Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 1996síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

USSR . NOVEMBER 1996 tíðindablaðið Fíggjarætlanin endaliga samtykt: Kreativ bokføring Tad vóru ikki blid orð, landstýrið fekk við á vegnum fyri at hava lagt seg út í fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu undir eykabýráðsfundinum týs- kvøldið. Men undir mótmæli samtykti býráðið einmælt br oyttu figgjarætlanin- a. Onkur búráðslimur kallaði endaligu loysnina eina hokus-pokus-loysn, meðan onkur annar segði, at hetta bara var eitt dómi um kr eativa båkføring Macnus Dam Eitt samt Tórshavnar býráð samtykti á eykabýráðsfundi tyskvøldid endaliga figgjar- ætlanina fyri 1997 Figgjarætlanin, sum er broytt eitt sindur síðani 2. viðgerð, javnvigar nú við 250.035.000 kr. Orsøkin til broytingarnar í mun til 2. viðgerð er krav- ið frå Eilif Samuelsen, landsstyrismanni f komm- unumålum um, at kommun- an skuldi seta 20 mi6. kr meira av til at afturgjalda skuld A endaligu fíggjarætlan- ini er hetta kravið uppfylt Lisbeth Petersen, býráðs- formaður, segði, at broyt- ingarnar í fíggjarætlanini vóru gjørdar í samstarvi við umsitingina í Landsstýrin um, og hon væntaði tí, at landsstýrismaðurin fór at góðtaka fíggjarætlanina sum hon fyrilá nú Broytingarnar, sum eru gjørdar til tess at uppfylla kravinum frá Eilifi Samuel sen, eru ikki stórar I figgjarætlanini, sum ikki kundi góðtakast, var eitt av lop á níggju mió. kr. Inn tøkurnar vóru 242 mió. kr. meðan útreiðslurnar vóru 233 mió. kr Í ti endaligu figgjarætl anini eru inntekurnar settar átta mió hægri, og tær eru settar av til eyka avdráttir saman við teim níggju mió kr.. sum býráðið ætlaði at hava til avlops í fyrstu fíggjarætlanini Sostatt eru 17 av teim 20 mió. kr., sum Eilif vildi hava býráðið at seta av til eyka avdråttir funnar. Hinar tríggjar hevur býráðið funn ið við at lækka kontoina til útstykingar við tveimum mio. kr og vid at lækka reg uleringskontoina við einar mi6. kr. Reguleringskontoin var í uppskotinum, sum ikki bleiv góðtikið, sett eina mió. hægri enn í ár, og tað er hendan mi6., sum býráð- ið nú hevur tikið aftur Kravið frá Eilifi er sostatt uppfylt, tí nú kann býráðið í roknskapinum vísa á, at tjúgu mi6. kr. meira eru sett- ar av til avdråttir. Og hetta er gjørt, uttan at upprunaliga fíggjarætlanin er broytt stór- vegis. Allir býráðslimirnir, sum tóku orðið vóru á einum máli um, at tað altavgerandi var, at skattaprosentið í kommununi ikki broyttist og eisini næsta ár verður 19, íroknað tað eina til kreppu lánsgrunnin Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum helt, at loysnin, býráðið hevði funnið fram til, var ein hok us-pokus-loysn. Men fyri hann var hetta eingin trupul- menn - Figgjarætlanin hjá Tørshavnar Kommunu ble 2 Å SB, á leiki. Hann helt fyri, at býráðið lika so gott kundi havt tikið allar tær 20 mió kr. av inntøkusiduni. Fíggj arætlanin er jú sum orðið sigur bert ein ætlan, og tí helt hann at býráðið bara kundi havt sagt seg roknað við, at inntøkurnar blivu 20 mió. kr. hægri. Ella enn hægri, helt hann fyri Men hann segði seg duga at síggja, hví hetta ikki varð gjørt, tí so hevði onkur í landsstýrinum fingið nakað reyð oyru Lisbeth Petersen segði tað tó ikki vera so einfalt, sum Jan Christiansen royndi at gera tað til. Hon segði, at hetta hevði ikki verið heilt uttan trupul- leikar, og at broytingarnar vóru gjølliga umhugsaðar Í samband við meir inntøkurnar segði hon, at tað varð mett, at inmtøkur nar kundu setast eitt sindur Og eftir øllum at dóma sl. pp kommunun ra aomuelsen um af 2jálda meira tur á hægri enn í upprunaligu fíggjarætlanini Torfinn Smith úr Javnaðarflokkinum segði eisini, at hetta var ein Ógvu- liga løgin loysn Bert 5% av hesi loysn- ini raka fíggjarætlanina beinleiðis, og tað er tann mi6., sum reguleringskont- oin lækkaði vid. 45% raka tað budgetteraða avlopið, meðan 50% av hesi loysnini er eitt úrslit av kreativari bokføring, segði hann og sipadi til tær átta mió. kr, sum býráðið væntaði at fáa í meirinntøku í mun til upp- runaligu fíggjarætlanina Aftaná stutt orðaskifti samtykti býráðið einmælt figgjarætlanina, men bý- ráðslimirnir mótmæltu harðliga, at landsstýrið hevði lagt seg út í fíggjar- viðurskiftini hjá kommun un — Hetta verður góðtikið Landsstýrismaðurin í kommunumálum sigur seg roknað við, at figgjarætlanin nú verður góðtikin í tí líki hon fyriliggur. inntókum ella ikki, er ikki mín høvudpina, sigur Eilif Samuelsen MAGNUS DAM - Landsstýrið hevur fingið tað igjøgnum, sum vit vildu Vit kravdu, at kommunan setti 20 mió meira av til at afturgjalda skuld fyri í endaligu fíggjarætlanini, og tað er nú gjørt Hetta sigur Eilif Samuel- sen, landsstýrismaður í kommunumålum, í eini við- merking við Sosialin í sam- band við fíggjarætlanina hjá Tórshavanr kommunu, sum bleiv endaliga samtykt ein- mælt á eykabýráðsfundin- um týskveldið Eilif Samuelsen sigur, at tað ikki verður hansara høv uðpína, vísur tað seg, at kommunan ikki fær tær átta mió. kr. inn í meirinntøku, sum roknað verður við í endaligu fíggjarætlanini Fáa teir ikki tað, mugu teir finna pengarnar aðra- staðni. Nú hava teir bundið seg til at gjalda 20 mió. mei- ra aftur av skuldini og til samans rindar kommunan yvir 50 mió niður av skuld ini næsta ár, og sostatt eri eg nøgdur, sigur Eilif Sam uelsen Eilif sigur, at hann kundi Hvørt kommunan fær átta mið. kr. í meir- hugsað sær, at býráðið hevði verið eitt sindur meira afturhaldandi við rakstrar- útreiðslunum, men tað fer hann einki at gera við 100 kr FYRI TÍN GAMLA SISSEL — KODDA TÁ TÚ KEYPIR EIN NÝGGJAN = SVEVUR TÚ VÆL? Sleppið beinunum leysum Erutygum plágað/ur av móðum.,t spentum av pinu, krar hjálpin SIGVARIS-k« tað sama Spyrjið tygum fyr SIRI Dr. Jakobsens- ta 18 . 16610 g tungum bemum na ell 7SOVARS Dr. Jakobsensgøta 18 - 100 Tórshavn - Tlf. 16610 húsinum, Felag fyri spastikarar og børn/vaksin við líknandi breki, t.d. veddasvinn. hósdag kl. 15—17. Tif. 19027, Fax 10813 (MBF). Felagið heldur til í MBF- 10 C. Skrivstovutíð hvønn