Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 190 - 8. oktober 2003 C M Y K 16 Nr. 190 - 8. oktober 2003 17 Seinasta triathlonkappingin í ár Føroya Triathlon Felag skipaði sunnu- dagin kl. 13.00 fyri FM í 1/4 triathlon, sokallaða OL-teinin- um, sum er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. TRIATHLON tíðindaskriv Føroyameistari 2003 gjørd- ist Gunnar Dahl Olsen, tá hann við góðari súkkling vann fram um Eli Christi- ansen, sum var undan hon- um úr hylinum, og eisini skifti skjótari til súkkling og rann eitt sindur skjótari enn Gunnar. Nakað aftan fyri teir kom so Beinir Rasmussen, hann var nummar fýra úr hylin- um, men skifti skjótast og súkklaði seg til eitt triðja- pláss. Hinir báðir íðkarar- nir, Evald Rasmussen og Kári Simonsen komu á mál í hølunum hvør á øðrum. Hesaferð eydnaðist hjá Kára at vinna á Evaldi, tí hann hesaferð, umframt at súkkla og renna skjótari, eisini skifti skjótari. Skiftini nógv at siga Tað er soleiðis í triathlon, at tá skift verður millum ítróttagreinirnar, mugu íðk- ararnir eisini skifta í klæðir, sum hóska til ítóttagrein- ina. Fyrsta skiftið er frá svimjingini til súkklingina, og skal íðkarin renna frá svimjihylinum til súkkluna, sum stendur uttanfyri, á vegnum skal so hann skifta í súkkluklæðir. Annað skiftið er frá súkkling til renning, og er tá "bara" at fara úr súkklu- skónum og í renniskógvar- nar, og so avstað. Hesi skifti verða ofta rópt "gloymda ítróttagreinin", tí íðkararnir geva skiftunum ov lítlan ans, og missa nógva tíð óneyðugt. Ofta er munurin millum íðkararnar fleiri minuttir, og serliga ein dag sum hendan, tá tað regnaði og var kalt, og menn ikki eru vanir at skifta klæðir vátir og loftnaðir. Verður hugt eftir úrslita- talvunum, sæst ein stórur munur í tíðunum til skiftini, og er hetta tí at íðkararnir lótu seg væl í sunnudagin, tí ikki er tespuligt at fara út við vátum hári, stuttum ermum og stuttum brókum. Gunnar Dahl Olsen vann seinastu kappingina á ár- inum, og var hann knappar fimm minuttir undan næsta luttakaranum Skiftini í triathlon hava nógv at siga Holte hevur mist nógv fólk undan hesum árinum, og vera tí helst ikki við í oddastríðnum FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Flogbóltskappingin í Danmark byrjaði um vikuskiftið. Her hevur føroyski áhugin seinnu árini serliga verið í Holte, har Bárður Bendix Mikk- elsen hevur verið partur av liðnum, sum hevur ver- ið við í oddastíðnum, og sum eisini vann steypa- kappingina í fjør. Mist nógv Í ár hevur felagið eisini fingið enn eitt føroyskt ískoyti, og er tað Ragnar í Haraldsstovu, sum nú er komin afturat Bárði. Hinvegin hevur felagið mist fleiri av leikarunum frá í fjør, og tí verður talan helst um eitt yvirgangsár, har nýggir og ungir leik- arar skulu spælast inn á liðið. Hetta var eisini sjónligt, tá Holte var á vitjan hjá Marienlyst Volley í Od- ense. Marienlyst er mill- um favorittarnar í ár, og tó at Holte gjørdi góða mót- støðu, so endaðai alt við einum tryggum 3-0 sigri til vertirnar. Dysturin var annars nummar 100 hjá Bárði í bestu donsku deildini, og í ár er líkt til, at hann eis- ini fer at fáa møguleikan at umboða felagið í al- tjóða høpi. Her hevur trupulleikin annars verið, at holte ikki vilja goldið fyri at fáa spæliloyvið til Europa-Cup dystirnar, men tann forðingin er so burtur nú, og tí verður Bárður væntandi við, tá Holte seinast í mánað- inum fer til Letlands, har 2. umfar av Top Teams Cup er á skránni. Nýtt Holte lið tapti Úrslit, FM í 1/4 triahtlon: Nr. Navn Svimjing Skift 1. Súkkling Skift 2. Renning Samlað 1. Gunnar D Olsen 23.16 3.40 1.05.39 0.53 46.01 2.19.33 2. Eli Christiansen 23.00 3.27 1.11.59 1.03 43.48 2.24.15 3. Beinir Rasmussen 26.53 2.33 1.14.31 1.18 50.15 2.35.30 4. Kári Simonsen 29.00 3.00 1.23.08 0.45 53.31 2.49.24 5. Evald Rasmussen 24.44 2.47 1.28 38 0.59 55.33 2.52.24 Lagt verður til brots við flogbóltinum um vikuskiftið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Komandi vikuskifti verður flogbóltur aftur á skránni, og er tað steypakappingin í Havn, sum fyrst stendur fyri tørni. Hetta er sam- stundis kappingin, har fyrsti luttakarin til steypa- finaluna verður funnin. Øll liðini í meistaradeild- unum hjá monnum og kvinnum hava boðað frá luttøku, og í eftir at innleið- andi dystirnir verða leiktir leygardagin, verður finalan í kappingini leikt í Høllini á Hálsi sunnudagin. Steypakapping í Havn Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 1203, P/F Sveipur, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin frá sum formaður: Frímund Hansen, Spógvavegur 39, 100 Tórshavn. Innkomin sum formaður: Suni Durhuus, Traðarvegur 19, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Suni Durhuus, Traðarvegur 19, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Frímund Hansen, Spógvavegur 39, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 6. oktober 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3448, Sp/f Bátasølan, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 13.08.2003. Nýtt hjánavn: Sp/f Bát (Sp/f Bátasølan) Skráseting Føroya tann 6. oktober 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3302, Sp/f Føroya Oljusøla, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Frank Jacobsen, Íslandsvegur 30, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 6. oktober 2003 Kristin Balle _______________________ MS Fagráenni til sølu v/ fiskiloyvi. Báturin er væl útgjørdur, egningarmaskinu, ísmaskinu og snellir. Tlf. 752093 FISKISKIRANNSÓKNAR- STOVAN Fiskamerkir Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 10.000 kr., er 20. oktober. Fiskirannsóknarstovan Nóatún 1 Postsmoga 3051 110 Tórshavn Grundstykki til sølu Grundøki í Toftalíð í Vági ca.600 m2 við sera góðum útsýni til sølu. Tlf. 281303 Norðoya Javnaðarfelag Aðalfundur verður 20. oktober kl. 19.00. Skrá sambart lógum felagsins. Nevndin Landsfundur 2003 Landsfundur Javnaðarfloksins 2003 verður hildin í Hvalba í døgunum 14.-15. nov. Nærri verður lýst seinni. Føroya Javnaðarflokkur -tað loysir seg veitst tú ikki tað? www.sosialurin.fo 17