mikudagur 6. november 1996síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 6. NOVEMBER 1996
tíðindablaðið
Tummas Arabo, frákoyrdur stjóri á Strandferðsluni:
Politikarar blanda seg ov
nógv í Strandferðsluna
Best var at gjørt Strandferðsluna til eitt partafelag, so vit sluppu undan, at
politikarar so lætt kundu blanda seg. Hetta gevur stovninum nógvar eykaút-
reiðslur, sum politikarar ikki vilja gjalda, heldur frákoyrdi stjórin á Strand-
ferðsluni, Tummas Arabo
EIRIKUR LINDENSKOV
Tummas Arabo heldur
tað vera sera legið, at bræv
ið, hann sendi landsstýri
num 16. februar í ár ikki er
at finna. Hetta er brævið,
har hann biður landsstýrið
um loyvi til at koyra Ottar
Olsen, fíggjarstjóra í far
loyvi. Í Tinganesi søgdu tey
við Sosialin í gjár, at har var
einki slíkt bræv komið
Tummas Arabo váttar tað
sum sagt verður úr lands
styrinum, at:figgjarstjórin
sjálvur ynskti at:fara í far
loyvi gjøgnum ALS-skipan
ina, men at hetta varð hon
um noktað
Hann vildi hava størri
heimildir, men tað fekk
hann ikki. Ein fíggjarstjóri
er ein fíggjarstjóri og hon
um nýtist ikki yvirornaðar
heimildir, sigur Tummas
Arabo - so kann hann tað
sama vera stjóri. Eg tosadi
við grannskoðanina, og teir
hildu einki vera í vegin hjá
Ottar: Olsen at:arbeiða við
teimum heimildum, hann
hevði Eg haldi heldur
ikki, at:tað er neyðugt við
einum stjóra ímillum meg
og starvsfólkið
Tummas Arabo
sigur
Lýsti eftir
roknskaparstjóra
Ottar Olsen legði í fjør
eina alt ov opumisuska ætl
an, sum gjørdist ov dýr
Men tá trekti hann í land og
legði ábyrgdina frá sær
Men hann hevådi starvslys
ingina at halda seg til
Eg lýsti so eftur einum
leiðara ul roknskapardeild
ma, og varð Olavur Arge
í starv. Eg sá kortini
at hetta fór ikki at ganga, ti
hann varð fyrstur úti. Tað
var tå, at eg sendi brævið til
landsstýrið, sum enn ikki er
svarað. sigur Tummas Ara
bo. Hann sigur seg vita, at
tey í Tinganesi hava fingið
brævið, tí hann hevur onk
untíð ley sliga tosað við fólk
fumsitingim um brævið, og
hava tey lovað at:fingið tað
séttur
avgreitt sum skjótast
Brævið er so steðgað I
deildini hjá Sámal Petur i
Grund
Sámal Petur í Grund
vísir á, at grannskoðanar
frágreiðingin ár um ár finst
at teimum somu skeiv-leik
unum á Strandferðsluni
sum ikki verða rættaðir - hví
verður hetta ikki rættað?
Hatta passar heldur ikki
sigur Tummas Arabo. Næst
an allar viðmerkingarnar frá
grannskoðarafrágreiðingini
frá 1994 eru rættaðar, men
ikki tann, sum snýr seg um
tilleggini, sum nøkur starvs
fólk fingu meðan eg var í
farloyvi. Eg havi spurt í
landsstýrinum, hvat eg skal
gera við hetta, men havi
heldur ikki fingið svar um
tað
Altíð grannskoð-
araviðmerkingar
Sjálvandi eru altíð við
merkingar í eini grannskoð
anarfrágreiðing. Tær verða
rættaðar so hvert, men so
koma nýggjar, sum aftur
verða rættaðar
Men viðmerkingarnar í
ár koyra allar upp á fíggjar
deildina, og hana kundi eg
einki gera við, tá eg ikki
slapp at koyra fíggjarstjóran
í farloyvi
Og tá Sámal Petur í
Grund sigur, at Starnd
ferðslan er eitt tvísiffrað tal
afturút longu 1. november
so lýgur hann. Eg skal ikki
siga, at tað ikki kann koma
upp á 10 milliónir við av
skrivingum, tá árið er av
men longu per 1. november
er tað ikki so, sigur Tummas
Arabo, sum heldur, at trú
virðið hjá Sámal Petur í
Grund viknar, tå hann so
leiðis lýgur fyri Føroya
fólki
Politiskur vilji og
atkvødufiskari
Tummas Arabo sigur, at
tað ikki er nakað nýtt fyri
brigdi, at Strandferðslan
hevur yvirtrekk, men so
leiðis er tó ikki á hverjum
ári. Hann vísir á, at fyrsta
árið Tummas Magnussen
sat sum stjóri var emki yvir
trekk, tí hetta árið lækkaðu
lønirnar, og ti var nakað
vunnið innaftur. Eitt árið
síðst í X0'unum var heldur
ikki yvirtrekk, tí tá skar
Tummas Arabo ferðaætlan
ina niður vid eini 20 milli
ónum
Teir tosa um tann »pol
miski viljans, sum tað so
pent eitur, sum skal haldast
Tad er gott nokk við tí, men
tá mugu pengarnir eisini
fylgja við. Tað ber íkki til
at krevja fleiri túrar og rutur
uttan at geva mær heimild
ul at hækka inntókurnar.
sigur Tummas Arabo. Um
so var, so skuldi eg við gleði
fylgt politiska viljanum
Vila hava somu
sømdir sum onnur
Í gjár neyndi Tummas Ar
abo í Sosialinum, at hann
ætlaði at stevna. Útvarpið
visti eisini at siga, at Tamm
as Arabo ætlaði at stevna
fyri ærumeiðing
Hvat vilt tú við eini
stevning
Eg vil bara hava somu
uppsagnartreytir, sum øll
onnur. Tá Sámal Petur í
Grund soeliðis hongur meg
út fyri at svansa við almenn
um pengum, so setir tað
meg í ringt ljós og ger, at
eg fár verri við at finna mær
annað arbeiði. Tí neyndi eg
ærumeiðing, sigur Tummas
Arabo
Men ætlar tú at sleppa
aftur í starvið sum stjóri á
Strandferðsluni ?
Ég fari sum sagt ikki at
leggja meg á knæ fyri ein
um landsstyrismanni, sum
ikki hevur álit á mær
Men um nú tað hendir
at landsstýrismaðurin fell
ur, tí hann hevur logið í hes
um málið - hvat so
Tá haldi eg, at teir
skuldu gjørt Strandferðsl
una til partafelag, og á tann
hátt sloppið undan, at pol
wikarar í heilum blanda seg
í víðurskifuni á Strand
ferðsluni
Eg havi altíð hildið, at
tað heyði verið betur, um
Strandferðslan var eitt part
afelag, tí eg havi alla tíðina
sæð veikleikarnar við ver
andi skipan. Politikarar hva
ov góða atgongd ul ferða
ætlanina, og brúka hana til
at fiska atkvødur vid. Men
tá vit so koma og biða um
meir pengar at reka dýraru
ferðaætlan teirra fyri, so
venda teir okkum bakið
Hetta havi eg sæð í so nógv
ár - og hetta átti at verið
broytt, heldur Tummas Ar
abo
Drúgvar royndir í
strandferðslu
Tummas Arabo má sigast
vera sera royndur innan yrk
ið sum stjórið á Strand
ferðsluni. Hann koma har
fyrstu ferði fyri 23 árum
síðani, tå hann gjørdist tckn
skur stjóri. Hann gjørdist
skjótt stjóri, og stóð á odda
fyri arbeiðinum við at
byggja upp uttanlandssigl
ingina við Smyrli, sum varð
keyptur í 1975
Men tað fóru eisini stórar
broytingar fram við innan
oyggjasiglingini hesi árini
Ferjurnar vóru keyptar, Sam
og Tróndur
Strandferðslan fór hesi
árini frá Pride-gldini til
Smyrla-øldina, sum Tumm
as Arabo tekur til
Tummas Arabo hevur
eisini verið burturi frá stjór
astarvinum í nøkur ár. Hann
hevur verið skrivari í Ut-
nordurverkætlanini, sum er
eitt menningarsamtak fyri
Grønland, Island og Førova
seinni er eisini Vesturnor
eg komið við. Hetta arbeið
ið verður fíggjað av Norð
urlandaráðnum. Tummas
Arabo var eisini landsstýris
maður frá 1991 1994
Hann hevur eisini verið
nevndarlimur og formaður
í Smyril Line
Næsta mánað verður
Tummas Arabo 56 år, men
hann ætlar sær ikki at fella
í fátt, hóast hann hevur fing
ið fótin frá Sámal: Petur í
Grund, landsstýrismanni
Eg havi alt mítt lív fing
ist við flutning og menning
so ikki er óhugsandi at eg
finni upp á okkurt tílíkt
eisini í framtíðini, sigur
hann
DANSI
og
SKEMTILIGU
Í
|
|
á
Tummas Arabo heldur. at politikarar hava ov lætt vid at
blanda seg í ferðaætlanina hjá Strandferðsluni - teir
krevja dýrar broytinga, men vilja ikki gjalda
Tlf. 17500
Hotellið
við útsýninum
KABARETTINI
KALT
BORÐa
verður
30. NOV. = ———
7., 13 & 14. des.
Kostnaður fyri
— Vit bjóða eisini
„MAT UT AV HUSINUM«
f
(min. 10 fólk)
, |
7 byrjað BÍLEGGIÐ NU!
+ RINGIÐ 17500 og biðið um faldara +