fríggjadagur 1. november 1996síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 211 — 1. NOVEMBER 1996
tíðindablaðið
Helt seg skjóta eina kettu
Teir báðir ungu leirvíkingarnir, sum handtiknir vórðu í
sambandi við drápsmálið í Leirvík, eru latnir leysir, og
teir verða ikki ákærdir fyri manndráp
RANDI JACOBSEN
Báðir vóru fegnir, tá ákærin
á rættarfundinum mikudag
in kundi siga teimum, at teir
vórðu latnir leysir, og at
ákæra neyvan fór at verða
reist móti teimum um
manndráp ella medvirkan til
manndráp
Avvarðandi hjá hesum
báðum åvikavist 20 og 21
ára gomlu leivíkingunum
vóru við á tí opna rættar-
fundinum og sluppu fyri
fyrstu ferð í 14 dagar aftur
at síggja menninar, sum um-
síðir hava sagt politinum
søguna um, hvat teir gjørdu
hitt ólukku fríggjakveldið
27. september á ferjuleguni
í Leirvík
Bygdin tagdi
Akærin segði á rættar
fundinum, at politiið hevur
havt sera trupult við at
kanna málið, tí fólk, sum
hava vitað ymist, hava verið
trek at hjålpt við upplýs
ingum - íroknað hesir báðir
menninir
Men seinasta leygardag
hevur politiið havt eina
longri avhoyring av teim
um, og tå hava teir so sagt
meira. Teir høvdu vidging
ið, at:teir hetta kveldið
høvdu verið á ferjuleguni og
skotið við riflu. Frágreið
ingar teirra frá teimum av
hoyringinum, vórðu lisnar
upp í rættinum mikudagin,
meðan teir skuldsettu vóru
til staðar, men ikki í senn
Teir hava báðir greitt frá
at teir henda dagin høvdu
verið til arbeiðis í Gøtu og
komu nakað seint aftur til
Leirvíkar, út ímóti klokkan
hålvgum níggju
Um dagin høvdu teir
einki drukkið, men á veg
heim aftur til Leirvíkar í
bilinum drukku teir eina
gulløl hver, søgdu teir
Tá teir komu til Leirvíkar
koyrdu teir fyrst ein túr
oman á bryggjuna sum teir
plagdu og niðan aftur. Við
kioskina steðgaðu teir fyri
at keypa grill og okkurt at
blanda við, tí teir ætlaðu at
ballast, og so fóru teir heim
til annan teirra
Út at skjóta
Har tosaðu teir um, hvat teir
skuldu gera hetta kveldið,
og teir samdust um at fara
út at skjóta utiløgukattar,
greiddi annar frá
Hann átti eina hálvauto
matiska salonriflu, sum
hann hevði keypt privat i
Kanada í summar, meðan
hann var við Hvilvtenni
Veðrið var avbera gott
hetta kveldið, stjórnuklárt,
og ljósini speglaðust í sjón-
um
Teir fóru út í bilin og
koyrdu oman móti ferjuleg
uni
Maðurin við rifluni bað
tá hin steðgað bilinum, tí
hann sá eina svarta kettu
Hann rullaði rútin niður og
skjeyt, men rakti ikki
Longri niðri bar hann
eyga við eina hvíta kettu,
helt hann tað vera, og loysti
tvey skot av, segði hann
Hoyrdi eitt hvin
Tá hoyrdi hann eitt hvin
sum tá stigið verður á halan
á hundi. og hann så, at hetta
hvíta djórið var ein hundur
Báðir søgdu, at teir vóru
illa við og avgjørdu at rýma
Annar greiddi frá, at teir
vóru illa við, tí man má ikki
skjóta hundar, og hunda
eigarin kundi vera onkra
staðni nærindis. Teir komu
eisini at hugsa um, at riflan
var ólóglig
Teir koyrdu so runt eina
létu og ætlaðu at finna
onkra aðra kettu at skjóta
Skelkurin varð tá blivin til
spenning, segði annar
Løtu seinni fóru teir oman
aftur at hyggja eftir hund
inum, og hann kom renn
andi ímóti teimum. Hann,
sum skotið hevði fór út úr
bilinum, og tá bar hann eyga
við deyða maninum, sum lá
á molakantinum
Bilførarin kom eisini út
úr bilinum, og hin segði
- Vit hava rakt ein mann
Teir sløktu so motorin á
bilinum og fóru yvir til tann
lívleysa mannin og vendu
honum á, so hann kom at
liggja á rygginum. Annar sá
beinanvegin, hver maðurin
var Hann var í ljósabláum
jakka
Annar segði, at hann helt,
maðurin kanska var deyður
av hjartaslag av skotunum
Kannaðu mannin
Teir fóru at kanna hjartaslag
og puls. Teir sóu einki blóð
ella nakað merki eftir skoti
á klæðunum
Teir høvdu tosað um, hvat
nu, um teir høvdu skotið
hann, og um teir skuldu
ringja til politi ella lækna
Men fyrst avgjørdu teir at
krógva rifluna. Teir vóru
skelkaðir og bangnir fyri, at
tað var teirra skyld, at mað
urin var deyður
Rifluna krógvaði eigarin
í einum fiskakassa beint við
minnisvarðan og koyrdi
gras út yvir. So heim við
bilinum og létu seinni fóru
teir avstað aftur til gongu
Søgdu tað vid
ein vinmann
Tá møttu teir tveimum
monnum, róptu annan yvir
til sín og søgdu, at teir
kanska høvdu skotið ein
mann, men teir vístu tað
ikki við vissu, tí teir høvdu
einki skothol funnið á
manninum. Hesin maðurin
vildi ikki við teimum, men
lovaði at tiga við síni vitan
Teir avtalaðu at hittast
seinni um kveldið
Teir fóru aftur oman á
ferjuleguna fyri at kanna
um maðurin var deyður av
skoti ella ikki. Teir kannaðu
mannin, men fingu einki
blóð á hendurnar
hildu ikki, at maðurin kundi
vera deyður av skoti
so ter
Verjarnir hjá teimum báðum skuldsettu eru Kári D. Petersen og Jógvan Páll Lasser
Hundurin var har fram
vegis
Tá kom ein bilur, teir
steðgaðu honum og søgdu
at teir høvdu funnið ein
deyðan mann. Hesin koyrdi
teir niðan á Statoil-stødina
haðani teir ringdu til poli
tid
Um sama mundid kom
eisini ein bátur við ítrótt
arfólki og skuldi leggja at
har, men teir ávaraðu og
søgdu, at teir høvdu funnið
ein deydan mann
Fingu seg ikki til tad
Teir báðir høvdu tosað um
kanska at beina fyri
líkinum, tveita tað á sjógs
ella fara í hagan við tí, men
tað fingu teir seg ikki til
Tveir dagar eftir hend
ingina, vórðu teir avhoyrdir
av politinum aftur Aftaná
fór riflueigarin eftir rifluni
tók hana heim við sær og
króvaði hana í kjallaranum
Men ikki tordi hann at hava
rifluna, so nakrar dagar
Dario Fo og
Franca Rame
eftir
på
bilegg jast á
fax 10422
e /
Víðopið hjúnarlag
Born und
Tre d n
VAKS n
t *
i
Bileggid
% >
Leygardag 2.11 kl. 20
Sunnudag 3.11 kl. 19
Eykasyning!!!
Hósdag 7.11
- P
z
>
» minuttir utt
Kostnadur 70 kr.
seinni, tå hann var einsa-
maliur heima, tók hann og
saðaði rifluna sundur í eini
30 petti og koyrdi pettini í
eina spann við kraftfóðri
Hann fór so í bilin við
spannini og tveitti alt á
Eisini eyka patrón
irnar, sum hann átti
Hin maðurin mintist lítið
at fortelja politinum frá
kvøldinum
Hann segði, at teir plagdu
at vera úti og skjóta, bæði á
ferjuleguni og í fjøruni, og
teir skutu kettur og fuglar
Hann fekk tað illa at passa
tað kveldið, at vinmadurin
hevði síktað eftir
hvíta, sum also var hund
urin, og hevði rakt mannin
í staðin, tí vinmaðurin var
séra góður skytti
Tá báðir menninir hver
sær høvdu hoyrt frágreið
ingarnar lisnar upp og
høvdu havt møguleikar til
at gera viðmerkingar, vóru
teir báðir í rættarsalinum í
senn
sjogv
hesun
Hålvautomatisku rifluna
hevdi hann keypt i
Kanada, har hann hevur
verið og fiskað vid
Hvilvtenni
Finn Ovgaard, varafúti,
greiddi tá frá, hvussu trupult
tað hevði verið hjá poli
tinum at fáa kanna hetta
málið fyri at finna fram til
allan sannleikan, og at tað
hevði verið lættari. um teir
skuldsettu ikki høvdu valt
at tagt
Hann nevndi hendingina
eitt svart óhapp. Teir høvdu
ikki havt nakað motiv fyri
at skjóta henda óskylduga
mannin, og tí fór ákæra
neyvan at verða reist móti
teimum Íyri manndrar
Harvið segði hann tó ikki
at politiið ikki hevði meira
við teir um. Ma
hava teir gjørt seg sekar í at
hava burturbeint prog
at tosa
Vágs skúli
Aulan í Trongisvági
.
TE 7)