Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 1996síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 29. OKTOBER 1996 ítróttar =": „í hreyft; 17 Såttmålin er undirskrivaður: Jugoslavi skal venja toftamenn næsta ár B68 hevur sum mål at kappast á hægri stødi, enn teir gjørdu i ár, og tað er møguleiki fyri, at venjarin fer at hava ein ella tveir spælarar við sær til Toftir Fríggjadagin í síðstu viku skrivadu Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfel ag. og Duran Mihajlo úr Ju goslavia undir sáttmála, sum sigur, at jugoslavin skal verða venjari hjá tofta monnum komandi ár. Um framt at hava venjingina hjá I. og 2. deild á mannfólka síðuni um hendur, skal nýggi venjarin eisini hava høvudsåbyrgdina og leggja til rættis venjingina hjá hin um deildunum. Aðrir ven) arar fara at hjálpa til í yngru deildunum, men tað verður undir leiðslu og vegleiðing av hevuðsvenjaranum Ætlanin var, at venjarin skuldi koma til Føroya at hyggja seg um, tá jugoslav iska landsliðið var her fyrr í hesum mánaðinum. Tað var av ongum. Hóskveldið kom hann at hyggja seg um og tingast um sáttmála, og hann fór avstað aftur við flogfarinum sunnudagin Ætlanin er, at hann skal koma aftur ul Føroya 29 januar. Tå fer hann at hava konu og tveir synir vid sær, og Tofta Ítróttarfelag hevur fingið bústað til vega til teirra Størri avbjóðing Niclas Davidsen sigur, at tað var greitt longu tá Jógv an Martin Olsen í august tók ábyrgdina á seg at venja Í deild, at:talan var bara um eina fyribils loysn, tí Jógvan Martin Olsen eisini í 1997 er bundin av sáttmála við Fótbóltssambandið Kappingin í fremstu deildini er vorðin alt sterri og felagið hjá okkum hevur ynski um at blanda seg upp í ovara partin av deildini Skulu vit gera tað, so er neyðugt at:vit syrgja fyri at fyritreytirnar eru í lagi Nevndin avgjørdi at kanna meguleikarnar fyri at fáa útlendskan venjara. Ein ju goslavi hevur verið venjari í Føroyum í ár. Vit hava skilt, at Tomislav Sivic hev ur verið stak væl dåmdur i „fyri Vági, og tí heittu vit á hann um at hjálpa okkum at fáa ein venjara, sum heyði som u útbúgving og somu fyri treytir = annars, sum hann hevur. Tað gjørdi hann, og eftir at vit hava tosað við nýggja venjaran í telefon nakrar ferðir og nú hava hitt hann her á Toftum, eru vit fegnir um, at tað hevur eydnast at fáa sáttmála við hann fyri komandi ár Tá vit spyrja, um formað urin ikki er bangin fyrr, at venjarin og familjan verða skelkað av veðrinum og umstødunum annars í Før ovum, sær B68 formaðurin ljóst uppá tað Tad er ein stórur fyri munur, at venjarin kennir Tomislav Sivic væl. VB venjarin hevur verið her í eitt ár, og hann hevur greitt okkara manni frá umstød unum, sum vit liva og spæla fótbólt undir í Føroyum Fær fríar ræsur Tad hevur verið uppá tal, at jugoslavisk: venjarin skal hava onkrar spælarar vid sær úr heimlandinum, tå hann kemur til Toftir fyri I februar, og venjarin segði Sosialinum, áðrenn hann fór av landinum aftur, at tað altíð er brúk fyri góð um álopsspælarum Vit hava sagt honum, at møguleikin er opin. Fríggja- kveldið hugdi hann at, með an spælararnir, sum í ár hav a mannað tey bæði bestu liðini hjá okkum, spældu ein venjingardyst. Um hann heldur, at tad er ein styrkur, at hann hevur ein ella tveir spælarar við sær, og um tað ber honum til at fáa teir at koma henda vegin, so fara vit avgjørt ikki at leggja forðingar fyri tí Eg haldi, at royndirnar hjá VB við tveimum jugo- slavum á liðnum í ár hava vist, at teir eru góðir spæl arar, sum styrkja nógv um álopspartin, sigur Niclas Davidsen Nógv at liva upp til Jugoslaviski venjarin segði fyri okkum, at hann heldur at tað er neyðugt at venja meiri, enn flestu liðini í I deild í Føroyum hava gjørt higartil. Nevndin í Tofta lt róttarfelag hevði ikki tosað um henda spurningin við spælararnar, áðrenn teir gjørdu sáttmála við ven) aran, men formaðurin er ikk: bangin fyri, at spælar arnir fara at fella frá Royndirnar siga okk um, at spælararnir vilja hav a avbjóðingar, og at teir eru til reiðar at geva tað, sum skal til, fyri at røkka langt Um teir síggja, at venjingin er åhugaverd, lærurik og gevandi, so ivist eg onga løtu í, at:teir fara at liva upp til tað, sum venjarin ynskir Somu spælarar Tað hevur gingið sum róta súpan í síðstu viku, at Jens Martin Knudsen skal vera málverji hjá B68 komandi ár. Formaðurin í felagnum hevur eisini hoyrt hesi tíð indini, men hann hevur ikki verið í sambandi við Jens Martin Knudsen Vit kenna væl Jens Martin, og tað skal eingin ivi vera um tað, at um hann hevur hug at koma út á Svangaskarð at venja, so skal hann vera meiri enn hjartaliga væl komin. Men vit hava ikki tosað um hatta har Ég veit satt at siga ikki, hvaðani hasi tíðindini stava men ofta skal líuð tl, áð renn slík tíðindi fáa bein at ganga á Tá vit spyrja, um tofta menn hava ætlanir um at fara á veiðuferð í Eysturoy ella aðra staðni kring landið fyri at fáa nýggjar spælarar at styrkja um liðið, svarar formaðurin, at tað einasta, sum hevur verið uppá tal í sambandi við fólk í kom- andi ári, er, at venjarin meg uliga skal hava onkran spælara við sær úr Jugo slava Annars ganga vit ut fra, at teir, sum mannaðu liðið í ár, eisini fara at vera tøkir komandi ár, sigur Niclas Davidsen, sum biður okk um heilsa, at felagið fer at skipa fyri einum eydnuhjóli á Svangaskarði fríggjadagin 29. november Få vit spyrja hann, um hann roknar við at fáa stór an part av figgingini til venjaran og spælararnar ur Jugoslavia til eydnuhjólinum, er skjótur at svara Fólkið her á staðnum tekur altíð væl undir við okkum, tá vit skipa fyri inn tøkuskapandi tiltøkum. Um onkur heldur, at tad er ein nógv dýrari loysn at fara til Jugoslavia eftir venjara, enn at brúka føroysku venjar vega við nann Duran Mihajlo úr Jugoslavia verður venjari hjá B68 næsta ár Mynd: Judith Johannessen arnar, so mugu tey halda um aftur. Sáttmálin, sum hava gjørt við venjaran rennur okkum ikki um kol fíggjarliga vil jh KÍ vinnur hvørja ferð moti GÍ | KÍ vinnur hverja ferð á GÍ. Tað var nidurstødan hjá fáu áskoðarunum, sum vóru komnir úr Klaksvík at hyggja at, tá teirra lið fyri triðju ferð í år vann á GÍ. Lions Club skipaði fyri, og tá tað var liðugt, fingu klaksvíkingar stórt og prýðiligt ferðasteyp í frá- líkum fótbóltslíkindum. | Knapt fýra hundrað á- | skodarar hugdu at, og tað | ber við sær, at ÍSB fer at fáa ein kekk sendandi frá Lions, sum fer at ljóða uppá einastaðni millum 10 og 15 túsund krónur. Askodarafjøldin fekk undirhald fyri tær 40 krón- | urnar. Liðini nýttu at spæla | uttan taktiskar bindingar, | og tað kom ein rúgva av málum. Tá korter var farið, var Kl frammanfyri 3-0, og tá 29 minuttir vóru farnir stóð 3-2. Kurt Mørkøre skoradi tvey tey fyrstu målini bein- anvegin. Bådu ferdina var talan um gott uppspæl og um eitt sindur leysa verju. Arnold Joensen åtti inn- Í leggið úr vinstru til fyrra málið, og tá Símun Waag Høgnesen við góðum lang- skoti økti til 3-0. Eyðun Klakkstein og Simun Waag Høgnesen avrikadu gott eitt tvey samanspæl i høgru, tå Kurt skoraði til 2-0. Tummas Magnussen vikarieradi fyri skadda John Petersen í GÍ álop- inum, og hann skoraði tvey mál. Hitt fyrra eftir flatt innlegg úr vinstru og hitt seinna stútaði hann eftir skrábólt úr høgru Símun Petur Justinussen javnaði fyri steðgin. tå hann sendi flatt langskot dygst úti við stólparótina. Seinna umfarið skoraði Kurt Mørkøre uppá brots- spark, sum Oddmar Andre- asen dømdi, tí hann helt, at Janus Rasmussen heyði togað ov harðliga í troyggj- una hjá KÍ álopsessinum. KÍ sigurin tóktist vísur, men tá klokkan vísti 45 minuttir og teir vóru farnir at gera klárt at rætta klaks- víkingum steypið, javnaði Símun Petur Justinussen uppá langskot eftir stutt fri- spark. Brotssparkskappingina vann KÍ. Jens Martin Knudsen, sum seinna part- in av 2. hálvleiki spældi í álopinum, meðan Sunvard Joensen vardi málið, sendi langt omanfyri, Heðin á Lakjuni sendi í samankom- ingina, og Símun Petur Justinussen smekkaði langt uppum málið. Eyðun Klakkstein, Kurt Mørkøre, Símun Waag Høgnesen og Harley Bertholdsen skor- aðu fyri KI, og Janus Ras- mussen og Tummas Mag- nussen skoraðu fyri GI. Hjá KÍ vóru Allan Joensen, John Hansen, Jan Dam og Allan Mørkøre ikki at síggja, og hjá Gl vóru Sámal Joensen, Erland Tvørfoss, Agnar Højgaard og John Petersen ikki við Páll Guðlaugsson var burt- urstaddur og Hans Mourits Foldbo heyði ábyrgðina á beinkinum jh