mikudagur 8. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 190 - 8. oktober 2003
Nr. 190 - 8. oktober 2003
9
Fyribils miðar før-
oyska telefyritøkan
eftir at selja ráðgev-
ing og nakrar ávísar
tænastur uttanlands
Føroya Tele kannar nú
møguleikarnar fyri øktum
útflutningi av tænastum.
Hetta er grundin til, at
føroyska telefyritøkan fyri
fyrstu ferð hevur egnan bás
á heimsins størstu teleráð-
tevnu og -messu Telecom
World 2003. ITU, sum er
altjóða ST-felagsskapurin
fyri tele, skipar fyri ráð-
stevnuni, ið verður í Gen-
eve í døgunum 11. - 18.
oktober. Telecom World er
so stórt tiltak, at tað bert
verður hildið 4.hvørt ár, og
tað hevur tí fingið keli-
navnið ‘Olympisku Leikir-
nir’ hjá televinnuni.
- Tað besta, vit á handils-
ligari grund kunnu gera fyri
at skapa pláss fyri meira
enn einari telefyritøku í
Føroyum, er at víðka saml-
aða marknaðin, bæði landa-
frøðiliga og við nýggjum
virkisøkjum, sigur Tróndur
Djurhuus, menningarstjóri
hjá Føroya Tele. Luttøka
okkara á Telecom World
2003 er ein liður í arbeiðin-
um fyri hesum, sigur hann.
Føroya Tele fer í fyrstu
syftu undir búmerkjunum
FT Consult og Faroese
Telecom International at
bjóða tænastur, sum hava
tilknýti til og byggja á før-
oysku menningina av ein-
um digitalum sjónvarps-
sendineti. Føroyska netið,
sum verður fyrisitið av
dóttirfelagnum Televarpin-
um, var tað fjórða av sínum
slagi í øllum heiminum, tá
tað varð tikið í nýtslu. Før-
oya Tele hevur seinastu
mánaðirnar fingið nógvar
umbønir um ráðgeving og
stuðul frá útlendskum tele-
feløgum, serliga í smærri
londum. Eisini hava ávísir
útlendskir
veitarar
av
ávikavist tøkni og ráð-
geving biðið um formligt
samstarv við Føroya Tele.
Varpa ljós á føroyskt
KT
Føroya Tele hevur í sam-
starvi við føroysku KT-fyri-
tøkuna Kervi ment eina
fyrisitingarliga skipan til
Televarpið, sum er so fram-
komin og sjálvvirkandi, at
tá nýggir haldarar fyrst eru
skrásettir, krevst eingin ar-
beiðsmegi yvirhøvur til at
arbeiða við innkrevjing ella
sløkking og tendring av
signalinum
heima
hjá
haldaranum. Hetta hevur
vakt stóran ans uttanlands,
har avrokningin mangan
kostar nógv og voldar stór-
ar trupulleikar. Føroya Tele
eigur rættindini til hesa
skipanina, og umframt at
selja ráðgeving ber eisini til
at selja hana til áhugaðar
útlendingar.
Føroya Tele og Kervi
hava harafturat ment nakrar
virðisøktar tænastur, sum
byggja á felags nýtslu av
interneti, fartelefoni og
digitalum sjónvarpi. Hesar
tænastur, sum verða róptar
Crossmedia-tænastur,
verða eisini vístar fram í
Geneve.
- Hetta ber tað positiva í
sær, at vit kunnu gera vart
við tann kreativa føroyska
KT-ídnaðin,
samstundis
sum vit selja ráðgeving og
tænastur, sigur Tróndur
Djurhuus. Hetta er bein-
leiðis í samsvari við strat-
egiina hjá okkum, har vit
áleggja okkum sjálvum ikki
bert at menna Føroya Tele,
men
eisini
umhvørvið
kring okkum.
Av somu orsøk er Føroya
Tele eisini ein av høvuðs-
sponsorunum í átakinum
Bitlandi, og telefyritøkan
hevur boðið Bitlandi at
verða við á básinum í Gen-
eve, so ikki bert KT- og
teletænastur, men eisini
allar Føroyar verða markn-
aðarførdar sum testmiðstøð
fyri útlendskar tøkniveitar-
ar.
Til ber at leita sær fleiri
upplýsingar á heimasíð-
unum
faroesetele.com,
thebitland.com og itu.org
umframt við at venda sær
til Trónd Djurhuus, menn-
ingarstjóra hjá Føroya Tele,
á tlf. 303130 (beinl.) ella
um
teldubræv-adressuna
tdj@ft.fo.
Føroya Tele leitar úteftir
MARKNAÐARRÁK
Sera stór skift fóru fram á bæði
lánsbræva- og partabrævamarkn-
aðunum í farnu viku. Vikan
byrjaði við vánaligum tølum,
sum vísti, at álitið hjá ameriku-
manninum um búskaparligu
støðuna fall í septembur. Hetta
førdi við sær, at lánsbrævarentur
og partabrøv sum heild lækkaðu.
Vikan varð kortini merkt av, at
sera týdningmikla frágreiðingin
um støðuna í amerikanska ar-
beiðsmarknaðinum varð kunn-
gjørd fríggjadagin 3. oktobur.
Hendan frágreiðingin gjørdist
bjartari enn væntað og vísti, at
57.000 arbeiðspláss vóru skapt í
septembur; ein vend í einari
heldur daprari gongd, tí líka
síðani februar eru arbeiðspláss
farin fyri skeyti í USA. Av tí
nýtslan hjá meiniga manninum
stendur fyri 2/3 BTÚ í USA, er
sera týdningarmikið fyri búskap-
arligu framgongdina, at arbeiðs-
pláss verða skapt. Sum ein
avleiðing av bjørtu arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingini hækk-
aðu bæði lánsbrævarentur og
partabræv
munandi
farna
fríggjadag.
ECB hevði mánaðarliga rentu-
fundin í farnu viku, og júst sum
væntað varð evropiska rentan ikki
broytt. ECB væntar framvegis, at
evropiski búskapurin styrknar
restina av árinum og næsta ár.
Tískil er lítið sannlíkt, at
evropiska og harvið eisini før-
oyska rentustigið lækkar meira á
hesum sinni. Hetta var seinasti
fundur hjá ECB við Wim Duisen-
berg sum leiðara. Í novembur
verður hann avloystur av frak-
lendinginum Jean-Claude Trichet.
Meðan farna vika var merkt av
sera týdningarmiklum búskapar-
ligum uppgerðum, verður hend-
an vikan heldur friðarligari á hes-
um økinum. Øll eygu vóru í
farnu viku vend móti nevndu ar-
beiðsmarknaðarfrágreiðing og
Marknaðarrák metur, at markn-
aðirnir kunnu verða friðarligir til
hósdagin, tá tann vikuliga upp-
gerðin um sama arbeiðsmarknað
verður kunngjørd.
Næstu dagarnir kunnu tó verða
merktir av roknskaparkunngerð-
unum fyri 3. ársfjórðing, sum er
um at byrja. Byrjað verður sum
vant fyrst í USA, og hesa vikuna
kunngerða m.a. Pepsico, Yahoo!
og General Electric roknskapir.
Sum áður nevnt í Marknaðarráki
verður mett, at roknskapirnir
kunnu gerast góður eins og fyri
tveir teir undanfarnu ársfjórðing-
arnar. Verður hetta so, og búskap-
arligu kunngerðirnar samstundis
verða bjartar, kann roknast við
hækkandi lánsbrævarentum og
hækkani partabrævamarknaðum.
Umsíðir vóru arbeiðspláss skapt í USA
Vika 41, 2003
www.kaupthing.fo
Rentur
Partabrævavísitøl
Renta
Kursur
+/- %
Diskonto
2,00%
0,00%
KFX, Danmark
248,7
2,7%
2 ára lánsbræv
2,79%
0,14%
OMX, Svøríki
592,2
2,9%
5 ára lánsbræv
3,61%
0,16%
DJ Stoxx 50, Evropa
2.493,1
2,6%
10 ára lánsbræv
4,38%
0,12%
S&P 500, USA
1.029,9
2,3%
Íløgufeløg
Gjaldoyru
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
Lánsbrøv í DKK
106,78
-0,3%
USD
641,00
0,1%
Evru Lánsbrøv
164,74
-0,2%
EUR
742,89
0,0%
Norrøn Partabrøv
69,27
1,6%
GBP
1.066,12
-0,1%
Altjóða Partabrøv
71,59
0,0%
NOK
90,88
-0,5%
Renta og kursir kl 10 ígjár. Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan.
+/- %-stig
Kiwanis í Havn hevur
givið børnunum í
Gøtu kommunu 90
vestar við endurskini
og eina farteldu, sum
skal nýtast í
menningini av
børnum við breki
FERÐSLUTILTAK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hósdagin, 2. oktober, varð
skipað fyri ferðslutiltaki í
Ítróttarhøllini á Kambsdali.
Tað var Ráðið fyri Ferðslu-
trygd, Dagstovnurin og
dagrøktin í Gøtu komm-
unu, sum skipaðu fyri til-
takinum, ið vardi frá kl.
17.30-19.30 hendan dagin.
- Tíðliga í summar fingu
børnini í Gøtu eina stór-
fingna gávu frá Kiwanis í
Havn. Vit fingu 90 vestar
við endurskyni og eina far-
teldu, sum serliga verður
brúkt í menninigini av
børnum við breki. Tað var
fyri at »markera« hesa stór-
fingnu gávu og at kunna
børnini um endurskyn, at
vit tóku stig til hetta tiltak.
Soleiðis greiðir Torgerð
Hansen, leiðari á Dagstovn-
inum í Gøtu frá.
Størri tryggleiki
Í Dagstovninum við Gøtu-
gjógv eru 76 pláss og í dag-
røktarskipanini eru 15.
Tað er dagstovnurin, ið
tekur sær av at ansa vestun-
um og býta teir út, tá ið teir
skulu nýtast.
- Tá ið kvinnurnar, sum
hava børn í dagrøkt, fara út
at ganga við børnunum,
koma tær her eftir vestun-
um.
Torgerð sigur, at vestarn-
ir við endurskini verða
brúktir, tá ið farið verður
fram við landsvegunum við
børnunum.
- Tað gevur ein nógv
størri tryggleika, at børnini
eru í vestum, tá ið ferðast
verður eftir vegunum. Børn
eru »spontan«; tey kunnu
finna uppá alt møguligt.
Síggja tey ein stein ella eitt
hvørt annað úti á vegnum,
kunnu tey leypa avstað. Tú
ert ongantíð tryggur fram
við landsvegnum uttan so,
at tú hevur eitt barn í
hvørjari hondini. Børn eru
nú einaferð soleiðis, sigur
hon.
Væleydnað tiltak
Torgerð sigur, at nógv børn,
foreldur og arbeiðsfólk á
stovninum og í dagrøktini
annars vóru við til tiltakið í
Ítróttarhøllini á Kambsdali.
- Eg haldi, at tiltakið
eydnaðist sera væl. Tað var
serliga Hugo Kristiansen,
koyrilærari, sum tók sær av
undirvísingini,
og
Jón
Kragesteen, dagligur leið-
ari á Ráðnum fyri Ferðslu-
trygd, var eisini við og
stuðlaði.
RFF hevði bilin, sum
stovnurin eigur, við í Ítrótt-
arhøllini hendan dagin.
- Ljósini vórðu sløkt í
høllini, og í vestunum í
myrkrinum sóu børnini,
hvussu stóran týdning tað
hevur at nýta endurskin.
Torgerð sigur, at kunnað
varð eisini um, hvønn týdn-
ing tað hevur, at børnini
ganga í ljósum klæðum í
myrkri heldur enn myrkum
klæðum.
- Jú, eg haldi, at bæði
børn og vaksin lærdu nógv
hendan dagin, og vit fingu
tað burtur úr, sum vit ætl-
aðu, sigur hon.
Nógv ferðsla
Leiðarin á Dagstovninum
sigur, at rættiliga nógv og
tung ferðsla fer eftir lands-
vegnum við Gøtugjógv.
- Bilarnir koyra skjótt og
vit, sum skulu tvørtur um
landsvegin við børnum,
stúra mangan fyri hesum.
Hon sigur, hóast bøtt er
um møguleikarnar at fara
tvørtur um landsvegin við
Gøtugjógv, er ikki líkt til, at
bilførarar vísa nakað serligt
fyrilit á økinum.
- Eg haldi ikki, at ferðin
er minkað, hóast yvir-
gongdin er gjørd týðiligari
við frámerkingum og ljós-
um.
Torgerð sigur, at tungir
bilar, sum skulu niðan
brekkuna á Gøtueið, líka-
sum fáa sær ferð niðri á
slættanum, og tá kann ferð-
in stundum gerast rættiliga
nógv.
- Áður var løgreglan
javnan her á leiðini og
gjørdi ferðkanningar, men í
longri tíð hava vit ikki sæð
teir her á landsvegnum.
Men, sum hon tekur til:
- Teir hava eisini onnur
vegastrekki at taka sær av.
Góð telda
Torgerð sigur, at tey eru
ógvuliga fegin um telduna,
tey hava fingið.
- Hetta er eitt óført am-
boð, sum er hent í menn-
ingini av børnum við breki.
Talupedagogar
eru
her
einaferð um vikuna, og
síðan kunnu børnini menn-
ast við ymiskum telduspøl-
um og øðrum venjingum.
Leiðarin leggur tó dent á,
at tað nú heldur ikki er so-
leiðis, at børnini sita við
telduna allan dagin.
- Jú, teldan er ógvuliga
hent, tá ið hon verður nýtt
sum partur av menningini
hjá børnunum. Hon verður
ætlandi útbygd uppaftur
meira og verður tískil til
uppaftur størri nyttu, sum
tíðin líður, sigur Torgerð
Hansen.
Ferðslutiltak fyri børn á Kambsdali
- Teldan er ógvuliga hent
sum partur av menningini
hjá børnum við breki, sigur
leiðarin á Dagstovninum í
Gøtu, Torgerð Hansen.
Aftanfyri sæst bilurin hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Mynd: Bárður Lydersen
76 børn eru á Dagstovninum við Gøtugjógv og 15 eru í dagrøkt í kommununi. Herfyri var stórt
ferðslutiltak í Ítróttarhøllini á Kambsdali, har børn, foreldur og starvsfólk vórðu kunnaði um
týdningin av at nýta endurskin.
Mynd: Bárður Lydersen
Her eru børnini í vestum við endurskini, sum Kiwanis í Havn hevur givið børnum í Gøtu
kommunu.
Mynd: Bárður Lydersen
C
M
Y
K
9
8