hósdagur 9. januar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
> t
| Ábyrggarblaðstjói: | Blaðstjórnarfulltrúi: Grækaris D. Magnussen
| Jan Muller Randi Jacobsen Eyðun Klakkstein,
| Fyritaksstjóri: laðfólk: Magnus Dam
| Krisjan Dahl j Bertholdsen,
Lýsingar og sela: | Eiikur Lindenskov, Ljósmyndari:
Marjun Dalsgaard Dagny Joensen, Jens Kristian Vang
Fiskavirking ella ikki?
Oddagrein
At eingin var ovurhonds fegin um „Fiskavirking“, vistu vit, men kanska
kki fyrr enn nú, at alt annað var so nógv betri - líkamikið um talan fór
at vera um nakra aðra fiskavirking ella nærum onga - bara ikki við“
Fiskavirking“ uppi í leikinum
Alskyns kjók høvd, bæði innan Banka og Framtaksgrunn og um-
boðandi pnvatar åhugaåar keyparar av fiskavirkjum okkara eins og
„úrvalslið“ av samgongufólki okkara á tingi, hava fingið til vega alskyns
metingar um frægasta rakstrarforleika fyn fiskatilvirking okkara á
andi. men uttan at vit eru vorðin so nógv klókari, tí hver tykist bara
at siga sína søgu sum best
Framtaksloysnini visa so all durafjórðingin. Eingi mutar ímóti. Just
sum tá rópt verður grindaboð, tí hvat er tá at rópa aftur ímóti? Ikki so
ólíkt kapprenningini millum politikarar okkara í samband við kravið
um bankakanningina, har heldur eingin teirra vildi verða fangaður
aftastur í stafettin
Fer fiskiveiða okkara fram eftir teimum skipanum, hon er ætlað at
virka eftir, er kanska frægari vorðið við henni, enn fyn bert fáum árum
síðan. men so mikið verri statt við virðisskapanini á landi av hesum
okkara nærum einasta tilfeingi
Vénimar til, at Fiskavirking skuldi gera tær stóru skreytirnar í SO
máta. vóru misjavnar millum fólk, men hildið varð, at skipanin skuldi
sleppa at standa sína roynd
Vánaliga úrslitið kenna vit, men ikki hvussu vånaligt ella gott tað
hevði verið uttan Fiskavirking. Virkir uttanfyri samtakið hava onkur
hóra undan, onnur enntá havt framgongd, sum øll eisini fegnast um,
meðan smærri nýggj. hvers lagnu enn ikki ber til at spåa um, eru
løgst afturat
„Dýra“ føroyska arbeiðsmegin kann ikki vera orsøkin, heldur ikk)
longur orkuprísirnir í sama mun sum fyrr og neyvan heldur dygdin á
andaða fiskinum í mun til aðrastaðni, har enn kemur fyri, at landað
verður ókruvt - tí kanska heldur ikki bara, at framleiðarin eitur
Fiskavirking
Harafturat er tað ikki sørt undrunarvert, at nærum einki við fiska-
tilvirking skal bera til í Føroyum og til føroysku avreiðingarprísirnar,
samstundis sum útlendingar, eitt nú bretar, dag og dagliga átala
okum fyri ålvarsliga undirbjóðing av okkara livsgrundarlag; á teirra
marknaðum - og hetta hendir hóast tað, at uppboðssolurnar hjá
okkum, sum skuldu tryggja røttu prisimar, nú hava virkað nóg leingi
til at hava prógvað teirra virði - ella ikki
At ikki gekst við Fiskavirking sum ætlað vita vit, eisini, at tað íkki er
bara sum at síga tað. at fáa upp á fetur skilagóða samvirkandi foroyska
fiskasølu. eftir tann okkum uttaneftir ålagda monopolstruktunn, Gamla
Fiskasølan so nógv ár virkaði undir
Størsti trupuleiki okkara man ikki vera, hvor virkar fiskin, men hvat vit
fáa fyri hann. Staðfesta vit, at heldur ikk) so stórt felag sum Fiskavirking
saman við verandi Fiskasølu kann gera neyðugu framstigni í so
máta, er jú eingin vón fyri hvergum teirra - og kanska heiður ikk
meira at tala um við hesum báðum sum viðleikarum
Tað skal vera langt frá okkum, at tvihalda um, at so er samanborið
við. hvat aðrir føroyskir fiskaframleiðarar fáa fyri teirra veru, ella
høvdu fingið, var talan um somu nøgdir. Alt talar ti fyri, at burtu
frá ov lítlari råvøru, so er hevuðsvinnitrupuleiki okkara | dag minni
hver virkar okkara fisk, enn marknaðarroktin
Tað kann ti ikki annað enn undra, at henda nærum ikki verður tíkin
upp á tungu. hverki av alvísu samgonguformonnum okkara, sum
rk polittiskum sjálvdrátti hava sett høga ting okkara
m í eini handavend kundu hugsa sær eitt virki
T
/
D
a ma
viks ðrum. su
ella Dæ
r W
Om í
oa Ga
V
y
Ti líkamikið. hvussu nógv virki ella hvussu biliga, fingust á aðrar
hendur, gjørdist úrslitið tað sama, batnaði marknadarpartunn íkki
munandi
At hesin veruleiki ikki eisini kann fáa ilt í samgonguformenn okkara
hesar dagsins antífiskavirkingsmusketerar, loyva vit okkum at halda
vera eins logið. sum tað sjálvsagt er skilagott í álvara og undir ábyrgd
fyri urslitinum at virka fyri bestu loysn av krignum um fiskavirking
okkara
Fiskur ella bananir, líkamikið við ti, men verður politiska- eins og
onnur orka ikki meira vend at virka fyri betri sølu og marknadarrøkt
heldur enn sum nú, bert móti at kappast um at útpeika, hvor ið er
beist ella ikki. verða vit valla í bræði annað enn tann „fiskarepublikk“
i mund on
V Oyna og veru eru
At tað ikki fer at bera til í longdini, vita vit - men at tað er so
frægastu fiskavirkingarúrslit, vit kunnu ávísa, verða rokkin v å flekin:
og salting í trongligum skurum og kjallarum - eins og fyn100 árum
síðan - kunnu vit hvorki tala ella øsa okkum frá
5,
rs
Sosialurin
Bummkeypið av Nólsoyar Pálli
minni enn sorgarleikurin
av Sverra Olason
Sverri Ólason, eitt av
nýggju og stásiligu fiski-
skipunum, fekk fyri stuttum
eina syndarliga lagnu. Still-
isliga kastaði landsstýrið á
grøvina, og lítið og einki
hoyrdist frá jarðarferðini frá
føroysku pressuni
Landsstýrið valdi at økja
um midal livialdurin hjå
flotanum. Hesa ferð við 11
mió. kr. í beinleiðis tapi,
sum varð skuldskrivað før-
oyska skattgjaldaranum.
Tað tykist ikki hava nerv-
að almenna myndugleikan,
at skipið, ið talan var um,
var heimahoyrandi í einum
lítlum sárbærum útjaðara-
øki, ið hevur lagt rygg til at
bjarga tí almenna, sum so
svaraði aftur at taka inntøk-
urnar frá tí við afturlatingini
av flakavirkinum.
Hetta var gjørt eftir boð-
um frá tí seinni valda løg-
manni okkara, ið framvegis
situr tryggur á ovastu pol-
itisku rókini.
Hóast føroysk rættindi í
1996 eftir toski og hýsu í
fremmandum sjógvi ikki
vóru færri enn 25.111 tons í
1996, og 13.202 tons av
ødrum botnfiski, so untist
ikki hesum skipi - einasta
saltfiskatrolara í Suður-
oynni - so frægan part av
hesum rikidømi, at hann
hóraði undan
Einans 500 tons vóru
honum loyvd at fiska í Bar-
entshavinum - av øllum
hesum rikidømi - og ongan-
tíð fekk hann meiri enn stiv-
liga helvt av árinum at fiska
í. Hetta enntá við útliti til
enn rúmari ræsur í fremm-
andum sjógvi fyri 1997
Skipið skilti seg stutt sagt
frá ødrum við tað, at tað
fekk ikki loyvi til at fiska,
og er hetta ein grátilig søga,
sum sigur alt um, hvussu
avlagað føroyska samfelag-
ið gerst, fyri hvønn dag sum
gongur
Meðal árshýrur við salt-
fiskatrolarum liggja oman-
fyri 300.000 kr., og givið er,
at tær sjálvandi fara at á-
virka — inntøkurnar hjá
kommununum her suðuri
Ja, tað sær enntá út til, at
tað skal vera soleiðis
Í hesum førinum, hvar lít-
ið og einki var at taka av
frammanundan, var talan
um einar 20 inntøkur av
slagnum
Føroyar verða í fullum
álvara- frá almennari síðu -
flokkaðar upp í rík, minni
rík og blóðfátæk oki, og frå-
sæð almennu pressumt,
stendur mangur spyrjandi
eftir, hvat endamálið er
Tyskvøldid fann útvarpið
fragd í at lesa tveir stubbar
pø á po upp úr Sosialinum
fyri onsdagin - annar eitt
bíligt lesarabræv hjá einum
javnaðartingmanni - meðan
tað á øðrum degi ikki gretti
orð um stórtíðindini hjá Sv
Bak Jensen í sama blað um,
at flakavirkið í Vági ikki
skuldi lata upp aftur. >
Eins og við Sverra Ola-
syni skal virksemi á hesum
leiðum jarðleggjast fyri ein
og hvønn pris. Eisini flaka-
virkid skal enda sum ein
kálkað grøv, og stillisliga
skal farast um hurðarnar
Landsstýrið fekk í ár og
mánaðir, frå veðhavaranum,
møguleika fyri at veita hes
um skipi livføri einans við
at loyva ti at loysa frá land-
ið, men nei, so skuldi ikki
verða
Hugflog í umbyti av kvot-
um, hvar skip og bátar hava
Hergeir Nielsen
skrivar
verið send eystur og vestur,
norð og suður, millum nær-
mið- og fjarleiðir hevur
annars ikki væntað fyrr,
men her bilaði
Hví?
Fíggjarligt ella rakstrar-
ligt skilaloysi - ella ørvitis-
skapur av nøkrum slagi -
var ikki orsøkin til, at skipið
fór av knóranum, áðrenn
tíðin var komin
Tverturímóti. so var
raksturin fyrimyndarliga
væl frágingin undir givnum
treytum, so tað man kennast
teimum, ið løgdu rygg til,
ein beiskur biti at svølgja
Við at skriva minningar-
greinar verður eingin ríkur.
Hinvegin - so skal her send-
ast teimum, ið politiskt hava
biðið um at sleppa at umsita
útjaðaragki okkara, ein inni-
lig áheitan um á ein ella
annan hátt at tryggja okkum
ein part av tí frammanfyri
nevnda tilfeingi, ið nú er
mist við Sverra Olasyni, og
helst nakað væl afturat
Tað eigur ikki at lata seg
gera bara at liva sum polit
iskur eygleiðari í einari tíð,
hvar almenn uppílegging í
vinnulív og samfelag er
dagligur kostur
Visandi til gøluna við
Nólsoyar Pålli, hvar lands-
stýrið keypti køttin í sekk-
inum, stendur ikki mætari
til við søluni av Sverra Ola-
syni. Hesin var í prinsipp-
inum seldur av landinum
fyri 6-8 mi6. kr., ella uml
fjórðingsprís minni enn
fáast kundi fyri hann eftir
metingarvirðinum
Hetta sambært skips-
meklaran, sum í heyst metti
um søluvirdid av skipinum
Í $ 3 í lóg um ábyrgd
landsstýrismanna stendur
»Hvør landsstýrismaður
hevur ábyrgdina av teimum
avgerðum, ið hann hevur
tikid viðvíkjandi teimum
målsøkjum, sum honum eru
latin upp í hendi at umsita«
- og í grein 6, stk. Í stend-
ur >Landsstýrismaður
verður revsaður, um hann
tilætlað ella av grovum Ó-
sketni skúgvar til viks tær
skyldur, sum áliggja honum
sambært legtingslóg um
umboðsvald Føroya ella
lóggávuni annars ella
starvsinnihaldi hansara«
Tá ið eitt av nýggjastu
fiskiskipum føroyinga verð-
ur givið burtur fyri uml
fjórðingsprís minni, enn tað
er vert á marknaðinum,
kann ikki sigast annað enn,
at tað á ongan hátt er víst
neyðugt fyrilit við landsins
virðum, og frægari grund-
arlag fyri misálitisváttan
móti landsstyrismonnum
fólkafloksins, 10 umsita
fiskivinnu- og figgjarmål.
finna tingmenn neyvan aft
ur
So vita teir tað
Hergeir Nielsen
————————MW
Lesarabrøv
Opið bræv til ISF
Vidvikjandi limagjaldin-
um 1996 - og studul ann-
ars.
At tit kunnu ditta tykkum
at senda tílíka rokning á kr
2.400.- fyri limagjald 1996
Tit hugsa kanska slett ikki
um. hvat stuðul tit hava játt
að okkum áðrenn tit senda
út rokningar?
Bogaskjótingin fekk í
1996 játtað kr. 5.000,00 -
ella kr. 2.500,00 - pr. felag
Sostatt er nettostudulin kr
100.00 ul Ørv
Skammast tit ikki?
Ikki bara tað - tit hava
ikki út goldið bogaskjóting
ini meiri enn kr. 2.000,00
falt i stuðuli í 1996 - t.v.s
kr. 1.000,00 pr. felag
Hvar eru hinar kr
3 000.00?
Ella hvør hevur fingið
hinar kr. 1.400,00, sum tit
senda røkning til okkum
fyri?
Vit halda, at tit eiga at
góðskriva okkum hesa
rokning ongantíð ov
skjótt, tí soleiðis eiga limir
ikki at:viðfarast
Vit ynskja tí svar straks
og tað saman við endalig-
ari avrokning av stuðlinum
1996
Netto kr. 100,00?
Hvat liggur lutfalsliga til
feløg i minsta sersambandi
á 3 telog?
Yvir kr. 46.000,00!!!
Minsta játtan til sersamband
var i 1996 kr. 140.000.00
Sjálvandi tí sersam
bandsins formenn sita sjálv
ir og taka stóðu til. hvussu
býtast skal
Nær fáa tit eyguni upp
fyri hesi maktmisnytslu?
Ikki bara tit í stjórn ISF's
men eisini avvarðandi
landsstýrismaður og Føroya
Løgting?
Skammast tit ikki?
Schandorff Vang,
Bogaskjótifelagið Ørvur