Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1996síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 16. NOVEMBER 1996 sTóvuðsstaður aðarfelags til bý- og skúlaráðsvalið 3. desember 1996 sterkan høvudssta0 — Fyri allar borgarar Framtíðin er barnanna... — At skapa trivna fyri allar borgarar í kommununi, soleiðis at her verður lokkandi at virka og búgva — At gera byin tilbúnan at taka ímóti nýggjum vinnum og at skapa fortreytir fyri einum fjøltåttadum vinnulívi — At halda fram við at tryggja og styrkja búskaparliga grundarlagið undir kommununi — At nøkta átroðkandi barnaansingar- tørvin Hetta eru nøkur av målunum, sum Javnaðarflokkurin í Suðurstreymi hevur í hyggju at fremja í komandi valskeiði. Bernini eru størsta rikidømi okkara, og framtíðin er teirra. Tí eru trygg kor hjá børnum ein avgjørd fyritreyt fyri, at tað skal verða lokkandi hjá ungum virkisfúsum fam- iljum at seta búgv í hevuðsstaðnum. Stóra tilflytingin seinnu árini hevur skapt ein akutt- an tørv á fleiri ansingarplåssum. Vit vilja virka fyri at ein langtíðarætlan verður gjørd, sum skal tryggja øllum børn- um rætt til ansingarplåss. Hetta skal loysast vid eini håskandi blanding av dagstovna- og dagrøktarplåssum. Vit halda eisini, at dagrøktin skal styrkjast vid petagogiskari leiðslu og stuðli til dagrøktarmammurnar. Afturat hesum skulu tiltøk beinanveg- in setast í verk, sum loysa átroðkandi torv- n. Hesi kunnu vera at finna ótraditionellar loysnir, sum fyrst og fremst skulu vera peta- gogiskt forsvarligar. Valblað Suðurstreymoyar Javn 8 farloyvi — Vit vilja leingja barnsburðarfarloyvið við átta vikum - úr 24 upp í 32 vikur. Hetta er málið, sum Javnaðarflokkurin í Suðurstreymi hevur sett sær fyri at greiða í komandi bý- ráðsvalskeiði. — Hetta ber til, sigur felagið, ið hevur evnað eitt uppskot, ið kann setast í verk longu komandi ár BEEN AU OSS ASSET OSS TO SN AS SSNS SISS SESSI BOOKS BO Í framtíðini fara foreldur í Tórshavnar Kommunu at hava átta vikur longri barns- burdarfarloyvi, um politikk- urin hjå Javnadarflokkinum verdur framdur i verki Flokkurin hevur sett sær fyri í býráðnum at fremja uppskot, sum gevur fólki henda møguleika Eftir galdandi lóggávu hevur kvinna rætt til 24 vik- ur — barnsburdarfarloyvi Hesa lóg kann Tórshavnar Býráð ikki broyta. Men bý- ráðið kann geva foreldrum møguleika at skoyta upp í hetta farloyvi Og tað ætlar Javnaðar- flokkurin at gera. Skipanin fer at virka á tann hátt, at foreldur nú fáa møguleikan at skoyta átta vikur upp í endan á vanliga farloyvi num. Tey kunnu sjálv velja, hvert teirra - mamma ella pápi - tekur av hesum til boð, men gjaldið verður tað sama - hægsta dagpeninga veiting, sum í løtuni er 2.719 krónur um vikuna. Í hesar átta vikurnar verður upphæddin tá 21.752 krón- ur Javnadarflokkurin heldur, at góðir møguleikar skuldu verið at framt hetta uppskot í verki - bæði tí at játtan er til taks á fíggjarætlanini og tí at býráðið hevur víst pos itivan vilja til at jåtta pen- ing, ið stuðlar barnsburði Í kommununi verða árliga fødd umleið 250 børn. Til- samans fer skipanin at kost- a, um øll taka av tilboðnum, um 5,4 milliónir krónur Figgjarætlanin fyri komandi år hevur eitt yvirskot upp å 10 milliónir krónur, so her skuldu verið góðir møgu- leikar Sudurstreymoyar Javnað- arfelag hevur tað fatan, at fyrsta tíðin hjá barninum er av serliga stórum týdningi Hetta er tann tíðin, tá trygg- ar umstødur og eitt gott heim hava ótrúðliga stóra ávirkan á menning barnsins Tað er einki dulsmál, at Javnaðarflokkurin hevur sum stevnu at leingja van- liga barnsburðarfarloyvið Tí hevur hetta uppskotið hjá Javnaðarflokkinum eisini eitt sosialt endamál, tí tað at vera saman við foreldrum hesa tíðina er tað besta, vit kunnu bjóða nyfødda barn- inum. Men hetta hevur eis- ini aðrar fyrimunir við sær: - Barnið verður sterkari, tá tað ikki nýtist í dagrøkt fyrr enn tað er átta mánaðar gamalt. Trýstið á dagrøktar- Fyrsta tíðin saman við barninum hevur sera stóran týdning 13 In vanliga fúsir at stuðla barnsburði fíggjarliga plássini verður munandi minni - Kropsliga er barnið bet- ur fyri at verja seg ímóti barnasjúkunum, sum nátúr- liga eru millum børn Afturat hesum hevur hett- a eisini týdning fyri foreldr- ini, ið nú fáa meiri tíð sam- an við barninum, og hetta fremur eisini javnstøduend- amálinum, tí nú kunnu for- eldrini sjálv velja, um pápin ella mamman skulu taka av tilboðnum um longda far- loyvið Fyri kvinnuna merkir tað eisini, at hon verður tryggari á arbeiðsplássinum, sum við hesum fær eina stabilari kvinnu aftur í starv. Annað- hvert tí, at hon heilsuliga er meira styrkt eftir longda far- loyvi, tí at barnið er heilsu- liga betur fyri. Men verður tað pápin, sum tekur av til- boðnum, er kvinnan eisini betur fyri, tí tá er tað pápin, ið tekur sær av barninum, um tað skuldi gjørst sjúkt Uppskotið um longda far loyvið er tí gott fyri allar partar, mammu, pápa, barn, dagrøktarplåss og arbeiðs- plássið hjá kvinnuni