týsdagur 26. november 1996síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 228 — 26. NOVEMBER 1996
15
kommunuvalið
Eiga arbeiðsleys ongan
góðan í løgtinginum?
Tað var ein sera áhugaverd
ur fyrispurningur, sum var
settur fram í løgtinginum
viðvíkjandi uppsøgnum av
ymiskum stjórum innan tað
almenna
Og tá tað samstundis
verður ført fram, at lands
stýrismaðurin hevur sagt í
einari privatari samveru, at
hansara uppgáva er at seta
úr starvi allar. sum hoyra til
ein ávísan flokk, tað vil siga
javnaðarflokkin
Og ført verður fram, at
hetta kann førast fram vitn
istast
Hetta kom tiduliga og
greitt fram, men skipanin i
løgtinginum er soleiðis, at
ein næstan kann seta fram
skuldsetingar av øllum
slagt, soleiðis sum her, uttan
at tað fær avleiðingar fyri,
hvørki tann sum setur
skuldsetingina fram ella
tann, sum skuldsettur verð
ur. Tað sama hendir her, og
soleiðis verður hetta eitt
spæl fyri gallarínum. Spyr)
arin Vilhelm Johannesen,
sum var sera avgjørdur, og
honum á baki sjálvur for
maður javnaðarfloksins, teir
vita, at tað sum er ført fram
í lagtinginum fær ongar av
leiðingar, og tað verður ikki
greitt, um nakað er í tí, sum
sett er fram. Men um veru
liga ætlanin er at fáa greiðu
á, um skuldseungarnar hava
hold í sær, so skuldi kanska
eitt sindur óvanligt verið
sagt, at fyri at fáa greiði á
hesum, so átti skuldsetingin
verið sett fram uttan fyri
lagtingið, so at landsstyris
maðurin fyri at frígera seg
ella Vilhelm fyri at greiða
máli, vildi fara í tað al
menna tingið og manni, tí
hetta sum er komið fram er
so álvarsingt, at tað má fáast
greiði á bæði fyri spyrjaran
og ikki minni fyri landsstyr
ismannin
Tað er gott, at málið við
víkjandi at koyra fólk út í
arbeiðsloysi verður tíkið
fram á Føroya Løgtingi
men tað eru nú ikki bara
stjórar. sum verða koyrdir
úr starvi, við privatiserings
tiltøkum hjá borgarligu
samgonguni. Tí undrar tað
meg stórliga, at eingin leg
tingslimur tekur hesi viður
skifti meira álvarsligt, tí
einki er meira átrokandi at
fáa at vita, hvat samgongan
ætlar vid teimum mongu
sum nu bara á Strandferðsl
uni verða gjørd arbeiðsleys
Tað er skylda javnaðar
floksins at seta spurning til
samgonguna um, hvat teir
ætla at gera við tey mongu
sum nú bara verða koyrd út
í arbeiðsloysi, og hetta or
sakað av privatiseringsætl
an samgongunnar
Hvat ætlar Føroya Løg
ting at gera fyri at forða fyri
hesari niðurgeran av tí fólki
sum nú av ætlan meirlutans
einki vita sær, ongar vónir
hava?
Er tað veruliga so álvars
ligt galið, at løgtingslimir
ikk: hava hesar familjur í
huganum?
Eru tit veruliga ikki greið
ir yvir, hvussu viðurskiftini
verða hjá hesum mongu
sum verða gjørd arbeiðs
leys. Tað er sjálvandi ikki
beint, at stjórar uttan aðra
grund at teir hoyra til ein
ávísan flokk verða settir úr
starvi, tað er líka álvarsligt
fyri ikki at siga meira, at í
hjalarvørrinum av privatis
eringsætlan hjå borgarligu
samgonguni verða fleiri
familjur gjørdar arbeiðs
leysar, og meira enn tað, at
missa allar vónir um eina
tryggja tilveru fyri sær og
síni. Hvat verður gjørt fyri
hesi mongu. Og eg kann
ikki lata vera við at spyrja
var tað ikki økjan av ar
beiðsplássum, sum verka
mannafylkingin í samgongu
skuldi fremja, og ikki sum
nú tigandi sita teir og lata
teir borgarligu hundsdálka
tey, sum hjálparleys sita utt
an livimøguleikar
Hvar eru tey mongu ar
beiðsplássini? Higartil er
tað øking av arbeiðsleysum
sum eyðkennir hesa sam
gonguna, við avtoftan av
arbeiðsplássum sum vildu
goldið 50% til landskassan
tað sum eyðkennir hesa
seinastu samgonguna
stuðlað av verkamannafylk
ingini, er ein niðurgering av
verkafólki bæði á sjógvi og
landi
Javnaðarflokkurin eigur
og skal reisa hetta álvarsmál
á løgtingi og fáa progv fyri,
hvussu trúvirðið hjá teimum
tinglimum, sum eru í meir
luta ella rættari sagt sum
geva borgarligu samgong
um ein meirluta, at fremja
eina niðurgering av verka
fólki, við teimum avleiðing
um, sum uppsøgnirnar vilja
fáa fyri nógvar familjur
hevur tað ongan týdning
Eiga arbeiðsleysu
ongan góðan á løgtingi?
Tað er bráneyðugt fyri
Føroya fólk at fáa greiði á
hvar løgtingslimir standa
nú privatisenngsætlan sam
gongunnar verður framd
fyri landskassans rokning
Hava tey arbeiðsleysu
ongan sum talar teirra sak á
løgtingi?
tey
Sverre Midjord
Samarbeiði og samvinna -
Samgongulistin
Tá Tjóðveldisflokkurin í
býráðssamanhangi, hesu
ferð, eins og í 1977, av
gjørdi at fara í eina breiða
listasamgongu áðrenn val
so er tað tí at flokkurin hes
ur verið partur av býráðs-
meirilutanum nú í eina
rúma tíð. Eisini eftir valið í
1992, tá flokkarnir stillaður
upp hver sær, bleiv Tjóð
veldisflokkurin partur av
somu samgongu
Asanna verður at samar
beiðið partanna ímillum
hevur verið rættuliga gott
so hví ikki halda á. Halda á
at fremja tað í verki sum
hildið verður at gagna býn
um her. Tað er ein sann
roynd at um skeiðið er úti
so eru mál sum ikki vórðu
nådd, mál sum verður hildið
á við at loysa komandi
skeið, um veljarin ynskir at
so verður
Skal býurin vera góður at
liva í, so er fyrsta treytin at
vinnulívi fær góðar treytir
at virka undir. Hetta er nak-
að sum verandi samgonga
hevur skilt sum alneyðugt
Treyðugt so hevur hetta
kosta. Men tvinnir eru kost
irnir, annadhvørt hesin
spardi peningur, ella ein
stórur partur av borgarum
okkara í vinnuloysi
Askoðan Samgongulist
ans á hesi tingini er óbroytt
Stuðla verður undir vinnu
lívið so frætt orka er til tess
Í samband við eina kom
andi oljuvinnu, so liggja
stórar = avbjóðingar fyri
framman. Tað er í hesum
sambandi alneyðugt at for
treytir verða skaptar at taka
ímóti hesi vinnu
Fjørðurin at taka ímóti
skipum sum vera knýtt at
oljuvinnuni er fyrsta flokks
havnalag/løg eru til staðar,
uppland við møguleika fyri
útbygging, er til staðar. Og
skuldi verið neyðugt við á-
bótum, so verður eisini farið
undir hetta. Vit síggja stórar
møguleikar fyri framman í
samband við oljuvinnuna
Tað sum ríður øllum sum
ein marra í hesum tíðum,
tað er tann stóra fráflyting-
in. Fólk í øllum aldrum
flyta, tó flest í vinnutørum
aldri. Tyngri verður hjá
teimum ið eftir eru. Fyri at
koma hesum til livs, so er
umrådandi, fyrst og fremst
at virking av fiski, útróður
skiparakstur, handverk og
annar ídnaður, fær sum
frægastu livikor. Partur av
hesum fyritreytum skulu
skapast landspolitiskt, men
her kann ein kommuna sum
er framsýggin, eisini åvirka
landsins myndugleikar, so
at réttu avgerðirnar verða
tiknar. Ein kommuna sum
Tvøroyri hevur altíð viga
tungt í tí stóra samanhang
inum og tað skal hon fram-
vegis gera
Dan Nielsen, valevni
å Samgongulistanum
å Tvøroyri
Lista A
Til bygdaráðsvalið 3. des. 1996
eru 2 listar innkomnir og
góðkendir.
LISTI A
1. Harry Ellefsen, Miðvági
Joen Pauli Frederiksen, Miðvági
. Durita Jacobsen, Miðvági
Marjun í Kálvalíð, Miðvági
Johannes Klein, Vatnsoyrum
Paula Nattestad, Miðvági
Heri Samuelsen, Miðvági
Marianna Simonsen, Miðvág
ONDGUVRGN
Stillarar:
Dánjal Pauli Poulsen, Vatnsoyrum
John Poulsen, Vatnsoyrum
Albert Poulsen, Miðvági
Victor Johansen, Miðvági
Marius Joensen, á Ryggi, Miðvág
Kjartan Hansen, Miðvági
Emmy Joensen, Miðvági
Páll F. Joensen, Miðvági
Jóannes Rasmussen, Miðvági
Thorfinn Nielsen, Miðvági
Sigrun Nattestad, miðvági
Torfinn Jacobsen, Miðvági
Ove N. Poulsen, Miðvági
Sofía Khaliqhey, Miðvági
Sjúrður Poulsen, Miðvági
Brynjálvur Nattestad, Miðvági
Hans Arni Ellefsen, Miðvági
Helgi Hansen, Miðvági
Alf Sørensen, Miðvági
Leivur Nattestad, Miðvági
Eyðun Samuelsen, Miðvági
Joen Peter W. Jacobsen, Miðvági
Pauli Danielsen, Miðvági
Elías Johannesen, Miðvági
Zacharias Reynagarð, Miðvág
LISTI B
1. Harald Joensen, Miðvági
2. Marius Joensen, í Húsi, Miðvági
3. Elias Næs, Miðvági
Stillarar:
Johnhild á Løgmansbø, Miðvág
Jógvan Elias á Løgmansbø, Miðvág
Jákup á Norði, Miðvág
Inga Poulsen Dam, Miðvági
Dina Selfoss, Miðvági
Julia Johansen, Miðvági
Erling Johansen, Miðvági
Dania Magnussen, Miðvági
Nicolina Haraidsen, Midvågi
Brynhild Thomanssen, Miðvági
Birgith Johannesen, Miðvági
Svabo Poulsen, Miðvági
Evi Poulsen, Miðvági
Oddmar Ravnsfjall, Miðvági
Finn Johannesen, Miðvági
Bergtóra Davidsen, Miðvági
Torleif Davidsen, Miðvági
Valdemar á Logmansbe, Miðvági
Edith á Løgmansbø, Miðvági
Valnevndin í Miðvági,
18. nov. 1996
Torfinn Jacobsen, form.