mikudagur 8. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 190 - 8. oktober 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Kjarnorkuverk illa tryggjað
Ein fyrrverandi embætismaður í amerikanska orku-
málaráðnum vil vera við, at tey amerikonsku kjarn-
orkuverkini eru sera illa tryggjað.
Rich Levenier, sum arbeiddi í orkumálaráðnum í
Washington frá 1995 til 2001, sigur við blaðið Vanity
Fair, at myndugleikarnir kannaðu kjarnorkuverkini
eina ferð um árið, og hendan kanning umfataði eisini
tey hernaðarligu kjarnorkuverkini. Eitt nú kannaðu
eftirlitsmenn hjá orkumálaráðnum Los Alamos, har
amerikanararnir gjørdu sína fyrst kjarnorkubumbu.
Rich Lavenier sigur, at tað eydnaðist eftirlitsmonn-
unum at sleppa inn í Los Alamos og at stjala pluton-
ium haðani, uttan at vaktarmenninir varnaðust nakað.
Satt at siga møttu teir ongum vaktarmonnum, sigur
Rich Lavenier.
Anson Franklin, sum er talsmaður hjá amerikonsku
kjarnorkutrygdarmyndugleikunum, vísir orðunum
hjá Rich Lavenier aftur.
Danir keypa meiri sprutt
Avgerðin hjá donsku stjórnini at lækka avgjaldið á
millum annað brennivíni hevur givið úrslit.
Síðani tann 1. oktober, tá lækkingin kom í gildi,
hava danir keypt tríggjar ferðir so nógvan sterkan løg,
sum teir vanliga keyptu fyrr um vikuna. Tað eru ser-
liga tær stóru handilsketurnar so sum Bilka, Quickly,
Føtek og Netto, sum hava selt munandi meiri
brennivín enn fyrr. Stjórin í Dansk Supermarked, sum
eigur nakrar av handilsketunum, sigur við NTB, at
fyrst fall prísurin á brennivíni, tí avgjaldið lækkaði,
og harafturat hava viðskiftafólkini notið gott av, at
handilsketurnar eisini kappast um at vera bíligast.
Hetta hevur havt við sær, at seinastu dagarnar hevur
ein fløska av eitt nú Gammel Dansk ligið niðan fyri
90 krónur í donsku handlunum, men tað verður
hildið, at prísurin fer nakað upp um stutta tíð.
Prískríggj í luftini
Um nakrar vikur fer eitt nýtt flogfelag undir rutu
millum Oslo og Stockholm. Felagið er eitt sokallað
lágprísfelag, og tað fara hini flogfeløgini at kenna
sviðan av.
Nordic Airlink, sum nýggja flogfelagið eitur, hevur
longu kunngjørt, at tað fer at bera til at ferðast millum
Oslo og Stockholm fyri minni enn 250 norskar
krónur. Øll plássini í flogførunum verða ikki so bílig,
men minst túsund ferðafólk sleppa at flúgva fyri tann
prísin um vikuna, sigur felagið. Hini noyðast at gjalda
384 norskar krónur fyri túrin, og teir dýrastu ferða-
seðlarnir fara at kosta 1059 norskar krónur.
Leiðslan í Nordic Link ásannar, at kappingin um
ferðafólkini millum Oslo og Stockholm verður hørð,
tí felagið skal kappast við bæði SAS og Norwegian.
Ta fyrstu tíðina ætlar Nordic Link at hava átta ferðir
millum Oslo og Stockholm um dagin. Sum er flýgur
SAS trettan ferðir um dagin millum Gardermoen og
Arlanda, og Norwegian hevur tvær dagligar ferðir á
leiðini.
Forseti væntar at missa flogfar
Forsetin í Argentina, Néstor Kirchner, hevur avlýst
eina almenna ferð til Týsklands, Italia og Sveits.
Hann skuldi flúgva við einum almennum argentinsk-
um flogfari, men tað torir hann ikki.
Orsøkin er, at Argenina skyldar teimum trimum
londunum pengar, og at landið hevur ikki megnað at
halda lánsskyldurnar. Tí er forsetin bangin fyri, at
lánsveitararnir fara at leggja hald á flogfar hansara,
kemur hann til Evropa við tí. Bara í Týsklandi skyldar
Argentina meiri enn 25 milliardir krónur, og tí kravdi
Kirchner eina váttan frá týsku myndugleikunum um,
at flogfar hansara fór ikki at verða tikið, lendi hann í
Týsklandi við tí. Men eina slíka váttan kundi stjórnin
í Berlin ikki veita honum.
Argentina hevur fyrr boðað frá, at landið ætlar sær
bara at rinda ein fjórðing av uttanlandsskuldini, sum
er 550 milliardir krónur, tí landið er heilt einfalt ikki
ført fyri at rinda meiri.
Tíggju lond í Lands-
synningsasia hava
gjørt av at skipa økið
sum ein felags
marknað innan 2020
MARKNAÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sáttmálin varð undirskriv-
aður á toppfundi í ASEAN-
felagsskapinum, og hann
ber millum annað í sær, at
allar tollforðingar millum
londini skulu ruddast av
vegnum innan 2020.
Tey tíggju londini eru
Brunei, Kambodja, Laos,
Vietnam, Indonesia, Filips-
oyggjarnar,
Singapore,
Burma (Myanmar), Ma-
laysia og Teiland. Umleið
500 milliónir fólk búgva í
londunum, og felagsskap-
urin verður mettur at fáa
stóran búskaparligan týdn-
ing undir liðini á teimum
báðum fólkaríkastu lond-
unum í heiminum, Kina og
India.
Á fundinum umrøddu
leiðararnir í teimum tíggju
londunum eisini eina ætlan
um ein fríhandilssáttmála
við Kina. Stjórnarleiðarar-
nir úr India, Japan og Suð-
urkorea vóru eisini á fund-
inum.
ES er ES. Tað er einki
"ES-light", sigur týski
uttanríkisráðharrin,
Joschka Fischer
NOREG OG ES
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tað vakti stóran ans í
Noregi, tá Kjell Magne
Bondevik, forsætisráðharri,
fyrradagin segði, at eftir
hansara tykki hevði tað
verið gagnligt fyri Noreg at
farið upp í ES, men at
Noreg má fáa ávís undan-
tøk í limaskapinum. Hvørji
undantøk hann hugsar um,
vildi hann ikki siga.
Men Bondevik eigur ikki
at vera ov bjartskygdur.
Týski uttanríkisráðharrin,
Joschka Fischer, sum er ein
tann fremsti talsmaðurin
fyri
einum
sameindum
Evropa, segði við Aften-
posten í gjár, at høvuðs-
tankin við samstarvinum
er, at tað skal umfata øll
viðurskifti hjá limalondun-
um.
- Tað er rætt, at tað finn-
ast nakrar serskipanir, men
um tað gagnar nøkrum, veit
eg ikki, og eg kann heldur
ikki døma um tað, segði
Joschka Fischer.
Ein kelda í Berlin sigur
við Aftenposten, at tað ber
ikki til hjá ES at gera við-
merkingar til orðini hjá
norska forsætisráðharran-
um, tí ES má fyrst fáa at
vita, hvørji undantøk hann
hugsar um, eitt nú um
laksurin skal inn í sáttmál-
an, og um oljan skal haldast
uttanfyri.
Norðmenn eru ósamdir
um tað, sum Bondevik hev-
ur sagt. Formaðurin í Ar-
beiðaraflokkinum,
Jens
Stoltenberg, heldur, at tað
var rætt av forsætisráðharr-
anum at taka spurningin
um ES-limaskap upp.
Noreg fær neyvan nakran
undantakslimaskap í ES
Asia fær sítt ES
Kjell Magne Bondevik er til reiðar at tosa um norskan ES-limaskap við undantøkum
Mynd: Reuters
Nr. 190 • mikudagur • 8. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Tór Ingar Akselsen til Molde
Ungi sandavágsmað-
urin, sum hevur leikt
við HB seinastu tey
árini, fór í gjár til
Molde, har hann skal
royndarvenja nakrar
dagar
FÓTBÓLTUR
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sandavági:
Í gjár fór Tór Ingar
Akselsen til Molde í Noreg,
har hann skal royndarvenja
í nakrar dagar. Væntandi
kemur hann aftur longu í
næstu viku, sigur hann.
Norska landskappingin,
Tippeligaen, er komin so
væl áleiðis, at tað verður
enki burtur úr nøkrum
spæli sleiðis kortini, sigur
Tór Ingar. Einir tríggir
dystir ella so eru eftir har
yviri.
Tór Ingar Akselsen sigur,
at hann sjálvur hevur fingið
hetta sambandið í lag.
Hann kennir fólk á leiðini,
vísir hann á. Faðirin er ætt-
aður haðani, og gjøgnum
tey sambond, hann har hev-
ur, er hendan venjingin so
íkomin.
Tó so, at tá hann í summ-
ar kom við í landsliðshópin
og eisini var á vøllinum
onkran dystin, var tað við
til at økja um áhugan har
yviri, sigur hann.
Tór Ingar Akselsen fer at
royndarvenja við Molde
tað, sum eftir er av hesi
vikuni, sigur hann. Longu
mánadagin roknar hann við
at vera aftur í Føroyum. So
fara royndirnar og tíðin at
vísa, hvussu tað verður við
víðari sambandi tann vegin.
Hann sigur, at hann hevur
í góðari tíð boðað felag
sínum í Føroyum, HB, frá
hesum møguleikanum, og
at hann haðani er stuðlaður
til at royna.
Ikki
tí,
sigur
hann.
Sáttmálin við HB er bara
galdansdi í ár afturat, so
hann er í grundini fríur at
fara hvar sum helst. Men í
løtuni er eingin avgerð tikin
um hvat hann fer at gera,
um
hann
ikki
verður
verandi í Molde.
Tað hevur verið upp á tal,
at hann skuldi uttanlands í
útnúgvingarørindum
í
vetur. Men um tað gerst til
nakað meira við samband-
inum við fótbóltin í Molde,
verður tað helst til, at hann
fer at royna tað fyrst, segði
Tór Ingar Akselsen við
Sosialin, beint áðrenn hann
fór í flogfarið í Vágum týs-
morgunin.
Tór Ingar Akselsen fór í gjár
til Noregs, har hann skal
royndarvenja við fótólts-
felagnum Molde
Mynd: Álvur Haraldsen
Nýggj
nevnd í
Havnini
Havnar Telvingar-
felag hevði aðal-
fund mánakvøldið
TALV
tíðindaskriv
Eitt av evnunum á
skránni var nevndar-
valið. Fyri vali stóðu
Herluf Hansen, sum
hevur verið skrivari
seinastu 4 árini og
Jóannes Guttesen, sum
hevur verið formaður 3
tey seinastu árini og
undan tí kassameistari í
1 ár. Hesir fóru frá eftir
egnum vali og fyri teir
vórðu valdir Olaf Berg
og Arnbjørn Ó. Dals-
gaard. Núverandi nevnd
er sostatt mannað so-
leiðis: Olaf Berg, Arn-
bjørn Ó. Dalsgaard, Jóh-
an Gaard, Frants J. Eli-
assen og Ronny í Lon.
Tiltakslimur er Herluf
Hansen. Nevndin skipar
seg sjálv.
Nøkur tiltøk verða á
skránni í næstum og fer
felagið at skipa fyri 80-
ára jubilæumskapping
leygardagin tann 25/10-
2003. Kappingin verður
skipað sum liðkapping
millum tey ymisku fel-
øgini í Føroyum. Sama
kvøld verður veitsla -
um undirtøkan er nóg
stór.
Barnatelvingin byrjar
aftur og verður telvað
hvønn mikudag. Børn
upp til 4. flokk telva frá
kl. 16.00 til 18.00 og
børn í 5. flokki og eldri
frá kl. 18.00 til 20.00.
Mikudagin verða
tveir upp- og niður-
flytingardystir leiktir
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir dystirnar um viku-
skiftið var greitt, hvussu
leikast skal í seinastu dyst-
unum á árinum, har stríðið
um møguliga upp- og nið-
urflyting skal avgreiðast.
Millum fyrstu og aðru
deild eru tað TB og Skála,
sum skulu takast, og her
verður fyrri dysturin á
Tvøroyri
mikukvøldið.
Skála bjargaði sær í evsta
umfarinum møguleikan, tá
tað eydnaðist teimum at
vinna 3-2 á EB/Streymi, og
í mun til tann dystin eru
ikki færri enn tríggir leikar-
ar tøkir aftur. Teir eru Arn-
old Berg, Julian Florescu
og Dusan Jaic. Hinvegin er
Bogi Gregersen nú leik-
bannaður.
Og á Tvøroyri verður tað
eftir øllum at døma eitt væl
mannað TB-lið, sum tekur
ímóti. Í seinasta landskapp-
ingardystinum
spardi
tvøramenn nakað av fólki,
soleiðis at vandin fyri
leikbanni
ella
skaðum
kundi minimerast, og tí
verður talan helst um lið í
sterkastu uppstilling.
Tað er tó ikki bert millum
tær báðar ovastu deildirnar,
at dystir skulu leikast.
EB/Streymur
gjørdust
næstfremstir í triðju deild,
og teir fara mikukvøldið at
taka ímóti LÍF í fyrra
dystinum teirra millum um
upp- og niðurflyting. Og
týsdagin leiktu FS Vágar og
Fram um plássið millum
fjórðu og triðju deild.
Allir returdystirnir eru
settir á skránna leygar-
dagin.
Upp, niður ella hvørki
C
M
Y
K
15
14