Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-12-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1996síða 32

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 247 21. desember 1996 Jólablaðið 'Mær dámar ikki útbreidda brúkið av anonymum keldum og anonymum lesarabrevum, og mær dámar ikki ógvusligu lokalorienteringina av ti, sum skuldi havt verið landspolitikkur.' Men eg haldi, at ein dani í Feroyum byrjar við einum mein boga, bara við tað, at hann er dani. Og tú veist væl, at tað ofta hevur verið brúkt ímóti mær ikki so nógv longur, tí fólk hava helst vant seg við meg — at eg var ein danskur bankastjóri, og hann vildi man sleppa av við Men tað hevur ikk: ávirkað meg og samanumtikið vent eg ikki um tað er ein fyrimunur at vera dani ella føroyingur í mínum starvi; tað kann helst gera tað sina Sjálvur hugsi eg ikki um, at eg eri dani, og tað er longri og longri ímillum, at eg merki trup ulleikar av tí. Eg haldi, at folk hava góðukið meg, og eg få fairplay frá okkara kundum Onkuntíð verður lýsingarorðið danskur skoytt uppí, tá politik arar umrøda meg, men eg føl: meg als ikki diskrimineraðan yvirhevur ikki! Hvussu er við at lesa og skilja førovy skt Frå fyrsta degnum eg kom til landið, havi eg lisið føroyskt, og eftir ein mánað, vil eg pástanda at eg ongantíð spurdi: um, hvat hetta ella hatta merkti. Tað hevur gingið ettt sindur longri við at skilja málið, men tað kann vera tí, at eg helt tað gekk so væl, og so var eg ikki so íðin til at fara á skeið. Harafturat vistu fólk hver eg var, so tey skiftu av sær sjálv um til danskt, tá tey tosaðu við meg, so tað var kanska eisini orsøk tl, at tað gekk nógv seinni við at skilja málið. Nú skilji eg føroyskt, men eg havi ongar ambition um sjálvur at koma at tosa tað; so langt komi eg aldri Feroyingar dyrka ósemjuna Hevur tú ongantíð havt hug at kvittað alt, og fara aftur til Dan markar Nei. Tað hevur verið hart arbeiði, vidhvørt í so hart og kanska óneyðuga hart, tí før oyingar hava lyndi ul at dyrka ósemjuna, men eg havi ongantíð havt hug at gevast Dyrka ósemjuna? Tad hava verið fleiri góð dómi um tað, men Fiskavirking er kanska tað besta. Tú kanst ímynda tær ein boksiring. I ein um horni stendur John Petersen í einum Sverri Hansen, í einum Fiskavirking og í einum donsku kreditorarnir. Bankin er ein boksibóltur mitt í inginum. Og so standa øll hest og rópa í hvor sína ætt, og viðnvert fáa tey hug at fara inn í ringin og geva bank anum nøkur slag, og siga, at hetta má bankin bara klára Vit gera sanniliga tað, vit kunna, men vit kundu ersini hugsa okkum, at hinir av og á ersim hjálptu til. Tað er lætt at vera ósamdur, men vit hava oll skyldu til at semjast. Tað er óheppið, at John Petersen, sum hevur poliusku ábyrgdina, og Sverri Hansen, sum hevur fingið 200 mió. frá féroysku og donsku skattagjaldarunum at umsita Jørn Astrup Hansen er føddur í Sædding í Danmark í 1942. I 1958 fór hann í handils- og skrivstovulæru, og í 1965 tók hann prógv á Kolding Køb- mandsskole. Í 1966 fór hann í starv á danska generalkonsulat- inum í Los Angeles, har hann skuldi arbeiða fyri donskum útflutningi í Utsynningspartinum av USA. Í 1973 tók hann prógv sum cand. oecon á universitet inum í Arhus. Í 1975 fór hann í starv hjá Midtbank í Herning har hann gjørdist stjóri í 1984 og limur í stýrinum í 1988. Í 1991 gavst hann i Midtbank. Frá 1991 til 1992 var hann rådgevi hjá danska uttanríkisráðnum í Tanzania og gjørdi eina meting fyri Heimsbankan í Zambia Í 1992 bleiv hann stjóri í Baltica Kaution A/S, áðrenn hann í 1993 kom til Føroyar fyrst sum stjóri í Sjóvinnubank anum, men seinni sum stjóri í samanlangda bankanum, Føroya Banka, har hann framve Umframt alt hetta hevur Jørn Astrup Hansen tikið fleiri eftir útbúgvingar, verið nevndarlimur í ymsum fyritskum og hevur undirvíst og verið próvdómari á handilshåskulanum í Arhus