mikudagur 27. november 1996síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
t
Nr. 229 — 27. NOVEMBER 1996
tíðindablaðið + ||?
Vilhelm Johannesen bersógin um Sámal Petur í Grund:
Sámal Petur í Grund sekur
I politiskari forfylging
Mind: Kalmar
Almennir persónar eru til reiðar at vitna um, at Sámal
Petur í Grund hevur sagt, at stjórar við tilknýti til Javnað-
arflokkin, skulu ruddast av vegnum. Sámal Petur í Grund
kennist ikki við åkærurnar, men tveir løgtingsmenn hava
hoyrt viðkomandi persónar greitt frá hesum
EIRIKUR LINDENSKOV
Mær er komið fyri oyra,
at Sámal Petur í Grund yvir
fyri persónum longu fyri
fleiri mánaðum síðani hevur
sagt, at hansara endamál
var, at allir stjórar á almenn-
um stovnum, sum høvdu
nakað sum helst tilknýti til
Javnaðarflokkin, skuldu
ruddast av vegnum. Hesir
stjórar hava enntá verið
nevndir við sínum kristna
navni. Sámal Petur setti
nøvn á teir. Og nú fleiri
mánaðir aftaná hava vit
fingið prógv fyri, at profet
uni hjá hesum nýggja prof-
eunum í gamla sjálvstýri-
num eru gingin út
Hesi orð bar løgtings
maðurin úr Klaksvík, Vil
helm Johannesen fram á
tingsins rødarapalli í síðstu
viku, eftur at Sámal Petur í
Grund hevði svarað honum
upp á fyrispurningin um
tekniska stjóran á Telefon-
verkinum, sum vit umrøddu
í hósdagsblaðnum
Vilhelm Johannesen var
als ikki nøgdur við svarið -
hann kallaði tað fyri ein
»slutur fyri ein slatur« og
segði, at tad bygdi á und
anførslur og rangsnúgving
ar við tí fyri eyga at sleppa
undan sjálvum sannleika
num í málinum. Hann segð
1, at landsstýrismaðurin
gjørdi hetta fyri at dylja eina
óhugnaliga og ódámliga
ráðagerð ímóti ávísum
persónum - við at skúgva
til viks ein almenna kunn
gerð
-Hatta er ikki tú...-
Vilhelm Johannesen bar
eisini fram nakað, ið Sámal
Petur í Grund segði við
hann tann dagin, fyrispurn-
ingurin varð settur fram
Sámal Petur í Grund segði
við Vilhelm Johannesen í
gongini í løgtinginum
»Vilhelm, hasin fyri-
spurningurin, tað er ikki
tú...“
Hetta metti Vilhelm Jo-
hannesen vera tað sama
sum at leggja hann undir at
ganga erindi fyri aðrar
Tá vit lesa svarið hjá
Sámal Petur í Grund leggja
vit til merkis, at landsstýr-
ismaðurin við einum penn-
astroki skúgvar eina kunn-
gerð frå Føroya Landsstýri
til viks við einum penna-
stroki. Hann sígur, at ætl
anin við kunngerð nr. 10 frå
18. februar 1987 var at und-
rstríka yvir fyri telefon-
verksstjóranum, at tad ikki
er hann, men landsstýrið,
sum setur og loysir úr starvi
fíggjarstjóra og tekniska
stjóran
Hví í Guds garði varð
hetta so sett sum kunngerð
í almenna kunngerðar
blaðið, spurdi Vilhelm Jo-
hannesen. Hann helt, at um
so var, so var nógmikið at
sent eitt skriv til tríggjar
persónar telefonverks
stjóran, fíggjarstjóran og
tekniska stjóran - ella at
gjørt hetta við einum um
farskrivi til øll starvsfólkini
Eitt stendur fast - regl
ugerðin fyri telefonverkið
er ikki staðfest við einum
skrivi til nakrar fáar persón
ar. Hon er heldur ikki stað
fest við einum umfarskrivi
til øll starvsfólkini. Hon er
staðfest við eini almennari
kunngerð frå Føroya Lands
stýri. Henda kunngerð er
sum allar aðrar kunngerðir
frá landsstýrinum, kunn
gjørd í almenna kunngerð-
arblaðnum. Og hesa kunn-
gerð hevur landsstýrismað-
urin Sámal Petur í Grund
brotið, vildi Vilhelm Jo
hannesen vera við
Tað løgfrødisliga í máli
num segði Vilhelm Johann
esen seg ikki hava so nógv
skil á, men hann helt, at
landsstýrismaðurin mangl-
aði grunnleggjandi politisk
an moral
Stjórin nógv
eftirspurdur
Síðani vísti Vilhelm Jo-
hannesen á fleiri aðrar
kunngerðir, sum landsstýrið
við kunngerð setur í verk
Eitt nú kunngerð um út-
varps- op sjónvarpsgjald
Rinda vit ikki hesi gjøld
syrgir løgreglan fyri at:vit
gera tað. Sama er við veg
skatti og fyri eitt nú brot á
ungfiskakunngerðina
Vilhelm Johannesen vildi
hava at vita, um ein lands
stýrismaður sjálvur kann
bróta kunngerðir, sum
landsstýrið annars áleggur
borgarum at fylgja
Í svarinum til Vilhelm Jo-
hannesen vísti Sámal Petur
í Grund á, at bygnaðar
broytingar skuldu setast í
verk á telefonverkinum og
at tað var í hesum sambandi
at tekniski stjórin, Magnus
Danielsen var fluttur úr
starvi
Vilhelm Johannesen helt
tað vera legi stigvist at
fremja bygnaðarbroytingar
á einum slíkum støvni - ser
liga í hesum tíðum, tá so
stórar broytingar fara fram
á teleøkinum
Og tað sum serliga fær
okkum at undrast er, at júst
fyrrverandi tekniski stjórin
á TFL er ein framúr dugna
ligur maður á nógvum øk;j
um og serstakliga á hesum
økinum. Hann hevur tey
seinastu árini ferðast til
nógv lond at halda
fyrilestrar um
telesamskiftið. Boð hava
verið eftir honum líka úr
Japan fyri eystan og úr USA
fyri vestan. Og longu dagin
eftir, at tað kom alment
fram, at maðurin hevði fing-
ið durafjórðingin frá Sámal
Peturi í Grund, landsstýris
manni í samskifusmålum,
fekk hann tilboð um leið
andi størv frá fleiri stórum
og kendum telefyritøkum
uttanlands, segði Vilheln
Johannesen
Víðari sigur Vilhelm Jo
hannesen, at hann heldur
tað vera uppaftur meira løg
ið, at landsstyrismadurin
sigur, at hóast uppsøgnina
av tekniska stjóranum, so er
ætlanin at tekniskt køn fólk
kortini skulu vera á stovni
num
Í mínum oyrum ljóðar
hetta so, at tað bert hevur
verið umráðandi at sleppa
av við tekniska stjóran, og
fyri at røkka hesum máli
varð tekniska stjórastarvið
niðurlagt, segði Vilhelm
Johannesen
Eisini vísti hann á, at
hann helt tað vera legið, at
tekniska stjórastarvið skuldi
vera ein partur av bygnað
arbroytingunum, tá
fíggjarstjórastarvið ikki er
tað Her hongur
logikkurin ikki saman, held
ur Vilhelm Johannesen
Tað sum vit kenna til
bygnaðarbroytingar er, at
slíkar verða lagdar til rættis
undir einum, verða við
gjørdar sum ein heild og
settar í gildi undir einum. I
hesum førinum verða bygn
aðarbroytingarnar, sambært
landsstýrismanninum,
gjørdar stig fyri stig
Eg veit ikki, hví lands
stýrismaðuri ikki heldur seg
til sannleikan og hví hann
ikki sigur løgtinginum allan
sannleikan. Eg veit, at
landsstýrismaðurin fyri
fleiri mánaðum síðani - yv
ir fyri starvsfólkum á stovn-
inum hevur sagt, at nú
verður arbeitt við at gera
uppskot til bygnaðarbroyt
ingar á TFL og at hetta upp
skot verður greitt til stóðu
takan ella grettt at seta
gildi I. maí 1997, segði Vil
helm Johannesen og spurdi
í hesum sambandi hví tekn
Sámal Petur í Grund er
lagdur undir eina saman
svørjing, sum hevur til
endamáls at rudda al
mennar stjørar, sum hava
tilknýti til Javnaðarflokk
in, av vegnum. Málið
verður helst tikið upp í
landsstyrismålanevndini
nidurlagt
- Eg haldi meg frå
slíkum...
Sámal Petur i Grund víst
á, at tað var munur á kunn
gerðunum, sum høvdu
heimild í legtingslóg og
kunngerðum, sum vóru
grundaðar á landsstýrissam
tyktir. Hann segði eisini, at
tað var eitt kollektivt lands
stýri, sum hevði ukið av
gerðina at flyta Magnus
Danielsen úr starvi. Annars
helt hann nógvar av spurn
Ingunum vera so djúptgang
andi, at hann bað Vilhelm
Johannesen seta teir fram
skrivliga. Tað, sum komið
var Vilhelmi fyri oyra vildi
hann ikki svara upp á, men
segði kortini, at hann ikki
hevði nakra ætlan um ser
liga at koyra fólk, ið hava
tilknýti til Javnaðarflokkin
Hatta hevur ein annan
karakter og slíkum haldi eg
meg burtur frá, segði hann
um pástandin hjá Vilhelm
Johannesen
Eg kennist ikki við á
kæruna um politiska for
fylging. segði Sámal Petur
í Grund. Hann vísti kortini
á, at hann kanska, tá onkur
hevåi lagt hann undir hetta,
kann hava nevnt tað, fyri at
vísa viðkomandi, hvat hann
meinti - men sekur í polit
iskari forfylging segði hann
seg ikki vera
Mál fyri landsstýris-
målanevndina
Jóannes Eidesgaard segð
1, at hann eisini hevði verið
til staðar, tá hesir persónar
nir søgdu, at Sámal Petur í
Grund hevði sagt teimum
frá ætlanini um at koyra
stjórar til hús, sum hava til-
knýti til Javnaðarflokkin
Oli Breckmann hevur sín-
a hugsan um almennar stjór
ar og javnaðarmenn. Hann
hevur brúkt meginpartin av
sínari politiskari karrieru at
tosa um sosialistiskar hógv-
ar, og var íkast hansara í
hesum orðaskifti júst um
somu hógvar, sum skulu
ruddast av vegnum. Jóann-
%
bandi á, at Oli Breck
mann um nar
sama møsnid, meðan Sám
al Petur í Grund er
effektivari við at før
møsnid hjå Ola Breckann
i Hvid
Hann hevur hesa stuttu
tíðina framt tað í verki, sun
Oli Breckmann hevur mey!
að um í 22 ár, segði Jóannes
Eidesgaard. Hann vísti eis
int á, at hetta málið var alt
ov ålvarsamt til at enda her
og mælti til, at landsstýris
målanevndin tók málið upp
fyri at staðfesta trúvirðið hjá
Sámal Petur í Grund - ella
at staðfesta, um hann hevur
logið fyri løgtinginum
Lasse Klein úr Kristiliga
Fólkaflokkinum var eisini
skelkaður av hesum máli
Hann helt svarið frá fyrrver
andi partamanninum, Sámal
Peturi í Grund vera sera ull
int. Hann helt heldur ikki
at grundarlag var fyri at
koyra tekniska stjóran úr
starvi, og helt, at landsstýr
ismaðurin skyldaði ti
r
I
yi
num eitt verdugt
Lasse Klein helt tað vera
sera álvarsamt, at almennir
persónar eru til reiðar at av
dúka eina samansvørjing
sum landsstýrismaðurin
Sámal Petur í Grund er í
ferð við. Slíkar pástandi helt
Lasse Klein vera sera ál
arsamar og helt, at løgtingid
átti at komið til botns í hes
um máli
Í skrivandi stund er málið
ikki vidgjørt í landsstýris
målanevndini. Men í ungi
num kom so fram, at al
mennir persónar eru ulreið-
ar at vitna um, at Sámal Pet
ur í Grund hevur sagt, at
hann vil rudda almennar
stjórar, sum eru javnadar
menn, av vegnum
Gera teir tað, er talan um
eitt rættuliga álvarsamt mál
sum kann fáa rættuliga ál-
varsamar avleiðingar fyri
landsstýrismannin. Verður
staðfest, at hann hevur logið
fyri løgtinginum, kann hann
neyvan halda fram sum
landsstýrismaður