Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 1996síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 223 — 19. NOVEMBER 1996 tíðindablaðið Einki „sjálvstýrisblað“ á hesum sinni: Orsøkin: Osemja millum flokkarnar stingur djúpt men er í mongum ósaklig Ætlanin var at geva sjálvstýrisvonginum í fór oyskum politikki, sum í dag einki blað hevur, høvi til at koma til orðanna í einum nýggjum blað, men av ti, at ósemjan er so stór millum flokkarnar verður nýggja blaðið, sum ætlanin var at geva út, av ongum Jan MULLER Ætlanin at sameina kreft irnar á sjålvstyrisvonginum í føroyskum politikki í eimi felags blaðútgávu verður av ongum Olavur Rasmussen og Jonhard Mikkelsen, sum nú í fleiri mánaðir hava kannað umstødurnar og møguleik arnar fyri at geva út eitt nytt blað, sum m.a. skuldi verða fíggjað av Tjóðveldis flokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum góvu nú um dagarnar skarv in yvir Teir ásanna, at møguleiki er ikki at savna teir tríggjar flokkarnar í útgávum av einum nýggjum føroyskum blað Olavur Rasmussen sigur at teir høvdu lagt nógva orku í hetta nýggja og spennandi blaðprojekuð, og hann er ikki sért vónsvíkin av, at tað varð av ongum Hetta hevur kostað okk um bæði pengar og orku, men tað hevur so givið okk um gott innlit í fjølmiðla verðina Samansjóva vongin Upprunaliga ætlanin var at geva út eitt nýtt blað, sum kom út eina ferð um vikuna Her var talan um eitt pol itiskt óheft blad, men har partur av figgjarliga grund arlagnum skuldi vera studul frå teimum trimum sjålv stýrisflokkunum. Teir skuldu so fáa nakrar síður í blaðnum. Endamálið við blaðnum var annars at við gera samfelagslig og ment anarlig mál meira gjølla enn tað verður gjørt í skriv aðu pressuni í dag Ein saknar eitt blað, sum gevur sær stundir, brúkar fleiri kreftir og sum tá hevur møguleika at viðgera sam felagsstøduna meira gjølla sigur hann og leggur aftrat Vit vildu so eisini við hesum blaðnum royna åt samansjóva sjålvstyris vongin i Føroyum, sum í dag als einki blað hevur men sum vit vita stendur fyri eini hugsjón Men har var ikki semja millum flokkarnar fyri at fara undir hetta projektið Osemjan tykist sunga so mikið djúpt, at hóast tað eru fleiri, sum taka undir við tilíakinum, so er ikki meiri luti fyri hesum - kreftir eru ímóti tí - sigur Olavur Ras mussen Sjálvur heldur hann, at tíðin er farin frá flokspol itiskum bløðum av tí gamla slagnum, har hver flokkur hevur sína partapolitisku sproytu sum hann málber seg Royndirnar hava vist, at slikar geva bara dundrandi undirskot Til tess at eitt blað kann yvirliva so má tað appelera til ein nógv stórri skara enn til ein flokk heldur Olavur Rasmussen, sum meinar, at nógvi blaðdeyðin i Før oyum kemst av, at flokk arnir hava ikki fylgt við tíðini Hann viðgongur tó , at hetta hevur eydnast tem um, sum standa fyri og geva Sosialin ut Men sum stødan er i dag so heldur hann, at talan er um eina slagsíðu i blað heiminum, nú teir tríggir sjálvstýrisflokkarnir einki blað hava yvirhøvur Olavur Rasmussen gevur annars ikki nógv fyri før oyskum partapolitikki, sum hann heldur vera ótrúliga barnsligan og uttan nakrar stórar linjur ella hugsjónir Tí ásannar skjótt, at tað mesta er persónligt stríð og klandur. Nógv, sum flokk arnir koma við, er einki sígandi fjas Blaðið, sum ætlanin var at geva út, skuldi vera eitt dygdarblað eisini í útsjónd Tað skuldi verða prentað í tabloidstødd (sum Sosial urin) og í litum Olavur Rasmussen sigur Jonhard Mikkelsen og Olavur Rasmussen er fegnir um stuðulin teir fingu til blaðprojektið men eru ikki sért vonsviknir av stødutakanina hjá sjálv stýrisflokkunum. Mynd kalmar seg vera sera vonsviknan av teimum prísum, sum stóðu teimum í boði at prenta blaðið í Føroyum Vit bóðu um tilboð frá Dimmalætting, men hetta var út um alt mark, soleiðis at vit vórðu tvungnir at fara til Danmarkar at fáa tilboð Ut frá hesum dug! eg eis ini at síggja, at er ómetaliga týdningarmikið, at tað í dag er fleiri enn ein møguleiki í Føroyum at prenta blød. Var bert tann eina prentsmiðjan í landinum, so er greitt, at henda hevði kunnað tikið ein og øll sum gíslar og her hugsi eg ikki minst um lýsingarmarknaðin Vár prentmonopol í Føroyum, so kann ein ímynda sær prísin KUNNGERÐ Sagt verður frá, at valkortini til komm- unuvalið 3. des. 1996 eru send teimum, sum standa á vallistanum Um veljari ikki hevur fingið valkort í sein- asta lagi 25. nov. 1996, verður hann biðin um at gera vart við hetta á kommunu- skrivstovuni, tlf. 41179 Á Skála verður valt i Losjuni og í Skåla- firði í skúlanum. 7 Skåla Bygdaráð Suðuroyar Sjúkrahús 800 Tveroyri Avloysari fyri laborant Søkt verður eftir laboranti til avloysara skeiðnum 1/2 til 31/7-97 Umsókn við avriti av prógvum v senda til: Umsjónarmannir Sjúkrahús, 800 Tveroyr Umsóknarfreist: 2. desember 1996 KUNNGERÐ Valið til bygdaráðið og skulanevndina í Kollafjarðar kommunu verður í fimleikar- holl skúlans týsdagin 3. desember 1996. Valt verður frá kl. 10.00 til kl. 14.00 og frá kl. 16.00 til kl. 20.00 og so leingi velj- arar mota uttan steðg. Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi forleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða frá til kommunu- skrivstovuna, tlf. 21120 ella tlf. 21086 innan kl. 16.00 månadagin 2. desember 1996. Veljarar, ið verða burtirstaddir valdagin, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvoðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tif. 21120 ella tif. 21086 í seinasta lagi kl. 16.00 2. de- sember 1996. Valkort eru send út og skulu havast við, tá atkvøtt verður. Um nakar ikki hevur fingið valkort, skal hetta boðast komm- unuskrivstovuni sum skjótast. Valnevnd Kollafjarðar kommunu 15.11.96