týsdagur 19. november 1996síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið STAN
13
Steðgið náttúruoyðandi
Eiði-3 verkætlanini
Umhvørvisvinarlig útbygging í sama øki sum Eiði-1 gevur umleið 3 feðrir so
nógva orku og kostar umleið tað sama sum Eiði-3 sigur FNU í niðurstóðu
síni. Vit prenta her burtur úr úrskurðinum hjá FNU - og haraftrat nakað um
umhvørvisligu árinini av báðum útbyggingunum.
1. Samanumtíkið - úr-
skurður
>Tað er umhvørvisliga,
tøkniliga og búsk iga
skeivt at fremja »Eidi 5.
verkætlanina sum ætlað, tí
A. Tað hevur als ongan
skund at økja elorkufram-
leiðsluna nú, tí nytslan er í
dag niðri á somu legu, sum
hon var fyri 1] árum síðani
B. Eiði-3 verkætlanin er
ein umhvørvisliga sera
vandamikil og náttúruoyð-
andi ætlan
D. Tekniliga og búskap-
arliga er Eiði-3 ætlanin
skeiv, tí tað finnist m.a. eitt
gott alternativ - >Vambar
verkætlanin« - í útnyrðings-
partinum av Eysturoynni '
(>Eiði-1 økinum«), ið gevur
nærum 3 ferðir so nógva
orku sum Eiði-3 fyri uml
sama kostnað
Framsetingin í pkt. A.
stendur at lesa í ársfrágreið-
ing SEV's. Umhvervisligu
árinini av Eiði-3 verkætlan-
ini verða her serskilt við-
gjørd í parti 4, meðan vit í
pertunum 2 og 3 hava út-
greinað tann í pkt D
nevnda møguleikan. Sam-
anumtikid kann um henda
møguleikan sigast:
Við einari vatngoymslu á
»Vombini« á uml. 365 m
hædd (byrging uml. 500 x
20 m.), 3 x umi. 4,5 km
tunlar frå avfallsøkjunum
Al, A2og B og einum um!
8-9 MW kraftverki við Eið-
isvatn fáa vit eina meðal-
ársframleiðslu úr hesum
økjum uppá uml. 30 mill.
kWh - tvs. 36% meira el-
orku enn Eiðisverkið
framleiðir í dag (22 mill
kWh). Avfallsmetingin er
grundad å seinastu almann-
akunngjørdu måtingarnar
frå økinum (Nordic Hydro-
logical Conference 1994)
Kostnadurin fyri hesa út-
bygging er mettur til 150
mill. kr. (froknad byggi-
rentur v.m.) og byggir á
dagførdar eindarprísir frå
i. Byrgingini í Villingar-
dali
2. NVE: »Hydroelectric
Power Technology in Nor-
way, with Special is
on Small Scale Power
Plants.
3. Eiði I åtbyggingin
og harumframt
4. Kanningar á staðnum
Henda loysnin vil, bert í
heilt lítlan mun minka um
núverandi feskvatnstilrenn-
ing í umhvørvisliga við-
brekna Funningsfjørdin.
Ein onnur helst skilabetri
umhvørvislig loysn fyri
Funningsfjørð, ið gevur
sama samlaða úrslit, er at
leggja kraftverkið í Funn-
ingi. Fjørdurin vil tá fáa frá-
renningina frá økjunum A I
og A2 afturat tí náttúrligu
tilrenningini. Henda loysnin
verður kanska eitt sindur
dýrari, men eigur eisini at
kannast nærri, serstakliga
við atliti til at gagnnýta
fjørdin til aling av td
skeljafiski.
Okkara uppskot er, sum
vónandi skilst, fyrst og
fremst ein leiðbeining - eitt
»varsk6« - til avvarðandi
myndugleikar. Fingin kann
vilja trysta fram eina tøkni-
liga, búskaparliga og um-
hvørvisliga so skilaleysa
verkætlan sum Eiði-3, tå
umhvørvisvinarligt alterna-
tiv er tøkt, ið gevur uml. 3
ferðir so nóva orku fyri uml.
somu upphædd, og als ikki,
tá eingin tørvur er á fram-
haldandi útbygging, fyrr
enn um í fyrsta lagi kanska
10-11 ár. Einans Højgaard
& Schultz hevur skund, ti
sum skilst gongur einkar-
rættsáttmáli teirra at út-
byggja okkara vatnorku eft-
ir rokning út um 4 ár. Fyri
teir er tað tí alneyðugt at
byrja nú.
Land og fólk hevur knóg-
vað nóg mikið undir heims-
methøgum elprisum og 6-
neyðugt útpíndum um-
hvørvi og náttúru. Tað má
fáa ein enda nú<.
Umhvørvisligu årinini
»Ætlada >Eiði-3<-útbygg-
ingin krevur, at allar tær åir
og teir løkir, sum í dag
renna í Funningsfjørd frá
Funningi og inneftir verða
at síga turrlagdar, og hesin
frá náttúrunnar hond lív-
frødiligt viðbrekni fjørdurin
missur tå ein sera týðandi
part av teimum fødsluevn-
um, ið saman við ljósinum
og luftini eru grundarlagið
fyri planktonframleiðsluna
og harvið øllum lívi í fjørð-
inum.
Vit vita, at planktonfram-
leiðslan, har åir og løkir
renna út, er 20 ferðir so stór
sum á opnum. havi. Tað sig-
ur tí seg sjálvt, at tann lív-
fréðiliga javnvågin, ið
gjøgnum túsundatals ár er
skapt í fjørðinum, kemur at
verða álvarsliga hótt av ein-
um so stórum niðurskurði
av fødsluevnum, sum her er
talan um. Siggjast kann
heldur ikki burtur frå, at alt
lív innast í fjørdinum so við
og vid fånar burtur - - -
Tá Yvirfridingarnevndin í
sínari tíð veitti loyvi til út-
bygging av Eiði-1 og Eiði-
3 var greinliga avmarkad
hvørji ski tað snúi seg um
Uttan at fara út í æsir skal
tó nevnast, at SEV her
heimildarleyst beinanvegin
tók ein týðandi part av tí
sonevnda »Eidi-2«-økinum
upp í Eiði-1 (helst fyri at
pynta uppá úfslitið av út-
byggingini). Nú røkkur
Eiði-3 økid eitt sindur inn
um Funningsfjørd, men
sama hvat friðingarmynd
ugleikarnir hava givið loyvi
til og ikki, er væntandi at
SEV eisini her kemur at
halda fram longur suðureftir
og ikki steðgar á fyrr enn i
hvussu so er bæði Vestur-
dalsá og Fjarðará eisini eru
turrlagdar. Eiði-3 verkæti
anin vildi nevnliga verið
upp aftur meira skilaleyst
um ikki júst hesi skini fram
til Skálabotn vórðu tíkin við
í ætlanina. Við ødrum orð-
um: Siga vit »A« í dag
mugu vit siga »B« í morgin,
og harvið útseta vit tann
kanska enn meira livfrødi
liga viðbrekna Skålafjørdin
fyri somu vanlagnu sum
Funningsfjørð!
Okkara uppskot gevur
uml. 3 ferðir so nógva el-
orku sum Eiði-3 og kemur
so at siga ikki at minka um
tilrenningina í Funnings-
fjørð, tí einans avfallið á
uml. helmingin av gkinum
B, ið bert er 3,6 km2 (sjá
síðu 3), rennur í dag í fjørð-
in. Hin helmingurin rennur
í havid lutvis gjøgnum
Ambadal og lutvis gjøgnum
Gjåar-bygd
„Hví koma nú sum ketta
år høvdatrog vid einum
nýggjum uppskoti< - vil
kanska onkur spyrja. Til tað
er at siga, at vit longu í 1983
(tvs. áðrenn byrjað varð við
Eiði-1 verkætlanini), al-
ment vístu á, at júst á norð-
ara parti av Eysturoynni var
rætt at byggja út frá uml
370 m. hæddarleguni, so
her er als ikki talan um
>eftirklókskap<. Í skrivi til
landsstýrið í okt. 1984 um-
róður Orkuráðið uml. somu
loysn
Elnýtslan í landinum er
sum nevnt í dag minkað
niður til somu legu sum í
1985. Tað hevur tí fyri tað
fyrsta als ongan skund at
byrja ta eftir okkara áskoð-
an skilaleysu útbygging av
>Eiði-3< verkætlanini (og tá
sjálvandi heldur ikki okkara
alternativ). Harnæst er Eiði-
3 útbyggingin, sum víst er
á, umhvervisliga beinleiðis
ábyrgdarleys, og fyri tað
triðja: Hava vit í heilatíkið
ráð ella loyvi til at lata ar
beiðir í samband við okkara
vatnorkutilfeingi fremjast
eftir rokning? Og hví verður
frá SEV einki sagt um al
ternativ til Eiði 3<? Eitt nú
elorku frá teimum nógva
ferðir ódýrari vindmyllun
um?
Vindmyllur og dieselverk
kunnu altíð takast burtur
men tað kemur at taka fleiri
100 ár at lekja skaðiligu
árinini frá skilaleysu vatn
orkuútbyggingini í Eystur-
oynni
Vit hava ta skyldu mót
vegis okkara eftirkomarum,
at teimum verður latið upp
í hendur eitt land, ið eisini
gevur teimum møguleikar
at gagnnýta og fara væl um
tað tilfeingi okkum er til
lutað
Í dag tíggja vit okkum
sum vandalar í umhvørvis
målum«
Føroya Náttúru- og
Umhvørvisverndarfelag
(FNU)
»Beitikongur«
GOGGA
Minni nøgd av frystari goggu kann útveg-
ast komandi vikuskifti.
BILEGGINGAR til henda fart mugu koma
Í DAG!
KUNNGERD
Skattalistin til skattaárið 1995 hjá Sjóvar
kommunu liggur frammi til alment eftirlit
á bygdaráðsskrivstovuni í døgunum 18.
til 29. november 1996, báðir dagar írokn-
aðir.