Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 1996síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 224 20. NOVEMBER 1996 ein álvarsamur veruleiki! Nú býráðsvalið nærkast í hverjum, eru sum rímiligt mong, sum bjóða seg fram at stýra kommununi næstu fýra árini. Sera ymiskt er, hvat ið verður brúkt til »leysakast«. Ein ávísur by- rådslimur man tó bera prís- in, tí hann hevur ongantíð latið nakað hevi fara aftur um bak at greiða frá um sín góða vilja til bæði ditt og datt, og aðrir taka so efur og finna okkurt at vera ónggdir vid, og penta so hetta - við hvert uppfunnu - onøgd saman til eina pena søgu, roknandi við at so og so nógvar sálir fara at gloypa Tað er øllum kunnugt, at búskaparliga stødan í land- inum framvegis er vánalig, ja, hættislig, men kortini hava vit lyndi at gloyma veruleikan, straks ein skái er framman stavn: Ella hvussu skal tað skiljast, at svarið uppá kreppuna eru nýggir bilar í hundrað- kanska túsundatali? Oll, ið bjóða seg fram, skuldu ver ið so mikið at sær komin, at tey lótu vera við at geva fólki, veljarunum, falskar vónir um framtíðina, tí út- litini eru ikki til tess. Ti hevði tað eisini verið betri, um nýggi landsstýrismaður in í fíggjarmálum hevði dugað sær at tagt um hand- an skattalættan, sum hann fór at rumbla við, áðrenn hann var setstur í Tinganesi Nei, tað sum vit hava brúk fyri nú, eru fleiri fólk av ti slagnum sum kendi norski forsætisráðharrin um tað mundi, tá ið norðmenn søgdu svium farvæl, og sum svaraði Bjørnstjerne Bjørn- son aftur vid kendu orðun um: »Nå gjelder det om at kommunuvalið Kommunuskuldin holde kjeft< Allir smátrupulleikar hjá Tórshavnar kommunu eru fyri einki at rokna ímóti skuldini - smáar tríggjar á líkningar ella einar 600 mill kr. - At lata eyguni aftur fyri hesum veruleika er púra á byrgdaleyst Vit vita, hvussu henda ómetaliga skuld er íkomin, men tað hjálpir so lítið nú, tí hon skal gjaldast aftur, ella veit kanska onkur serfrødingur ráð? Kanska onkur orðhag ur grannskodari? Kommunurnar fingu eina skipan vid kreditorarnar fyri einum ári síðan, sum gevur ein fimm ára skáa. Tveir gjaldshættir eru fyri hesi ár- ni, men Tórshavnar og Argja kommuna fingu tann háttin, ið líuð og einki minkar um skuldina, men er góður fyri lánveitararnar. Hetta má broytast beinan vegin, tí nú er rentan so lág sum nakrantíð. Í staðin skal hin gjaldshátturin brúkast, har vit eisini gjalda nakað av lánunum aftur, og henda broyting má fáast í lag bein anvegin! Kommunan må eisini seta sær fyri at royna at gjalda meira nidur av skuldini, um tað á nakran hátt ber til hesi fýra komandi árini. Tað er åbyrgdarpolitikkur. Lata vit bara standa til, so verður tað helst uppaftur tyngri at gjalda skuldina, tá hetta skeiðið er runnið, og verður hon tá ein marra fyri okkum øll langt fram í tíðina. Ann- ars eigur komandi býráð at leggja doyin á við samráð ingum at fáa so góðar sømd ir og avtalur við lánveitar arnar sum gjørligt, tå ið nú hesi fýra árini, sum koma at falla saman við komandi valskeiði, eru liðin, so at kommunan ikki fer av fót um, men verður karmur um eina góða og trygga framtíð fyri sínar borgarar. Sjálvandi skal kommun- an rekja sínar skyldur mót vegis borgarunum, men tað má vera gjørt eftir em strangari og rættvísari rað- festing, ti ráðini røkka ikki longur. Sum dómi upp á eitt minstamark av veitingum kann nevnast, at øll hús í kommununi hava vatn vid ti rætta trystinum, og at hus arhaldstólini ganga ikki fyri, og at øll hús hava far- andi atkomuveg, har tú kanst ganga turrskøddur í hampiligum líkindum. Tað ber heldur ikki til, at sethús standa við opnar, stinkandi kloakkir; har verða verulig- ar åbøtur at gera beinanveg in. - Vit verða noydd nú eina tíð at gera mun á tí neyðuga og óneyðuga, men ofta er trupult at halda sær í skinn- inum í so máta, tá ið val er í hondum: Býráðið átti ikki at havt játtað nakað til Tors vøllin nú, men latið eitt komandi byråd tikið hasa avgerðina; tað heyði sømt seg betur Sjálvandi skal landsstadion byggjast í høv- uðsstaðnum, men beint nú hava vit ikki ráð. Í áttati ára galskapinum varð ofta sagt „Hava vit ráð at lata vera<? Minnir ikki sørt um ta tíð ina! Eitt annað argument ímóti at byggja handan vøllin nå er kortini tað, at tað altíð hevur verið bedýr að, at tað skal vera so trong ligt í Gundadali. Ein vøllur ið bert skal nýtast til nakrar fáar landsdystir, gevur ikki ungdóminum fleiri venjing artimar, ti eigur at vera hugsað ødrvisi um hatta Púra rætt málið. Tað er heldur ikki beint, at hann einki fer at kosta samfelagnum; tað ger hann so sanniliga, men onk ur heldur tað verða skilagott at tippa fyri 50 mill.kr. og fáa 10 mill. aftur! Komandi býráð eigur at øllum alvi at royna at fáa komununi fleiri inntøkur og arbeiðspláss, so at allar hendur hava nóg mikið at gera. Tá er nógv vunnið, og samstundis verða nógvir samfelagstrupulleikar burt- urbeindir. Vit fegnas tell um, at tað er lív og fram- gongd at hóma her og har, og vóna, at hetta heldur á og mennist enn meta, so tað verður ein javnur og stødugur vøkstur. Okkurt kundi bent å, at sitandi meirluti hevur havt eina hepna hond i hesum verki Kunsturin at styra hevur altíð verið og verður at duga sær hógv. Hesar = reglumar um kommunuskuldina eru ikki skrivaðar, tí landsstýris maðurin í kommunumálum beint nú hevur sent nøkrum kommunum, m.a. Tórs havnar kommunu, eitt illa umtókt bræv; men lesur tú tað, sum valevnini skriva, sæst beinanvegin, at tey als ikki leggja upp til orðaskifti um nøkur stórmál, og so als ikki um kommunuskuldina Tað sær út sum ein tigandi avtala at halda seg til tað vanliga gerandis-putrið, inntil valið er farið afturum Tað er gott at vera fittur men ikki altíð nóg mikið Gott býráðsval Regin av Steinum, valevni á tjóðveldislistanum Bjarni Dalsgarð Bjarni Dalsgarð, bygda- ráðslimur á Argjum, hevði í blødunum herfyri eina grein um nakrar åbøtur, ið vóru hart tiltrongdar fyri smábátaeigarar í Havnar Kommunu (nú eisini Argja Komm.) Millum annað skilagott neyndi Þann trupulleikarnar at fáa ein bát upp til eitt hvert smávegis. Sum tað er nú, er tað bæði dýrt og trup ult, og vóru kei- og krana menn ikki so beinasamir stóð ofta illa til Her má Tórshavnar Havn kunna gera okkurt muna gott. Eg síggi dag og dag- liga, hvussu væl alt tykist falla í lag á havnalagnum, har avgreiðslan av skipum fer fram (hoyrdi forrestin Havnarnevndarlim úr and støduni siga, at vit hava ein framúr góðan Havnameist ara, og eg taki undir). Tí tykir mær tað eitt sindur lagið, at so lítið verður gjørt fyri bátaeigarar í Havnar Kommunu. Her hugsi eg millum annað um, at sera trupult er at fáa fatur á ein um stikki, so tú fært el- streym umborð. Tað er mangan hart tiltrongt, ser- liga á vetri, td. at løda akk umulatorarnar, turka upp. nýta el-amboð o.a.m. Eg havi hoyrt at hugsað hevur verið um hetta. Vælsignað ir, latið hetta ikki bert verða hugsan. So ræðuliga dýrt at Eilif kemur eftir okkum kann tað heldur ikki bert at fáa fleiri enn teir tveir vatn- kranarnar niðri við havna- løgini. Og tóku vit so undir við Bjarna Dalsgarð og fingu ein bátadrátt, har við líkahald og smærri åbøtur kundu farið fram eitt styttri bil, so vóru vit væl ávegis til nakrar nøgdar bátaeigarar í Tórshavnar kommunu Verið góð við bý tykkara, verið góð við Havnina Jørleif Kúrberg. valevni til býráðið í Havn 17 Osmædni I Dimmalætting hosdag- in 3. desember heitir by ráðsformaðurin í Klaks- vík, Jógvan við Keldu, á ungdómin í Klaksvík um at gera sitt ul at sama leiðsla, sum hevur verið seinastu fýra árini, slepp- ur at halda fram Hann sigur, at innan ítrótt, mentan, tað veri seg málninga ella tónlist, litteratur og ikki minst í vinnulívinum náddu vit megnarúrslit. Seinni í greinini sigur hann »Min áheitan - nú eg vóni, at vit fáa leiðsluna fýra ár afturat í Klaks- víkar býi - er hon, at vit øll í felag leggja til brots, eins og gjørt varð innan vinnulívið í 1993. - Tað sendi okkum aftur í odd in« Hvat meinar Jógvan við? Hann gjørdist bý- ráðsformaður aftur | januar 1993. Var tað hetta, sum gjørdi, at tað aftur fór at ganga framá í Klaksvík Hesum hevur Jógvan egnt við og róð framund- ir við nú í longri tíð, men hvørt mansbarn veit, at so er ikki Klaksvíkingar vita all ir, at verkafeløgini í 1992 settu á stoyn grunn, og at hesin grunnur saman við fiskimonnum var við at varðveita stórsta partin av línuskipunum: Polar stjørnan, Pison, Klakkur Jákup B., Jógvan S. og Kvikk á vågni Hesin grunnur og verkafeløgini annars fingu eisini saman vid fiskimonnum nyggj skip til byin Tey ungu Jógvan vid Keldu gjørd ist fyrstu ferð byrådsfor maður í 1981. Tey, sum tá neyvan vóru komin uppá beinini, eru nú tann ungdómurin, Jógvan við Keldu biður um stuðul frá. Hann var býráðsfor- maður frá 1981-1989, teirra fyrstu barnaár, og so aftur frá 1. januar 1993 til dagin í dag. teirra byrjandi ungdóms- ár Hvat hevur ungdóm- urin fingið frá Jógvani við Keldu. nú tey standa á gáttini til vaksnamannalívið? Eina skuld upp á um- leið 174 mió. kr nidurslitnar skúlar og undirvísingarverk fólkatalið minkað, ung- dómar fluttir av landin um ein uppgrópaðan Upp- salabø ein Helnabrekka í háls um gekki og eina kommunu stýrda av Landsstýrinum Er tað ikki í tókum tíma, at vit fåa eyguni upp fyri ti, sum fram er farið í kommununi, og fáa onnur framat? Fólk sum eru til reiðar at røkja tær uppgávur, sum nat úrliga eru kommunalar uppgávur, fólkinum í kommununi til gagns Dånjal Ennistig valevni javnaðarfloksins í Klaksvík Til býráðsveljarar í Tvøroyrar kommunu Orsakað av býráðsvalinum, sum lýst er at verða týsdagin hin 3. desember í ár, verður hervið gjørt kunnugt, at býráðið hevur sent valkort til allar veljarar, sum standa á býráðsvallistanum. Heldur onkur veljari seg eiga at greiða atkvoðu á valstaðnum á Tvøroyri og ikki hevur fingið valkort, ella um åskriftin á valkortinum er rong, verður hann biðin um at senda býráðnum kæru um tílík møgulig mistøk. Pet på , Tvøroyri hin 18. nov. 1996 TVØROYRAR BYRÅD