Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 1996síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Lg Trøllanes er brimplåss, tað hevur manningin á Barsskor mangan verið vitni til. Pir dagarnar brimið stóð i klettin var neyðugt at stjøra farmin í land. Á myndini en teir í ferð við at stjóra mjólkadunkar (Mynd: Hjalmar W Hegnesen) heimin í nógvar dagar. Vidurskiftini á Trøllanesi gjørdist ikki betur tå ið kaj- in, ið varð bygt í 1967, fór í ódnarveðri í 1972 og aftur í 1977. Tá bar ikki til at leggja at har norðuri. Hjal- mar segði at teir vóru sera harmir um hetta, tí at kajin har norðuri var sera góð, og djúpt var eisini nidurfyri, so tað lá væl fyri at leggja at har norðuri . fólk í land Eftir at kajin var farin, fóru teir undir at brúka lítlabát, sum teir sleipaðu afturúr Barsskor, og sum var nýtt- ur at føra fólkið og farmin í land við, ímeðan Barsskor lá út fyri, og bíðaði Stundum var so Ofantaligt at hetta ikki lat seg gerða, tå var ikki møguligt hjá fólki at koma uppá land Farminum var stjóraður upp á land. Tað hendi seg tó at fólk vóru stjóraði í land, men tá skuldi veðrið heldur ikki verða alt ov vánaligt Heilt fram til í 1989 sigldi Barsskor eisini í Kunoynna hvønn dag, bæði til Harald- sund og til Kunoyar. Henda sigling helt uppat tå ið byrg- ing varð gjørd um Harald- sund, og berhol var skotið fgjøgnum til Kunoyar Tað er ikki ov nógv sagt, at siga at Hjalmar kennur hvert mannsbarn í Kals- oynni. Barsskor hevur nevniliga verið einsamallur um allan flutning av ferða- fólki og farmi í oynna. Ofta var trongt á dekkinum Serliga tey fyrru árini, var nógv at flyta. Fólk í Kals- oynni høvdu ikki oljufyring, so nógv kol var nýtt har norðuri, hetta skuldi alt flyt- ast við Barsskor, so mangan var trongt á dekkinum. Eisini búðu nógv fleiri fólk har norðuri tá, tey høvdu øll ørindi í Klaksvík inn ímill- um. Nú er bæði flutningurin av ferðafólki og flutning- urin av farmi nógv mink- aður. Hetta er partvís tí at tey ið ikki eru flutt av oynni hava øll fingið oljufýring. Best or at sigla um Spurdur um hann hevði verið glaður fyri arbeiðið hjá sær, svaraði Hjalmar, at tað hevði hann verið, men sjálvandi var tað so, at hann onkuntíð hevði ynskt seg langt vekk, men hugurin kom altíð aftur. Og eftir at hava siglt aðrastaðni við Barsskor sum avloysara- skip, so mátti hann sanna, at tað var Kalsoyarfjørður, ið hann var glaðast fyri Tað er eingin annar um- borð á Barsskor sum hevur verið nærtil so leingi við sum Hjalmar. Teir ið eru við nú hava allir verið stutt við til tað, men onkur av teim- um ið vóru umborð áðrenn, vóru við í nógv ár. Vit spurðu Hjalmar um hvat hann fór at gera nú hann fer at gevast sum skiparin á Barsskor. Hann helt at hann mátti faa at fara at finna upp á okkurt, tí sum hann segði, tað ber ikki til at seta seg stillan. Á Í Tað vóru ikki bara mjólkadunkar ið vómu stjóraðir í land norðuri á Trellanesi, um veðrið ikki var alt ov vånaligt, so var endi eisini settur á ferðafólk um tey ynsktu tað. (Mynd: M. Friis-Nielsen)