leygardagur 21. desember 1996síða 38
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
"Nr. 247 21. desember 1996
og í 1517 komu teir í land í
Qatar. Í1540 gekk Qatar saman
vid turkunum, ið høvdu ræði í
norðara parti av Flógvanum,
fyri at reka portugisararnar út.
Hereftir kom Qatar, og restin av
økinum kring Arabiska Flógvan,
undir turkiskt veldi og hetta
vardi í tær komandi 4 øldirnar
Men Ottomanniska yvirvaldið í
umráðnum var tó bert eitt eiti,
veruliga valdið høvdu sheikarnir
og prinsarnir av teimum ymsu
ættarbólkunum. Undir fyrra
heimsbardaga endaði turkiska
ræði í Qatar og ein sokallað
protektionsavtala varð undir-
skrivað millum Qatar og Bret-
land í 1916
Orsøkin til at Bretland hevði
áhuga í londunum kring Arab-
iska Flógvan var at hetta ekið
fekk vaksandi týdning sum sjó-
ruta til Indiu og Fjareystur síðst
í 16. eld og Flógvin var roknad-
ur at vera høvuds handilsruta
millum eystur og vestur. Í so
máta lá Qatar sera væl fyri og
hetta vakti áhugan hjá bretum,
ið vildu tryggja sjórutuna til
Indiu. Bretland gjørdi líknandi
protektionsavtalur við Bahrain
og Kuwait og afturfyri skuldi
Bretland taka sær av uttanrikis
målum hjå hesum londum og
verja tey móti ålopum aðrastaðni
frå Sum dømi kann nevnast, at
tá olja varð funnin í Kuwait,
kundi landið ikki hava sjålvstød-
ugar samráðingar við áhugaðar
fyritskur um at utvinna oljuna
og úrslitið í Kuwait varð eitt 50/
SO samtak millum eina amerik
anska og eina bretska oljufyri
tóku ið fingu felags loyvi til
boring og útvinnan av olju
Qatar fekk sína egnu grundlóg
í 1970 og í 1971 steðgaði pro
tektorat avtalan við Bretland
Herefur gjørdu partarnir vinar
sáttmála og Qatar gjørdist sjálv
støðugur limur í Arabísku Liga
int og í ST
Fólkið
I dag búgva uml. SS0.000 fólk
í Qatar, harav um 80% í høvuds
staðnum Doha. Bert 19% av
fólkinum eru qatarar, 22% eru
aðrir arabarar, 41% eru indo
pakistanar, 17% komu úr yms
um londum úr fjareystri (fyrst
og fremst Filippinunum) og 1%
eru vesturlendingar. Hesi fólka
slegini er innflutt arbeiðsmegi ið
nøkta tørvm fyri øllum sløgum
av arbeiði
AL-Thanm familjan er tann
stýrandi familjan i landinum við
emirinum á odda. Al-Thani var
ein ættarbólkur ið emigreraði úr
Saudi Arabíu og búsettist í Qatar
tíðliga í 18. eld og síðan mitt í
19. eld er leiðslan av landinum
gingin í arv frá pápa ul elsta son
við fyrstu konu í Al-Thani fam
iljum. Tað sum ikki fæst at vita
úr søgubokunum, men sum
frættist við at:tosa við vanligar
gatarar, er at Al-Thani familjan,
var ein av nógvum líkastillaðum
"gomlum" familjum í landinum
Tå bretar vístu áhuga í landi-
num, bjóðaði Al-Thani familjan
seg til at umboða qatarska fólkið
undir samráðingunum við bretar
og eftir tað tóku tey leiðsluna av
landinum og hava havt hana
síðan
Størsuparturin av qatarunum
hava uppruna frå stóru fólka
flytingunum í 18. eld ið komu
úr Kuwait og fram við strondini
í Saudi-Arabiu. Tilflytararnir
vóru fyri størsta paruin beduinar
ið leitaðu eftir vatnkeldum og
beiti til kríatúrini. Aðrenn olja
varð funnin í Qatar í 1939 livdu
fólkið sum hirðar í oyðimerkini
og fram við strendurnar vóru tey
handilsmenn, fiskimenn og perl-
ufiskarar. Qatar var, sum hini
sheika-dømini fram vid Arabiska
Flógvan, ein miðdepil fyri perl-
ufiskari. Hesin ídnaður fánaði í
30 árunum, mest tí at Japan um
hetta mundið kom fram við
kulturperlunum, og hetta tók
grundarlagið undan høvudsinn-
tøkuni hjá størsta partinum av
innbúgvunum. Arini undan oljan
var funnin vóru merkt av stórum
fåtækradømi og neyð og tað at
olja var funnin gav sostatt landi-
num arbeiði og inntøkur júst tå
størst tørvur var á tí
Afturat perluhandli tókust fólk
eisini við smávegis landbúnað,
sjóvegis handil og bátabyggjarí
Enn í dag verða dhowir bygdar í
sama sniði sum tað hevur verið
siður igjøgnum nógv hundrað år
Dhowirnar, ið eru úr træi, verða
framvegis nýttar til farmaflutn-
ing og fiskivinnu. Umframt
skipabygging. kunnu millum
aðrar qatarskar síðir nevnast
falkaaling, spinning og veving
av kamelull, smið - serliga gull-
smið og framleiðsla av fiska-
nótum og -rúsum. Ein serligur
siður ið enn verður hildin á lívi
er hesta- og kamelhald og tað er
fastur árligur tåttur at skipa fyri
hesta- og kamelkappríðing. Bert
kamelfylið verður nýtt til matna
til serlig hátíðarhald, meðan
vaksin kamelur er efurspurdur
fyri skinnið, ið verður nýtt til at
gera teppir, taskur og pløgg
burtur og nakrir verða valdir
burturúr (serliga hon-kamelurin)
til at venjast ul kappríðing
I tíðin áðrenn olja var funnin
var fólkið býtt upp í 3 stættir
ella sosialar bólkar: 1) Tey týdn
ingarmiklu. sum vóru tær ráð
andi familjurnar, 2) miðalstættin
ella handilsstættin, ið vóru perl
uhandlarar og aðrir handils
menn, góðir skattgjaldarar og
undirlagdir tí poltukkinum sum
tann ráðandi familjan førdi og 3)
tey "borgarligu”, ella undirklass
in. Hetta vóru kontórfólk, lokalir
lærarar, perlukavarar, skips
byggjarar, sjómenn, handverkar
ar og bóndur - hest hoyrdu ikki
til nakra familju av týdningi og
vóru sostatt nærmast kastuleys
120, at:olja var funnin førdi
vid sær at ognarbýtið skifti og
harvið skaptist ein nýggjur sosi
alur strukturur. Fyri at nýmót
ansgera landið. byggja hús
sjúkrahús, skúlar og vegir, mátti
stjórnin út at keypa jørð frå
almenninginum fyri nógv hægri
prís enn hon í veruleikanum var
verd. Hendan stóra spekulati
onin í jørd gjørdi at:stjórnin
síðan 1960 hevur brúkt stórar
peninganøgdir av oljuinntøku-
num uppá at keypa jørð. Tann
nýggi klassastruktururin ið vaks
fram í kjalarvørrinum av oljuni
er meir ella minni tann kapital-
istiski ið eisini kann deilast upp
i 3 høvudsklassar: 1) Yvirklass-
in, sum er tann styrandi familjan
og onnur tydningarmikil og
handlandi 2) Miðalklassin eru
bureaukratar og embætisfólk og
tey vælútbúnu og 3) eru lærd/
ikki lærd ið hoyra til arbeiðara-
klassan. Hesin bólkur vaks upp
rundan um oljuidnadin, petro-
kemiska idnadin og byggivinn
una og hesi eru flestøll ikki-
qatarar
Børn, av foreldrum har bæði
eru qatarar, njóta nogv serrætt
indi í mun til øll onnur fólkasleg
í landinum. Øl! fáa eina fasta
peningaupphædd hvønn mánað,
ið hækkar fleiri ferðir, síðst tá/
um tey giftast einum qatarbiigv-
a. Haraftrat fáa fólk, ið ikki
sjálvi hava ráðini, eitt grund-
stykki og eitt rentufrítt lán at
byggja hús fyri. Eisini hevur
stjórnin goldið el- og vatnrokn-
ingar hjá hvørjum einstøkum,
men hetta er tó nýliga broytt,
fyri at fáa fólk at vísa stórri
ansni og ábyrgd. Tað er loyvt
qatarum at giftast ødrum fólka-
sløgum, men hesi missa fleiri av
neyndu serrættindum
Í 1949 var fólkatalið ml. 25-
30.000 og hesin stóri vøksturin
síðan olja var funnin sigur nakað
um hvussu samfelagið hevur
ment seg, tí størstiparturin av
íbúgvunum eru sum nevnt út-
lendingar ið arbeiða í landinum
Tað er sera strangt eftirlit við
hver ið sleppur at flyta inn í
landið, og tað er eitt krav at
hvør einstakur ella fyritøka ið
skal virka í landinum, skal hava
ein qatarskan íbúgvara sum
sponsor. Ert tú uppsagdur ella
fert tú sjálvur úr starvi mást tú
av landinum beinanvegin. Tann
stranga útlendingalóggávan
saman við tí strøngu lógini mót
vegis innflytan og nýtslu av
øllum rúsandi evnum eru helst
fremstu orsøkinar til at Qatar er
eitt framúr friðarligt land at
búgva í. Tú sært onga beinleiðis
neyð sjålvt um tað er tyduligt at
tey lægstløntu liva ússaligt, í
mun til europæisku og amerik-
ansku ibugvararnir og ikki minst
í mun til qatarska fólkið
Stórur partur av innfluttu ar
beiðsmegini eru menn og hetta
gevur eitt ógvuliga skeivt kyns
býti, serliga av fólki úr Indiu
Sri Lanka og Pakistan, har yvir
helvtin av gestaarbeiðarunum
Pílurin síni, hvar lítla landið Qatar liggur.
nógv at tey kunnu gjalda fyri tak
yvir høvdid eisini, kunnu tey
søkja um at fáa familjuna inn í
landið
Skúlagongd
Aðrenn 1950 vóru bert nakrir
fáir privatir skúlar í landinum,
annars ongin skipað skúlagongd
Frålæran var arabískt mál, reli
giøsar forskriftir og fram um alt
lesnaður úr tí heilagaðu Koran
ini. Í 1958 var tann fyrsti flokk
urin komin igjøgnum barnaskúl
an og framhaldsskúli varð settur
á stovn. I 1973 varð læraraskuli
stovnadur og hesin var grundar
Guðrun spælir sær í sandinum í oyðimerkini. Aftanfyri sæst Jeepurin
við Mærsk-búmerkinum á árabiskum. Mynd: Gunnver Balle
eru menn. Orsøkin til at tey
koma hendavegin er at korini
tey koma frá eru sera vánalig so
sjálvt tey lægsløntu størvini her
eru betur lønt enn tað tey annars
høvdu kunnað forvunnið. Tað er
vanligt at menn koma higar og
búgva í fleiri ár fyri at kunna
forsyrgja familjuni heima. Ikki
fyrr enn tey forvinna so mikið
lagið undir Lærda Háskúlanum
sum í dag hevur 7 ymisk fakult-
et og 4 granskingardeildir. Har-
aftrat finnast kvøldskular og
specialiseraðir skúlar sum hand-
ilsskuli, vinnuskúli, málskúli,
eitt religiøst institut og skúli fyri
brekað
Allir qatarar, føddir av qat-
arskum foreldrum, hava ókeypis
pláss á onkrum amerikanskum
ella enskum lærdum háskúla, og
stórur partur av gatarsku monn-
unum hava lisið uttanlanda
Stjórnin arbeiðir við einari so-
kallaðar "qatarization plan” ið
miðar ímóti at útbúgva gatarar
til sjálvar at sita á teimum týdn
ingarmiklu størvunum í umsiting
og vinnulivi og soleiðis gerast
minni bundin av fremmandum
serkunnleika
Styriskipan
I 1972 tók Sheikh Khalifa bin
Hamad al-Thani ræði í Qatar
Pápi hansara, ið var emirur til
1949, gav leiðsluna ul beiggja
sin, tí Khalifa tå var ov ungur tl
at gerast leiðari. Avtalan var so
at Khalifa skuldi gerast emirur
tå hann hevði aldurin til tess
men pápabeiggin utnevndi ístað
in son sin tl emir. Tað var so
leiðis systkina-barninum Khalifa
gjørdi kupp ímóu í 1972 og tók
av ræði "vid fullum stuðuli frå ti
stýrandi familjuni, tí gatarska
fólkinum og teimum vápnaðu
deildunum", sum tað stendur í
søgubokunum. I 1977 utnenvndi
Sheikh Khalifa sonin hjå sær
Hamad til "Heir Apparent”
trónfylgjara og verju
málaráðharra. I juni 1995 tók
Hamad ræðið og kollvelu pápi
sín (meðan hann var í Europa og
ferðaðist) og kunngjørdi at hann
nú var nýggjur emirur og hetta
var sjálvsagt eisini við stuðuli
frá familjuni, fólkinum og her-
deildunum! Pápin hevur síðani
livad í útlegd og í februar i ár
hoyrdist graml um at hann hevði
roynt at gjørt eitt mótkupp frå
markinum við Saudi-Arabia,
hetta eydnaðist tó ikki
Qatar er eitt monarki og emi-
rurin (Sheikh Hamad bin Khalif-
a Al-Thani) er bæði monarkur
og ríkisleiðari. Politiska stýrið er
eyðkent við at vera ein bland-
ingur av tí gamla beduin stamm-
usamfelagnum og einum mod-
ernadum bureaukratii. Stýrimát-
in er somuleiðis merktur av
lokalum stammutraditionum,
soleiðis at religiøsir leiðarar,
týdningarmiklir handilsmenn og
familjur ið eru emirinum vinar-
liga sinnaðar, hava serrættindir
til at koma beinleiðis til emirin