mikudagur 27. november 1996síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 229 — 27. NOVEMBER 1996
tíðindablaðið
Nú stendur kommunuval
fyri durum, kvinnur og
menn bjóða seg fram til by
ráðs- og skulanevndarval
Tað eru gingin skjótt 4 år
síðan val var sidst, og varð
ein tá valdur í býráðið og tá
samgonga var skipað, vald
ur ul byrådsoformann og
kann vera hugt eitt sindur
at táverandi stóðu, og sam
anbera hana við støduna í
Á heysti 1992. var staðan
sera ring í Vági, totalt ar
beiðsloysi. fólk vístu hvørki
út ella inn. Tann óvissan
gjørdi so tað, at nógv fólk
tóku fluktina út av landin
um, serliga tá virðini á hús
unum vórðu niðurskrivað til
ein triðing av virðinum, og
vegna tað at nógv hús vóru
nýggj og vóru belánt við
upprunavirðinum, er tað
væl skiljandi, tí tað er tað
ringasta ein kann koma út
fyri, at ein ikki kann selja
seg burturúr síni lánsskuld
Ti skilji eg væl tey ungu
sum tóku fluktina, einki ar
beiði, lánsskuldin stendur
og veksur, tey ríma ikki við
gleði og langt frá tí, men
hvat í víðu verð skulu tey
gera. tá tey íkk! eingang
klára at breyðfuða seg sjálv
an, hvussu verður tað tá við
børnunum. jú kiljá tey
væl
Fiskavirking verður
stovnað
Tá I skavirking var stovn
ið, var tað eingin i Feroy
im klumpi av
jikinum um nu teirra virki
fekk loyvi at vera opið ella
kki. Vit í Vági mettu, at
virkið her kom at verða
opið, ikki tí at:tað lå í Vági
men ti vit mettu (meta), at
tað var besta virki sum
Fiskavirking átti (eigur) og
tå teir so sjálvir siga, at teir
skulu hava 3-4 virkir opin
og at tað skuldi verða tey
bestu virkini. Ja, tí mettu
vit, at tað eina kom at: verða
hettar virkið, men so var
ikki. Suðuroyar Sunnara
Helvt og Sandoyggin fingu
mønustingin. Eg meti, at
Fiskavirking harvið gjørdi
sitt stærsta mistak, tí tá teir
ikk: høvdu nakra ætlan, um
spenningi
at gjalda rentur og avdráttir,
so var ikki neyðugt at úti
lukka tveir partar av land
tnum
Fiskavirking hevur tó
megnað at fáa størstu saner
ing, sum nakar veit um í
hesum !ítla landi, og tað er
so avgjert skki tí at teir hava
vist seg sum góðar fiska
virkisframleiðarar Tað
haldi eg at vit øll eru samd
um, men at fáa eina saner
ing frå 850 mill. kr. til tær
145 mill. kr. sum tey sigast
at standa í nú, og tað ljóðar,
at tey kunnu fáast til keyps
í dag fyri ca. 60 mill. kr tað
er væl klárað
Vágur næstan í
undantaksstødu
Tá vit frættu, at virkið her á
staðnum ikki kom at verða
opið, ja, tå kom panikkur í
Allir vågbingar søgdu, hvat
nu, nú er tað ålvarsligt, nú
er vandi fyri at alt fólkið
flytur burtur, vit fingu at
vita, at virkið var lagt í møl
posan og skuldi standa sum
tað stóð, klárt at taka i
nýtslu, um so var, at tað
kom meira fiskur aftur á
grunnarnar, og teir fingu
brúk fyri virkinum. Nógvar
royndir vóru gjørdar at fáa
leiga virkið. Tað var sagt við
undirritada, sum hitti stjór
an á Førova Fiskavirking
at tit kunnu fáa virkið til
leigu, um so er, at:tit virka
fisk. sum ikki er av Føroya
zrunnunum fyri so og so
nogyY, og lå So MENN KOMU
' bjóðaðu seg fram, var
talið eitt annað. Jú, nógv var
gjørt fyri at fáa virkið upp
bæði av vágbingum í og utt
anfyri Vág
Fiskavirking boðar frá, at
teir koma efur maskinum
trukkum og ymiskum eðr
um, sum teir skulu nýta á
ødrum virkjum, tá hildu
vágbingar, at nú kann tað
vera nokk. Undirritaði segði
við stjóran á Fiskavirking
at um tit koma suður sum
stemningurin í Vági er nú
so er fryktandi fyri, at tað
sum ikki er hent í okkara
tíð í Feroyum kemur at
henda tá. Borgarafundur
var, og fleiri hundrað fólk
gingu vakt um virkið í býn
um, takk fyri at tit ikki
komu tá
Kommunala
umfí
Vágs kommuna hevði stóra
skuld, men eisini nógv virk
semi í gulltíðunum, áttati
árunum, og kláraði komm
unan sagtans sína skuld
sum stødan var í landinum
tá. Men eins og hjá sethús
acigarunum, so er eisini hja
kommununi, at tå einki ar
beiði er, so er eingin inn
tøka. Lánini vaksa skjótt
vegna tað, ta vit ikki kunnu
rinda rentur og avdrátt. Fyri
Vágs komunu, var tann
kommunala umfíggingin
sera tydningarmikil, vit
fingu lagt alla okkara skuld
í føst lán, tað er falnir av
dráttur og morarentur eins
og yvirtrektir kassakredittir
soleiðis at øll tann komm
unala lånsskuldin nu er i
føstum karmum. Kommun
an var hartil heppin, við tað
at Føroya Banki og Nykre
dit eru høvudskreditorar hjå
Vágs kommunu, og júst teir
báðir stovnarnir hava bjóð
að eina sera góða figging
har kommunan rindar 10%
av lånsskuldini og við tað
at teir nýta marknaðarrent
una, sum liggur niðanfyri
Så + I restin er avdrøg
so minkar lånsskuldin i hes
um báðum lånsstovnum
skjótt, so vónandi verður
marknaðarrentar
sær, ti hon er vanabul. Sun
at halda
nu er minkar
við tad 3 1
Vågs kommunu hevur um
figgingin nogvan tydning
vit hava í dag ikki eina
krónu í leysaskuld
Vinnan og saman
haldið í fólkinum
At skattainntøkan er upp
gangandi, er sjálvsagt tí, at
fólk í Suðuroyar Sunnaru
Helvt hava tíkið seg saman
til at skapa arbeiðspláss, og
tey eru iki so få, tað eru eini
10 stør fiskifør keypt í
hesum ringu tíðum, og nógv
virkir eru sett í gongd á
landi. Miðnámsskúlin og
dagstovnar eru settir í
gongd í Vági hesi síðstu
árini, jú tað sær fragari út
men varsemi má vera í hes-
um skiftandi tíðum her í
kommunuvalið Á |
Nú stendur betur
til í Vagi
Førovum
Vit eiga at seta okkum
sum mál, at fáa kommunu
skuldina niður, til umleið
tvær álíkningar og síðan
eigur tað helst ongantíð aft
ur at verða loyvt at skylda
meira enn tað, vit kunnu
um so er, at vit fáa mera
virksemi aftur, møguliga
um vit fáa flakavirkið opnað
aftur, fáa goldið skuldina
niður yvir ikki alt ov nógv
ár. Meti at flakavirkið verð
ur opnað aftur so ella so
tað er stórur áhugi fyri virk
inum, tað er heilt vist, um
so verður, verða tað eisini
størri inntøkur ul Vágs
havn
Ítróttur og mentan
Ítróttaranleggið í Vági fór
husagang, men í dag eru
ognirnar allar Keyptar att
og standa tær í dag í umleið
SÍ) 000.00 kr. við góðari
ing í Suðurovar Spari
kassa, tað er ítróttarhel
samkomuhús og graslíkis
vøllur. Vágs ltróttarráð
keypti ognirnar á og aftaná
tvingsilssølu, so nú skuldi
ítróttin havt betri karmar at
arbeitt undir
Fólk í Vági hava í nógv
ár arbeitt við at savna pen
ing inn til eitt mentunarhús
her í býnum, eg vóni og
vænti at tað verður skjótt
Nú skal veljast, kvinnur
og menn fari á val, mítt
ynski er, at vágbingar fáa
eitt gott kommunuval
Heilsan
Jógvan Krosslá
býráðsformaður
Argja kommuna í søguna
3. desember fara argjafólk
at atkvæða á býráðsvalin
um
Veljast skal eitt byråd
sum frá Í. januar 1997 fev
nir um bæði Argja og Havn
ar kommunu
Harvi fara Argir sum
sjålvstødug kommuna í søg
una. Eitt tíðarskeið endar
og eitt nýtt byrjar á nýggj
árinum fyri Argir og fólkið
sum her býr
Argir verða tá ein nýggjur
býarpartur i Havnar komm
unu, partur av eini stórri
heild
Efur |. januar 1997 - sum
fyri henda dag - fara tað á
Argjum at:verða viðurskifti
sum ikk: vórðu greidd, sum
skulu gerast og varðveitast
fyri framtíðina - Argir
Tað gerast best við at
standa saman og velja ein
ella fleiri inn i býráðið á
valinum 3. desember
Avgerðin er tín
Henning Christensen
valevni Javnaðarfloksins
KUNNGERÐ
Atkvoðugreiðslan á býráðs- og skúla-
nevndarvalinum | Vágs kommunu týs-
dagin 3. desember 1996 verður í sam-
komuhøll skulans
Atkvøtt verður frå kl. 10.00 til kl. 14.00
og hildið verður fram frå kl. 16.00 til kl
20.00 ella so leingi veljarar møta uttan
steðg.
Veljarar, sum vegna sjúku ikki kunnu
koma á valstaðin, ella samb. vallógina á
annan hátt lúka treytirnar fyri at velja
heima, kunnu boða kommunuskrivstov-
uni (tlf. 73024) frá í seinasta lagi mána-
dagin 2. desember 1996 kl. 15.00
Valnevndin
i Vågs
kommunu
24. november 1996
KUNNGERD
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at at-
kvoðugreiðslan til kommunuvalið týsdag-
in tann 3. desember 1996 fer fram á
Kommunuskrivstovuni í Leirvík
Atkvoðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrra-
part og heldur fram til kl. 14.00. Síðan
byrjar hon aftur kl. 16.00 og heldur fram
til kl. 20.00, ella so leingi veljarar mota
uttan steðg
Valkort eru send øllum, ið sambært val-
listanum hava valrætt í Leirvíkar Komm-
unu. Minnist til at hava valkortið við
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt
at nýta brævatkvoðu, kunnu atkvoða á
fólkayvirlitinum á Kommunuskrivstovuni
í Leirvík til og við mánadagin 2. desemb-
er 1996.
Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á
valstaðið, kunnu velja heima frá týsdegi
26. november til og við mánadegi 2. de-
sember 1996.
Telefon 43006 ella 43131.
Leirvík tann 25. november 1996
f. Leirvikar Valnevnd
Jacob Meinhard Sólbjerg, form.
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvert
håskvøld frå kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarða 2, ella á tif. 17200.
Kvinnunúsið er opið gerandisdagar frå ki.
10.00—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
| frá kl. 10.00 fyrrapart til kl. 7.00 á morgni.