mikudagur 27. november 1996síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i TA UUU
Nr. 229 — 27. NOVEMBER 1996
Sølustevnan góða undirtøku:
Verdur skjott aftur
2700 fólk vóru á ídnaðar- og sølustevnuni, sum Føroya Idnadarfelag skipaði
fyri á Hálsi um vikuskiftid. —
Tad eru vit væl nøgdir vid, sigur Olavur Greger-
sen frå Føroya ldnaðarfelag, sum væntar eina stevnu aftur um ikki so leingi
MAGNUS DAM
Fríggjadagin skipar Føroya
Ídnaðarfelag fyri einum eft-
irmetingarfundi, har allar
tær fyritðkurnar, sum vóru
við á sølustevnuni, eru
bodnar við
Har skulu vit tosað um,
hver okkara meting av
stevnuni er, nú hon er liðug,
sigur Ólavur Gregersen frá
Føroya Ídnaðarfelag
Hann var ein av teimum,
sum skipaði fyri stevnuni,
og sjálvur sigur hann seg
sum heild vera væl nøgdan
við stevnuna
Tað er sjálvandi okkurt,
sum kundi verið ødrvisi, tað
sæst altíð aftaná. Til dømis
kundi eg hugsað mær, at vit
høvdu longri fyrireikingar
tíð upp undir stevnuna. Tað
eru fleiri ídnaðarfyritskur í
landinum, sum eru áhuga
verdar til dømis viðvíkjandi
útflutningi, sum ikki vóru
við, tí at tíðin ikki var til
tað. Og tað er eisini onkur
almennur stovnur, sum vit
kundu hugsað okkum var
við, men sum heldur ikki
hevði nóg nógva fyrireik
ingartíð og tí ikki kundi
vera við
Men tað eru ting, vit nú
vita, og kunnu broyta til
eina aðru ferð, sigur hann
Olavur Gregersen sigur
eisini, at meginparturin av
teimum, sum vóru við, eru
samd um, at tað ikki skal
ganga ov long tíð, áðrenn
ein tílík stevna verður aftur
Tað eru trý ár síðani
seinast, og tað skal helst
ikki ganga meira enn hålvt-
annað til tvey ár, eru tey
flestu samd um, sigur Ól-
avur
2700 fólk vitjadu stevn-
una friggjadagin, leygar-
dagin og sunudagin, og tað
heldur Óla Gregersen er
gott, tá ið hugsað verður
um, at veðrið ikki var av tí
besta, og koyrilíkindini vó-
ru sera vánalig
Men Ólavur leggur aftur-
at, at tað er ymiskt hvussu
luttakararnir síggja upp á
tað við teim vitjandi. Hann
sigur, at summi halda, at
stevnan skal venda sær mei-
ra til vinulivskundar, meðan
onnur halda, at hon meira
skal venda sær til vanliga
brúkaran
- Men við at hava stevn-
una so breiða sum gjørligt,
fáa vit uppfylt bæði hesi
ynskini, sigur hann
Ólavur sigur, at fundurin,
sum Føroya Arbeiðsgevara-
felag skipaði fyri í útvarps-
høllini seinnapartin leygar-
dagin, var sera góður
Fundurin snúði seg um
góðskustýring, og umleið
50 limir møttu upp
Aftaná fundin varð skip-
A fleiri básum vóru teldur uppstillaðar og millum annað
høvdu tey vitjandi høvid til at myna Internetið. Her er
tað básurin hjá Petersen og Guttesen
Mynd: Jens Kristian Wang
Brot úr setanarróðuni:
Hugaligari at vera
landsstýrismaður
Henda framsýningin er eitt gott tekin um, at fór oyskur
ídnaður setur sær mál og bjóðar seg fram, segði Ivan Jo-
hannesen millum annað í setanarrødu síni
Ídnaður er vitan. Hetta er
heitið, tit hava givið hesi
stíru idnadarstevnu. Hugs-
anin við at velja hetta heitið
man verða tann, at gamla
hugsanin, um ídnaðarfram-
leiðslu sum massaprodukt-
jón av eins verum, er farin
Skal ein vera ella ein tæn-
asta kappast við aðrar í dag,
gerst hetta bert, um fyri
tøkan megnar at leggja í
veruna alla tað vitan, sum
er tek og sum stendur í boði
til gagns fyri keyparan
Landsstýrið er fegið um
øll tiltøk, ið kunnu menna
føroyska framleiðslu eisini
til føroyska marknaðin
„Hugsið føroyskt - keypið
føroyskt”, er eitt orðafelli,
ið landsstýrið hevur tíkið
fult undir við
Vit fáa at vita, at 38 før
oyskar fyritøkur hava fingið
sær bás, tí ber framsýningin
boð um, at nógvar føroykar
fyritøkur hava yvirlivað,
summar í broyttum líki,
gamani. Men tær eru so her
og sýna fram, tað tær hava
at bjóða føroyska marknað-
inum. Vit síggja eisini, at
her eru vørur og tænastur,
ið verða seldar í harðari
kapping uttanlands. Hetta
ber boð um, at tað, ið stend-
ur í boði her, stendur mát
við tað útlendska.
Tað hava verið gjørdar
royndir at finna alternativ
til fiskivinnuna, nevnast
kann farmasigling, kemi-
kaliuskipini, gassbåtarnir
o.å., men tað eydnaðist ikki
so væl
Tað, vit kunnu síga um
tað føroyska samfelagið, er,
at vinnulívið er so einstáttað
og ger, at samfelagið er
ógvuliga sárbart. Tí má eg
síga, at tað gleðir meg at
síggja, at ídnaðurin spílar
seg út og tekur tek fyri at
vinna framá.
Sum eg nevndi í áðni, er
henda framsýning eitt tekin,
eitt gott tekin um, at før-
oyskur ídnaður setir sær
mál, bjóðar seg fram og vil
taka við avbjóðingum
Hesum fari eg - egna og
landsstýrisins vegna - at
ynskja tykkum góða eydnu
við. Lat meg skoyta uppí,
at eitt slíkt tekin ger tað
hugaligari at vera landsstýr-
ismadur í ídnaðarmenning-
armálum, samstundis sum
tað leggur størri ábyrgd á
starvið. Hesa ábyrgd fari eg
at leggja doyin á at liva upp
til
að fyri bólkaarbeiði um tað,
sum kom fram á fundinum,
har kjakast bleiv um, hvat
tey ymisku løgdu í orðið
góðsku, og har vóru øll
samd um, hvussu týdningar-
mikil ein miðvísur góðsku-
styringarpolitikkur er hjá
einum virki, sigur Olavur
Onkur fýltist á, at tey ikki
høvdu møguleika til at fara
frå båsinum og niðan í út-
varpshøllina á fundin, og
tað kann Olavur geva
teimum rætt í, og sigur, at
hann kanska var betri hildin
nærri ítróttarhellini
Tað vóru ikki bara tey vaknsu, ið vóru á sølustevnu
Hesin lítli drongurin ætlar sær helst at gerast skipari, tá
ið hann verður stórur
MIKLAGARÐUR skipar fyri
spurnarkappingini hesa vikuna, og vinningarnir eru:
10 hepnir vinnarar fáa hvor .
sin jóladogurða
- við ollum tilboyri - til alt
búski!
Hesi vunnu eina jóladekoratión frá Dáanum í síðstu viku:
María Dalsgarð, 176 Velbastaður + Sigrid Dam, Skákið 12, 100 Tórshavn + Durita
Davidsen, Mikkjalstrød 14, 100 Tórshavn * Såra Fossá, Sólteigur 3, 100 Torshavn +
Eydbjørg Højgaard, Brekkugata 7, 100 Torshavn * Ingun Jacobsen, 270 Nólsoy +
Bergtóra Joensen, 430 Hvalvík « Elsa L. Joensen, 416 Signabøur * Jógvan Páll T.
Joensen, Stengavegur 14, 700 Klaksvík = Rannvá Næss Joensen, Tinghúsvegur 51,
100 Tórshavn * Sólrun Joensen, 870 Fámjin * Tórhild Justinussen, S6ljugøta 7, 100
Tórshavn * Kristina á Løgmansbø, 370 Miðvágur * Liljan Midjord, Marknagilsvegur
104, 100 Tórshavn * Hannelina og Elsa Mørkøre, Purkugerði 3B, 100 Tórshavn +
Ása Poulsen, Sýruggta 7, 100 Tórshavn * Ruth Rubeksen, Eiriksgøta 24, 100
Tórshavn * Sunneva Thomassen, 360 Sandavágur * Inga Svabo Vestergaard,
Skúlagsta 5, 100 Tórshavn « Marita Zachariasen, Janstovugøta 4, 100 Tórshavn
„Soleiðis ert tú við í kappinigi:
+ Utfyll spurnarseðilin, og legg hann Svarar tå spurninginum rætt, ert tú
… - í kassan, sum stendur inni í við í kappingini. Vinnararnir verða
Míklagarði. kunngjørdir i SMS-varpinum.
leggjast i kassan i
seinasta lagi nú leyg. 30.11
"VICEROY, 0 CE
. Spurningur: Hvønn keypsstað nevndu
víkingarnir "Miklagarð"?
Svar:
Navn:
Bústaður:
Bygd/býur.:
TIL:
| London
[Istanbul