týsdagur 7. januar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Utgevari, uppsetirg og prent: | Telefon: 11820
Lýsingar og sola:
Internet: http:/'www.cybernet dk/faroe-news
Marjun Dalsgaard
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðfólk: Eyðun Klakkstein |
Jan Miller Randi Jacobsen, | Magnus Dam | Sp Sosialunn Telefax. 14720
Fyritaksstjóri: Áki Bertholdsen, | | Bústaður: -
Krisjan Dahl Eirikur Lindenskov, | Ljósmyndari: | Argjavegur 26, Argjum e-mail:
| Jens Kristian Vang | Postadr: Postsmoga 76, sosialur & olivant.fo
110 Tórshavn
Fatamorgana
Oddagrein
FYRST Edmundur Joensen, síðan Drotningin. At vit fáa
tvær nyggjårsrødur sigur okkum, at her í Føroyum er
ikki alt, sum í øårum londum.
EIN triðja av hesum »mergjandi« raðum varð send á
TV3 á Rás Tórshavn, longu fyrrapartin gamlaárskvold,
sum hesar báðar seinnu rødurnar, vórðu sendar á SvF
klokkan 19 og 19.20 ávíkavist. Allar triggjar høvdu meira
og minni við Føroyar at gera.
TANN, ið fyrst var at hoyra, tann á TV3 bar henda
boðskapin, citat: »Av der giemte jeg sgu Færøerne!
nå men, skide da være med det, der er sgu ingen der
kan lí færinger alligevel! De drikker for meget!«
NU ER hetta so, at hetta citatið er burturúr einari skemti-
sending í samband við at okkara meira og minni hepna
statsministara Poul Nyrup Rasmussen, av Ekstrablaðn-
um danska varð kosin ársins toskur
SKEMT er skemt eisini tá hettar snýr seg um groft skemt
Annað er at hesin skemtarin var ikki serliga heppin hvorki
við sínum skemti ella tá tað snúði seg um útsjónd. Hann
sá ikki serliga tilforlátirligur út.
OLIKA var so ikki hann - okkara skemtari - tå hann
trúnaði fram á skýggjanum: Tað eru íki orðfyri tí: Há-
bærsligur, korektur niður til minstu detalju, ikki so mikið
sum eitt skeivt hár á hovdinum: Alt so náttúrligt bæði til
tir og form, hesar vakurt charmerandi (hm... eitt sindur
óargaligu) dreingjaligu hártjevsurnir nonchalant niður í
pannuna akkurát so sum tað skuldi verða
SIKKEN ein utstråling, bæði av viti, fyri ikki at tala um
bragdi av hátíðarligum ålvarsemi, ið tað sporadiskt
eydnaðist at mobilisera
EIN visuel prestatión tangerandi tað meistarliga
SUM TAÐ er gott at eiga ein tílíkan mann. - og vit sum
gingu og biltu okkum inn, at her stóð alt annað enn væl
til? Tað passar jú slett ikki, ti her gongur tað gott. Hann
hevur vent ollum við. Sum tað var vælsignað at hoyra.
Alt hetta negativa køvandi tosið um bæði eitt og annað,
ali varð hetta manað í jørdina í sannførandi Pauliskum
vendingum av demagogiskum slag.
ALLAR hesar hóttaninar hvurvu sum døgg fyri sól
Maersk sum saman við Bretum ota seg longur og longur
inn á landgrunnin, meðan gráa zonan bert veksur og
veksur! - Tað gongur fínt! - Og fiskavirking, ið nú aftur
skal hava 60+60+35 milliónir krónur, meðan allur gamal
kapitalur verður skrivaður niður á 0. Gamla skeiva hal-
igevandi kósin innan føroyska fiskivinnu á landi tryggja
heili 7 ár fram...! - Hvat segði eg? - Ella tak Kósavirkið,
sum sigur seg ikki klára fleiri árs hall? - Ella teir i Hvalba
í gjaldssteågi og so roykivirkið hjá Hera Hjelm, Skot-
landssiglingin og Nólsoyar Páll? - og so flotin...! Ná
men flotan, fiskimenn og fisk tað tosa vit ikki um á nýggj-
arum
TAK BERT uttanlandsskuldina! - Eitt satt skriðulop: Frá
8-9 milliardum, niður í eina helvt til okkurt um 4,5 milliard
krónur. Er tað ikki fantastiskt? At henda sama skuld ikki
er niðurgoldin við einari krónu og sostatt er vaksin,
meðan Edmund hevur rátt fyriborgum, tað passar ikki! -
tí tað er ein onnur skuld - tað er hin uttanlandsskuldin -
bruttoskuldin! Hjá okkara løgmanni hanga eingir orkyni!
andi snøklar við. Edmund Joensen av Oyri hoyrir til hin
góða gamla skulan, hann betalir kontant...! Edmund
tosar ikki um tað, sum vit ikki hava. Sum løgmadur við
serligum befgjilsum tekur hann og trekkir allan (eisini
tín) innistandandi pening frá brutto og kallar munin fyri
netto. Hjá honum snýr tað seg um tann gamla góða
mátan. Hvat bryggja vit okkum um brutto tá vit hava
netto?
STADDIR á einum vígvelli - eftir at slagið er tabt - ein
slagmerk, har alt liggur sorlað sundur. Ella er tað Agnas,
ð rekur fyri våg og vind? - | vindinum, sum kaldur rørkar
kavan við sær, rørist bert okkurt sola plaggið, alt annað
er stilt og deytt. Teir vóru givnir at leita! - Sum fuglurin
Fønix upp úr øskuni, burtur úr sjálvari syndaflóðini, sum
ein íspegil í einum spegli kom hann á skermin - hann
varð, hann er hann hvarv, hann er: Eitt fatamorgana - í
hættisligan mun - tíkið í álvara
Sosialurin
Lesarabrøv
[| LS
Oskilid á Brandstoðini
Í Sosialinum 28. desember
skrivar Andrias Poulsen um
„Oskilið á Brandstødini«,
sum hann nevnir tað. Av tí
at eg verði umrødd, sam-
stundis sum A. P. blandar
ymsik mál saman, skal eg
gera nakrar viðmerkingar til
tað. hann skrivar
Tað er ikki uttan týdning
og kundi eisini verið áhuga-
vert at vita, hverja rollu A
P heyði, tá ið hann skrivaði
greinina. Er hann brand-
maðurin A. P.? ella er hann
formaðurin í Kommunala
g taænastumanna-
felag A. P.? ella kanska er
hann javnaðarmaðurin og
valevni tl by ráðsvlaið A.P?
starvs
Fundir um reglur
Fundurin í kommunuskúla
uni, sum A. P. nevnir, må
| í sambandi við áhuga
verda skeiðið í 1995, har
leiðsla býráðsins
deildarleiðarar og seinri
álitisfólkini luttóku, og sum
nevndist: Starvsfelagin vit
tosa um, men ikki vid.
Hetta skeið snúði seg um
trupulleikar við starvsfólki
og misnýtslu av rúsandi
eynum
Tá skeiðið var liðugt vóru
vit samd um, at stóra fyri-
tøkan, Tórshavnar komm-
una, átti at havt ein greiðan
rusevnispolitikk, hóast hetta
stóra arbeidsplåss íkki
heyði fleiri trupulleikar av
rusevnismisnytslu enn onn
ur arbeiðspláss. Uppskot til
reglur varð tilevnað av
starvsfólkinum í samrað við
leiðsluna. Seinri vóru so
fundir hildnir í kommunu
skúlaauluni, har øll starvs-
fólk bæði við og uttan
koyrikort luttóku, og har
kundu tey seta spurningar
og gera viðmerkngar, og um
Andrias Poulsen hevur
gloymt tað, so skal eg
minna hann á, at góðkenda
reglugerðin byrjar við hesi
orðing. Við tí endamáli at
fyribyrgja trupulleikar av
rúsandi evnum og at geva
starvsfólki møguleika at
koma burtur úr teimum,
eru hesar reglur galdandi
fyri øll, sum eru í starvi
hjá Tórshavnar komm-
unu... og so koma 6 greinar
um, hvussu farast skal fram
herundir um avarmgaår
hjálp til viðgerð o.a. Skeið
leidarin, Karin Kjølbro, lut-
tók eisini á hesum fundum
fyri at ongin misskiljing
skuldi verða
Brøvini um koyrikortið
Brøvini um koyrikortið. tå
tað er ein fyritreyt í ávísum
starvi, er annað mål, og tann
regla var gjørd áðrenn regl-
urnar um rúsdrekkapolitikk-
in. Í teimum brøvunum stóð
m.a., at har koyrikortið er
krav í sambandi við setan-
ina, hevur viðkomandi sagt
seg úr avvarandi starvi, um
hann missir koyrikortið
Tað skuldi verið so einfalt
at skilt. At ymiskar orsøkir
Nýtt filmseftirlit DIVÆLDUNL
Tlf. 19192
Sagt verður frá, at landsstyr-
ismadurin i mentamålum,
Såmal Petur i Grund, frå
1.11.96 sambært galdandi
løgtingslóg um filmseftirlit
hevur tilnevnt niðanfyri-
standandi nýggju limir i
filmseftirlitsneyndini
l.a. Jegvan Bæk, sálarfr
(nývaldur)
b. varalimur Anna Debes
Hentze, sálarfr
(nývald)
2.a. Hans Trúgvi Teirin,
løgfrødingur (afturv.)
b. varalimur Poul Hansen
løgfr. (nývaldur)
3.a. Hjørdis Trond, skriv-
stovukv. (nyvald)
b. varalimur Borgarhjørt
Kragesten. skrivstovu
kv (nývald)
Nýggja nevndin skipar seg
v við m.a. formanni og
dagligum ábyrgdarhavandi
av stovninum
Samstundis eru farin ur
filmseftirlitinum: Eyðun
Joensen, sålarfrødingur,
nevndarformadur, Arni Ol
sen, yvirlækni, varamaður,
Peter F. Christiansen, stjóri,
Hjørdis Jensen. skrivstovu-
kvinna, varalimur
Í sambandi vid manning-
arskiftið nú um ársskiftið
vilja vit fráfarnu takka øll-
um viðskiftafólkum okkara
í meira enn 20 ár fyri gott
og vinarligt samstarv, tað
veri seg åbyrgdarhavandi
politikarum, løgreglu, bio
grafum, videofilmshandl
andi, fjølmidlum og vanlig-
um viðskiftafólki
Avgreidslan i Niels Fin
sensgøtu 46, kj, er opin ger
andisdagar kl. 13-16 (tlf
17344), og Hanus å Kråku
stem er avgreiðslumaður
Vit ynskja øllum eitt gott
nýggjár og tí nýggja films
eftirlitinum góðan byr
Tórshavn um ársskiftið
1996/97
vegna Filmseftirlitið
Eyðun Joensen,
fráfarandi nevndarform
UU I ,
kunnu vera til at fólk missa
koyrikortið, skuldi ikki ver
ið neyðugt at lagt aftrat
Tað stendur ongastaðni,
at fólk við ongum koyrikorti
ikki kunnu søkja ella ikki
hava rætt til annað starv, um
slíkt er tøkt, og hetta hevur
eisini verið praksis í onkr
um føri, tað veit A. P
Men talan er um tvey ym
isk mål, sum ikki skulu
blandast saman, og tað er
mistakið Andrias Poulsen
ger í greinini
Leðarastarvið
A. P. hevur hug at vevja alt
saman, og seinast í greinini
nevnir hann so býráðsfor
mannin í rolluni sum sløkki
liðsstjóri. A. P kann íkki
annað enn vita, hvat málið
í veruleikanum snýr seg um,
tí tað havi eg greitt frá teiri
ferðir. bæði á skrivstovu
mini og uppi á brand/bjarg
ingarstødini, meðan A. P.
var hjástaddur, men í stutt-
um er frágreiðingin henda,
at meðan bygnaðurin við
verkstaði og brand/bjarg
ingarstød, vaktum, spåking,
starvslysingum o.a. verður
gjøgnumgingið, skal onkur
hava høvudsåbyrgdina, og
formelt er tað nú býráðsfor-
maðurin, meðan setti leið-
arin hevur tær heimildir
hann altíð hevur havt, tá han
hevur virkað su leiðari
(slakkiliðsstjóri). Arbeiðs-
bólkurin, sum skuldi seta
kanningararbeiðið í verk,
— tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
varð mannaður við ovastu
leiðslu býráðsins, og heta
arbeiði varð sett í verk um-
sitingarliga, áðrenn eg
noyddist frá sum býráðsfor
maður
Í maí mánað var so ætl
anin, samb. nevndarsam-
tykt, at arbeiðsbólkurin
skuldi kunna figgjarnevnd
ina um gongdina, og tað
haldi eg A. P. skal lata ar
beiðsbólkin sleppa at gera
Verður leysa leiðarastarvið
sett nú (og vit síggja týði
liga, hvønn A. P. ikki vil
hava í starvid), so verða for
treytirnar fyri bygnaðar
broytingum í vár burturi
Tað kann vera, at tað er
tað A. P. vil. Um arbeiðs
plássið virkar rationelt
effektivt og helst betri, hey
ur møguliga minni at siga
Um so er, so eru vit bæði
grundleggjandi ósamd, men
nú fáa vit at síggja, hvat
hendir við nýggju býráðs
leiðsluni. Nú er javnaðar
flokkurin farin í samgongu
við aðrar flokkar, so A. P
sær kanska betri møguleikar
fyri beinleiðis åvirkan nú,
og eg loyvi mær it halda. at
tað er orsøkin til. t han hev-
ur skrivað greinina
Tórshavn, 4. jan. 1997
Lisbeth L. Petersen,
býráðslimur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tå mín elskaða kona. mamma, dóttur, systir, mostir,
fastir og svigarinna
ELINBORG HÚSGARÐ
so brådliga varð tíkin frå okkum
Føkk til Sonju Klein, prest. fyri troystarrík orð í
kapellinum og
i
í kirkjuni
Føkk ul sangarar og
kirkjutænarar. Tøkk til tykkum el. sum hjålptu til
við jarðarferðina og
í heiminum aftaná
Tøkk fyri blómur og kransar og til øll, sum fylgdu
int til hennara seinasta hvíldarstað
Funuljunnar vegna
Dánjal, Karl Johan og Malla