Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 1996síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 230 — 28. NOVEMBER 1996 13 Skúlin í Havn Tað byrjaði í smáum. spari dyllan. So vaks ågangurin meir og meir, og at enda mundu tey selt ein av skúl unum, Eysturskúlan, men tíbetur vóru tað mong, ið vóru góð við skúlan, og í felagsskapi fingu tey for- purra eini grari ætlan, sum var íspunnin av ørvitisknok- kum í teirra tráan eftir at vísa sína styrki, onkur vildi kalla tað maktgirnd Tá tað ikki eydnaðist vóru so onnur ráð at taka, nú hevði Eysturskúlin yvirliva tað fyrsta álopið, og kanska fóru tey eisini at megna at verja seg fyri tí næsta. So var ikki annað at gera enn at venda byttuni á høvdid og lova Eysturskúlanum ein vinning, og hann skuldi so ganga úty vir onkran annan Hesuferð var tað so fram- haldsdeildin, ið stóð fyri tørn. Fyrst var tað øll fram- haldsdeildin, sum skuldi flytast yvir í Eysturskúlan Tann munnbitin gjørdist ov stórur at gloypa, so frægari var at skera hann minni. Tað síðsta er so tað, at allir 10 flokkarnir í kommununi skulu samlast yvin i Eysturskúlanum. Hetta er kanska ein spennandi tanki, men hevði tað ikki verið eitt gott hugskot at spurt tey, ið dagliga vara av skúlunum Eitt av grundsjónarmiðu- num at samla allar 10 flokkarnar á einum stað er, at flýggjanin úr skúlunum í Føroyum niður á danskar eftirskúlar skal steðgast Hetta skal so gerast við at hava ein meir spennandi 10 flokk Hugsanin at gera 10 flokk meir spennandi er í sjálvum sær frálík. Og vón- andi kemur okkurt gott burtur úr næmingunum til frama. Men er tað arbeiðið, sum fer fram nú millum skúlafólk, bert íkomið, tí tað líkasum liggur ein hóttan frá myndugleikunum oman yv- ir skúlarnar, at hvussu víkur og vendir, verða 10. flokk- arnir lagdir saman. so er tað at stedga á og spyrja, hver meiningin er Er tað frálæran, so hevur byráðið einki at gera við tað, men skúlaráðið Eru tað figgjarvidurskiftini, altso ein nyggj spariætlan, so skjóta teir heilt við síð- una av Er tað fyri at seta kílar millum skúlarnar, so er tað næstan eydnast Ikki tí, at eg eri ímóti ein um tøttum samarbeiði mill- um skúlarnar fyri at útnytta teir møguleikar, ið liggja í einum tílíkum samarbeiði Saktans kundi tað lati seg gjørt at 10. flokkarnar vóru har teir eru, og so havt ym- isk tiltøk, tilboð ella evnis- vikur, sum allir skúlarnir vóru saman um. Parturin hjá byrådnum í tí førinum hevði so verið tann figgjarligi parturin. Skúlaráðið skal ansa eftir, at tað undirvís- ingarliga fer fram eftir teim- um reglum, sum eru fyri- skrivaðar í skúlalógini. Tað, sum verður gjørt, og hvussu verður fyriskipað, er so uppgávan hjá leiðslunum á skúlunum at finna útav Men alt tílíkt arbeiði er til fånytis, um íkki verður hugt at grundskúlanum og 8. og 9. flokki. Tað er fyrst og fremst her, at allar góðar kreftir eiga at verða settar inn. Tí um ikki verður fjálg- að um henda partin, kann alt gera tað sama. Her er tað, at grundstødid undir bæði kommunuvalið trivnaði og vitan verður lagt. Her hava sparingarnar hesi seinastu árini notið meint. So bert við eini lítlari meirjáttan høvdu um støðurnar batnað munandi At brúka pengar til at flyta allar 10. flokkarnar í komm ununi í ein skúla er púra burtur við. Heldur áttu hesir pengar at verði nyttir til grundskúlan, so hevði restin komið av sær sjálvum Eitt annað, sum hevur við skúlaungdómin í Havn at gera, er Bussleiðin. Buss- leiðin er í allar flestu fórum góð. Men hon burdi verið útbygt eitt sindur meir Kanska tríggjar ferðir um tíman, men allarhelst fyra ferðir um tíman. Á papp- innum er koyrrætlanin hjá bussleiðini góð nokk, men tað kemur fyri, at busssjaf- ørarnir ikki kunnu halda tíð- irnar, og tá hendir tað, at næmingarnir ikki náa at skifta buss í miðbýnum, og av tí sama gerast ov seinir í skúla, um tey skulu brúka bussin Og so haldi eg, at barna- og ungdómsprísirnir við bussleiðini eiga at vera galdandi, í hvussu so er, til tey eru liðug við 10. flokk Við javnaðarkveðu Jógvan Martin Merk Liberalur Sambandsflokkur Sambandsmaðurin Schu- mann Hjaltalin skrivar leyg ardagin 16. november í Dimmalætting, at Sam- bandsflokkurin er liberalur, fríðlyntur flokkur bæði i kommunalpolitikki og landspolitikki! Borgarstjórin í Havn er sambandskvinna, og Sam- bandsflokkurin hevur tí hevuðsábyrgdina av tí pol- itikki, sum samgongan he - ur ríkið seinastu 4 árini Schumann Hjaltalin, sum hevur sitið í Tórshavnar Bý - ráð seinasu 4 árini, skrivar, at kommunan skal iki reka vinnulív, men skal skapa so góðar fyritreytir fyri vinnu- lívið sum møguligt Undir leiðslu Fólkafloks- ins fór býráðið fyri nøkrum árum síðani at kappas við privata vinnulívið í komm- ununi, og undir leiðslu Sambandsfloksins hevur býráðið hildið fram við sama politikki,og hvur so- leiðis gjørt enda á fleiri privatum fyritskum Lat meg nevna 3 dømi i. Bilupphøgg var ein fyritøka, sum gjørdi eitt neydugt at samfelagsgagn- ligt arbeiði. Fyritøkan tók sær av gomlum bilum, tók teir sundur, og til bar at keypa góðar brúktar eyka- lutir frá fyritøkuni. Fyri tøkan lá á einari tréð uttan- fyri býin, men sum tíðin leið, kom Bilupphøgg at liggja mitt millum hús. Eig- ararnir søktu tí um at fáa annað øki til fyritskuna; men býráðið segði nei, og fór sjálvt at taka ímóti gomlum bilum, við tí úrsliti, at grundarlagið undir priv- atu fyritøkuni nú er burtur. 2. Snarhjålp var eisini ein fyritøka, sum var ríkin av privatum; men býráðið fór at kappast við hesa fyritøku, sum sjålvandi ikki kundi klára seg í 6jøvnu kapping- ini 3. Jógvan Haraldsen hev- ur haft eina fyritøku, sum hevur tømt rottangar og reinsa kloakkir í mong ár, men nú hoyrist, at býráðið hevur keypt sær ein bil at tóma rottangar við Sambandsflokkurin hev- ur verið við til at knúska allar hesar privatu fyritøkur, og listin er ivaleyst nógv longri Hvi kann Sambands- flokkurin ikki lata hesar privatu fyrittøkur fáa frið? Er tað liberala hugsjónin, sum forðar fyrih esum? Jógvan Haraldsen keypti sær amboð, og hevur í mong ár tømt rottangar og reinsað kloakkir,og hevur gjørt hetta arbeiðið fyri- myndarliga. Hví skal »libe- rali« Sambandsflokkurin nú taka arbeiðið frá honum? Er hetta liberalur politikk- ur? Er tað hatta slagið av libe- ralismu, sum Schumann Hjaltalin og aðrir sam- bandsmenn ætla at bjóða veljarunum 4 ár aftrat? Ég eri samdur við Schu- mann Hjaltalin í tí, at bý- ráðið eigur at skapa so góð- ar fyritreytir fyri vinnulívið sum gjørligt Býráðið er til fyri at tæna borgarunum, og ikki til at leggja fót fyri teimum borg- arum, sum royna at reka vinnulív í kommununi Tað eru borgararnir í kommununi, sum gjalda peningin, sum brúktur verð- ur til undirgravingarvirk- semid, sum Sambands- flokkurin, saman við ødr- um, fremur móti privatum fyritøkum. Tað nyttar lítið at siga, at Sambandsflokkurin er libe- ralur, tá Sambandsflokk- urin, sum er í samgongu og eigur býráðsformannin, ger beint ímóti ølium liberalum meginreglum. Álvur Kirke Eru børnini skúla? Vit foreldur leggja stór- an dent á, at børnini koma trygt í og úr skúla Tað vil siga, at skúla vegurin skal vera trygg- ur hjá børnum at ferðast á, soleiðis at øll vit, ant- in vit ganga, súkkla ella koyra, hava fyrilit fyri hverjum gðrum og kunna kenna okkum trygg í ferðsluni Børnini eru tann veiki/bleyti parturin í ferðsluni og eru vit, for eldur og avvarðandi, ómetaliga glad, tå børn- ini eru komin trygt heim úr skúla, og at tey eisini koma trygt í skúla Í skúlanum skuldu børnini verið undir tryggum viðurskiftum ella eru tey tað? Eftir mínum tykki kemur tað alt ov ofta fyri, at børnini ganga og mala í býnum í skúla- tíðini Tá tú fregnast eftir, hví børnini íkki eru í skúla, verður sum oftast svarað, at lærarin er sjúkur, so børnini hava frítíma Fyri at børnini ikki skulu órógva aðra undir- vísing á skúlanum, mugu tey fara í býin Hver skal eitast at hava ábyrgdina av børn- unum tá? Hetta kann ikki vera rætt. Tað má kunna bera til, at skúlaverkið í Tórs- havn kann hava eyka- lærarar til taks, so hesir kunna setast inn, har tað er neyðugt, so børnini fáa ta kravdu undirvís- ingina Júst sum vit foreldur hildu, at børnini vóru trygg í skúlanum og fingu undirvísing, so kemur tað meiri enn so fyri, at tú metir børnun- um í býnum millum alla hesa tungu bilferðslu, og uttan at nakar hevur eyguni við teimum Tað er ikki nóg stór nytta í at fáa ein tryggan veg millum heim og skúla, tá børnini í skúla- tíðini - uttan eftirlit - kunna renna úti í hesi tungu bil stóru og ferðslu Tað má vera skúlans uppgáva og ábyrgd at veita børnunum eina góða undirvísing undir tryggum korum í skúla tíðini Fyri at vit foreldur og avvarðandi skula kenna okkum trygg við eina góða og trygga skúla- skipan, er neyðugt, at karmarnir verða útfyltir, soleiðis, at hevur ein lærari forfall vegna sjúku, er á skeið ella er burtur av aðrari orsøk, má tað kunna lata seg gera, at eykalærari verð- ur settur inn beinanveg in Hetta átti ikki at verið so trupult í eini stórari kommunu við so nógv- um skúlum, at havt eykalærarar, sum kunnu fylla út hetta tómrúm til gagns fyri børnini, for eldur/avvarðandi = og skúlaverkið Thordur Thorsteinsson valevnið til skúlaráði á lista A Lærlingur søkist Satronic sekir lærling til radioverkstaðið at byrja sum skjótast. Lærutíðin er 4 år, harav ein partur er skúlatíð í Danmark. Hevur hetta tín áhuga, so send okkum tína umsókn. Nærri fæst at vita á tlf. 48940. SATRONIC Box 49 600 Saltangará