fríggjadagur 15. november 1996síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 221 — 15. NOVEMBER 1996
RANDI JACOBSEN
MYNDIR: KALMAR
Aftaná stóru venjingin Erla
fyri nøkrum árum síðan í
Vágum, var dómurin lem;
andi. Tilbúgvingarskipanin
virkaði als ikki
Og ikki vóru atfinning-
arnar frægari aftaná venj
ingina mikukveldið
Erla umaftur, søgdu
fleiri, og ein feldi so harðan
dóm sum at siga, at við hesi
venjingini høvdu tey, sum
skipaðu fyri Erlu, fingið
uppreisn, tí her gekk upp
aftur verri
So mikið meira neyðugt
er at útbúgva hjálparfólkini
og læra tey at samstarva, var
ein nidurstødan
Vistu einki
Venjingin var fyriskipað á
tann hátt, at hvørki poli
listar, sløkkilidsmenn, por
tørar, læknar ella onnur
vístu, at henda venjing fór
at vera mikukveldið. Fyri at
síssa fólk varð tó alment
sagt fyrr í vikuni, at tað vóru
tvørfaklig skeið í hesa
vikuna, og at ein venjing fór
at verða ein av døgunum
Boðini
Klokkan 19.21 ringir ein
maður til alarmsentralin og
boðar frá, at tað er hend ein
vanlukka á vegnum oman
til Norðradal, 300 metrar frá
Oyggjarvegnum. Ein per-
sónbilur er stoyttur saman
við ein buss, og bilurin
stendur í ljósum loga. Mað-
urin sigur í fartelefonini, at
tað er nógvur roykur, og
hann hoyrir skrál, men hann
sleppur ikki framat. Hann
heldur, at har eru fleiri fólk,
og hann kallar eftir hjálp
Ein minutt seinni fara
boðini til ambulansutænast
una og til sløkkiliðið
Men longu her gekk
galið
Skeiv boð
Ambulansutænastan fataði
bodini sum, at ein bilur var
farin runt, men ikki fyrr enn
góða løtu seinni fingu teir
at vita, at ein bussur eisini
var við í vanlukkuni, og at
fólk lógu undir hesum
busst
Tað tók sína tíð hjá teim
um at fáa fleiri sjúkrabilar
á staðið, tí ein av bilunum
var á verkstaði, og ein var
staddur í Fuglafirði, men
hesin var skjótur suður
Slekkiliðið hevði heldur
ikki fingið réttu boðini. Teir
vistu, at bæði ein bilur og
ein bussur var við í van-
lukkuni, men ikki hvar van
lukkan var hend. Fyrsti bil
urin hjá teimum brúkti tí tíð
upp á at finna vanlukku
staðið. Hann koyrdi av
Oggjarvegnum niðan á
Norðradalsskarð og vendi
aftur, tí har var einki at
síggja. Teir sóu ikki oman
Sløkkilidsmenninir gingu vid liv og sál upp í uppgávuna
og fingu tey særdu út úr bussinum
tíðindablaðið
Statistarnir fingu rós fyri at duga væl at spæla við. Henda kvinnan var ófér dugdi sera væl at spæla skelkað og var
ikki við at gera, so sløkkilidsmenn og annað bjargingarfólk vóru um ein háls av henni
fyri mjørka. Men so vendi
bilurin við aftur og fór
oman. Teir høvdu bara
fingið at vita, at tað varð á
Norðradalsskarði, varð upp-
lýst á eftirmetingarfund
inum mikukvøldid
Tað valdaði ruðuleiki, tá
hjálparfólkið kom á staðið
Fólk runnu aftur og fram
Øll hjálparfólkini gramdu
seg um, at tey høvdu ilt við
at finna út av, hver leiðari
var fyri øllum arbeiðinum
A fundinum aftaná fýltust
allir partar á, at komm
unikatiónin virkaði so illa
eitt nú millum slekkiliðið
og politiið
Tann, sum skuldi virka
sum leiðari á staðnum fyri
politiid, heyði eisini fingið
skeiv boð um staðið. Tá
hann kom koyrandi við
Norðradalsskarð møtti
hann tveimum persónum,
sum ikki kundu siga, hvorki
hverjum teir vóru ella nakað
annað. Leiðarin tók teir upp
í bilin og koyrdi oman, og
hesir báðir vórðu so koyrdir
særdum
upp í bólkin av
fólkum
Tann fyrsta tíman í
hvussu er var eingin á stað
num, sum kundi síga
hvussu ávarslig vanlukkan
var, og tá pressan spurdi
sløkkilidsmenn og onnur
hjálparfólk eftir leiðaranum
vistu tey ikki, men peikaðu
frá einum til annan
Sløkkilidsleidarin kundi
ikki siga annað enn, at ein
bilur og ein bussur vórðu
stoyttir saman, og at fleiri
vórðu særd. Ein var deyður,
visti hann um
Sosialurin royndi eisini
um sama mundið at ringja
á politistødina í Havn at
spyrja, hvussu umfatandi
vanlukkan var, men har
fekst bara at vita, hvar tað
var hent, og at talan var um
bussu og bil. Men meira
visti stødin ikki tå
Eingin fording
Fjølmiðlarnir spældu eisini
við og komu á staðið stutt
eftir, at vanlukkan var
hend Journalistar og foto
grafar sluppu frítt at ganga
inni á økinum. Eingin
steðgaði teimum tann fyrsta
tíman. Eitt nú bar til at fara
inn í bussin, har fleiri særd
fólk lógu Eingin upplýsti. at
undir bussinum lógu særd
fólk enn. Uppgávan hjá
fotografum og journalistum
var eisini at stressa sløkki
liðsfólk, politistar, portørar
læknar og onnur, og tað
varð gjørt, kanska meira
enn um tað heyði verið ein
verulig vanlukka. Tað segði
politiið eisini aftaná, ti
vanliga er samstarvið gott
Men aftaná, á eftirmet
ingarfundinum, gramdu
hjálparfólkini seg illa um,
at tey ikki høvdu fingið ar-
Stórt úrval av
* Blusum
* Niðurdeilum
* Buksum
Blusur
|
reyðar,
grønar, bláar
KR. g"
p
TILBOD!
Sloggi 08.
trussur
2 per
beitt fyri pressuni, sum alla
tíðina var í vegin
Framhald
Skálabøð
Dr. Jakobsensgøta 21, tlf. 15315
Ein vanlukka um
vanlukka hendir
Venjingin mikukvøldid var prógv um, at vit eru sera illa tilbúgvin, um ein ålvarslig vanlukka hendir
;
SEE
SANS
SR