalskrivstovan.
Tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til aðalstjóran. Tann, ið settur
verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til
eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera
Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. oktober 2003 kl. 15.30.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið, Postsmoga 347, 110 Tórshavn
Upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Fiskimálaráðið á tlf.
353030 og tosa við Jørmann Petersen, deildarleiðara.
FISKIMÁLARÁÐIÐ
AÐALSKRIVSTOVAN
Marknagilsvegur 77, Postrúm 177, 110 Tórshavn
Tel 318813, Fax 313374, info@skeidsdepilin.fo
team 85 • 35800
TEKNISKI SKÚLIN
FØROYA HANDILSSKÚLI
KUNNINGARFUNDUR
Nýggj leiðsluútbúgving
“Grundleggjandi leiðaraútbúgving”
Kunningarfundur verður mikudagin 8. oktober 2003
kl. 16.00 á Føroya Handilsskúla
Nýggja útbúgvingin byrjar 27. oktober. Skift verður
millum stutt útbúgvingarmodul í alt 5 ferðir, sum vara
2-3 dagar hvørt, fram til 3. februar 2004. Talan er um
eina útbúgving, sum leggur dent á praktiskar og
brúksrættaðar leiðsluførleikar.
Grundleggjandi leiðaraútbúgvingin er væl kend, eitt nú
í Danmark, har fleiri av handilsskúlunum bjóða hesa
útbúgving út. Útbúgvingin er praktisk og setir ikki
serlig krøv til útbúgving fyri at verða upptikin.
Meira um útbúgvingina er á: www.skeidsdepilin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
27
26