Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. januar 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 * Nr. 6 — 10. JANUAR 1997 tíðindablaðið Longu i danska Børsen fyri 15 árum síðani: Foroyar liggja mitt í einum storum oljudiki -Men við núverandi tøknifrødini ber ikki til at fáa hendur á oljuni Jan MULLER Um somu tíð sum lítið og einki av týðandi upplýs ingum lekur út um førøysku undirgrundina annað enn generellar vendingar um, at møguleikarnir eru góðir, jardfrødin er tann rætta og stóri áhugin bendir á, at okkurt er har - tó við undantaki av tilmælunum frá teimum 23 oljufeløg unum - so ber eisini til at leita aftur í tíðina og fáa kanska uppaftur greiðar ábendingar um olju og gass um okkara leiðir Líta vit aftur í føroysku „oljussguna“ so síggja vit, at tað longu í 1969 sekir amerikanska felagið Ocea- nic Exploration um loyvi at gera seismiskar kanningar við Føroyar. Komandi árini fær landsstýrið meira enn 10 aðrar umsóknir um seismiskar kanningar. Sein- ast í 70-unum ger felagið Western seismiskar kann- ingar á føroyskum øki Tað er tó ikki fyrr enn fyrst í 80-unum, at tær týðu- ligastu ábendingarnar koma fram. Okkara kendasti og mest royndi jarðfrað- ingur Jóannes Rasmussen, sum altíð var varin við at úttala seg vóru ikki haldgóð prógv, segði í samrødu við Sostalin í 1981, at møgu- leikar eru fyri at finna olju, men við tátíðar tøknifrødi ber ikki til at fáa hana upp Hetta sama árið hevur kenda tíðarritið The Econo- mist drúgva grein um tey komandi oljuøkini í Europa, og á korti verður víst á økini út fyri Miðnoreg, alt økid millum Føfoyar og Hetland, ekið við Rockall og síðani økid vestan fyri Irland Hetta er júst tað økid Atlantsmótið - sum fleiri av heimsins størstu oljufeløg unum nú seta sítt álit á Sama árið - tvs. í 1981 - er áhugaverð grein í danska blaðnum Børsen við einum heldur forvitnisligum korti Greinin ber heitið Føroyar liggja mitt í einum stórum oljudíki“ Í greinini stendur, at orsøk er til at halda, at Føroyar liggja í einum „gigantisk oliepgl“, sum blaðið målber seg. Men tað er eisini orsøk hjá føroyingum til at taka róligt. Tað er nevniliga bú Frontier targets for the new er; , 4); NR. > Edinburgh ef - . » i vw ' bv Á ) á „ð í | » IRELAND ; — r Dubha") > om] på ) BRITAIN PORCUPINE BAY AND FASTNET skaparliga og tekniliga ómeguligt at koma framat oljuni Víðari skrivar blaðið, at tað longu fyri 10 árum síð- ani (1971) varð nógv tosað um olju við Føroyar, og fleiri seismiskar kanningar, sum eru gjørdar hesa sein- astu tíðina, benda á, at oljan liggur í einum bassengi lagd - sum røkkur frá vest- urstrond Irlands og síðani í ein landnyrðing, soleiðis at bæði Hetland og Føroyar eru mitt í hesi lagdini, sum eisini gongur longur norður og heilt inn at norsku strondini, eitt sindur norðan fyri tað víðagitna 62 breiddarstigið, har norð- Kort, sum Statoil hevur latið gera, vísir tey økini á Atltantsmótinum, har roknað verður við at finna olju. Sum so eru tey væl í tråd við tekningina i Bør- sen fyri 15 årum sidani $DUTH WEST # 4 0080 er ENGLISK CHANNEL BASIN menn rokna við at finna nógv størri goymslur av olju, enn tær sum funnar eru sunnan fyri Størsta forðingin skrivar blaðið, fyri at koma framat oljugoymslunum við Før- oyar er stóra hellingin út av landgrunninum. = Meðan jó Irland NORTH NORWAY Oslo , SFA WEST GERMANY BELGIUM i Kort í The Economist í 1981, sum vísir komandi oljugki i Europa. Vit síggja aftur her Atlants- móti við m.a. Føroyum borað og framleitt verður á 200 metrar dýpi í Norð- sjónum, so verður neyðugt ísland Storbrítannia at arbeiða á 1000 metrum við Føroyar, og slík tøkni fróði finst enn bert á tekni borðinum Stóra amerikanska olju felagið Exon (Esso) arbeiðir við ætlanum at byggja eitt boritorn, sum er 1000 metr ar og sum skal standa á havbotninum Neyðugt við nýggjum tekni Fleiri og fleiri jarðfræðingar eru meira og meira samdir um, skrivar Børsen víðari, at tað helst eru stórar nøgdir av olju við Føroyar. Sam- tíðis eru teknikararnir eisini samdir um, at neyðugt er við heilt nýggjari tøkni- fróði, og ikki minst nógv stórri lønsemi, fyrr enn tað kann koma upp á tal at taka oljuna upp Í sama blað verður annars skrivað um føroysku ynsk- ini at fáa undirgrundina á føroyskar hendur, soleiðis at inntøkurnar frá eini møgu- ligari framtíðar oljuvinnu, koma tí føroyska samfel- agnum til góðar. Blaðmaðurin, sum skriv- að hevur greinina, eitur Stener Aarsdal. Greinin stóð í Børsen 27. august 1981. 17 lagdin - á Oljubassengið kortinum í Børsen - røkkur heilt frå miðnoregi og vestur um Írland og fellur sum so saman við teori unum, sum fleiri av olju- feløgunum arbeiða við í dag, sum m.a. ganga und ir heitinum „Western Slope vestara land- grunnshellingin. Tad verð ur annars nógv tosað um at finna ein risastóran elefant á hesum øki (tvs eina ógvuliga stóra olju keldu). Um tað er tilætlað ella ikki, so skal tó ikki nógv hugflog til at síggja eitt elefanthøvd og snåbul á kortinum. Hver veit!